
Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1, Tórshavn +298 357576
pedagog@pedagogfelag.fo








Sanna á Løgmansbø
Forkvinna sanna@pedagogfelag.fo
Katrin Helgadóttir
Næstforkvinna katrin@pedagogfelag.fo
Gunnvá Akraberg Hansen
Nevndarlimur gunnva@pedagogfelag.fo
Beinta Klakstein
Nevndarlimur og skrivari beinta@pedagogfelag.fo
Sæbjørn Johannesen
Nevndarlimur saebjorn@pedagogfelag.fo
Birita Hammer Jacobsen
Umsitingarleiðari birita@pedagogfelag.fo
Bára Sólheim Guttesen
Málsviðgeri bara@pedagogfelag.fo
Gudny Benjaminsdóttir
Bókhaldari gudny@pedagogfelag.fo
Útgevari: Føroya Pedagogfelag
Sniðgáva og umbróting: Nudlavirkið
Prent: Føroyaprent
Útbering: Posta
Mars 2025




4 Oddagrein
Sanna á Løgmansbø
6 Brúkarin hesaferð
Samrøða við Jan Vestergaard
8 Skráin til aðalfundin
9 Valgreinar 10 Nevndin
14 Leiðararáðið
16 Námsfrøðingaráðið
19 Soleiðis velur tú
20 Nevndarfrágreiðing
24 Landsleiðaradagar
26 Frágreiðing um arbeiðið hjá Námsfrøðingaráðnum
27 Frágreiðing um arbeiðið hjá Hjálparfólkaráðnum
28 Nýggj strategi sett út í kortið Sanna á Løgmansbø
32 Lesandiráðið er aftur virkið
Samrøða við Jonnu Mariu við Á
34 Tíðindi úr politisku skipanini
35 Djóni Nolsøe Joensen 36 Jógvan Kruse 38 Heidi Lava Elgeirsdóttir
41 Magnus Rasmussen
42 Vangamyndin
Samrøða við Ann Poulsen
43 Eru tíni limaviðurskifti í lagi?
44 Uppgáva hjá lesandi
Sára Várdis Sandoy
46 Ráðstevna: Sosialpedagogar
47 Námsvarpið
Oddagrein:
Sanna á Løgmansbø, Forkvinna í Pedagogfelagnum
Hugsjónin var, at felagið skuldi fáa nýggjan ham. Vit vildu hava størri gjøgnumskygni, størri opinleika og eina týðiligari fakliga og námsfrøðiliga rødd. Og nú, eitt ár seinni, eru vit væl á veg.
Rákið bæði herheima og í londunum kring okkum hevur leingi lagt trýst á trivnað millum menniskju, og korini til menning eru ikki tey bestu. Kjakið um góða barnalívið, um rættindi hjá borgarum, ið tørvar námsfrøði og um vælferðarsamfelagið sum netverk hevur verið vælkoyrandi í rúma tíð. Tíðin var búgvin at leggja á annan bógv – hoyrir politiski myndugleikin ikki, hvat vit siga, so mugu vit taka onnur amboð í nýtslu.
Tá ið kommunuvalið stóð fyri durum, var tað upplagt at taka orðið og bjóða inn til kunning og vitanardeiling, soleiðis at serliga barnaøkið, sum jú liggur hjá kommununum, fekk sítt pláss í politiska kjakinum. Og tað riggaði sera væl – væl var vitjað í felagnum; flestu flokkar komu á gátt, og okkara orð vóru tikin í álavara. Vit merktu, at ein hugburðsbroyting var á veg.
Men allarfyrsta uppgávan var at fáa nýggja sáttmálan upp undir land – undanfarna nevndin hevði lagt samráðingarnar, ið byrjaðu í oktober 2023, niður, so vit máttu sessast við samráðingarborðið og bróta upp um armar. Ikki tykkum at siga, var hetta ein heilt serlig støða, vit komu í. Ein óroynd nevnd við lítlari vitan um samráðingarhátt ella framferð skuldi nú tryggja øllum limum felagsins ein skilagóðan og munagóðan sáttmála. Hetta
kravdi stórt dirvi, men við eldhuga fyri fakinum, arbeiðinum, limaskaranum og menniskjunum, sum tørvar okkara kunnleika, lupu vit útí.
Hóast útgangsstøðið, so kunnu vit ikki annað enn fegnast um tað úrslit, sum lá á borðinum, tá ið semjan var funnin. Saman við lønarlyftinum hækkaði grundlønin hjá øllum limum, og eftirlønin hjá limum á kommunala økinum hækkaði eisini. Málið við eftirlønini er, at allir limir í Føroya Pedagogfelag skulu fáa tey somu 14%.
Í tíðarskeiðinum eftir samráðingarnar og fram til summarið varð síðan arbeitt miðvíst við at lata okkum nevndarlimir í til hetta týdningarmikla arbeiðið, sum vit so braneggjað høvdu tikið á okkum. Okkara dugnaliga og professionella umsiting tók sær væl av okkum og brúkti tíð og orku til at seta nevndina inn í øll neyðug viðurskifti. Nevndarábyrgdarskeiðið var gott og læruríkt, og spakuliga hava vit funnið stevið saman sum nevnd.
Við nýggju hugsjónini um eitt sjónligari og fakliga virknari felag fóru vit at leggja til rættis eina ætlan fyri arbeiðið við nýggjari strategi. Hugsjónarliga settu vit kós í móti einum meira nútímans samleika – vit vildu lýsa ymiskleikan í okkara limaskara. Eins og palettin hjá listamanninum rúmar øllum litum á hvør sínum serstaka plássi, soleiðis skal nýggi grafikkurin hjá felagnum avspegla ein limaskara, sum hevur ymiskan tørv og ymisk áhugamál, men sum er sameindur á eini grundfløtu, har felags virði eru grundarlag fyri felagsskapinum. Við dirvi, áliti, trúvirði og fakligheit skapa vit sterkt samanhald; vit skulu standa saman, hond í hond, lið um lið, og stuðla hvørjum øðrum í tí uppgávu, vit hvør í sær

skulu loysa í okkara samfelagi. Felagsskapurin í Føroya Pedagogfelag kann føra til eina góða og sunna samanhangsmegi í samfelagnum. Orðafellið sigur, at eingin keta er sterkari enn veikasta liðið. Okkara fakfelag er av heilt serligum slag – einki annað fakfelag í landinum er samansett sum Pedagogfelagið. Námsfrøðingar, hjálparfólk og nú eisini námsfrøðihjálparar. Kommunalt øki og landsøki, skúli og eldraøki. Ein sera sundurbýttur limaskari við stórum ymiskleika í áhuga og uppgávum. So ymiskt, at tað í gjøgnum tíðina mangan hevur verið ført fram, at felagið átti at farið í tvíningar. Men tað halda vit ikki – vit ætla okkum at skapa eitt felag, ið kann rúma øllum, bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum. Tín styrki kann vera tín veikleiki, eins og tín veikleiki kann vera tín styrki. Tað ræður um tilvit, um álit, um at góðtaka ymiskleikan og um samstarv. Og tað ræður um viljan til at standa saman. Tí, hvussu víkir og vendir, eru vit sterkari sum sameindur fakfelagsbólkur. Og skulu vit veruliga gera okkara styrki galdandi, soleiðis at týdningurin av námsfrøðiligum virksemi fær sítt pláss í samfelagnum, so mugu vit, sum fakfelag, ganga í takt. Skal Føroya Pedagogfelag framhaldandi vera ein sterkur og góður felagsskapur, so mugu vit øll sláa ring um felagið. Ein felagsskapur, ein hugsjón, eitt felag!
Við hesum tonkum fóru vit í gongd við at orða nýggju strategiina – vit vildu flyta felagið inn í framtíðina, skapa ein felagsskap, har øll kenna seg heima, har fakfelagsligu rættindi limanna vera tryggjað og har fakkunnleiki kann blóma. Føroya Pedagogfelag er meira enn eitt fakfelag; vit hava tvær grundsúlur. Onnur er tann fakfelagsligi og starvsrættarligi parturin og arbeiðskorini og rættindini, hin er fakið, námsfrøðin, granskingin og
vitanin – og vit kenna tað sum okkara skyldu at ganga á odda, tá ið námsfrøðilig viðurskifti í okkara lítla samfelagi krevja tað. Kjarnuuppgáva okkara er stór og týdningarmikil, okkara arbeiði røkkur hvørjum króki í landinum, bæði stórum og smáum, børnum, ungum og eldri á dagstovnum, í skúlum, frítíðarklubbum, ungdómshúsum, á serstovnum, bústovnum og verkstøðum, ja, enntá eldraøkinum.
Føroya Pedagogfelag, sum enn er eitt av landsins størstu fakfeløgum, hevur limir á øllum leikpallum, har menniskju virka í umsorgan frá fakfólkum, og har relatiónsarbeiði verður framt. Okkara limir fremja námsfrøðiligt arbeiði á ein ella annan hátt, um vit eru námsfrøðingar ella hjálparfólk. Eg havi sagt tað fyrr, og eg endurtaki fegin:
Vit, sum arbeiða á umsorganar- og relatiónsøkinum hava týdningarmesta arbeiðið í samfelagnum! Uttan okkum, einki samfelag. Fara vit heim, so steðgar alt upp.
Og mín hugsan er, at, jú, betur vit megna at vísa á okkara týðandi leiklut í samfelagnum, tess sterkari gerast vit sum fakfelag og sum starvsbólkur. Jú, betur vit kunnu vísa á týdningin av góðari námsfrøði, tess betri kor fær námsfrøðin í samfelagsligum og politiskum kjaki. Stafettin er okkara, og vit taka hana við áræði og stoltleika.
Við hesi hugsjón kunnu vit í Føroya Pedagogfelag við okkara nýggju strategi staðfesta, at “við námsfrøði skapa vit eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast”.
Og við hesum orðum ynski eg tykkum øllum ein frálíkan aðalfund.
Einaferð varð tosað um eina goymslu, síðan varð tosað um ansing, og nú verður tosað um menning. Pedagogyrkið og námsfrøðin eru nógv broytt tey síðstu 100 árini.
Fyrstu dagstovnarnir í Føroyum vórðu settir á stovn í 1970árunum. Ein av teimum fyrstu var barnagarðurin í Klaksvík, sum læt upp í 1974. Í 1980árunum vaks talið á dagstovnum, og fleiri kommunur kring landið stovnaðu barnagarðar og vøggustovur fyri at nøkta vaksandi tørvin á barnaansing.
Síðani tá hevur dagstovnaøkið í Føroyum ment seg munandi, og í dag eru dagstovnar ein týðandi partur av føroyska samfelagnum.
Námsfrøði snýr seg um, hvussu børn og ung mennast í samspæli við sínar umstøður, hvussu undirvísing og læring verða løgd til rættis, hvussu umhvørvið og samfelagið ávirka læring og trivnað, og hvussu fólk við serligum tørvi verða stuðlað í menning og útbúgving – og so mangt, mangt annað.
Av tí at námsfrøðin er eitt lutfalsliga nýtt fak í Føroyum, eru øll ikki varug við, hvat fakið inniber, ella hvussu virðismikið tað kann vera fyri menniskjað og samfelagið sum heild, tá ið fólk verða møtt á fakliga rættan hátt.
Fyri at øll skulu skilja týdningin – eisini tit, sum lesa hetta blaðið og ikki eru námsfrøðingar – vera vit noydd at vera pedagogiskari. Tískil taka vit eitt dømi frá veruleikanum, har vit vísa á, hvussu stóran týdning námsfrøðiliga fakið hevur havt fyri gerandisdagin og lívið hjá einum brúkara.

Navn Jan Vestergaard
Aldur 41 ár
Starv Sjómaður
Familja
Unnusta og fýra dreingir, Jóhan Páll, Kevin, Jacob og Jósup
41 ára gamli Jan Vestergaard er pápi Jacob, sum hevur autismu. Fyrsta tíðin av lívinum var ógvuliga stríggin. Jacob treivst og mentist illa. Tó broyttist hetta, tá ið hann slapp á serstovu og sera dugnaligir námsfrøðingar vóru um hann, sum vistu, hvørji amboð skuldu til fyri at gera lívið hjá Jacobi betri. Tíðliga løgdu tey nógv fyri við øllum námsfrøðiligum amboðum, sum vóru neyðug, og úrslitið er, at Jacob í dag er ein glaður drongur, sum trívist og mennist, sum hann skal.
Jan Vestergaard er 41 ára gamal, sjómaður og býr í Hoyvík. Hann og unnustan Hanna hava fýra dreingir.
Miðlingurin Jacob fór á vanligan dagstovn, men treivst illa. Hann var keddur, spældi ikki við hini børnini og tóktist ikki at kunna finna sítt pláss á stovuni. Vit foreldur vóru ráðaleys. Vit vistu ikki, hvat var galið.
Umframt, at Jacob treivst illa, varnaðust foreldrini eisini, at starvsfólkini arbeiddu undir truplum umstøðum, tí rættiliga nógv børn vóru á stovuni, og tískil var ongin tíð til ta eyka umsorgan, sum Jacob hevði tørv á.
Tá ið Jacob fekk staðfest autismu og fekk pláss á serstovu í Øksnagerði, broyttist alt.
Í Øksnagerði fingu námsfrøðingarnir og hjálparfólkini stundir til at arbeiða við Jacobi. Tey settu
seg inn í hansara tørv, arbeiddu miðvíst við at tryggja, at hann fekk neyðuga stuðulin og hjálpina, sum skuldi til fyri at menna hann. Eisini ráðgóvu tey okkum foreldrum, hvussu vit best kundu arbeiða fyri at skapa góðar umstøður fyri Jacob. Tey løgdu eina greiða strategi fyri hansara menning og veittu vissu fyri, at hann fekk røttu umstøður til at náa sínum málum, greiðir Jan Vestergaard frá.
Fyrstu tíðina snúði tað seg um at tryggja trivnað. Jacob skuldi kenna seg tryggan, og tað var týdningarmikið at geva honum eina støðuga og fasta rútmu. Eftir stuttari tíð bleiv Jacob glaðari, tryggari og sosialari.
Námsfrøðingarnir arbeiddu við visuellum hjálparamboðum og skipaðu venjingar fyri at styrkja hansara málførleika. Eftir eitt tíðarskeið var tað týðiligt, hvussu nógv Jacob hevði ment seg. Hann byrjaði at samskifta betur við bæði vaksin og onnur børn. Sostatt vaks sjálvsálitið hjá honum eisini.
Tíðin á serstovuni legði eitt sterkt grundarlag undir framtíð hansara. Hann gongur nú í Hoyvíkar skúla, har hann er meir og meir í vanligum undirvísingartímum. Hann hevur fingið ein stuðul, sum hjálpir honum at navigera í skúlalívinum. Tað, sum foreldrini síggja sum tað týdningarmesta, er, at hann hevur eina jaliga tilgongd til skúlan og gerandisdagin.
Hann er nú ein glaður, sjálvbjargin drongur, og eg stúri ikki longur fyri framtíð hansara. Alt hetta takkað verið námsfrøðingunum, sum sóu Jacob sum einstakling og góvu honum nærveru og fakliga dygdargóð amboð tíðliga í lívinum, sigur Jan Vestergaard at enda.
Innskriving byrjar kl. 08.30.
Aðalfundurin verður hildin frá kl. 10.00–15.00 og fylgir fundarskipanini, sum viðtøkurnar áseta.
Innkomin uppskot
Limagjald
Nevndin skýtur upp at varðveita verandi prosentgjalding av limagjaldinum, men at áseta eina hámarksupphædd fyri at lætta um umsitingina.
• Uppskotið er: Limagjaldið verður 1,6 % av lønini, tó í mesta lagi 500 kr. um mánaðin (6.000 kr. árliga).
• Uppskotstillari: Nevndin
Eftir aðalfundin verða ráðsfundirnir hjá Leiðararáðnum, Námsfrøðingaráðnum og Hjálparfólkaráðnum hildnir. Fundirnir fylgja fundarskipanini sambært viðtøkunum.
10.00 Aðalfundurin byrjar Forkvinnan bjóðar vælkomið Felagssangur Gestarøðari
Framløga: Nýggja strategiin hjá felagnum
12.00–13.00 Miðmáli
13.00–15.00 Aðalfundurin heldur fram Fundurin fylgir fundarskipanini sambært viðtøkunum
15.30 Ráðsfundir byrja
Leiðararáðið skal hava 2 ráðslimir, umframt eykalimir.
• Valevni: Arna Silvurstein og Eyð Skúvadal Johannesen – verða valdar uttan atkvøðugreiðslu.
• Eykalimir: Veljast á aðalfundinum millum luttakararnar.
Námsfrøðingaráðið skal hava 3 ráðslimir.
• Valevni: Dagny Miðskarð, Krista Hvannastein og Majbritt Egholm – verða valdar uttan atkvøðugreiðslu.
• Eykalimir: Veljast á aðalfundinum millum luttakararnar.
Hjálparfólkaráðið skal hava 3 ráðslimir.
• Valevni: Ongin hevur bjóðað seg fram.
• Ráðslimir og eykalimir: Veljast á aðalfundinum millum luttakararnar.
Við seinastu viðtøkubroytingunum er nú møguleiki at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum. Tí verður roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har ov fá valevni eru.

