2 minute read

Gongdir innan tíðarstýring

Next Article
Effektivitetur

Effektivitetur

útbúgving, sum ikki fáa beinleiðis produktivitetsvøkstur av styttri arbeiðstíð, ið økjast í framtíðini (ibid, s. 36).

Í Danmark, eins og aðrastaðni, verða tað serliga teir førleikarnir, sum hava fyrimun av styttri arbeiðstíð, sum í størri mun fara at verða eftirspurdir, og teir, sum ikki fáa fyrimun, sum ein í minni mun eftirspyr (ibid, s. 16 – 29). Ein fer serliga at hava tørv á sosialum førleikum, kreativiteti og at loysa avbjóðingar (ibid, s. 28). Tó er tað sera ymiskt frá vinnu til vinnu, júst hvussu tørvurin broytist. Innan summar vinnur verða stórar broytingar, meðan aðrar ikki kunnu væntast at hava so stórar broytingar.

Kring heimin sær ein sum heild eina greiða gongd við, at fólk í størri og størri mun arbeiða parttíð – eisini fleiri, sum ikki ynskja at arbeiða parttíð, og tí verða tað fleiri fólk, sum arbeiða minni enn tey ynskja, ella tey noyðast at hava fleiri størv (Messenger, s. 6 – 7). Júst hetta, hvat fólk ynskja, hevur stóra ávirkan á, um tað hevur negativa ella positiva ávirkan á heilsuna og nøgdsemið hjá fólki, at arbeiða parttíð. Ynskja fólk at arbeiða parttíð, hevur tað gagnliga ávirkan, men um tey ikki ynskja tað, hevur tað neiliga ávirkan (Messenger, s. 12 – 13). Neiliga ávirkanin kemur mest sannlíkt frá fíggjarliga missinum, eins væl og ein, sum fyrr staðfest, hevur verri møguleikar at byggja sær eina karrieru, um ein arbeiðir parttíð.

Støðan er hin sama, tá um ræður flekstíð. Tað er sera stórur munur á, hvussu flekstíð ávirkar fólk, alt eftir hvør tað er, sum stýrir flekstíðini. Stýrir arbeiðsgevin flekstíðini, hevur tað neiligar avleiðingar fyri arbeiðstakaran við verri heilsu og meira møði. Er tað hinvegin arbeiðstakarin sjálvur, sum stýrir flekstíðini, hevur tað jaligar avleiðingar (ibid, s. 15), serliga tá um ræður heilsu, møði og javnvág millum arbeiðslív og familju (ibid, s. 17 – 18). Gongdin nú á døgum er, at títtleikin av arbeiðsgevara stýrdari flekstíð økist, og tað leggur eitt alt størri trýst á arbeiðstakarar, og ávirkar javnvágina millum arbeiðslív og heimalív – serliga tá krøvini um meira arbeiði koma brádliga (ibid, s. 15). Ein sær somuleiðis neiligar avleiðingar av at arbeiða um kvøldið, náttina og vikuskiftir, og eisini at krøv um at arbeiða tílíkar óhøgligar tíðir verða meira vanlig (ibid).

Arbeiðstakara stýrd flekstíð er ójavnt býtt, alt eftir hvat starv ein hevur. Ein sær serliga, at leiðsla sjálv hevur møguleikan at stýra síni flekstíð. Messenger viðmælir tí, at ein hevur lógartryggjað rættindi, tá um flekstíð ræður, so tíðarójavnin ikki verður ov stórur (ibid, s. 18). Í tí sambandi er vert at gáa um, hvussu ein á bestan hátt tryggjar, at starvsfólk sjálv kunnu stýra eyka frítímunum tey fáa við eini styttri arbeiðsviku.

Sum heild sær ein, at tøkniligar broytingar hava stóra ávirkan á arbeiðstíðina. Arbeiði trokar seg meira og meira inn í frítíðina, tí ein altíð er tøkur og kann arbeiða allastaðni (ibid, s. 19). Ein sær eisini, at fólk, sum arbeiða heimanífrá, vanliga hava longri arbeiðstíð enn tey, sum bert arbeiða á arbeiðsplássinum. Talið á fólki, sum arbeiða aðrastaðni enn á arbeiðsplássinum fer helst at veksa í framtíðini (ibid, s. 21). Um nakað hevur tann gongdin fingið eitt sera stórt skump nú við koronu farsóttini, har stórur partur av arbeiðsmegini kring heimin hevur arbeitt heimanífrá.

This article is from: