37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar

Page 82

NIÐURSTØÐA Alt í alt tykjast fleiri fyrimunir enn vansar at vera við at fara frá eini 40 til eina 37 tíma arbeiðsviku, við tí fyrivarni, at fokus hevur verið á almenna arbeiðs­markn­ aðin. Tað er ósannlíkt at broytingin hevur nakra serliga ávirkan á BTÚ, uttan so at ein fremur broytingina ov skjótt. Hetta merkir eisini, at tað ikki ber til at t.d. siga sum so, at broytingin má passast til tá arbeiðsloysið er høgt, tí broyt­ingin hevði mest sannlíkt hent yvir minst 3 – 4 ár, og ein kann ikki vita um arbeiðsloysið er høgt ella lágt yvir eitt so langt tíðarbil. Tað er somuleiðis ósannlíkt, at broytingin samanumtikið hevur nógva ávirk­an á kapp­ingar­førið hjá Føroyum. Nakrar vinnur gerast eitt sindur meira kappingar­­førar, aðrar gerast eitt sindur minni kappingarførar. Sum heild fara tær vinn­ur­nar, sum gerast minni kappingarførar, mest sannlíkt at minka í tali vegna auto­mati­sering. Tó hevði tað verið vert at kanna nærri, hvussu ein kann tryggja sær, at broyt­ingin í minst møgu­ligan mun gongur út yvir kappingarførið hjá hesum vinnu­num. Tá um ræður tað almenna ítøkiliga, so eru avleiðingarnar í sera stóran mun jaligar. Øll upp­ gávu­tengdu, skrivstovu og meira kreativu størvini fara mest sannlíkt ikki at síggja nakran miss í framleiðslu. Innan røkt, heilsu, barna­­menning og undirvísing verða tað alt í alt 13 heiltíðarstørv ein manglar av broyt­­ingini, um gongdin er sum tá Frak­land fekk 35 tíma arbeiðsviku, og tey í part­­tíðar­størvum fóru upp í tíð. Sam­stund­is kann broytingin gera tað væl meira lokk­­andi at arbeiða innan hesar vinn­ur­nar, ið sálarliga eru sera krevjandi, og betra um kappingarføri mótvegis eitt nú Dan­mark. Nettoútreiðslurnar hjá tí almenna verða 104,4 milliónir krónur, vegna øktari løn, til fólk, sum eru í parttíðarstørvum, og tørvin á at seta fleiri fólk í starv. Hinvegin økist pensjónsuppsparingin hjá fólki av hækkaðu lønini, og merkir tað ein vinn­ing á millum 14,6 og 20,5 milliónir krónur árliga. Harumframt so eru fólkini, sum fáa økta inntøku av broytingini, í stóran mun fólk, sum brúka nógv av inntøkuni hjá sær til forbrúk, og tískil skapar hetta nógvan øktan búskaparligan aktivitet, og tískil eisini øktar inntøkur hjá tí almenna. Somuleiðis verður ein vinningur í minni strongd, færri sjúkradøgum, øktari livigóðsku, færri feilum í heilsu- og røktar­ sektorinum, eins væl og frá tí, at fólk slítast minni, og tískil kunnu arbeiða í størri part av lívi teirra. Broytingin hevur sannlíkt sera jaligar avleiðingar fyri lívsgóðskuna hjá fólki sum heild, og serliga hjá familjum. Minni tíðartrýst kann bæði gera so at fólk fáa meira kvalitets­tíð við børnum, partnara, vinum og til at taka sær av sær sjálvum. Hetta merkist sannlíkt eyka væl hjá konufólki, tí mannfólk, sum fara niður í tíð, brúka lutvíst stóran part av teirri tíðini uppá húsarhalds- og viðlíkahaldsarbeiði, og at vera saman við børnunum hjá sær, ið eisini merkir, at umframt at kvinn­urnar fáa meira frítíð frá arbeiðinum, so verður byrðan heima tað minni. Mann­fólk hava hinvegin, sambært kanningum í Evropa, sum heild eitt ynski um meira tíð saman við børnunum hjá sær, og gevur hendan broytingin teimum tann møgu­leikan. Tí økir broytingin sannlíkt sum heild um nøgdsemi í familjum, minkar um tali av konfliktum, og er tískil eisini sera gagnlig tá um ræður umstøðurnar hjá børnum.

Siða 82


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.