Pedagogblaðið - juli 2025

Page 1


“Brádliga gerst tað greitt, meðan eg standi og fyrireiki dagin, at hetta arbeiðið er nakað heilt serligt.”

Sanna á Løgmansbø

Forkvinna sanna@pedagogfelag.fo

Katrin Helgadóttir

Næstforkvinna katrin@pedagogfelag.fo

Gunnvá Akraberg Hansen

Nevndarlimur gunnva@pedagogfelag.fo

Beinta Klakstein

Nevndarlimur og skrivari beinta@pedagogfelag.fo

Joan Heinesen

Nevndarlimur joanh@pedagogfelag.fo

Birita Hammer Jacobsen

Umsitingarleiðari birita@pedagogfelag.fo

Bryndis Hjartardóttir

Málviðgeri bryndis@pedagogfelag.fo

Gudny Benjaminsdóttir

Bókhaldari gudny@pedagogfelag.fo

Útgevari: Føroya Pedagogfelag

Sniðgáva og umbróting: Nudlavirkið Prent: Føroyaprent

Útbering: Posta Juli 2025

Oddagrein

Sanna á Løgmansbø 7

Brúkarin hesaferð

Samrøða við Sigrið Sivertsen

8 Námsfrøðiligu útbúgvingarnar 8

Námsfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya – Marjun undir Kletti

10

Námsfrøðihjálpari – lesandi á Heilsuskúlanum – Guðrún Halldórsdóttir Nielsen 12

Um nýggju útbúgvingina á Setrinum – Kalpana 13 Námsfrøði lesandi í Føroyum

16 Summarheilsan frá Sannu á Løgmansbø

20 Barnaverkætlanin

Føroyar skulu vera besta staðið í heiminum hjá øllum børnum

24 Við námsfrøði skapa vit eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast

28 Dagstovnanámsfrøði skipaði fyri Kveikjandi kvøld um vøggustovulív

33 Granskingardagur á námsvísindaligudeildini

Trotið av námsfrøðingum til viðgerðar

36 Tíðindi úr politisku skipanini 36 Útbúgving við løn - eitt týdningarmikið framstig – Djóni Nolsøe Joensen 38 Sálarligar avbjóðingar á arbeiðsplássunum skulu verða tiknar í álvara – Margit Stórá 39 Minni barnabólkar – Heidi Lava Elgeirsdóttir 40 Námsvarpið 42 Ungdómspedagogikkur hevur stóran samfelagsligan týdning 46 Vangamyndin

Teitur Marnersson Andreassen 48 Uppgáva hjá lesandi

Stimbrandi lærings- og spæliumhvørvi á dagstovnum

Oddagrein:

Glottar at hóma, hóast verðin kennist ótrygg

Hóast verðin kennist ótrygg – kríggj hevur herjað úti í heimi í langa tíð, og enn rørist ikki fyri semju, heldur tvørturímóti; politiska støðan í Føroyum er sperd; samgongan hevur ikki stóra vælvild millum veljarar, og fleiri týðandi mál hava verið meira ella minni illa handfarin – so eru glottar at hóma ymsastaðni á okkara fakøki hesa tíðina. Serliga kunnu vit fegnast um, at barnaøkið fær størri rásarúm í politiska landslagnum; landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett gongd á eina barnaverkætlan, har endamálið er at fremja betri samstarv millum skipanir, ið varða av børnum.

Sjálv barnalógin er sprottin úr hesum arbeiði. Eitt frambrot viðvíkjandi barnaáskoðan og hugburði í Føroyum, sum vónandi fer at hava við sær, at barnalívið og barndómurin verða tikin í við politiska umhugsan og umrøðu. Tí við nýggju barnalógini verður álagt myndugleikum, arbeiðsgevarum og teimum, ið arbeiða við børnum og ungum, at hava barnsins sjónarmið við, tá ið avgerðir um børn og barnalív skulu verða tiknar. Barnalógin skal tryggja øllum børnum teirra rættindi, og í semjuskjalinum fyri barnaverkætlanina, ið varð undirskrivað longu í mars 2023 stendur m.a.: “...at málið er at niðurlaga forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung. At økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingum, og fyri at vit kunnu hava eitt barnavinarligt samfelag”.

Stór og føgur orð, sum eisini vit í Føroya Pedagogfelag, fegin vilja gera alt fyri at fáa sett í verk. Vert er at nevna, at vit hava verið við í gongdini at savna saman dátur, bæði sum hoyringspartur og sum aktivur fasilitatorur í

tilgongdini. Nú gleða vit okkum til, at sjálv lógin verður liðugt smíðað, soleiðis at neyðug tiltøk og fyriskipanir kunnu verða sett í verk, so vit fara at síggja og merkja veruligar broytingar á øllum barnaøkinum her á landi.

Vælferðarsamfelagið

Tað eru politisku skipanirnar í einum landi, sum mynda karmarnar fyri borgarar at virka í, og tí er tað so umráðandi, at politikarar eru væl fyrireikaðir, hava vitan og skilja, hvønn týdning politiskar avgerðir hava langt inn í framtíðina. Men tíverri er hetta ikki nakað, vit síggja so væl aftur, serliga á vælferðar-, heilsu- og umsorganarøkjunum – vit eftirlýsa eina politiska visjón fyri land og kommunur, sum fremur veruligar batar fyri trivnað hjá børnum og ungum, hjá borgarum við skerdum førleikum, hjá barnafamiljum og hjá starvsfólkum á øllum umsorganarøkinum - frá vøggu til grøv. Lítil menning er at hóma, hóast onkur hendinga avgerð verður tikin, har trivnaðurin hjá okkara borgarum sigst vera í miðdeplinum.

Tað skortar ikki í at byggja tunlar og flottar bygningar, men minni verður hugsað og tosað um, hvørt tey, sum skulu brúka alt hetta kostnaðarmikla og flotta, trívast ella hava eitt virðiligt lív. Stórt trot er á fakfólki á øllum tí námsfrøðiliga økinum; serliga dagstovnaøkið er spert. Okkum manglar stovnar, bæði bú- og viðgerðarstovnar til alt tað sosialpedagogiska økið, tørvur er á tilboðum til teirra í eldra ættarliðinum, sum ikki klára seg sjálvi longur, og fólk við demens eru bundin at sínum avvarðandi fyri at megna dagin. Bústaðarkreppan stendur við og versnar, vanligar matvørur dýrka dagliga, og fólk eru farin at flyta í onnur lond, tí tey megna ikki dagin og vegin.

Tíverri hevur verið rópt varskó um hesa gongd í rúma tíð, men tað tykist eins og vit rópa fyri deyvum oyrum. Aftursvarið er, at her stendur ikki so illa til; vit skulu ikki stúra fyri eini kreppu, tí hóast hall á fíggjarlógini, so eru vit væl fyri sum land. Politikarar tosa við tveimum tungum, og einki hongur saman – men nú fer at nærkast til løgtingsval, sum væntandi verður á heysti 2027, so nú er spennandi at vita, hvat samgonga og andstøða fara at bera fram komandi tíðina.

Politiska støðan og handfaring av politiskum málum ávirka allar vælferðartænastur, eisini á okkara fakøki. Vit hava fulla virðing fyri, at samgongan stendur í eini truplari tíð, men vit mugu áhaldandi minna á, at vælferðin hjá einum og hvørjum borgara byrjar í barnaárunum – og har hevur okkara fakøkið ein lyklaleiklut.

Vit eftirlýsa ein opnan og sakligan dialog við politisku skipanina, tí vit meina, at saman kunnu vit tryggja, at framtíðar avgerðir byggja á fakligan kunnleika. Við at taka okkum við í ætlanir og avgerðir tryggjar politikarin sær, at málið verður lýst úr øllum sjónarmiðum, og á hendan hátt fæst betur dygd, sum aftur gagnar borgarunum.

Støðan á arbeiðsmarknaðinum

Vit liva í eini tíð, har krøvini til fakfólk í vælferðarsamfelagnum eru støðugt vaksandi, men treytirnar fylgja ikki við. Námsfrøðiliga fakøkið er undir stórum trýsti; serliga eru tað málini um hækkan av pensjónsaldrinum og um 37 tímar arbeiðsvikuna, sum ørkymla okkum. Pensjónsmálið varð trýst ígjøgnum, hóast fleiri fráboðanir frá fakfeløgum, sum søgdu, at málið varð ov illa lýst, og einki fyrilit varð tikið fyri viðmerkingum frá fakfeløgunum.

Málið var snøgt sagt skundað ígjøgnum. Tó, í tøkum tíma við 3. viðgerð bleiv málið útsett, og tað eru vit fegin um.

Hitt málið, um stytta arbeiðsviku, hava vit hvørki hoyrt orð ella eið um, síðan Vinnuhúsið langaði út við boðunum um, at tey ikki tóku undir við at stytta arbeiðsvikuna. Men her eru vit treisk – vit fara ikki at lata hetta fara aftur við borðinum; samgongan hevur givið okkum lyftið um stytta arbeiðsviku, tað stendur svart upp á hvítt í sjálvum samgonguskjalinum, so hetta skal upp úr skuffuni aftur!

Men ikki øll mál eru av tí ringa, tá um arbeiðsmarknaðin ræður. Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur sett 2025 at verða arbeiðs- og umhvørvisár, og 12. juni varð nýggj kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi lýst. Hetta fegnast vit stórliga um, tí vit eru eftirbátur á økinum, samanborið við londini rundan um okkum. Vit vóna, at nýggja kunngerðin fer at hava við sær batar, tá ið talan eru um fyribyrging viðvíkjandi trivnaði, strongd og langtíðar sjúkraskrivingum. Harafturat vita vit, at batar í arbeiðsumhvørvinum viðvirka til batar í trivnaði millum børn og borgarar, ið eru knýtt at okkara tænastu.

Men kunngerðir gera tað ikki einsamallar – tað krevur ein felags vilja frá arbeiðsgevarum, leiðslum, politikarum og fakfeløgum at arbeiða saman fyri góðum arbeiðsumhvørvi, har fólk trívast væl. Góður trivnaður tryggjar størri stabilitet, og tí er hetta eitt win-win fyri allar partar.

Vit í Føroya Pedagogfelag vilja fegin ganga á odda fyri betri sálarligum arbeiðsumhvørvi, og tí fara vit í oktober í ár at skipa fyri stórum fakdegi fyri øllar okkara limir.

Høvuðsgestur er Per Isdal, sálarfrøðingur, sum hevur skrivað bókina “Medfølelsens pris”, har hann lýsir týdningin av at hava eginumsorgan við í huga, tá ið vit fara til arbeiðis at veita umsorgan fyri øðrum menniskjum. Tað ber ikki til at blíva við at geva av sær sjálvari/sjálvum, um bikarið av eginumsorgan er tómt.

Útbúgvingarpolitikkurin

– hvagar gongur leiðin?

Vit í Føroya Pedagogfelag meta, at tørvur er á eini týðiligari politiskari visjón fyri okkara útbúgvingarøki. Seinastu árini hevur óskil valdað á økinum; á Fróðskaparsetrinum er mann farin frá einum upp í tveir flokkar av námsfrøðilesandi, fyri síðani, einans eitt ár seinni, at fara aftur til ein flokk. Kommunur eru farnar undir at útbúgva námsfrøðingar í samstarvi við danskar útbúgvingarskipanir. Og í heyst byrjar nýggja diplom-útbúgvingin úti á Setrinum. Harafturat er mann ikki komin á mál við, at útbúgvingin sum atstøðingur (námsfrøðihjálpari) gevur atgongd til víðari lestur á Setrinum, sum er eitt mál, vit sera fegin vilja loysa – ongantíð ov skjótt! Vit eiga ikki at útbúgva fólk til at leita sær av landinum til víðari lestur, vit hava tørv á øllum teimum hondum, vit kunnu fáa fatur á.

Vit hava sera nógvar ymiskar útbúgvingar, sum telja ymiskt í ECTS stigum, og tí tykist ein óvissa vera, hvat ein námsfrøðingur í grundini er. Tað er sera ørkymlandi og problematiskt, at so nógvar ymiskar útbúgvingar eru á sama øki, tí trupult verður at seta fakbólkar inn á lønartalvuna. Røddir eru frammi um at arbeiða fram ímóti einum ECTS-siga, , soleiðis at vit fáa tað ruddiligari á lønartalvuni. Hetta er eitt arbeiði, ið enn liggur langt frammi í tíðini, men tíðin búnast í hvørjum, og spurningur er, um vit ikki skjótt eiga at fara undir hetta arbeiðið.

Nógv er gott, og nógv treingir til batar. Tíbetur troyttast vit ikki í áhaldandi arbeiðinum fyri at skapa bestu umstøður – fyri tann lesandi, fyri arbeiðstakara og fyri tað menniskja, hvørs lív liggur í okkara námsfrøðiligu hondum.

Við hesum orðum ynski eg tær góðan lesihug.

Námsfrøði er nógv meira enn barnaansing

Einaferð varð tosað um eina goymslu, síðan varð tosað um ansing, og nú verður tosað um menning. Pedagogyrkið og námsfrøðin eru nógv broytt tey síðstu 100 árini.

Fyrstu dagstovnarnir í Føroyum vórðu settir á stovn í 1970-árunum. Ein av teimum fyrstu var barnagarðurin í Klaksvík, sum læt upp í 1974. Í 1980-árunum vaks talið á dagstovnum, og fleiri kommunur kring landið stovnaðu barnagarðar og vøggustovur fyri at nøkta vaksandi tørvin á barnaansing.

Síðani tá hevur dagstovnaøkið í Føroyum ment seg munandi, og í dag eru dagstovnar ein týðandi partur av føroyska samfelagnum.

Námsfrøði snýr seg um, hvussu børn og ung mennast í samspæli við sínar umstøður, hvussu undirvísing og læring verða løgd til rættis, hvussu umhvørvið og samfelagið ávirka læring og trivnað, og hvussu fólk við serligum tørvi verða stuðlað í menning og útbúgving – og so mangt, mangt annað.

Av tí at námsfrøðin er eitt lutfalsliga nýtt fak í Føroyum, eru øll ikki varug við, hvat fakið inniber, ella hvussu virðismikið tað kann vera fyri menniskjað og samfelagið sum heild, tá ið fólk verða møtt á fakliga rættan hátt.

Fyri at øll skulu skilja týdningin – eisini tit, sum lesa hetta blaðið og ikki eru námsfrøðingar – vera vit noydd at vera pedagogiskari. Tískil taka vit eitt dømi frá veruleikanum, har vit vísa á, hvussu stóran týdning námsfrøðiliga fakið hevur havt fyri gerandisdagin og lívið hjá einum brúkara.