Eg eiti Gunnvá Akraberg Hansen, eri 57 ár, búgvi í Havn og arbeiði sum námsfrøðiligur atstøðingur. Eg arbeiði á dagstovninum Lítlaskógi í Havn.
Eg havi havt sæti í nevndini síðani 2018. Nú havi eg so gjørt av at royna aftur, tí eg haldi, at eg havi nógv eftir at gera – og geva. Eg eri einasta hjálparfólki/atstøðingur í nevndini, og eg haldi, at tað er gott, at vit, sum manna nevndina, eru ymisk.
Styttri arbeiðsvika og ein virkin seniorpolitikkur, sum vóru míni hjartamál seinast, eru enn líka viðkomandi at stríðast fyri. Og løn og arbeiðsumstøður ikki minni. Seinast fingu vit væl upp á lønina í sáttmálanum. Eisini fingu vit 1% upp á eftirlønina hjá teimum á kommunala økinum. Og hjálparfólk á serøkinum fingu 1% upp á sína eftirløn. Eg vil arbeiða fyri, at vit øll fáa somu eftirløn, og hesum fari eg at stríðast fyri.
Á valinum í fjør fingu vit eitt sera stórt skifti, har øll nevndin, uttan eg, bleiv skift út. Hetta var sera løgið, og ikki minst spennandi at vita, hvussu tað fór at ganga. Men eg má ásanna, at tað hevur verið spennandi og mennandi. Nýggja nevndin setti sær fyri at fara undir nýggja strategi, og har eru vit komin væl á veg, og hetta er sera spennandi.
Vit settu okkum fyri at fáa øll at kenna seg væl í felagnum, og vit vilja vísa á, at felagið er fyri allar limir.
Eg bjóði meg sum sagt fram, tí eg haldi meg hava nógv eftir at gera og geva, og vónandi eru tað fleiri tykkara, sum halda tað sama og vilja atkvøða fyri mær. Verði eg vald, fari eg í hvussu er at gera mítt besta fyri at liva upp til álitið.
Gunnvá Akraberg Hansen
Eg eiti Nikkil Heinesen og bjóði eg meg fram til nevndarvalið. Eg havi áður sitið 9 ár í nevnd fyri Føroya Pedagogfelag.
Við drúgvum royndum í fakfelagsarbeiði, vil eg virka fyri, at okkara rættindi sum løntakarar ikki verða gloymd, og at vit framvegis hava eina sterka rødd, sum talar ímóti órættvísi, verjir vunnin rættindi og virkar fyri einum betri arbeiðsmarknaði. Í 2026 vera aftur lønarsamráðingar og her havi eg nógvar royndir. Tí stilli eg aftur upp til nevndararbeiðið í Føroya Pedagogfelag – tí eg kann og vil gera ein mun fyri allar limir felagsins!
Betri umstøður í fólkaskúlanum
Hóast námsfrøðingar hava verið í fólkaskúlanum í nógv ár, eru arbeiðsumstøðurnar enn ikki nøktandi. Tað er órímiligt, at námsfrøðingar arbeiða lið um lið við starvsfelagar, sum hava nógv betri treytir. Hetta má broytast! Tað skylda vit okkum sjálvum og teimum, sum hava tørv á okkara fakligheit.
Styrkt álitisfólkaskipan
Álitisfólkini spæla ein lyklaleiklut, og tað skal síggjast aftur í teirra arbeiðsumstøðum. Pedagogfelagið skal arbeiða fyri, at álitisfólk fáa betri kor og verða lønt fyri tað arbeiðið, tey gera. Arbeiðsgevarar mugu veruliga ásanna, hvussu týdningarmikið arbeiðið hjá álitisfólkunum er fyri trivnaðin á arbeiðsplássunum.
Námsfrøðingar í námsfrøðingastørv
Tíverri síggja vit ein vaksandi trupulleika, har aðrir fakbólkar verða settir í námsfrøðingastørv – serliga á stovnum hjá landinum, men nú eisini í kommunalum stovnum. Hetta tænir hvørki barninum, borgaranum ella fakligheitini. Í summum førum er hetta beinleiðis

brot á lógina um dagstovnar og sáttmálan millum partarnar. Pedagogfelagið má tala hart at hesum!
Arbeiðsumhvørvi/arbeiðstíðarreglur
Arbeiðstíðarreglurnar eiga at vera greiðar og uttan ivamál. Tað er neyðugt at fáa skipaðar reglur fyri kommunalar stovnar, sum lýsa, hvussu arbeiðsdagurin skal skipast. Reglurnar skulu eisini eftirmetast javnan, so tær samsvara við samfelagið, vit liva í, og tryggja bæði starvsfólkum, stovnum og borgarum bestu møguligu umstøður.
Meiri enn eitt fakfelag
Pedagogfelagið er meira enn eitt fakfelag. Pedagogfelagið er ein varði í samfelagnum, sum skal varpa ljós á góðu søgurnar og lyfta námsfrøðina fram í ljósið, soleiðis at eingin ivast í týdninginum av okkara arbeiði.
Í dagligdegnum arbeiði eg við børnum og ungum í frítíðarskúla og ungdómshúsi. Tað sum eg haldi er mest spennandi við mínum starvi, er, at eygleiða og menna relatiónir og skapa eitt gott umhvørvi fyri øll at trívast í. Tað arbeiðið vil eg eisini taka við inn í nevndararbeiðið, so vit kunnu skapa eitt fakligt og sosialt umhvørvi. Vit skulu hava kveikjandi ráðstevnur, viðkomandi fyrilestrar, café kvøld og skapa ein felagsskap, sum varpar ljós á okkara fakligheit.
Nikkil Heinesen
Joan Heinesen
Eg eiti Joan Heinesen og eri 45 ára gomul, búsitandi í Klaksvík. Eg havi tó búð í Havn 14 ár. Eg eigi ein 15 ára gamlan son. Til dagligt arbeiði eg á verkstaðnum á Brekku og virkishúsinum Birta, sum eru arbeiðsstaður og virkistilboð fyri vaksin við menningartarni og autismu. Her havi eg arbeitt í seks ár.
Eg bleiv úbúgvin námsfrøðingur í 2006, men havi tó arbeitt á økinum síðani 1999. Í heili 26 ár.
Á míni yrkisleið havi eg roynt ymiskt bæði á “normal”økinum og serøkinum, eg kann nevna vøggustovu, barngarð, frítíðarskúla og leiðarastarv í frítíðarskúla. Á serøkinum havi eg verið stuðul bæði í heimi og skúla, á stovni fyri ung við sálarligum og sosialum avbjóðingum, og so nú við vaksnum við menningartarni og autismu, so royndirnar eru sera góðar og drúgvar.
Í 2007 bleiv eg vald í nevndina hjá Føroya pedagogfelag og sat til 2009, tá ið eg fór í barsil.

Hetta arbeiðið dámdi mær sera væl. Eg var heppin og slapp til samráðingarútbúgving saman við øðrum fakfeløgum. Tað var sera spennandi og læruríkt. Eisini fóru vit um landið at vitja stovnar og limir okkara, hetta dámdi mær sera væl. Eg havi altíð havt ætlanir um at stilla upp aftur til nevndina eina ferð, og nú er tíðin so komin.
Fyrst vil eg leggja dent á, at eg haldi, at tað er umráðandi, at nevndin fevnir breitt. Her hugsi eg um, at bæði “normal”økið og serøkið eru umboðað í nevndini, tí tað eru ofta sera ymsar avbjóðingar og ymiskir spurningar, sum limirnir hava, tá ið tað kemur til kommunalu stovnarnir og so stovnarnir, sum hoyra undir landinum stovnar hjá almannaverkinum.
Vit eru serfrøðingar á okkara økjum, og tað skal eisini síggjast aftur í samfelagnum. Vit skulu takast við, tá ið politiskar avgerðir skulu takast, sum hava ávirkan á okkara limir og borgarar. Eitt nú, hugsi eg um, at tá ið tosað verður um børn og ung ella fólk við menningartarni ella øðrum avbjóðingum, so er tað vit, sum úttala okkum í miðlum og aðrastaðni í samfelagnum. Vit mugu verja okkara fak og fakkunnleika.
Tað skal heldur ikki koma upp á tal at stytta pedagogútbúgvingina fyri at fáa so nógv so skjótt sum gjørligt ígjøgnum. Hetta er ikki lærdómur, sum mann bara kann skunda ígjøgnum. Vit fevna um størsta samfelagsbólk av fólki, og tí er alneyðugt, at vit verja okkara úbúgving.
Ein onnur avbjóðing, sum vit stríðast við, er starvsfólkatrot bæði á kommunalu og almennu stovnunum, og tað kann tykjast løgið, at stovnar og tilboð bara leggjast afturat, men hetta er veruleikin. Serliga á serøkinum hava vit stórar avbjóðingar hesum viðvíkjandi í løtuni, og vit hava ongan møguleika at manna størvini við røttu starvsfólkunum. Tað mugu vit, sum felag, ikki lata fara framvið, tí neyvan hevði ein skúli ella sjúkrahús latið upp uttan fakfólk.
Eg eri klár at bretta upp um armar og fara í gongd fyri allar okkara limir og fakið!
Joan Heinesen
Eg eiti Hildibjarta Súnadóttir, eri 35 ár, havi maka og trý deilig børn. Eg eri búsitandi í Havn og starvist til dagligt sum varaleiðari á Dagstovninum Birkilund. Eg havi lisið á Námsvísindadeildini á Setrinum og bleiv útbúgvin námsfrøðingur í 2018, har eg í tveimum umførum havi verið í barnsburðarfarloyvi.
Mín ferð á økinum byrjaði í 2009, tá ið eg júst var vorðin pisa og fekk starv á dagstovni. Eg fekk skjótt smakk fyri tí og visti tá, at eg skuldi arbeiða við menniskjum – tað var eitt sera læruríkt og mennandi umhvørvi fyri eina tá 19 ára gamla.
Arbeiðsroyndir
Eftir loknan lestur fekk eg arbeiði á barnaheiminum, har eg bæði hevði verið í starvslæru og starvast sum avloysari. Eitt starv, sum mær dámdi sera væl og gav mær nógva meining, tí eg føldi, at mítt arbeiði gjørdi mun.
Við smábørnum passaði tað okkum best, at eg arbeiddi í dagtímum, og tí fór eg á dagstovnaøkið at arbeiða. Í mínum huga skuldi tað bert vera í eina tíð, men nú fimm ár seinni eri eg enn á sama stað. Eg kann ikki siga annað enn, at eg brenni fyri økinum.
Aftur at tí havi eg í eitt tíðarskeið tikið vaktir á Sambýlinum undir Gráasteini og sitið í nevndini hjá tímagrunnunum hjá Tórshavnar Kommunu.
Tað er gleðiligt at arbeiða við menniskjum, og mann fær so ómetaliga nógv. Men tað er eisini eitt sera krevjandi arbeiði, har vit geva nógv av okkum sjálvum og læna okkara nervalag út til tey, sum hava tørv á tí. Vit kenna okkum strongd, tá ið vit ikki røkka, tá ið vit uppliva starvsfólkatrot, ónøktandi arbeiðsumstøður o.a. Og hettar er veruleikin hjá fleiri av okkum.
Tørvur á starvsfólkum og fakligheit
Vit mugu seta sjóneykuna á tað jaliga í okkara faki, vit mugu tosa fakið upp, um vit vilja hava starvsfólk

at støðast og fáa námsfrøðingar, sum eru farnir aðrar arbeiðsleiðir, at ‘koma heim’. Vit hava námsfrøðingar, sum hava tikið ein kandidat, men søkja onnur størv, tí tey fáa ongan ágóða við síni servitan. Servitan, sum økið hevði havt stóra gleði av.
Okkara námsfrøðilesandi
Starvslæran hjá teimum lesandi er ov stutt, og um tey ikki hava starv undir lesnað, so sleppa tey í roynd og veru ikki at royna seg í verki. Hetta kann fyri summi verða ein ov stórur biti at gloypa um, tá ið tey koma á arbeiðsmarknaðin.
Vit hava starvsfólk, sum ikki vilja taka starvslærunæmingar inn, tí tað krevur eyka, men tey fáa nærum onga samsýning.
Somu vitan sum aðrir fakbólkar?
Á serøkinum søkja tey eftir øðrum fakbólkum til eitt námsfrøðiligt tilboð. Kunnu øll gera okkara arbeiði? Okkara arbeiði skal gerast sjónligt, vit mugu skapa forstáilsi og vitan fyri okkara øki.
Hetta eru viðurskifti, sum eitt fakfelag skal handla uppá og kann gera tað eggjandi fyri ein námsfrøðing at støðast og velja til heldur enn frá.
Eg fari at gera mítt fyri at arbeiða fyri tykkum og saman skulu vit røkka á mál.
Hildibjarta Súnadóttir
Arna Silvurstein

Eg eiti Arna Silvurstein og eri námsfrøðingur. Seinastu sjey árini havi eg arbeitt sum leiðari í Almannaverkinum.
Leiðararáðið
Eg havi sitið í leiðararáðnum í knapt tvey ár og havi gjørt av at bjóða meg fram til enn eina setu. Eg vil gjarna arbeiða fyri, at leikluturin hjá leiðararáðnum gerst ein sjónligur partur av Føroya Pedagogfelag. Eg ynski gjøgnum leiðararáðið at virka fyri at bøta um arbeiðskorini hjá leiðarunum, eins og at styrkja samleikan hjá okkara fakbólki.
Nakað av tí, sum leiðararáðið arbeiðir við, er at skipa fyri fakdøgum. Seinastu tvey árini havi eg verið við til at skipa fyri landsleiðaradegnum. Hesin dagurin er ætlaður sum eitt savningarstað fyri leiðarar kring landið, har møguleiki er at fáa fakligan íblástur og at skifta orð um avbjóðingar, hugskot og loysnir. Eg meti, at tað er av týdningi, at vit styrkja samstarv og vitanardeila millum leiðarar og námsfrøðiliga yrkið.
Fyri at skapa góð arbeiðspláss er týdningarmikið við fakliga góðari og sterkari leiðslu. Í 2024 vóru vit í ráðnum í Danmark, har vit vitjaðu á BUPL fyri at fáa íblástur til, hvussu leiðararáð skipa seg aðrastaðni. Eisini vóru vit á ráðstevnu um at leiða ymisk ættarlið. At leiða ymisku ættarliðini, har fólk hava ymiskar førleikar, fortreytir og bakgrundir, krevur dygdir sum innlit, ávirkan og tolsemi. Hetta meti eg vera sera týdningarmikið fyri leiðarar at fáa meiri vitan um – til gagns fyri stovnarnar, starvsfólkini og tey menniskjuni, sum vit arbeiða fyri. Tí síggi eg fram til landsleiðaradagin í ár, har m.a. hetta evnið verður umrøtt.
Seinastu tíðina havi eg eisini verið við í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt nýggja strategi til Pedagogfelagið. Hetta hevur verið sera spennandi og gevandi. Og eg eri vorðin enn meiri tilvitað um týdningin av at styrkja samleikan og samanhaldið hjá felagnum. Føroya pedagogfelag er eitt av størstu feløgunum í landinum, og vil eg arbeiða fyri, at leiðararáðið ger sítt fyri at stuðla nevndini at røkka ymisku áhugamálunum, serliga hvat rørir seg á leiðsluøkinum og at fáa viðurskiftini hjá leiðarunum á breddan.
Við mínum royndum og vitan í leiðararáðnum, eri eg til reiðar at halda fram við at arbeiða fyri einum felagsskapi, sum byggir á álit, samstarv og dygd.
Anna Silvurstein
Eyð Skúvadal Johannesen
Eftir at hava sitið í leiðararáðnum síðan mai 2023, havi eg valt at stilla upp aftur.
Eg eri útbúgvin námsfrøðingur frá 2001 á Føroyra Læraraskúla. Tey fyrstu árini arbeiddi eg sum námsfrøðingur, til eg í 2005 byrjaði sum leiðari.
Tíðina, meðan eg tók diplom í leiðslu á UCC, starvaðist eg sum námsfrøðiligur leiðari hjá Københavns Kommunu. Síðan 2016 havi eg verið leiðari í Býlingshúsinum undir Brúnni.
Eg havi valt at still upp aftur, tí tað arbeiðið, sum vit eru farin í gongd við, er sera spennandi og læruríkt. M.a. hava vit verið í samband við BUPL um, hvussu teirra leiðararáð er skipað, og hevur tað givið íblástur til arbeiðið í leiðararáðnum her hjá okkum.
Eg haldi, tað er umráðandi. at vit hava eitt sterkt og vælvirkandi leiðararáð, sum kann virka fyri, at allir leiðarar hava eitt stað at møtast til ymisk tiltøk, sum t.d. leiðaradagin, har ymisk evni verða tikin upp, sum fylgja rákinum í londunum rundan um okkum, og sum er viðkomandi hjá okkum her í Føroyum. Endamálið við degnum er eisini, at tað er ein góður møguleiki fyri vitanardeiling og sparring.
Tað er umráðandi, at ráðið er talirørið fyri leiðarar, og at ráðið heldur vakið eyga við tí, sum rørir seg á økinum, t.d. tá ið politiskar avgerðir verða tiknar, sum viðkoma leiðarum.
Arbeiðið, sum leiðari, er til tíðir eitt einsligt starv, og er hetta við til at ávirka trivnaðin hjá leiðarum. Mítt ynski er, at vit seta trivnaðin hjá leiðarunum meira á breddan, og hoyra, hvørji ynski og tørvir eru hjá leiðaranum. Við hesi vitan kann leiðararáðið t.d. skipa fyri evnisdøgum í leiðslu, taka mál upp, sum hava týdning fyri okkum leiðarar og vera við til at seta dagskránna
fyri námsfrøðiliga leiðslu í Føroyum. Nútíðartøkni ger, at vit eisini kunnu røkka enn betur út um landið.
Hesa tíðina, eg havi sitið í ráðum, hevur nevndin lagt stórt arbeiði í at leggja eina nýggja strategi fyri felagið, har umboð frá øllum ráðum hava verið við. Nú, hetta arbeiðið verður liðugt, vil eg arbeiða fyri, at vit fáa eitt enn tættari og regluligari samskifti við nevndina. Eitt regluligt samskifti og samstarv fer at hava við sær, at ráðið fer at virka sum eitt millumlið í millum nevndina og leiðararnir. Ráðið skal virka fyri, at áhugamál hjá leiðarunum verða tikin upp í nevndini, t.d sáttmálaviðurskifti og ynski til samráðingar.
Takk fyri møguleikan at bjóða meg fram.
Eyð Skúvadal Johannesen

Majbritt Egholm

Eg eiti Majbritt Egholm, eri gift, eigi seks børn, eitt ommubarn, eri útbúgvin námsfrøðingur og arbeiði í vøggustovu á Stropanum á Kambsdali. Eg haldi, at fakfelagsarbeiði er áhugavert, og eg vil vera við til at styrkja og at førleikamenna námsfrøðiliga økið.
Eg brenni fyri, at øll børn skulu hava somu møguleikar og fáa bestu fortreytir fyri at mennast og trívast. Tað er umráðandi at síggja børn og møta børnum, har tey eru, og geva teimum møguleikar heldur enn avmarkingar. Námsfrøðiliga økið hevur avgerandi týdning fyri samfelagið. Tað snýr seg ikki bara um at ansa eftir børnum og ungum, men at styrkja og menna tey í einum fakligum og tryggum umhvørvi, har tey sleppa at vera forvitin, fáa avbjóðingar, ið menna teirra førleikar, læra tey at taka ábyrgd og at samstarva við onnur. At læra nýggj ting og megna at avgreiða uppgávur sjálvi styrkir sjálvsálitið og sjálvsvirðingina hjá børnunum.
Eg stilli upp til Námsfrøðingaráðið fyri at kunna vera við til at styrkja um námsfrøðiliga økið. Við góðum samstarvi millum ráðini, kunnu vit saman og hvør sær gera tiltøk, ið eru til frama fyri allar limir í Føroya Pedagogfelag. Tiltøk, ið eru við til at kveikja áhuga fyri námsfrøðiliga økinum, víðka um okkara vitan, bøta um okkara arbeiðsumstøður og samstundis skapa eitt netverk, har vit kunnu deila vitan og royndir.
Takk fyri og gott val.
Majbritt Egholm
Námsfrøðingaráðið
Dagny Miðskarð
Eg eiti Dagny Miðskarð, eri 52 ár og búgvi í Klaksvík. Eg havi verið námsfrøðingur í 25 ár og haldi, at tað er so gott at vera námsfrøðingur, tí vit gera mun og hava so nógv spennandi arbeiðsøki og størv, og tað at arbeiða við menniskjum er nakað heilt serstakt.
Hetta at síggja og hoyra tað einfalda:
Pinkubarnið, barnið, tannáringin, tey ungu, tey eldru og menniskju við serligum tørvi, at eg kann vera um tey námsfrøðiliga í øllum viðurskiftum er hugaligt, deiligt og hjartaligt. Tá hugsi eg, at eg kann skapa tryggleika í teirra lívi og gerandisdegi og geva teimum umsorgan.
Eg kann vera við til at ávirka og stuðla í teirra gerandisdegi við tryggleika, soleiðis alt gongur væl, men samstundis kann eg bjóða teimum av og vera við til menna tey námsfrøðiliga.
Eg havi ymsar arbeiðsroyndir. Eg havi arbeitt á ungdómsheimi fyri deyv og blind í Danmark, arbeitt í útibarnagarði (stóru børnini seks ár), á serstovu við børnum, arbeitt í barnagarðsstovu og nú arbeiði eg í verkhúsi við fólki, sum hava autismu, og eri avloysari á einum eldrasambýli.
Eg havi gjørt av at stilla upp aftur til námsfrøðingaráðið, tí eg ynski mær, at vit, sum arbeiða námsfrøðiliga, kunnu møtast, sparra og samskifta um okkara arbeiði, og at vit (ámsfrøðingaráðið) skipa fyri ymsum tiltøkum so sum evniskvøldi og øðrum, soleiðis vit kunnu kjakast og sparra og kunnu reflektera fakliga saman.
Eg haldi, at vit, sum arbeiða námsfrøðiliga, mugu møtast, og gott er at kunna kjakast um nógv spennandi evni út frá okkara arbeiði (børn og ung og serøki).
Eg haldi, at sum námsfrøðingar, hava vit nógv ymisk áhugaverd størv, og spennandi er eisini við ymsum tvørfakligum samstarvi.
Alt okkara námsfrøðiliga yrki er eisini samstarv og samskifti við góðar starvfelagar, foreldrasamstarv og annað.
Tí haldi eg, at tað er gott, at vit møtast námsfrøðiliga fyri at fáa fakliga áfylling og at læra at skilja onnur fyri sjálvi at kunna reflektera.
Til seinast haldi eg, at tað er well at arbeiða sum námsfrøðingur.
Dagny Miðskarð

Eg
eiti Krista Hvannastein, eri
45 ára gomul og havi verið námsfrøðingur síðani 2006.
Eg vil fegin bjóða meg fram til trý ár afturat í Námsfrøðingaráðnum. Eg havi verið við síðani Námsfrøðingaráðið varð sett á stovn í 2019. Júst tað, at skapa ein námsfrøðiligan pall til okkara limir, hevur mær dámt væl.

Tað er so týdningarmikið, at vit hava ein pall, har námsfrøðin og okkara arbeiðsviðurskifti eru í miðdeplinum. Ein pall, har vit sleppa at nørdast og kjakast um nógv ymisk viðurskifti í námsfrøðini. Tískil er tað gleðiligt at uppliva, at námsfrøðingar frá nógvum økjum í landinum koma til okkara tiltøk; tí vit síggja, at vit hava tørv á at møtast. Fyri meg hevur tað týdning at hjúkla um teir limir, ið koma til okkara tiltøk – bæði fakliga og sosialt.
Harafturat dámar mær væl at vera í tøttum samstarvi við okkara nevnd og umsiting. At verða spurd til ráðs í málum, sum viðkemur okkara limum.
Um meg sjálva, kann eg nevna, at eg altíð havi havt áhuga fyri arbeiðsviðurskiftum, trivnaði hjá starvsfólkum og øllum menniskjum, eg møti í mínum námsfrøðiliga yrki.
Eg havi síðani, eg bleiv útlærd, arbeitt í barnagarðinum Mylnuhúsið í Klaksvík, tó tók eg eitt ár í barnagarðinum í Gerðinum í Skopum. Havi eisini verið álitisfólk í fleiri skeiðum.
Meðan eg havi sitið í Námsfrøðingaráðnum, havi eg síðani septembur 2024 til januar 2025 umboðað ráðið í strategibólkinum hjá Pedagogfelagnum. Tað hevur verið ein spennandi tilgongd, sum eg gleði meg at halda fram við.
Krista Hvannastein
Tú fært ein teldupost frá survey.exact. dk við heitinum “Pedagogfelagið –val av nevnd 2025”.
Í teldupostinum er eitt leinki, sum tú skalt trýsta á fyri at koma til atkvøðusíðuna.
Hvat gert tú, um tú ikki hevur móttikið teldupostin 10. mars? Tað kann vera av hesum orsøkum:
• Telduposturin er farin í spam / uønsket mail / óynsktur teldupostur. Kanna tín teldupost og flyt hann til innkomandi post, um neyðugt.
• Føroya Pedagogfelag hevur skeivan ella ongan teldupost hjá tær. Send teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo ella ring á telefon 35 75 76, fyri at fáa váttað tíni limaviðurskifti.
• Tú ert ikki limur. Send teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo ella ring á telefon 35 75 76, fyri at fáa váttað tíni limaviðurskifti.
Soleiðis atkvøður tú:
• Fyrsta síðan vísir tær ein lista við teimum, sum stilla upp til nevndina, saman við myndum. Trýst á “Næste” fyri at fara víðari.
• Á atkvøðusíðuni sært tú nøvnini á teimum fýra, sum stilla upp til nevndina. Vel ein av teimum ella "blankt". Trýst síðani á “Næste”.
• Á seinastu síðuni váttar tú tína atkvøðu við at trýsta á “Afslut”.
J. Herluf Sørensen umsitur valskipanina, og úrslitini verða kunngjørd á aðalfundinum.