Brúkarin hesa ferð

Navn

Sigrið Sivertsen

Aldur

61 ár

Starv

Songkvinna, sanglærari og kórleiðari

Familja

Mann og fýra børn og sjey ommubørn

61 ára gamla Sigrið Sivertsen er mamma 41 ára gomlu Sóley, sum er fjølbrekað. Ígjøgnum alt lívið hjá Sóley hava námsfrøðingar og hjálparfólk spælt ein ómetaliga stóran leiklut – bæði fyri trivnaðin og menningina hjá dóttrini.

Sigrið var bara 20 ára gomul, tá hon gjørdist mamma at elstu dóttrini, Sóley, sum ber brek. Frá fyrsta degi hevur Sóley havt tørv á hjálp – og hon hevur altíð verið bundin at hava fólk rundan um seg, dag og nátt. Í fyrstuni vóru tað foreldrini sjálvi, sum vóru um hana allan dagin. Seinni fór hon í barnagarð nakrar tímar um dagin, og síðani fekk hon fastan stuðul fýra tímar um dagin heima.

– Sostatt hevur hon alt lívið verið umgird av námsfrøðingum og hjálparfólki. Og tað hevur ikki bara verið ein hjálp – tað hevur verið grundarlagið undir hennara lívsgóðsku, sigur Sigrið Sivertsen.

Tær, sum hava verið um Sóley, hava allar havt nakað serligt. Og tað krevst eisini, sigur mamman.

– Næstan ein og hvør kann ansa sínum egna barni. Men tað krevur nakað heilt annað at ansa einum barni hjá øðrum – serliga einum, sum hevur tørv á øðrvísi og

støðugari umsorgan. Tað er ikki bara at vera góður við barnið. Tú mást duga at liva teg inn í tað. At lesa tað. At skilja, hóast barnið ikki kann siga frá.

Sóley tosar nevniliga ikki, og tí krevst tað serlig evni at síggja, hoyra og merkja hennara tørv. Tað tekur tíð og tol – og tað hava tær starvsfólkini havt.

– Allar hava verið fantastiskar. Tær hava veruliga lært at kenna Sóley. Tað merkist. Og tað er tað, sum ger mun.

Sigrið hevur sjálv verið ein virkin partur av arbeiðinum at læra starvsfólkini at kenna dóttrina. Hon hevur brúkt sína egnu lívsroynd sum mamma at vegleiða og stuðla teimum, sum hava verið um dóttrina.

Í dag hevur hon ikki bara vaksna dóttur, men eisini trý onnur børn og sjey ommubørn. Og hvørja ferð hon avheintar eitt av ommubørnunum í vøggustovu ella barnagarð, verður hon mint á týdningin av námsfrøðiliga arbeiðinum.

– Alt arbeiði, sum hevur við menniskju at gera, eigur størri virðing og løn, enn tað hevur í dag. Tað gevur lívsgóðsku, sum er eitt hitt týdningarmesta – og tað burdi verið lønt samsvarandi, sigur Sigrið Sivertsen at enda.

Námsfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya:

Marjun undir Kletti

- Eg haldi, at fólk flest kenna heitið ”námsfrøðingur”. Tó ivist eg í, um øll teirra vita, hvat tað ber í sær at vera námsfrøðingur. Tað er øgiliga skjótt hjá fólkum, sum ikki eru á økinum, at koma til ta niðurstøðu, at námsfrøðingar bara ansa eftir børnum. Men námsfrøðin er so nógv meira enn tað. Tað sigur 29 ára gamla Marjun undir Kletti, sum júst hevur lokið útbúgving sum námsfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya.

Tað er ein vanligur gerandisdagur, og Marjun undir Kletti er til arbeiðis á einum dagstovni sum hjálparfólk. Tað er tíðliga á morgni, og hon er tann, sum skal lata stovnin upp.

– Eg gangi runt fyri meg sjálva og fyrireiki dagin. Skipi leikurnar soleiðis, at tær skuldu vera klárar til børnini, samstundis sum eg fái ymiskt praktiskt til vega. Annars hugsi eg um, hvat vit skulu fáa burtur úr degnum í dag. Brádliga gerst tað greitt, meðan eg standi og fyrireiki dagin, at hetta arbeiðið er nakað heilt serligt. Hugsi um, hvussu heppin eg eri at sleppa at arbeiða við hesum børnunum, og hvussu fantastiska gevandi og lívsjáttandi tað er. Og so visti eg bara, at eg mátti søkja inn at lesa námsfrøði, greiðir Marjun undir Kletti frá.

Marjun er 29 ára gomul og býr í Tórshavn saman við sjeikinum Christian og synunum, Jákupi og Óla. Í summar var hon liðug at lesa, og hon er enn ivaleys um, at hendan útbúgvingarleiðin var júst tann rætta fyri hana.

– Eg valdi at lesa á Setrinum, tí eg vildi vera í Føroyum. Her dámar mær so væl. Og tá ið eg fekk børn, so var eg púra sannførd um, at eg vildi lesa í Føroyum.

Fjølbroytt lestrartíð

Tá Marjun verður spurd, hvørjar lærugreinar henni serliga dámar á námsfrøðiútbúgvingini, hevur hon ilt við at velja.

– Eg havi verið so heppin, at eg undir mínum lesnaði eri sloppin at hava trý linjufak. Mær hevur dámt øll hesi linjufak sera væl. Eg haldi, at tað er í linjunum, at man sleppur at fara í djúpdina og veruliga hugsavna seg um tað, sum ein hevur áhuga fyri, greiðir Marjun frá.

Hon vísir á, at linjan Sernámsfrøði hevur verið ógvuliga áhugaverd og lærurík. Serliga tí at ein fær innlit í eitt øki – serøkið – sum helst ikki er so kent fyri onnur.

– Vit lærdu at síggja og skilja tørvir, sum ikki eru so sjónligir hjá øllum, men sum er týdningarmikið at duga at møta, vísir Marjun á.

Men tað eru serliga linjurnar Kreativ linja og Heilsa, kroppur og rørsla, sum henni hevur dámt væl.

– Eg havi elskað hesar báðar linjurnar. Eg eri ikki serliga von við at arbeiða kreativt, men okkara undirvísari, Noomi í Dali, megnaði á onkran hátt at fáa okkum øll við. Tað var so læruríkt, og vit sluppu at royna nógvar nýggjar avbjóðingar.

Á linjuni fingu vit øll seymikoyrikort. Vit seymaðu bóltar, taskur og myndir. Harafturat teknaðu og málaðu vit nógv, og so gjørdu vit eisini dukkur og síðani ein dukkuleik. Tað var so stuttligt og gevandi. Linjan Heilsa, kroppur og rørsla var eisini nakað heilt serligt. Her sluppu vit at brúka kroppin og spæla spøl, sum man spældi fyrr, tá ið eg var barn. Eisini brúktu vit nógva tíð í svimjihøllini, sum eisini var ordiliga gevandi, greiðir Marjun frá.

Mær dámar serliga væl, at flokkarnar eru smáir

Námsfrøði er ein fýra ára bachelorútbúgving, sum snýr seg um uppaling, útbúgving, undirvísing og læring – og hvussu hesi fyribrigdi hava broytt seg í samfelagnum gjøgnum tíðina. Á útbúgvingini lærir tú at arbeiða við námsfrøðiligum spurningum – bæði í sambandi við einstaklingar, stovnar og samfelagið. Tú fært innlit í teori og arbeiðshættir úr eitt nú námsfrøði, sálarfrøði, samfelagsfrøði og heimspeki. Tú lærir eisini at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjum.

– Á námsvísindadeildini byrja vit vanliga kl. 09:00 við undirvísing, sum varir til kl. 10:00. Síðan halda vit fram frá 11:30 til 13:30 eftir matarsteðgin. Tvey tey fyrstu árini vóru vit í skúla mánadag, mikudag og fríggjadag, meðan týsdagur og hósdagur eru undirvísingardagar tvey tey seinnu árini. Vit ganga í smáum flokkum – vanliga umleið 13 næmingar á hvørjari linju – og tað ger, at tú fært eitt tættari samband við bæði lærarar og floksfelagar.

– Tað er júst tað, mær dámar so væl. At flokkarnir eru smáir. Eg havi í øllum førum knýtt nýggj og sterk vinabond, sigur Marjun.

Námsfrøðingar eru so týdningarmiklir og hava stóra ábyrgd Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru á námsfrøðiliga økinum, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar spennandi avbjóðingar. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á mongum økjum á serøkinum. Og eftirspurningurin eftir námsfrøðingum er vaksandi, tí nú arbeiða námsfrøðingar eisini á skúla- og eldraøkinum. Marjun undir Kletti vísir á, at námsfrøðingar eru so týdningarmiklir – og helst týdningarmiklari, enn fólk gera sær far um.

– Eg haldi, at fólk flest kenna til heitið ”námsfrøðingur”. Tó ivist eg í, um øll vita, hvat bæði lesturin og arbeiðið ber í sær. Tað er øgiliga skjótt hjá fólkum, sum ikki eru á økinum, at koma til ta niðurstøðu, at námsfrøðingar bara ansa eftir børnum. Men námsfrøðin er so nógv meira enn tað.

Tað eru bæði lógir, stevnumið og tilmæli, sum seta karmar um námsfrøðiliga arbeiðið í dag. Eisini fer ein stórur partur av uppalingini av okkara komandi ættarliðið fram á dagstovni (og øðrum stovnum). Tískil fylgir uttan iva stór ábyrgd við arbeiðinum, og tí er tað eisini sera umráðandi, faktiskt alneyðugt, at vit hava námsfrøðingar

við fakligari vitan, sum mynda námsfrøðiliga økið. Tá ið Marjun at enda verður spurd, um hon vil viðmæla øðrum at lesa námsfrøði, svarar hon:

- Um tey hava áhuga fyri námsfrøðiliga økinum, er útbúgvingin á Setrinum ordiliga góð. Man fær breiða og góða vitan um økið. So tað er bara at leypa út í tað. Studningurin er, sum hann er. So um mann fer at lesa á Setrinum, so er tað, tí mann veruliga hevur áhugan og vil fáa meira fakliga vitan um økið, sigur Marjun undir Kletti at enda.