Valskipanin letur upp mánadagin 10. mars 2025
Valskipanin steingir fríggjadagin 28. mars 2025 kl. 12.00

Nýggj forfólk og nýggir nevndarlimir
2. mars 2024 varð ein sermerktur dagur fyri Føroya Pedagogfelag. Nevndarval var og fýra nýggir nevndarlimir vórðu valdir. Eitt nýtt forfólk og tríggir spildurnýggir limir tóku sæti í nevndini. Ein serlig støða, sum fólk vóru fegin um, samstundis sum fleiri røddir vóru frammi við eini stúran um, hvussu hetta mundi fara at spæla av.
Eingin loyna er, at við fýra nýggjum limum, sum ikki høvdu tað stóra av nevndarroyndum frammanundan, so kundi hugsast, at tað fór at verða torført at fáa nevndararbeiðið at virka eins væl og áður. Og við samráðing sum allarfyrstu uppgávu at loysa, lá stórt trýst á nýggju nevndini.
Um vit hyggja aftur á tíðarskeiðið, kunnu vit staðfesta, at alt hevur gingið eftir vild. Hóast væntandi royndir at sita í nevnd, so er nevndin roynd á øðrum líknandi økjum. So sum í leiðslu og fyrisiting og í dagligum rakstri av stovnum. Harafturat hevur nevndin vitan um námsfrøði, samfelag og at arbeiða í verkætlanum, umframt førleikar at taka avgerðir og at loysa avbjóðingar. Vit eru á einum máli um, at vit hava fingið nógv og væl frá hondum hetta fyrsta árið. Ein orsøk er sjálvandi eisini, at vit í Føroya Pedagogfelag hava eina sera professionella og dugnaliga umsiting, sum hevur megnað at klætt okkum nevndarlimir væl og virðiliga í til arbeiðið.
Nýggjur sáttmáli
Tykkum kunnugt skrivaðu vit undir nýggja sáttmálan 29. apríl, knappar tveir mánaðir eftir aðalfundin. Ein hørð og lærurík byrjan, har vit veruliga fingu roynt okkara evni at samráðast.
Tó er tað ikki ein lætt uppgáva, men av tí at støðan var so serlig, so vóru allir partar sinnaðir at arbeiða virðiligt og væl saman; tí ynski um at
fáa eitt gott úrslit merktist frá øllum pørtum. Tá sáttmálin varð undirskrivaður, kundu vit, sum nýggj nevnd, av røttum fara til verka. Ein liður í at vinna førleikar í nevndararbeiði er sjálvandi at verða skúlaður í uppgávuni, tí varð skipað fyri nevndarábyrgdarskeiði saman við løgfrøðingi okkara, Mimi Steintórsdóttir. Hetta vóru tveir læruríkir dagar, sum vit annars hava fast á skrá, tá nýggir limir koma í nevndina. Nevndararbeiði er krevjandi, og tað er sera umráðandi, at nevndarlimir eru væl íklæddir til arbeiðið. Eisini inniber hetta, at nevndarlimir kenna røttu mannagongdir v.v løgfrøðisligum málum, at vit kenna sáttmálan og nevndarsamtyktir og kenna okkara ábyrgd fyri tí arbeiði og uppgávu, sum limir okkara hava valt okkum til at útinna.
Hoyringar 2024
Ein umráðandi partur av nevndararbeiðinum hjá einum fakfelag er m.a at vera hoyringspartur og gera viðmerkingar til broytingar í lógarverki, sum politiski myndugleikin arbeiðir við. Í ár hava vit m.a gjørt viðmerkingar til uppskot um lóg um at pengarnir skulu fylgja barninum, um barsilsskipanina, um broyting í lóg um treytir fyri tillagaðum starvi, um broyting í fólkaskúlalógini og um broyting í lóg um integratión. Harafturat hava vit eisini gjørt viðmerking til broyting um lóg um at hækka pensjónsaldur. Hetta varð gjørt saman við fakfelagssamstarvinum, sum vit eru partur av.
Fakfelagssamstarvið
Fakfelagssamstarvið hevur virkað í nøkur ár, og eru tað vit, Føroya Pedagogfelag, saman við Lærarafelagnum, Starvsfelagnum, HAK, Heilsuhjálparafelagnum, Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og AKF, sum eru saman um samstarvið. Yvirskipaða endamálið við fakfelagssamstarvinum, er, at arbeiða saman um mál, sum
viðkoma okkum øllum á arbeiðsmarknaðinum. At viðgera lógaruppskot og seta á breddan viðurskifti hjá verkafólki, ið krevja bata. Í ár hava vit m.a viðgjørt pensjónsuppskotið, sum snýr seg um at hækka pensjónsaldurin. Í januar gjørdu vit eina felags yvirlýsing, sum varð miðlað út beint eftir fundin. Eitt annað sera viðkomandi mál, sum viðkomandi í løtuni, er sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum vit í fakfelagssamstarvinum vilja hava inn í lógina, soleiðis at arbeiðsumhvørvið verður sett á breddan sum eitt eins týðandi mál sum fysiska arbeiðsumhvørvið. At sálarligt arbeiðsumhvørvi skal verða ein partur av arbeiðsmarknaðarlógini sum skjótast. Triðja mál, sum er hevur avgerandi týdningi fyri arbeiðsmarknaðin, er 37 tímar arbeiðsvikan, sum vit eisini hava arbeitt nakað við. Tó hevur politiski myndugleikin valt at seta hetta málið til síðis, og tískil eru vit ikki komin á mál, hóast tað er nevnt í seinasta samgonguskjali. Tó fara vit at gera alt fyri, at politiski myndugleikin ikki sleppur hesum máli, og tí fara vit at arbeiða við at finna ein hátt at fáa myndugleikan at taka málið fram aftur. Rekrutering av nýggjum limum er eisini eitt av okkara fremst málum í fakfelagssamstarvinum. Vit fara í heyst at skipa fyri áhugaverdum felags álitistfólkaskeiði, har danin Lars Høgedahl kemur at undirvísa øllum okkara álitisfólkum í, hvussu vit arbeiða miðvíst fyri at fáa limatilgongd og limarøkt, soleiðis at limir ynskja at velja fakfelagsfelagskapin til.
Kommunuval 2024
Kommunuvalið í heyst merktist sera væl í Pedagogfelagnum. Dagstovnaøkið hevur í rúma tíð verið fyri stórum trýsti av stóra starvsfólkatrotinum, sum hevur merkt økið í sera langa tíð. Serliga hevur hetta gjørt seg galdandi í høvuðsstaðarøkinum, har stovnar hava verið noyddir til at stongt tíðliga á degnum orsakað av væntandi starvsfólkaorku. Ørkymlaði foreldur hava gjørt vart við sína stúran, og alsamt fleiri børn mistrívast. Sjálvi hava vit sum felag verið frammi í skónum, og bjóða øllum flokkum inn til kunnandi fundir um barnaøkið og tey viðurskifti, sum vit meina, politiski myndugleikin eigur at raðfesta hægri og fremja umfatandi batar á. Hesar vitjanir hava verið sera væleydnaðar, og vit merktu at politikarar veruliga lurtaðu og tóku tað, vit høvdu á hjartað, til sín. Hetta sást eisini aftur í valstríðinum, í greinum frá valevnunum, og nú valið er fari framvið, og nýggju politikarar eru komnir
til arbeiðis, so síggja vit eisini nøkur munagóð úrslit. Tað fegnast vit almikið um. Tí vit vita, at á dagstovnaøkinum kunnu umstøðurnar bara blíva betri, bæði fyri børn og so sanniliga eisini fyri starvsfólk á økinum. Og longu nú síggja vit batar, so tað hevur givið avkast, at vit støðugt hava sagt frá og víst á avbjóðingar og loysnir.
Norðurlendskt og altjóða samstarv
Ein týðandi liður í at menna og styrkja okkara fakfelag er okkara tætta samstarv við fakfeløg Norðanlondum. Í 2024 vóru vit til felags fundir bæði í Helsinki, í Danmark og í Grønlandi. Evnini, ið vit umrøddu vórðu m.a útbúgvingarpolitikkur, arbeiðsumhvørvi – her serliga tað sálarliga, rekruteringspolitikk og ætlan. Tað er gevandi og læruríkt at koma saman við londum kring okkum, at síggja hvat tey gera, at fáa hugskot og at kunna deila av tí góða, sum riggar væl her heima hjá okkum. Samstarv við onnur lond er týdningarmikið, tí tað er her vit kunnu finna góða sparring og loysnir til avbjóðingar, vit sita við. Avbjóðingarnar við bæði útbúgvingarpolitikkinum og rekrutering til økið, eru nærum tær somu í londunum rundan um okkum, og tí gevur tað góða meining at samskapa og royna at finna haldførar loysnir.
Eisini varð forkvinnan boðin við til árligu kongressina hjá bæði Socialpædagogernes Landsforening og hjá BUPL. Tað er umráðandi at hava gott samband við slík stór fakfeløg, tí vit kunnu læra og fáa nógv gott burtur úr teimum. Okkara ynski er, at vit kunnu brúka hetta samstarvið til at byggja upp eina sterka fakfelagskenslu millum okkara limir, at fáa íblástur og møguliga gagnnýta vitan og tilfeingi, har tað letur seg gera. Bæði í fakfelagsligum høpi, men eisini í fakligum høpi, tí hesi feløg eru stór og hava bygt eina vitan upp, sum vit kunnu brúka og byggja víðari á.
Føroya Pedagogfelag er eisini limur í Aeiji, sum er ein altjóða felagsskapur fyri sosialpedagogiskum arbeiði. Her hittast lond um allan heimin. Í mai í ár verður ein stór altjóða ráðstevna hildin í Keypmannahavn, og her fara vit at luttaka við okkara egnu verkstovu. Tað vera Dagmar Clothier og Petur Háberg, sum fara at hava verkstovu um Kveikja, sum er tilboð fyri ung, sum eru partur av Margarinfabrikkini. Vit eru sera spent
til ráðstevnuna, og vit eru fegin og stolt av, at vit í Føroyum kunnu bjóða eina slíka verkstovu fram. Hetta vísir, at vit eru framkomin og væl fyri fakliga, og tí ikki skulu smæðast burtur millum hini stórlondini. Meira verður at frætta um ráðstevnuna seinni í ár.
Ráðini verða endurskoðað
Tað hevur verið heldur striltið at fingið ráðini upp at koyra, og vit eru nú við eitt vegamóti. Vit hava umhugsað, hvussu ráðini best verða skipað, og eru komin fram til, at vit í 2026 fara at gera broytingar í ráðunum. Leiðararáðið fer at virka sum í dag, men námsfrøðingaráðið og hjálparfólkaráðið verða umskipað, soleiðis av vit fáa eitt dagstovnaráð, eitt sosial og sernámsfrøðiligt ráð og eitt ráð fyri skúlaøki. Ráðið hjá teimum lesandi hevur ikki virkað í nøkur ár, men í 2024 fingu vit endurstovnað ráðið, sum nú hevur skipað seg og er farið í gongd við sítt virksemi. Tað fegnast vit stórliga um, tí tað er umráðandi at hjúkla um tey lesandi, soleiðis at tey fáa áhuga fyri fakfelagsarbeiði og blíva góð við felagið. Tey lesandi eru okkara framtíð – tey, sum koma at bera felagið víðari.
Strategi, nýggjur grafikkur og framtíðarætlanir
Longu í juni 2024 tóku vit avgerð um at fara í gongd við eitt meira miðvíst og umfatandi strategiarbeiði, enn felagið áður hevur gjørt. Skulu umfatandi broytingar gerast í, hvussu felagið er skipað, og skulu vit orða eina visjón, sum skal halda fram í fleiri ár, er neyðugt við einum miðvísum strategiarbeiði. Tískil fingu vit ein fasiliator at hjálpa okkum á leið. Vit settu okkum í samband við Leiðsluhúsið, har Eyðbjørn Poulsen legði okkum lag á.
Arbeiðið varð skipað sum ein arbeiðsgongd, har bæði nevnd, umsiting og ráð vórðu tikin við. Vit høvdu fleiri verkstovur og fundir, har vit veruliga dykkaðu niður í allar smálutir, vendu hvørjum setningi og kjakaðust um virðir, um týdningin av ávísum orðum og setningum, soleiðis at vit allatíðina vóru tilvitað um, hvat vit settu á
blað, og hvussu hetta fór at verða móttikið. Eisini tóku vit álitisfólkini við í gongdina, og tey sluppu eisini at seta spurningar, kjakast um orðingar og á tann hátt kundu seta sítt fingramerkið á strategiarbeiðið, og á endaligu visjónina og missiónina.
Alt strategiarbeiðið verður lagt fram á aðalfundinum 2025.
Tó er vert at nevna, at strategiarbeiði er nakað, sum ongantíð er liðugt. Tað skal heldur skiljast sum ein áhaldandi gongd, sum skal eftirmetast og tillagast, alt eftir tíð og samfelagsgongd.
Ein liður í øllum strategiarbeiðinum var eisini at gera nýggjan grafikk og finna nýggjar litsamansetingar, soleiðis at felagið fekk nýggjan ham – nýggja útsjónd. Saman við Nudlavirkinum eru vit komin fram til eina meira tíðarhóskandi og fjølbroytta litsamanseting, sum eftir okkara tykki eisini lýsir tað stóra fjølbroytni, sum Føroya Pedagogfelag umboðar. Og 11. mars fara vit at sjóseta nýggju heimasíðu okkara.
Í kjalarvørrinum av nýggju strategiini tók nevndin avgerð um at seta størri fokus á sjálvt fakið – á námsfrøðina, sum ein týðandi liður í samfelagsmenning og trivnaði millum allar borgarar. Vit hava ymsar ætlanir um, hvussu vit kunnu seta námsfrøðina aftur á breddan, og á hendan hátt fáa eitt samfelagsligt kjak í gongd. Av tiltøkum til at stuðla upp undir eina slíka framferð, eru vit eitt nú farin í gongd við eina røð av greinum, sum nevndarlimirnir skiftast um at skriva. Tað verður ein grein hvønn mánað, soleiðis at viðkomandi og aktuell evni verða tikin upp í almenna rúminum. Harafturat er okkara ynski at skipa fyri stórari námsfrøðiligari ráðstevnu einaferð í heyst. Hetta arbeiðið liggur á gáttini og fara vit eftir aðalfundin 2025 at seta slíka ráðstevnu á skrá.
Samanumtikið kunnu vit staðfesta at eitt læruríkt ár er farið aftur um bak – nógv er fingið frá hondini og fyri framman liggur enn eitt spennandi ár.
Í 2026 skulu vit aftur til samráðingarborið. Hetta krevur umhugsni, og tí skal fyrireikingin byrja sum skjótast.

ligar royndir, myndugleika og álítandi relatiónir, heldur enn akademiskt ástøði og háfloygd leiðsluhugtøk.
Tað vísti Dennis Nørmark, sum helt fyrilestur á ársins Landsleiðaradegi.
Nógvir leiðarar vóru møttir á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 24. januar, tá ið leiðararáðið hevði boðið inn til ársins Landsleiðaradag. Nógvir fyrilestrar vóru á skránni, og seinni á kvøldi varð borðhald.
Fyrsti fyrilesturin snúði seg um, hvønn týdning arbeiðsumhvørvið hevur fyri ungar føroyskar arbeiðstakarar. Tað var Annika H. Davidsen, sálarfrøðingur, sum legði fram. Hon hevur seinastu árini havt áhuga og granskað í arbeiðsumhvørvi og sálarligu heilsuni serliga hjá ungum føroyingum.
vi fortjener”. Tað var danski Dennis Nørmark, rithøvundur og mentanarsosiologur, sum helt fyrilesturin. Hann hevur í fleiri ár granskað og skrivað um arbeiðsmarknaðin, leiðslu og mentan.
Hann ger greitt, at nútíðar leiðslumentan er merkt av ovurhonds stórari trúgv upp á formalitet, managementhugsan og óneyðugum bureaukrati, heldur enn veruligum royndum, myndugleika og einum natúrligum førleika til at leiða onnur.
Óvissa og ótryggleiki hjá leiðarum
Nørmark vísir á, at ov mong fólk í leiðslustørvum kenna seg ótrygg, tí teirra leiðslugrundarlag er bygt á ástøði, heldur enn veruligar royndir. Hetta ger, at nógv royna at styrkja sítt egna virði í skipanini við at uppfinna arbeiðsuppgávur, sum ikki hava veruligt virði. Nørmark kallar hetta “bullshitarbeiði”, ið
bert ger tað verri hjá starvsfólkunum, sum enda við at brúka óneyðuga tíð upp á óskipað samskifti og ov nógvir fundir.