Námsfrøðihjálpari lesandi á Heilsuskúlanum

Guðrún H. Nielsen lesur til námsfrøðihjálpara á Heilsuskúlanum

Námsfrøðihjálpara útbúgvingin er sera mennandi og lærurík. Hon hevur ikki bara ment meg fakliga, men eisini meg sum persón. Eg havi fingið stærri dirvi og sjálvsálit. Tað sigur Guðrún Halldórsdóttir Nielsen, sum lesur til námsfrøðihjálpara í Heilsuskúlanum í Suðuroy.

Guðrún Halldórsdóttir Nielsen er 35 ára gomul og ættað úr Sauðárkróki í Íslandi. Hon flutti til Føroya fyri trimum árum síðani, og býr í dag í Miðvági saman við makanum, Rana Nielsen, og børnunum, Halldóri Kristian (12), Martini Bjarka (11) og Daviu Sól (4). Hon er í starvi sum hjálparfólk á stovninum Miðgarði, men er í farloyvi, nú hon lesur til námsfrøðihjálpara.

Guðrún hevur altíð havt stóran áhuga fyri at arbeiða við menniskjum. Hon byrjaði tí fyri tólv árum síðani at lesa sálarfrøði á Háskóla Íslands. Tó varð hon noydd at gevast orsakað av persónligum avbjóðingum í sambandi við barnsburð. Alt bleiv gott, men Guðrún hættaði sær ongantíð aftur í skúla. Hon hevði jú roynt at tikið hægri lestur og visti tí, hvussu nógv tað kravdi. Tað skuldi hon ikki aftur. Tó broyttist hetta í fjør, tá hon var til eina framløgu, sum lærarar frá Heilsuskúlanum høvdu. Framløgan vakti stóran ans hjá Guðrúni, og tí broytti hon hugsan. Hon vildi fegin aftur á skúlabonk.

- Eg havi leingi hugsað um at lesa námsfrøði, men havi altíð hildið meg aftur. Veit ikki ordiliga hví. Helst hevur tað verið ov nógv fyri meg; tikið ov langa tíð. Eg hevði heldur ikki dirvi, eftir eg gavst við sálarfrøðilestrinum.

Hetta broyttist tó eftir framløguna hjá Eir og Rakul, sum eru lærarar á Heilsuskúlanum. Eg bleiv so hugtikin av hesum tilboði. Eg fór tí til tær fyri at fáa meira innlit í útbúgvingina. Tástáni gjørdist eg púra sannførd: Eg skuldi aftur á skúlabonk, greiðir Guðrún frá.

At lesa í Suðuroy og búgva í Miðvági ber væl til Guðrún fór til Suðuroyar at lesa saman við øðrum, sum hon kendi. Tey gjørdu av at leiga eini hús í felag, sum tey kundu búgva í, um tað varð neyðugt. Um nú Smyril ikki sigldi, ella um dagarnir blivu ov drúgvir. Guðrún hevði ongantíð verið í Suðuroy fyrr, og tí var tað eyka spennandi at sleppa avstað.

- Eg havi bara gott at bera Heilsuskúlanum og øllum her í Suðuroynni. Lærararnir og starvsfólkini á skúlanum eru fitt - og altíð hjálpsom og stuðlandi. Eg sum útlendingur fái eisini nógv burturúr. Umframt at læra meira teoretiskt um námsfrøði havi eg eisini lært meira føroyskt.

- Vit hava sum oftast fyrilestur um okkurt evni, sum vit fara í djúpdina við. Lærararnir geva okkum ofta uppgávur, sum vit skulu loysa í bólki. Harafturat duga lærararnir sera væl at gera evnini spennandi. Vit nýta ofta kreativitet í undirvísingini, har vit eitt nú ofta brúka evnini, vit læra um, í spølum ella úti í náttúruni. Lærugreinarnar eru sera áhugaverdar og tvinnast ofta saman, t.v.s tað er nógv, sum gongur aftur ella hevur samband við hvørt annað. Serliga hevur mær dámt lærugreinarnar náttúra og útilív og mentan og virksemi.

Á Heilsuskúlanum ber til at fáa ein sokallaðan avriksflutning.* Hetta fekk Guðrún av tí, at hon hevur lokið studentsprógv.

Guðrún Halldórsdóttir Nielsen hevur nú lisið í eitt ár á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Hóast frástøðan kann tykjast long úr Miðvági til Suðuroyar, hevur hon lættliga megnað at samansjóða lesnað og familjulív.

– Tað ljóðaði kanska ikki serliga freistandi at ferðast so langt millum heim og skúla, men tá ið eg sá tímatalvuna, broyttist mín hugsan. Eg eri bara í Suðuroy frá mánadegi til mikudag, og síðan er undirvísingin online restina av vikuni. Tað hevur við sær, at eg fái nógv meiri tíð heima, enn eg hevði ímyndað mær.

Guðrún hevur serliga lagt merki til, hvussu hon hevur ment seg fakliga og persónliga hetta árið.

– Útbúgvingin hevur givið mær bæði sjálvsálit og dirvi. Eg havi eisini knýtt nógv góð vinabond, og tað hevur stóran týdning.

Námsfrøði er nógv meira enn bara ansing Hóast nógv hava eina fasta fatan av, hvat námsfrøðihjálparar gera, heldur Guðrún, at tað ofta verður ov einfalt lýst.

– Námsfrøði er ikki bara ansing. Tað snýr seg um menning, uppaling, samskifti, familjulív og samfelag. Tað er eitt fak, sum veruliga hevur týdning fyri okkara framtíð.

Hon sigur, at námsfrøðin er við til at leggja grundarlagið undir lívið hjá børnum og ungum – og eisini hjá teimum vaksnu, sum hava tørv á stuðli og tryggum karmum.

– Tað, vit gera í okkara arbeiði, hevur beinleiðis ávirkan á sjálvsfatanina, trivnaðin og møguleikarnar hjá menniskjum. Tað snýr seg ikki bara um at tryggja, at onkur hevur etið og sovið – men um at síggja menniskjað, møta tí við virðing og skapa rúm fyri menning og nærveru.

Aftur at lesnaðinum hevur hon eisini nøkur praktisk ráð til onnur, sum hugsa um at lesa í Suðuroy:

– Smyril er góður at ferðast við, men tað er umráðandi, í øllum førum fyri meg, at kanna veðrið áðrenn – tað kann loysa seg at fara dagin fyri, um ættin er ov vánalig. Og bústað fær man lættliga – her er gott at vera. Skúlin er læruríkur, náttúran vøkur og fólk eru bæði blíð og hjálpsom. Komið suður, sigur Guðrún at enda.

*Avirksflutningurin merkir, at tú kanst sleppa undan at taka ávísar lærugreinar ella eindir, um tú kann skjalprógva, at tú longu hevur neyðugu vitanina og førleikarnar, sum okkurt fak krevur.

Næmingar, sum áður hava lokið lærugreinar á sama ella hægri stigi enn tær, sum eru partur av útbúgvingini, kunnu søkja um avriksflutning. Umsókn um avriksflutning skal latast inn skrivliga, og hetta skal vera gjørt í seinasta lagi 14 dagar eftir,

at útbúgvingin er byrjað. Skúlin metir um umsóknina og tekur støðu til, um avriksflutningur kann gevast. Um avriksflutningur verður játtaður, verður lærugreinin merkt við “ARF” á próvnum, og einki talmet verður givið.

Avriksflutningur kann verða givin bæði fyri almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og starvsligar eindir, treytað av, at viðkomandi dokumentatión er í lagi.

Ein nýggj diplomútbúgving í námsfrøði, sum kann geva hjálparfólki og øðrum við royndum á økinum eina leið víðari í yrkisleiðini, er nú liðugt ment og klár at verða sett í verk. Men hóast alt fakliga arbeiðið er gjørt, og góðskutrygging er framd, so bíðar útbúgvingin enn eftir tí, sum ofta verður avgerandi: Fígging og kunngerðarbroytingum.

Nýggj diplomútbúgving í námsfrøði klár

at fara í gongd

Ein føroysk loysn

Talan er um eina trý ára diplomútbúgving, sum er ætlað teimum, ið longu arbeiða innan námsfrøðiliga økið –t.d. á dagstovnum, á serøkinum, eldrasambýlum ella í øðrum viðkomandi størvum. Tey lesandi skulu arbeiða, samstundis sum tey taka útbúgvingina – tað er ein partur av undirvísingini.

‘Námsfrøðingar mangla’ er ein setningur og útsøgn, sum er blivin søgd ofta, og enn oftari er at hoyra í miðlinum. Tí tað er eingin ivi um, at tá fólk við námsfrøðiligum útbúgvingum mangla, so merkist tað. Samfelagið riggar illa uttan. Eftirspurningurin eftir námsfrøðingum er eisini vaksandi, tí námsfrøðingar eru farnir inn á enn fleiri øki, enn tey vóru frammanundan.

Kalpana Vijayavarathan-R er dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tann deildin hevur júst ment eina nýggja diplomútbúgving, sum ger, at tað gerst møguligt hjá fleiri, sum arbeiða á økinum og ikki hava útbúgving, at ogna sær fakliga, námsfrøðiliga vitan.

– Hetta er ein útbúgving, sum vit hava ment í tøttum samstarvi við bæði fakfólk, námsfrøðingar og okkara egnu undirvísarar. Hon byggir á ein veruligan tørv í samfelagnum, og vit hava gjørt okkum ómak við at hugsa hana gjøgnum frá grundini av, sigur Kalpana.

Undirvísingin verður skipað soleiðis, at undirvíst verður ein dag um vikuna. Aðru hvørja viku møtast tey lesandi á Setrinum til undirvísing, og aðru hvørja viku verður undirvísingin skipað sum fjarlestur. Hetta er ein føroysk tilgongd, har vit hava tikið hædd fyri, hvussu føroyska arbeiðslívið og familjulívið er sett saman. Tað er ikki ein loysn, sum vit hava kopierað úr Danmark – tað er okkara egna skipan, sigur Kalpana.