Ein trupulleiki, hann tekur fram, er, at leiðarar ofta eru meira upptiknir av at verja sína støðu, heldur enn at fáa starvsfólkini at kenna seg trygg. Heldur enn at vera greiðir í sínum boðskapi og taka avgerðir, blíva teir fangaðir í einum spæli av ógreiðum málssetningum og einum óneyðugum, torskiltum samskifti. Hetta elvir til ørkymlað starvsfólk, sum kenna seg vónbrotin av einum leiðslustýri, ið ikki gevur teimum tað, sum tey hava brúk fyri.
Ein leiðari eigur at vera sum ein høvdingur
Nørmark brúkar hugtakið høvdingur sum eina mynd upp á ein leiðara, sum hevur natúrligan myndugleika og sum starvsfólkini veruliga líta á. Ein høvdingur er ikki eitt fólk, sum hevur leiðsluútbúgving, men eitt fólk, sum hevur bygt sín leiðsluførleika upp gjøgnum royndir, greiða ábyrgd og sítt egna persónliga leiðslulag.
Ein høvdingur brúkar ikki tíðina upp á óendaligar fundir, óneyðugar strategiir og langar leiðslu
frágreiðingar. Ístaðin er hann ella hon tilstaðar fyri síni starvsfólk, lurtar eftir teimum og tekur greiðar avgerðir.
Nørmark leggur dent á, at leiðsla ikki er nakað, ið kann lærast gjøgnum eina bók ella á einum skeiði – tað er ein dygd, sum kemur við royndum og persónligum eginleikum. Tí metir hann, at ov nógvir leiðarar í dag eru í sínum sessum uttan at hava veruliga prógvað, at teir duga at leiða onnur. Leiðsla skal snúgva seg um álítandi relatiónir
Ein annar av høvuðsboðskapunum hjá Nørmark er, at leiðsla eigur at byggja á veruligar relatiónir millum leiðara og starvsfólk. Góð leiðsla snýr seg ikki um at bert fyrihalda seg til ástøði ella torskildar motivatiónsskipanir, men heldur nakað so grundleggjandi sum eitt veruligt og gott samband millum leiðaran og starvsfólkið.
Leiðarin skal hava myndugleika og álit, sum byggja á royndir. Harafturat skal tann góði leiðarin duga at lurta og skilja síni starvsfólk. Hetta merkir, at leiðarar mugu tora at taka ábyrgd, vísa eina greiða kós og ikki krógva seg aftan fyri óneyðugar skipanir og bureaukrati.
Ein av hansara størstu atfinningum til nútíðarleiðslu er, at nógv leiðslustørv í veruleikanum eru óneyðug. Í mongum fyritøkum og almennum stovnum eru ov nógvir leiðarar, sum í roynd og veru ikki hava ein greiðan leiklut. Hann vísir á, at tað hevði verið betri, um færri fólk vóru í leiðsluleiklutum, men at tey, sum eru, skulu hava greiða ábyrgd og skilja, hvat tað inniber at vera leiðari.
Sambært Nørmark er tað týðandi, at vit fara at hugsa øðrvísi um leiðslu.
Ein góður leiðari:
1. Hevur veruligar royndir – Hann ella hon kennir arbeiðsmarknaðin frá royndum, heldur enn bara úr ástøðisbókum.
2. Tekur ábyrgd – Ein leiðari eigur at standa við sínar avgerðir og ikki flyta ábyrgdina yvir á onnur.
3. Er eyðmjúkur – Tað er týdningarmikið, at ein leiðari sær seg sjálvan sum ein stuðul hjá starvsfólkunum, heldur enn bara ein valdspersón.
4. Skapar eitt arbeiðsumhvørvi við álit og tryggleika – Tá ið starvsfólk hava álit á leiðaranum, trívast tey betur og arbeiða effektivari.
Eftir aðalfundin
í mars 2024 var Námsfrøðingaráðið fullmannað, og eitt toymi av eldhugaðum limum var klárt at fara til verka.
Krista Hvannastein, Dagny Miðskarð, Unn Jarnskor Ellingsgaard, Sigrun Ørvarodd og
Rannvá Helenudóttir vórðu valdar, og Majbritt Egholm stillaði upp sum tiltakslimur.
Ein av okkara ráðslimum Unn Jarnskor Ellingsgaard bleiv leiðari og kundi tíverri ikki halda fram í Námsfrøðingráðnum. Tískil bóðu vit Majbritt Egholm taka sæti í ráðnum, og hon játtaði. Námsfrøðingaráðið
Krista Hvannastein, forkvinna
Dagny Miðskarð, kassameistari
Rannvá Helenudóttir, skrivari
Sigrun Ørvarodd, ráðslimur Majbritt Egholm, ráðslimur
Eitt virkið ráð
Sum partur av virkseminum skipaði ráðið fyri fleiri evnisdøgum og tiltøkum, sum hava verið vælumtókt millum limirnar.
Relasjónir og trivnaður 2023:
Evniskvøld var hildið í Klaksvík saman við Jóhannesi Miðskarð. Ætlanin var at fara til Suðuroyar við hesum fyrilestri, men tiltakið mátti avlýsast orsakað av ov lítlari undirtøku. Tó vóna vit, at tað ber til at seta eitt líknandi tiltak á skránna í Suðuroy skjótt.
Tiltak á Sandi, 13. mai 2024: Bergtóra Høgnadóttir helt fyrilestur um at brenna fyri uttan at brenna út. Bergtóra dugdi sera væl á ein stuttligan og álvarsligan hátt at bera hetta álvarsama evnið fram, og spurdi hon millum annað hesar spurningar: Nær trívast vit? Nær hevur menniskjað tað best? Hvat er umráðandi? Hvørjar eru styrkirnar, og hvussu koma tær í spæl? Hvat gevur okkum gleði í lívinum?
Tað komu rættiliga nógv til tiltakið. Vit høvdu eina lekkra suppu og dessert frá einum stað bundnum kokki. Harafturat fingu vit góðar tónar frá Guðrið Hansdóttur.
Evnisdagur í Gøtu, 14. sep tember 2025: Evnið var “Dygd – Heilsu og trivnaðarfremjandi karmar”, har Laila í Løðu og Fríða í Giljum leiddu luttakararnar gjøgnum dagin við fyrilestrum, bólkaarbeiði og kjaki. Dagurin var væleydnaður, og luttakararnir vórðu forkelaðir við lekkrum brunsj frá Gepetto í Klaksvík og ymiskum søtum aftur við kaffinum. Tiltakið var skipað saman við Hjálparfólkarráðnum og Leiðararáðnum.

Limatiltak, 8. november 2025: Hjálparfólkarráðið, Námsfrøðingaráðið og Leiðararáðið skipaðu fyri limatiltaki um fyribyrgjandi arbeiði við børnum. Millum fyrilestrahaldararnar vóru Súsanna í Króki frá SSPráðgevingini, umframt Jeannett Ryggshamar Bech og Kristina Háberg frá Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu.
Vit eru sera glaðar um, at vit hava gott samstarv við Hjálparfólkaráðið og Leiðararáðið um tiltøk, sum kunna vera til gleði og gagns fyri allar limir í Føroya Pedagogfelag.
Tá ið vit leggja ætlanir um tiltøk, leggja vit dent á at raka ein breiðan skara av okkara limum, bæði tá ið tað kemur til innihald, staðseting og tíðspunkt.
Námsfrøðingaráðið arbeiðir fyri, at tiltøkini raka ein breiðan skara av limum. Vit leggja dent á geo grafiska og fakliga fjølbroytnið. Ráðið tekur fegin ímóti hugskotum frá limunum um tiltøk og evni, sum kunnu styrkja námsfrøðiliga umhvørvið í Føroyum.

Á aðalfundinum 2024 vóru tríggir nýggir limir valdir í Hjálparfólkaráðið. Verkfallið hjá verkafólki gjørdi, at vit skipaðu okkum eitt sindur seint, og stutt eftir fóru tveir limir úr ráðnum orsakað av lesnaði og øðrum viðurskiftum.

Vit, sum vóru eftir, høvdu nakrar fundir, men ikki nakað tiltak áðrenn summar.
Eftir summarsteðgin í september skipaði Námsfrøðingaráðið fyri einum tiltaki í Víkingahúsinum í Gøtu, har vit vóru við. Tiltakið snúði seg um heilsu og trivnaðarfremjan.
Um miðjan septembur í 2024 og til januar í ár hevur Birgith Thomsen, forkvinna í Ráðnum, verið í strateginevndini saman við Pedagogfelagnum, umsitingini og forfólkinum í Námsfrøðingaog Leiðararáðnum. Her hevur Hjálparfólkaráðið saman við øðrum havt uppskot um, hvussu kósin hjá Pedagogfelagnum kann gerast meira greið framyvir. Tað hava verið nakrir spennandi, stuttligir og gevandi dagar og mánaðir.
Í november í fjør skipaðu vit fyri einum tiltaki við Løkin í Runavík saman við Námsfrøðinga og Leiðararáðnum.
SSP og sosialráðgevarar frá barnaverndartænastuni greiddu frá, um fyribyrgjandi arbeiðið við børnum. Eitt væleydnað tiltak.
Nú aðalfundurin er fyri framman, hava vit í Hjálparfólkaráðnum bara tríggir limir eftir í Ráðnum. Tann eina fer úr orsakað av lesnaði, so vit skulu aftur hava tríggjar nýggjar limir + tveir eykalimir í Ráðið.
Vónandi stillar onkur upp, soleiðis at vit verða fullmannaði aftur, og harvið kunnu fáa íblástur til fleiri tiltøk í 2025.

Forkvinnan:
„Pedagogfelagið skal styrkjast“
„Pedagogfelagið skal ikki bert arbeiða fyri lønar og arbeiðsviðurskiftum hjá limunum. Vit skulu vera eitt virknari og framfýsnari felag, sum í nógv størri mun skal seta dagsskránna í samfelagskjakinum.“ Tað sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í felagnum, sum eisini er oddafólkið í nýggja strategibólkinum fyri felagið.
Tað merkist, at ein nýtt forfólk er komið til. Nýggj ting eru hend, og nýggj ting eru á veg. Í mars í fjør gjørdist Sanna á Løgmansbø forkvinna í Pedagogfelagnum.
Hon gjørdi beinanvegin greitt, tá ið hon varð forfólk, at broytingar skuldu henda. Eitt tað størsta málið er at savna felagið, soleiðis tað fær ta styrki, sum tað eigur at hava.
Skulu vit náa okkara málum, so mugu øll vera við. Tað er umráðandi, at allir limir taka undir við leistinum og vilja ganga somu leið. Tískil er ein týðandi partur av strategiini at tryggja, at allir limir kenna seg hoyrdar og hava møguleikan at ávirka felagið. Innanhýsis kunnu vit kjakast og hava ymsar meiningar, men skulu vit standa sterk úteftir, so mugu vit standa meira saman, sigur Sanna.
Strategiin byggir á trý høvuðsmál, sum eru:
• Gott samstarv – Felagið fer at styrkja samstarvið við myndugleikar, arbeiðsgevarar og fakfeløg, so námsfrøðingar fáa betri karmar.
• Góður felagsskapur – Limirnir skulu kenna seg heima í felagnum, og fakfelagið skal vera meira virkið við fleiri tiltøkum og opnari kunning.
• Meira sjónligt – Pedagogfelagið skal gerast ein sterkari rødd í kjakinum um námsfrøði og virka fyri at seta námsfrøðilig mál á politisku dagsskránna.
Tey trý høvuðsmálini verða framd við ítøkiligum átøkum, sum bæði skulu styrkja felagið sum fakfelag og skapa eina betri fatan av námsfrøðiliga arbeiðinum í samfelagnum.
Vit skulu ikki bara tosa um okkara mál, vit skulu eisini ávirka, hvussu samfelagið hugsar um námsfrøði. Tað merkir, at vit mugu vera virknari í almenna rúminum, sigur Sanna á Løgmansbø.
Eitt felag, sum skal rúma øllum limunum
Í nýggja strategiskjalinum verður serligur dentur lagdur á, at Pedagogfelagið skal vera eitt felag fyri øll, sum starvast á námsfrøðiliga økinum – frá vøggustovum til serøki á bústovnum og frítíðarskúlum. Hetta merkir, at bæði faklærd og ófaklærd starvsfólk skulu kenna seg sum ein týðandi part av felagnum.
Pedagogfelagið er eitt felag við sera nógvum ymiskum limum. Summi eru námsfrøðingar, onnur hjálparfólk. Summi arbeiða á dagstovnaøkinum, onnur á serøkinum. Men felags fyri okkum øll eru, at vit arbeiða námsfrøðiligt, óðansæð hvør fakliga bakgrundin er, ella hvar vit arbeiða. Tað er tað, sum savnar okkum øll.
Sanna á Løgmansbø leggur stóran dent á, at virðini, sum tey hava sett út í kortið, síggjast aftur í øllum arbeiði, sum tey gera. Virðini eru: dirvi, álit, trúvirði, fakligheit og samanhald.
Gjøgnumskygni og styrkt samskiftið
Ein av týðandi broytingunum í strategiini er, at Pedagogfelagið vil arbeiða við at styrkja samskiftið bæði innanhýsis og úteftir.
• Heimasíðan skal dagførast og gerast meira brúkaravinarlig við betri yvirliti yvir tilboð og kunning til limirnar.
• Felagið vil gera fleiri greinar, video og onnur miðlainnsløg fyri at miðla námsfrøði og arbeiðið hjá limunum.
• Tættari samskifti við álitisfólk og limir skal tryggja, at øll kenna seg sum ein part av felagnum.
Harumframt verður eisini arbeitt við at víðka um ávirkanina á almenna kjakið. Felagið ætlar at vera virknari í miðlum og luttaka meira í politiskum hoyringum og almennum kjakum, sum hava við námsfrøðiliga økið at gera.
Vit vilja vísa á týdningin av námsfrøðini, ikki bert sum eitt fak, men sum eina grundleggjandi
samfelagsliga uppgávu. Vit skulu vera ein álitisvekjandi rødd, sum ávirkar avgerðir, ið verða tiknar um okkara øki, sigur forkvinnan.
Betri limatænastur
Sanna á Løgmansbø hevur víst á, at tað er týdningarmikið, at limirnir í Pedagogfelagnum standa meira saman úteftir. Tískil er umráðandi, at samskiftið og felagsskapurin inneftir er virkin.
Tað er umráðandi, at limirnir kenna seg hoyrdar. Felagið er teirra rødd, og tí mugu vit tryggja, at teir hava eitt stað at venda sær til, tá ið teir hava tørv á stuðli ella ráðum, sigur forkvinnan.
Tískil hevur hon saman við strategibólkinum sett út í kortið at skipa fyri fleiri nýggjum átøkum:
• Regluligir limafundir: Opið hús verður skipað hvønn mánað, har limirnir hava møguleika at koma inn í felagið fyri at ávikavist fáa kunning og koma í samband við okkum í felagnum. Hetta skal skapa eina tættari felagsskapskenslu og tryggja, at limirnir kenna seg hoyrdar.
• Limatiltøk kring alt landið: Felagið fer at skipa fyri fleiri útferðum, ráðstevnum og lesibólkum, har limir kunnu hittast
og tosa um faklig evni og sín arbeiðsdag. Eisini verður dentur lagdur á at bjóða fakliga vitan og menning til limirnar.
• Brellbitar fram til aðalfundin:
Ein nýggj miðlastrategi verður sett í verk, har felagið fer at leggja út smærri brot av komandi strategiini fram til aðalfundin. Hetta er eitt nýtt átak, sum skal gera limirnar betur kunnaðar um, hvat hendir í felagnum, og hvussu teir kunnu taka lut í tilgongdini.
• Styrkt ávirkan á arbeiðsgevarar:
Felagið fer eisini arbeiða fyri at fáa nýggjar samráðingarleistir við arbeiðsgevarar. Ein arbeiðsbólkur verður settur at hyggja uppá, hvussu tað ber til at styrkja arbeiðsmarknaðarviðurskiftini hjá limum okkara.
Góðskutrygging og menning av námsfrøðiliga økinum
Felagið hevur eisini sum mál at arbeiða við at tryggja fakligu góðskuna í námsfrøðini. Hetta verður m.a. gjørt við at savna saman nýggjastu vitanina á økinum, gera samstarv við stovnar og skipa fyri ráðstevnum. Felagið vil vera proaktivt og ávirka menningina heldur enn bert at fylgja við broytingum.
Vit skulu hugsa frammanundan og seta dagsskránna, heldur enn bara at fylgja við. Tað merkir,
at vit mugu vera virkin í kjakinum, hava ávirkan á politisku avgerðirnar og tryggja, at námsfrøði verður tikið í álvara, sigur Sanna á Løgmansbø.
Ein nýggj byrjan fyri Pedagogfelagið
Felagið vil standa sum ein sterk faklig eind, har limirnir kenna seg hoyrdar og hava eina felags rødd í samfelagnum.
Samstundis verður stórur dentur lagdur á innanhýsis felagsskapskenslu og fakliga menning, soleiðis at limirnir kenna seg sum ein virknan part av einum fakfelagi, ið veruliga kann gera mun.
Vit hava skyldu at tryggja góð kor fyri okkara limir, men eisini at arbeiða fyri einum samfelagi, har námsfrøði verður raðfest og vird sum eitt týdningarmikið fak.
Nýggja strategiin verður sett í verk næstu trý árini, har nevndin fer at tryggja, at málini verða fylgd upp regluliga. Tó leggur forkvinnan at enda afturat, at stuðul frá limunum hevur avgerandi týdning.
Vit kunnu ikki gera hetta einsamøll. Um vit skulu fáa eina sterka rødd, mugu vit standa saman – frá fyrsta námsfrøðiliga starvinum til tey royndastu fakfólkini. Samanhald er lykilin, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna, at enda.

Lesandiráðið:
Námsfrøðilesandi skulu hava eina sterkari rødd í kjakinum um útbúgvingina og framtíðar møguleikar. Tað er endamálið hjá Lesandiráðnum, sum er nýggja ráðið hjá teimum, sum lesa námsfrøði í Føroyum.
30. apríl 2024 bjóðaði Pedagogfelagið inn til eitt kunnandi tiltak um at skipa eitt nýtt lesandi ráð. Á fundinum tóku fýra lesandi stig til at stovna ráðið og stovna eina nevnd, sum síðani hevur arbeitt við at byggja upp eitt grundarlag fyri framtíðar virksemi.
Eitt lesandiráð hevur verið áður, men síðani koronufarsóttina hevur sambandið millum námsfrøðilesandi og Pedagogfelagið verið avmarkað. Áðrenn koronu var vanligt, at Pedagogfelagið heilsaði upp á tey nýggju lesandi, men hetta steðgaði upp, orsakað av farsóttini, og er ikki tikið uppaftur síðan. Tað sigur Jonna Maria Við Á, forkvinna í Lesandiráðnum.
Nevndin í Lesandiráðnum hevur skipað seg soleiðis:
• Jonna Maria við Á, forkvinna
• Marjun undir Kletti, næstforkvinna
• Birita Berg, nevndarlimur
• Solveig á Torvlaðnum, nevndarlimur
Jonna Maria Við Á, forkvinna, sigur, at eitt av høvuðsmálunum hjá ráðnum er at broyta umdømið hjá útbúgvingini og at seta fokus á, hvussu týdningarmikilir námsfrøðingar eru fyri samfelagið.
Tørvurin á námsfrøðingum hevur verið stórur, og nógv kjak um útbúgvingina hevur verið í miðlunum. Kortini hava tey lesandi sjálvi ikki havt eina beinleiðis rødd í hesum kjaki. Lesandiráðið var stovnað fyri at bøta um hetta. Ráðið vil vísa á, at útbúgvingin í sær sjálvum er góð, og at tey lesandi eru nøgd við hana.
Námsfrøðin skal fáa størri virðing í Føroyum
Av tí at Lesandiráðið er so mikið nýtt, hevur størsti parturin av arbeiðinum snúð seg um at seta karmarnar fyri ráðið og skipa virksemið. Tó hevur ráðið verið sera virkið og luttikið í nógvum virksemi herheima og uttanlands.
Í november 2024 vóru Jonna Maria Við Á, forkvinna, og Marjun undir Kletti, næstforkvinna, á NLSráðstevnuni í Oslo. NLS (Nordiska Lärarorganisationers Samråd) er eitt norðurlendskt samstarv millum lærarar og námsfrøðingar. Á ráðstevnuni hittust nevndarlimir úr lesandi felagsskapum úr øllum Norðurlondum fyri at kjakast um útbúgvingar og faklig viðurskifti. Á ráðstevnuni varð millum annað tosað um, hvussu norðurlendsku londini arbeiða við yvirgongdini frá at vera lesandi til fakfólk. Eisini
varð víst á, at nógv fakfólk fara úr yrkinum aftur eftir fá ár á arbeiðsmarknaðinum. Ein stórur trupulleiki, sum øll londini stríðast við.
Eitt annað, ið merkti ráðstevnuna, var virðingin millum lærarar og námsfrøðingar í hinum norðurlondunum. Í Føroyum hevur tað ofta verið ein mismunur á, hvussu hesir báðir bólkarnir verða mettir, men á ráðstevnuni var tað sjónligt, at onnur lond síggja námsfrøðingar sum líka týdningarmiklar sum lærarar. Hetta er nakað, sum Lesandiráðið ynskir at arbeiða við í Føroyum, greiðir Jonna Maria frá.
Styrkja sambandið millum lesandi og Pedagogfelagið
Umframt at arbeiða fyri betri umdømið hjá námsfrøðingum, skal Lesandiráðið skapa eitt felagsskap fyri tey námsfrøðilesandi. Hetta ætla tey at gera við at skipa fyri tiltøkum, har lesandi kunnu hittast.
Umframt tað, fer ráðið at hava tætt samband við Pedagogfelagið til tess at fáa størri ávirkan á kjakið um námsfrøðiútbúgvingina.
Sum heild ynskja vit at fáa eina samlaða, sterka og skipaða rødd, sum kann tala søkina fyri okkum komandi námsfrøðingar og arbeiða fyri betri treytum hjá námsfrøðingum í framtíðini, sigur Jonna Maria Við Á, forkvinna, at enda.

Námsfrøðin og námsfrøðiligu økini hava av álvara fingið pláss í almenna rúminum. Hetta sást á kommunuvalinum 2024, har dagsstovnaøkið, serliga upp undir býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu, varð umrøtt. Hetta var onkursvegna staðfest, eftir at felagið Dagstovnanámsfrøði í Føroyum skipaði fyri pallborðskjaki í sambandi við kommunuvalstríðið. Nógv fólk komu á fund, og nógv tóku orðið.
Landsstýrismaðurin í barnamálum:
Tað var fullsett í Smæruni mikukvøldið 25. septembur, tá ið Dagstovnanámsfrøði í Føroyum skipaði fyri kjakfundi og framløgum. Hetta er eitt øki, sum stórur partur av føroyingum so ella so hava við at gera, og tískil nakað, sum hevur stóran áhuga millum fólk. Harafturat stundaði eisini til kommunuval, og tað sást, tí at fleiri valevni høvdu leitað sær í Smæruna.
Landsstýrismaðurin gjørdi greitt, at lógarkrøv um normering ikki einans styrkja um barnaumhvørvið, men javnseta eisini dygdina millum stovnar og tryggja øllum børnum sama grundleggjandi fakliga stig.
Í dag er sera trupult at fáa neyv tøl fyri, hvussu nógvir tímar veruliga verða brúktir til røkt av børnum. Ongi greið tøl eru, og ongar reglur finnast fyri, hvussu dagstovnar skulu raðfesta hesar tímar,” segði Djóni Nolsøe Joensen.

Grundarlagið fyri kjakinum var tilmælið “Fyri barnsins besta,” sum var handað landsstýrinum í februar 2023. Við tilmælinum er lagt upp til, at Føroyar skulu hava lógarkravda normering, sum styrkir dagstovnaøkið og bøtir um umstøðurnar bæði hjá børnum og starvsfólkum. Við pallborðið kjakaðust Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum og Jógvan Kruse, táverandi formaður í Kommunufelagnum.
Hann greiddi frá, at Føroya Pedagogfelag leingi hevur ávarað um, at manglandi reglur og óvissa elva til stóran mun í dygdini á stovnunum. Onkrar kommunur raðfesta økið høgt, meðan aðrar geva tí minni ans.
Jógvan Kruse:

Hóast nógvir av áhoyrarunum stuðlaðu áheitanini um lógarkrav til minstamark av normering, so eru øll ikki samd. Ella í øllum førum vóru onnur, ið hildu, at tað kunnu standast trupulleikar av slíkari lóg. Ein teirra var Jógvan Kruse, táverandi formaður í Kommunufelagnum. Hann vísti á, at eitt tílíkt krav hevði sett mørk fyri, hvussu kommunurnar stýra sínum egnu stovnum. Hann nevndi, at lokalir stovnar hava ymsan tørv, og í summum førum er óneyðugt við hægri normering.
Ein lógarkravd normering setir strikur fyri sjálvræðinum hjá kommununum, segði Jógvan Kruse. Tað er umráðandi, at kommunurnar varðveita møguleikan at tillaga manningina eftir lokalum umstøðum, heldur enn at verða bundnar av einum lógarkravi, sum ikki gevur rúm fyri lokalum tørvi.
Jógvan Kruse vísti á, at smærri kommunur ofta hava minni tørv á høgari normering, meðan størri stovnar kunnu krevja hægri normeringar og fleiri starvsfólk. Hann gjørdi vart við, at kommunurnar mugu hava møguleika til at tillaga starvsfólkatalið eftir teimum skiftandi umstøðunum og fíggjarligu førleikunum, sum eru í hvørji einstøku kommunu.
Styrktir stovnar við hægri normering
Bæði landsstýrismaðurin og forkvinnan í Føroya Pedagogfelag eru kortini sannførd um, at lógarkravd normering um minstamark er alneyðug til tess at tryggja øllum børnum eina trygga og mennandi byrjan upp á lívið. Eitt minstamark veitir vissu fyri, at námsfrøðingar og børn eru partur av einum fakliga styrktum og skipaðum stovni. Harafturat økir hetta eisini um trivnaðin hjá starvsfólkunum.
Við hægri normering fáa námsfrøðingar meira tíð og fleiri møguleikar til at arbeiða meira fakliga, sum síðani stuðlar trivnaðinum og fakligu menningini hjá børnunum, segði Djóni Nolsøe Joensen.
Hægri normering er týdningarmikil
Altjóða gransking vísir, at hægri normering á dagstovnum er týdningarmikil fyri trivnaðin hjá bæði børnum og starvsfólkum. Altjóða kanningar vísa, at smáir barnabólkar, har fakliga útbúgvin starvsfólk hava tíð til at geva hvørjum barni nærveru og umsorgan, skapa eitt betri lærings og trivnaðarumhvørvi. Í smærri bólkum hava námsfrøðingar møguleika til at taka sær av hvørjum einstøkum barni, soleiðis tey fáa nærveru og menning, sum er alneyðug fyri teirra trivnað.
Hægri normering og fleiri útbúgvin starvsfólk á sama stovni, økja um trivnaðin hjá starvsfólkunum á stovnunum. Hetta gevur teimum útlærdu eina betri fatan av fakinum, samstundis sum tað gevur teimum ungu hjálparfólkunum onkran at spegla sær í.
Sambært gransking elvir tað eisini til minni strongd, tá ið betri umstøður eru at røkja sítt arbeiði.
Gransking staðfestir eisini, at hægri normering sæst aftur langt fram í tíðina. Børn, sum trívast og sleppa at mennast, hava betri sosialar førleikar,
størri sjálvsálit og klára seg betri, tá ið tey fara víðari í lívinum.
Endamálið við eini lógarkravdari normering er sostatt ikki bert ein íløga í dag, men ein íløga í framtíðina hjá børnum og samfelagnum. Við einum fakliga styrktum og skipaðum umhvørvi fáa børnini betri møguleika at mennast og vaksa upp í umstøðum, sum stuðla sosialu menningini, sum er so týdningarmikil fyri at skula klára seg í lívinum.
Norðurlendsk og altjóða gransking vísir á, at neyðugt er við nóg mikið av dagstovnanámsfrøðingum, og at barnabólkarnir ikki eiga at vera ov stórir.
Tá ið pallborðskjakið var av, høvdu partarnar ikki flutt seg stórvegis. Helst samd um at vera ósamd. Tá verandi formaðurin í Kommunufelagnum Jógvan Kruse hevði fyrilit fyri viðurskiftum, sum høvdu við kommunala sjálvræðið at gera, meðan Sanna á Løgmansbø, forkvinna, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, høvdu fyrilit fyri børnunum og starvsfólkunum á dagstovnum.
Tað verður spennandi at fylgja arbeiðinum hjá landsstýrinum – og ikki minst – um hann fær politiskan meiriluta fyri at áseta minstamark fyri normering á dagstovnunum.


Tá ið summi børn ferð eftir ferð skulu arbeiða seg í gjøgnum tilknýti við ókend vaksin fólk, er spurningurin, um vit í veruleikanum koma nøkrum børnunum í eina samfelagsliga vansorgan. Tað sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðspolitikkari í Tórshavnar kommunu, sum stillaði upp til valið í fjør við tí greiða endamáli at bøta um korini hjá børnum.
Tað nærkast midnátt tann 12. november 2024. Seinastu atkvøðurnar verða taldar og kunngjørdar. So er listin klárur. Á skíggjanum síggjast nøvnini á teimum 13 valevnunum, sum eru vald í Tórshavnar
býráð. Fleiri kend andlit. Og so eitt, sum ikki hevur verið partur av politisku pallmyndini fyrr: 35 ára gamla Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum fekk fimtflestar atkvøður.
Eg hevði ongantíð í lívinum væntað ta undirtøkuna, sum eg fekk. Ikki í mínum villasta fantasii. Tað er ein álitisváttan, sum eg hvønn einasta dag til næsta val skal liva upp til, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Hon er tó ikki heilt ókend. Heidi hevur arbeitt sum journalistur og gjørdist serliga kend sum orkuríki og lívligi verturin í Góðan morgun Føroyar. Hon hevur eisini víst stóran áhuga fyri ítrótti og verið virkin sum ítróttarreportari. Seinnu árini er hon vorðin ein, sum alment sigur sína hjartans meining – serliga um dagstovna og námsfrøðiliga økið.
Hóast hon ikki er námsfrøðingur, brennur hon fyri barnavælferð. Og tað er ikki av tilvild. Heidi hevur sjálv sæð týdningin av dygdargóðum námsfrøðiligum starvsfólkum, tá ið tey hava verið um hennara egnu børn.
Annar av teimum yngru synunum hevur serligan tørv, og uttan dugnaligu starvsfólkini í Glyvursstovu á Hamrinum hevði hann ikki verið so væl fyri í dag, sum hann er. Eg tori ikki at hugsa tankan, um tey ikki høvdu verið har hvønn morgun ótroyttilig og við sterkari námsfrøðiligari vitan, sigur hon.
Heidi og maður hennara hava eisini verið fosturforeldur. Í tíðarskeiðnum 20192021 tóku tey sær av einum barni, og tað kravdi nógv. Uttan fakliga bakgrund førleikameintu tey seg so væl, sum tey kundu.
Vit lærdu ómetaliga nógv – bæði um børn og um foreldur. Tað er ein heilt onnur verð, sum eingin kann seta seg inní, uttan so tú hevur verið ein partur av henni. Vit upplivdu, hvat vansorgan ger við eitt barnalív, og hvussu stóran týdning tey heilt smáu tingini, sum vit taka sum givið, hava fyri eitt barn, ið manglar umsorgan, sigur Heidi.
Eg ræðist ikki at tala fyri tey, sum mangla eina rødd
Tað lá ongantíð í kortunum, at Heidi skuldi fara upp í politiska lívið. Hon treivst væl sum ein rødd á Facebook – ein, sum bæði fanst at og rósti, tá ið tað var upp á sítt pláss. Men eftir í fleiri ár at hava sett orð á, hvat hon helt vera skeivt og rætt, gjørdi hon av at stilla upp. Nú vildi hon ikki bara finnast at – hon vildi gera nakað við støðuna.
Tá ið summi børn ferð eftir ferð skulu í gjøgnum fáa tilknýti til nýggj, ókend vaksin. Tá summi onga trygd hava fyri, at tey vaksnu hava stundir til relatiónsarbeiði, spegling, eygnakontakt og kensluliga regulering. Tá ið tørvurin á eyka tímum bara veksur og veks ur Tá hetta er veruleikin fyri summi børn á dag stovn unum, ja, tá má spurningur setast, um vit í veruleikanum ikki eru við til at skapa umstøður, sum í summum førum kunnu síggjast sum samfelagslig vansorgan.
Hóast hon altíð hevur verið ein virkin rødd í kjakinum, hevur hon eisini nógv annað um oyruni. Hon er gift og er mamma at fýra dreingjum, sum eru 13, átta, fýra og tvey ára gamlir. Harumframt hevur hon í fleiri ár verið fótbóltsvenjari. Tískil hevur Heidi nógv um at vera, og kundi hon onkursvegna valt tað lættara: Bert at hugsavna seg um seg og síni – og ikki allatíðina vísa á, hvørji viðurskifti kunnu bøtast um í kommununi.
Eg plagi at siga mína hjartans meining, tá ið tað er okkurt, sum eg brenni fyri. Kanska átti eg mangan at tagt. Men eg havi sera trupult við bara at sita og hyggja at, serliga tá ið órættvísi fer fram. Eg havi mangan brent meg við mínum útsagnum og fái ofta skotið í skógvarnar, at eg blandi meg upp í alt. Men tá ið eg síggi órættvísi fara fram, noyðist eg at siga frá, greiðir Heidi frá.
Aftur til kjarnuuppgávurnar
Tveir mánaðir áðrenn valið fór Heidi alment í gongd við valstríðið. Hon skrivaði sína fyrstu grein við yvirskriftini “Aftur til kjarnuuppgávurnar 12. november”. Tvær vikur seinni kom onnur greinin, “Tøgnin skal larma nú”. Hetta vóru ikki bara tvær tilvildarligar yvirskriftir, men kjarnin í øllum hennara valstríði.
Fyri Heidi Lava Elgeirsdóttur var tað týdningarmikið at brúka sína rødd vegna tey, sum ikki orka ella hava møguleika at rópa sjálvi. Hóast hennara børn hava góð stovnspláss og fáa tað, sum teimum tørvar, merkir tað ikki, at hon skuldi tiga um tey mongu, sum standa á bíðilista ella ikki fáa ta røttu hjálpina.
Tú kanst ikki hava innlit og vitan og bara hyggja at. Um tú onga ávirkan hevur, kann tað kennast ótolandi at standa á síðulinjuni. Men tá ið tú so hevur møguleikan at ávirka, kanst tú heldur ikki bara fegnast um tína egnu støðu og lata sum um, at alt er í lagi. Tað eru ov nógv, sum ikki fáa somu møguleikar sum míni børn. Eg ræðist ikki at tala vegna tey, sum mangla eina rødd, og júst tí valdi eg at stilla upp – fyri at umboða tey, sum halda, at dagstovnaøkið eigur at vera fremsta raðfesting nú, sigur Heidi.
Umframt at skriva greinar var Heidi eisini sera virkin í valstríðnum. Hon vitjaði fleiri dagstovnar saman við núverandi borgarstjóranum Elsu Berg.
Valstríðið var ein heilt serlig og ómetaliga áhugaverd tíð. Strævið? Ja, sjálvandi. Men sjál dan havi eg upplivað nakað so gevandi. Eg setti meg væl inn í viðurskiftini í góðari tíð, tosaði við nógvar námsfrøðingar og las nógv tilfar. Flokkurin skipaði eisini fyri fundum við Pedagogfelagið og onnur viðkomandi, har vit savnaðu týdningarmikla vitan, greiðir Heidi frá.
Vit mugu broyta kassan, heldur enn barnið
Børnunum í Tórshavnar kommunu tørvar fleiri tímar í róligari umstøðum saman við námsfrøðingum og hjálparfólki, sum hava stundir til at vera nærverandi og at brúka námsfrøði. Hetta er høvuðsboðskapurin
Heidi Lava Elgeirsdóttir, Býráðspolitikkari í Tórshavnar kommunu
hjá Heidi Lava Elgeirsdóttur, tá ið eg spyrji hana, hvussu tey nú fara at gera fyri at bøta um umstøðurnar á dagstovna og námsfrøðiliga økinum.
Sum nevnt, kom Heidi Lava Elgeirsdóttir væl og virðiliga inn um býráðsgáttina við 458 atkvøðum. Hon er forkvinna í Mentamálanevndini, sum eitt nú umsitur dagstovnaøkið. Umframt tað er hon eisini limur í Byggi og býarskipanarnevndini, Heilsu og eldranevndini og Trivnaðarnevndini.
Tað eru ov nógv børn í hvørjari stovu á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Tað eru ov nógv børn fyri hvørt starvsfólk og ov nógv børn fyri hvønn fermetur at vera og spæla í , sigur Heidi.
Ein av týðandi broytingunum, sum hon arbeiðir fyri, er at minka barnabólkarnar. Ætlanin er at fáa talið úr 20 niður í 1516 í barnagarðsstovum og úr 12 niður í 810 í vøggustovum. Men hon undirstrikar, at hetta ikki má føra til eina samsvarandi lækking av normeringini.
Tá ið barnabólkarnir gerast minni, skulu vit ikki bara minka normeringina samsvarandi. Vit skulu tryggja, at hetta veruliga gevur børnunum fleiri barnatímar við námsfrøði.
Ein partur av arbeiðinum er longu farið í gongd. Køks og leiðslutímar verða tiknir úr barnatímunum. Eisini verða uttan og innandura umstøður dag
førdar. Arbeiðið at minka um barnabólkarnar fer fram í stigum, har stovnar, sum hava tað truplast, fáa hjálp fyrst.
Tey børnini, sum hava serligan tørv, fáa serliga stóran ágóða av hesi broytingini, vísir Heidi Lava Elgeirsdóttir á.
Umbønirnar um fleiri tímar úr tímagrunninum til børn við serligum tørvi veksur og veksur. Men eg spyrji meg sjálva, um tað veruliga er barnið, sum er trupulleikin, ella um tað eru umstøðurnar, sum vit hava skapt, ið eru óhóskandi, sigur hon.
Hon heldur, at samfelagið í ov stóran mun hevur skapt eina “kassamentan”, har normar og strukturar ikki eru tillagaðir einstaka barninum.
Vit eru skjót at lýsa eitt barn sum eina avbjóðing, um tað ikki passar í kassan, sum vit hava skapt. Men kanska skuldu vit heldur víðkað kassan ella tikið hann heilt burtur?
Við hesi tilgongd vil Heidi Lava Elgeirsdóttir skapa eitt dagstovnaøki, sum tekur støði í tørvinum hjá børnunum heldur enn í fastlæstum skipanum og siðvenjum.
Endamálið er, at øll børn fáa ein góðan og mennandi gerandisdag í Tórshavnar kommunu, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir at enda.
„Tað kann tykjast øvut, at normeringin fyri lærarar og námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum ikki er tann sama, tá ið normeringin fyri hesar starvsbólkar er tann sama á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum“ sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Magnus Rasmussen, lærari og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setti Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning um, hví setanarbrotið í serflokkum er lægri hjá námsfrøðingum enn hjá lærarum.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísti hann á, at tað eru fleiri sertilboð/serflokkar skipað í Føroyum. Ymiskt er, hvussu hesir serflokkar eru í stødd og skipan. Felags fyri øll tilboðini er, at tey eru skipað soleiðis, at ein skúli umsitur serflokkin og tekur tískil næmingar inn úr einum ella fleiri skúlum í nærumhvørvinum.
Hann gjørdi greitt, at í serflokkunum starvast bæði lærarar og námsfrøðingar, og at flestu lærararnir í føstum starvi eru settir við setanarbroti 1,0, meðan flestu námsfrøðingarnir í føstum starvi, hóast sama tímatal saman við næmingunum, eru settir við setanarbroti 0,85 ella lægri.
Tá ið talan er um at menna næmingar í serflokkum, arbeiða námsfrøðingar og lærarar í samráði og samstarvi í sjálvstýrandi toymi. Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum.

Í slíkum arbeiði er avgerandi, at menningin er ein heildarmenning, har barnið hvílir trygt í, at øll starvsfólkini hjálpa til, har tørvurin er, sigur Magnus Rasmussen.
Hann heldur, at tað kann tykjast øvut, at normeringin ikki er tann sama fyri lærarar og námsfrøðingar í serflokkum í fólkakúlanum, tá ið normeringin fyri hesar starvsbólkar á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum er tann sama.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum varðar av økinum, sigur, at tað verður arbeitt við at greina økið nærri. Hann sigur, at tey fara at hyggja at møguleikum og fortreytum, sum skulu til, um setanarbrotið hjá námsfrøðingum í føstum starvi skal vera 1,0.

Hvat dámar tær best í tínum starvi?
At arbeiða í einum umhvørvi við høgum fakligum stigi, har vit øll hava tað gott og stuttligt. Mær dámar sera væl at arbeiða við okkara fantastisku næmingum, sum eg eisini eri sera góð við. Og í okkara dagligu undirvísing, har tað yvirskipaða er “Læran til lívið”, trívist eg sera væl.
Mær dámar eisini sera væl at arbeiða skiftisvaktir.
Hvat dámar tær minni væl?
Havi trupult við at finna nakað. Men tað má vera, tá ið eg onkuntíð føli, at eg ikki havi gjørt alt so gott, sum eg kundi hugsað mær.
Hvat er ein góður arbeiðsdagur hjá tær?
At møta um morgunin og verða móttikin av fittum, glaðum næmingum, sum eru glaðir fyri at síggja meg og sum oftast geva eitt klemm. Síðani at møta starvsfólkunum, har vit sum oftast finna okkurt stuttligt at flenna at. Serliga dámar mær væl at flenna at mær sjálvari.
Navn
Ann Poulsen
Bústaður
Toftir
Aldur 59 ár
Síðani ein vælskipaðan dag, har vit øll vita okkara uppgávur og hava tað gott í uppgávunum. At tað er pláss fyri spontaniteti, sum t.d. tá ið tað er gott veður, so fara vit út, hóast okkurt annað var skránni.
Tað allarbesta er, tá ið eg síggi, at næmingarnir mennast og trívast. Tá fari eg altíð glað til hús eftir loknan arbeiðsdag.
Heldur tú, at tað eru nóg nógvar avbjóðingar til námsfrøðingar í Føroyum?
Ja, tað haldi eg. Tað er bara harmiligt, at fleiri støðum manglar námsfrøðingar.
Hvussu sært tú framtíðina hjá námsfrøðingum í Føroyum?
Eg síggi ljóst upp á tað. Vit, sum arbeiða sum námsfrøðingar, mugu varpa ljós á hetta týdningarmikla fakið og arbeiðið, soleiðis at áhugin at lesa gerst størri.
Lønin er eisini ein týdningarmikil liður, og eg havi álit á og trúgvi, at politikkararnir í framtíðini síggja týdningin av, at námsfrøðingar fáa góða løn.
Um tú sat sum forfólk í Pedagogfelanum, hvat hevði so verið tað fyrsta, tú fórt í gongd við?
Eg hevði roynt so vítt gjørligt at fingið tætt samband við politisku
Útbúgving Námsfrøðingur
Starv
Námsfrøðingur á Rásini, sum er ein eftirskúli til ung við menningartarni
skipanina og m.a. kunnað um týdningin av námsfrøðini, normering v.m.
Eisini hevði eg viljað verið við í øllum kjakum í samfelagnum, har okkara fak er umboðað. So sum nú ein dagin, tá ið útvarpið tosaði um, hvussu nógv barnaverndarmál eru.
Eg hevði ynskt mær tætt samband við Setrið viðvíkjandi námsfrøðiligu útbúgvingini. Og eg hevði bjóðað meg fram til at hildið fyrilestur fyri lærarum og lesandi um, hvat er alneyðugt at leggja dent á í útbúgvingartíðini og eftir lestur.
Til sáttmálasamráðingar hevði eg ikki góðtikið nakað annað enn, at námsfrøðingar fáa tað sama sum lærarar fyri at hava lesandi í starvsvenjing.
Sum heild hevði eg lagt meg eftir eini skilagóðari strategi, har eg m.a. hevði roynt at verið so nógv úti á feltinum sum møguligt fyri at fáa betri greiðu á, hvat rørist har. Eg hevði virkað fyri, at ráðini blivu eftirmett, og eg hevði mælt til at skipa eitt sernámsfrøðiligt ráð.
Um tú sat sum politikkari í ávikavist landsstýrinum ella í kommununi, hvat hevði so verið aðalmál títt?
Mítt aðalmál hevði verið at fingið mannað øll størv á námsfrøðiliga økinum við námsfrøðingum.

Tað er umráðandi, at felagið hevur røttu upplýsingar um teg, so vit kunnu seta okkum í samband við teg.
Sum limur hevur tú rættindi, sum fevna um tryggingar, møguleika fyri hjálp og vegleiðing frá umsitingini í Felagnum, umframt løgfrøðiliga ráðgeving, um tað verður neyðugt.
Limaskapur gevur tær eisini atgongd til ein limaportal, møguleika at leiga summarhús og eitt limakort, sum gevur avsláttur í ymiskum handlum.
Um tú ikki ert skrásettur sum limur, far so inn á heimasíðuna og skráset teg har. Minst til at biðja arbeiðsgevaran flyta limagjaldið til Føroya
Pedagogfelag. Kanna eisini tín lønarseðil fyri at tryggja, at limagjaldið er flutt.
Hevur tú ikki fingið teldupost seinastu mánaðirnar, kann tað vera, at tú ert skeivt skrásett/ur, at limagjaldið ikki er goldið, ella at telduposturin er skeivt skrásettur í felagnum.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við felagið á teldupost pedagog@pedagogfelag.fo ella á telefon 357576. Vit svara telefonini mánadag frá kl. 09.00–16.00 og týsdag til hósdag frá kl. 09.00–13.00.
Uppgáva hjá lesandi:
Sára Várdis Sandoy

Sára Várdis Sandoy er námsfrøðilesandi á triðja ári. Í lærugreinini kreativ námsfrøði hevur hon skrivað uppgávu um, hvussu kreativitetur kann gerast ein lykil til at bøta um sosialu relatiónirnar í einum serflokki.
Í dagsins samfelagi verður nógv tosað um diagnosur, og at talið á børnum, ið fáa staðfest sálarligar avbjóðingar, er vaksandi. Serliga verður víst á, at børn við diagnosum ofta hava trupulleikar við sosialum relatiónum og kunnu hava ilt við at trívast í stórum skúlaflokkum.
Kreativitetur er ein av styrkjunum hjá børnum við ADHD, og gransking vísir, at estetiskir læringarhættir kunnu bøta um bæði teirra hugflog og felagsskap. Samstundis verður týdningurin av estetiskum lærutilgongdum í Danmark niðurraðfestur, hóast gransking bendir á, at júst hesi amboð kunnu vera til stóran fyrimun fyri børn við serligum tørvi.
Uppgávan hjá Sáru Várdis Sandoy lýsir eina sokallaða storylineverkætlan í einum serflokki, sum skapti tryggari og meira inkluderandi læruumhvørvi. Hvussu næmingarnir lærdu at samstarva og styrkja síni sosialu bond gjøgnum eitt felags “søguunivers”.
Her er ein stuttur samandráttur av uppgávuni.
Kreativitetur og ADHD
Fleiri granskarar hava víst á, at hóast ADHD kann vera ein avbjóðing á fleiri økjum í lívinum, so hevur hendan diagnosan eisini styrkir – ein teirra er kreativitetur. Martine Hoogman og hennara samstarvsfelagar hava m.a. víst á, at fólk við ADHD ofta hava serligar førleikar til at finna upp á nýggj hugskot og síggja loysnir, sum onnur ikki síggja.
Samstundis hevur Vicki June Sieling granskað í, hvussu kreativar tilgongdir í námsfrøðiligum arbeiði kunnu stimbra menningina hjá børnum. Hon heldur, at kreativ læring kann styrkja hugflog, hugdýping og sosialar førleikar – serliga um hon verður skipað við frælsi og kærleika sum grundarsteinum.
Lene Tanggaard hevur harumframt lýst fimm týdningarmikil viðurskifti, ið kunnu stuðla kreativiteti hjá børnum. Millum annað er umráðandi at fáa kreativitet inn í gerandisdagin og geva børnunum møguleika til at nýta sítt hugflog uttan strong krøv um niðurstøður.
Storyline-arbeiðsháttur í serflokki
Storylinearbeiðshátturin byggir á tankan um, at børn læra best ígjøgnum søgur og upplivingar. Arbeiðshátturin tekur støði í pedagogiskum ástøði hjá Dewey, Piaget og Vygotsky, sum allir leggja dent á, at børn læra best ígjøgnum virkna luttøku og sosialt samanspæl.
Í serflokkinum varð evnið “Harry Potter” valt til storylineverkætlanina. Námsfrøðingurin hevði varnast, at dreingirnir í flokkinum vóru sera upptiknir av Harry Potter, og sostatt gjørdist tað eitt natúrligt val.
Endamálið við verkætlanini var at skapa eitt kreativt og trygt umhvørvi, har børnini kundu menna sínar sosialu førleikar gjøgnum felags upplivingar.
Verkætlanin vardi í tveir mánaðir, har børnini fingu møguleika at skapa sínar egnu frásagnir í Harry Potterheiminum. Ígjøgnum hesar uppgávur royndu børnini seg í samstarvi, at tosa saman um loysnir og at styrkja síni sosialu bond.
Niðurstøða
Hendan kanningarverkætlanin staðfestir, at ein skapandi og visuelt grundað lærutilgongd kann hava sera jaliga ávirkan á børn við ADHD – bæði fakliga og sosialt. Storylinearbeiðið í serflokkinum styrkti kensluna av felagsskapi og samstarvið hjá næmingunum, sum ofta kann vera ein avbjóðing hjá børnum við hesi diagnosu. Í staðin fyri at vera bundin av siðbundnum undirvísingarhættum, sum ofta seta stór krøv til hugsavnan og skipaðan arbeiðshátt, fekk hetta kreativa arbeiðslagið næmingarnar til at brúka sínar natúrligu styrkir – hugflogið, skapandi hugsan og hugskygda tilgongd til læring.
Ein av týdningarmestu niðurstøðunum er, at næmingarnir vístu størri innlivan í hvønn annan gjøgnum arbeiðið. Við at vera við í einum søguuniversi, har teir sjálvir skaptu persónar og umhvørvi, lærdu teir at síggja tingini úr ymiskum sjónarhornum. Hetta var við til at menna teirra sosialu førleikar, tí teir máttu samstarva, lurta eftir hvørjum øðrum og samskifta fyri at menna felags søguna. Hetta hevur týdning fyri teirra framtíðar trivnað – bæði í skúlanum og í lívinum sum heild.
Harumframt gevur kanningin ábendingar um, at ein meira skapandi og estetisk tilgongd til læring eigur at vera størri partur av skúlagongdini hjá børnum við ADHD. Umhvørvið, ið stuðlar teirra natúrligu tilgongd til læring, kann bøta um teirra førleikar at hugsavna seg, taka ábyrgd og samskifta við onnur.
Avbjóðingin fyri skúlaskipanina er at skapa pláss fyri fleiri tílíkum undirvísingartilgongdum, har næmingarnir ikki bert verða mettir út frá siðbundnum, fakligum førleikum, men eisini fáa rúm til at brúka sínar skapandi evnir til at menna seg sjálvar – bæði sum einstaklingar og sum partur av einum felagsskapi.
Hóast hetta er ein lítil royndarkanning, so geva úrslitini eitt týðiligt signal um, at alternativir læringarhættir kunnu hava stóran týdning fyri trivnað og menning hjá børnum við ADHD. Tað hevði verið áhugavert at kannað hetta enn meira. Serliga, hvussu Storyline og aðrar estetiskar læringstilgongdir kunnu nýtast í vanligum skúlaflokkunum, soleiðis at øll børn – við og uttan diagnosu – kunnu hava gagn av einum meira skapandi og sosialt stimbrandi læringsumhvørvi.
Frá 19. til 22. mai 2025 verður 21. AIEJI World Congress of Social Educators hildin í Keypmannahavn. Evnið á ráðstevnuni er “Social Educators Change Lives”.
Endamálið við ráðstevnuni er at savna allar sosialpedagogar úr øllum heiminum, soleiðis teir fáa høvið at hoyra um royndir hjá øðrum, práta um námsfrøði og sum heild at fáa íblástur frá øðrum.
Sí meira um hetta á heimasíðuni: aieji2025.com
Á skránni eru fyrilestrar frá altjóða serfrøðingum, verkstovur við spennandi evnum og høvi at vitja arbeiðspláss, sum arbeiða miðvíst við sosialpedagogikki.
Hetta er ein góður møguleiki at fáa íblástur við fakfólk úr øllum heiminum.
Øll, sum hava hug, kunnu luttaka. Tilmeldingin er byrjað.

Í juli 2023 kom fyrsta Námsvarpið út. Eitt námsfrøðiligt poddvarp, sum varpar út tilfar um námsfrøði á øllum hugsandi økjum. Vertur er Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur. Poddvarpsrøðina hoyrir tú á heimasíðu okkara og á Spotify.
Tá ið vit hoyra um námsfrøði í miðlunum, er ofta talan um tað neiliga. Starvsfólkatrot, mistrivnaður, ov lág løn o.s.fr. Sjáldan hoyra vit um tað, sum vit námsfrøðingar hava bestan hug til at tosa um – nevnliga: Námsfrøði. Tískil eru vit nú farin undir at gera eina poddvarpsrøð um júst námsfrøði.
Soleiðis greiddi Jógvan Philbrow, fyrrverandi formaður í Pedagogfelagnum, frá hin 15. juli 2023, tá ið fyrsta Námsvarpið varð lagt út.
Síðani tá hava vit havt møguleikan at hoyra fleiri partar, sum fevna um eina rúgvu av námsfrøðiligum evnum.
Til dømis hava vit hoyrt samrøðu við Saluu Manai og Sæbjørn Johannesen úr Margarinfabrikkini í Havn um, hvussu frítíðarnámsfrøði og ungdómstilboð kunnu skapa frírúm til børn og ung í einum skjóttgangandi samfelag.
Námsvarpið hevur viðgjørt evni sum neuronámsfrøði, skíggjanýtslu hjá børnum og ungum, autismu og serstovnar.
Nýggjasti parturin snýr seg um ADHD, har Nicodemus, verturin, prátar við Bjørg Dam, sum hevur verið forkvinna í ADHDfelagnum síðani 2019, og við Biritu Kjærbo, námsfrøðing og nevndarlim í felagnum.

Samrøðan fevnir eitt sindur víða –prátið kemur sjálvandi inn á námsfrøði á ymiskan hátt, men eisini inn á tað meira persónliga, sum Bjørg og Birita hava upplivað. Og harvið koma vit eisini inn á meira sálarfrøði og samfelagsrelaterað evni, sum tó eru rættiliga viðkomandi, bæði í námsfrøði og lærarayrkinum og onnur yrki í relatiónsarbeiði, sigur Nicodemus Líggjasson, vertur og námsfrøðingur, um nýggjasta partin.
Hoyr hendan partin og eldri partar úr Námsvarpinum á heimasíðu okkara: pedagogfelag. fo/namsvarpid.