Upptøkutreytirnar eru eisini lagaðar til veruleikan hjá málbólkinum. Um tú ikki hevur miðnámsskúlaútbúgving, skalt tú hava minst fimm ára arbeiðsroyndir innan eitt viðkomandi øki. Um tú hevur miðnám, skalt tú hava minst tvey ára viðkomandi arbeiðsroyndir.

Diplomútbúgvingin er eisini partur av eini strategi hjá Fróðskaparsetrinum at menna fleksiblar hægri útbúgvingarleiðir, sum taka støði í føroyska samfelagnum og nýggjum undirvísingarhættum. Talan er um eina stigvíst uppbygda útbúgving, sum eisini gevur atgongd til triðja og fjórða árið á bachelorútbúgvingini í námsfrøði.

– Útbúgvingin er fleksibul, tí hon er ætlað teimum, sum ikki eru farin beinleiðis á universitet, men sum arbeiða á økinum og hava nógvar praktiskar royndir. Tey skulu eisini hava møguleika at menna seg fakliga og ogna sær meira vitan, sigur Kalpana.

Setrið hevur gjørt sín part í at skapa útbúgvingina, og hevur eitt tilboð sum er væl móttikið av áhugapørtum, men enn er ikki greitt um útbúgvingin verður veruleiki, tí fíggingin skal fáast upp á pláss, og avmarkingar beinast burtur í seturslóg og kunngerðum. Barna- og Útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við hesum, og vit vóna at kunna bjóða útbúgvingina út longu komandi vár, við umsóknarfreist áðrenn árskiftið.

Støðið verður ikki lækkað

Kalpana vísir á, at hóast útbúgvingin er fleksibul og lagað til vaksin fólk, sum arbeiða sum hjálparfólk á dagstovnaog serøkinum, verður hildið fast í einum fakliga høgum støði. Hon leggur afturat, at hetta er fyrstu ferð, at Setrið hevur ment eina útbúgving eftir einum nýggjum innanhýsis góðskuleisti við so nógvari luttøku og áhuga uttanífrá. Kalpana gleðist um, at starvsfólkini á Námsvísindadeildini hava verið so røsk til at fyrireika útbúgvingartilboðið.

– Vit lækka ikki krøvini – men vit hava lagað útbúgvingina til soleiðis, at fólk kunnu fáa arbeiðið og familjulívið at hanga saman. Tað krevur nógv av okkum sum útbúgvingarstovnur. Undirvísarar skulu t.d. ogna sær størri kunnleika í at undirvísa talgilt, og tað er ikki bara bara, tí tað er ein øðrvísi undirvísingarháttur.

Kalpana nevnir, at arbeiðið við útbúgvingini hevur verið gjøgnum eina røð av arbeiðsbólkum og fakligum metingum, eisini uttanlands. Talan er um eitt dygdargott tilboð – men tað krevur eisini, at politiska skipanin sær týdningin av at lyfta fakkunnleikan innan námsfrøðiliga økið.

Námsfrøðin hevur uppiborið stóra virðing Kalpana Vijayavarathan-R vísir á, at námsfrøðiliga økið í Føroyum ikki fær ta virðing, tað eigur at hava. Hon nevnir,

at retorikkurin í almenna rúminum ofta er niðrandi – og at hetta eisini ávirkar trivnaðin hjá teimum, sum undirvísa og arbeiða innan fakøkið. Og hetta vil hon sum dekanur á Námsvísindadeildini átala.

– Tað tekur hart uppá starvsfólkini og tey lesandi, tá man aftur og aftur hoyrir, hvussu lítið samfelagið metir hetta økið. Tey, sum lesa, eru tey, sum fara at menna og menta børnini sum eru framtíðin í okkara samfelagið. Hesi skulu eisini tryggja, at tey børnini, sum hava brúk fyri onkrum eyka, fáa tað, soleiðis at tey kunnu mennast so væl sum gjørligt, og ikki minst trívast. Harafturat eru námsfrøðingar eisini tey, sum eru um fólki við serligum tørvi. Tey eru á eldraøkinum um okkara eldru borgarar.

Tey eru í skúlunum, har tey við síni sterku fakligu vitan seta inn, soleiðis at okkara børn trívast og harvið hava betri fortreytir fyri at læra. Tey arbeiða við grundleggjandi lívsviðurskiftum, sum ger at alt samfelagið hongur saman. Tað er okkara felags ábyrgd at síggja tað, vísir Kalpana á.

Fleiri ætlanir á námsfrøðiliga økinum

Umframt diplomútbúgvingina, arbeiðir Setrið við at menna eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar. Í løtuni bjóða tey m.a. stakgreinar á masterstigi, sum bæði lærarar og námsfrøðingar kunnu taka – m.a. innan tvørmentanarligt arbeiði, menning hjá børnum við aðrari bakgrund og aðrar viðkomandi staklærugreinar.

Hon leggur afturat, at tey eisini ætla at bjóða út fleiri eftirútbúgvingarskeið í komandi árum, ið eru beinleiðis ætlað útbúnum námsfrøðingum, tí tørvurin er stórur. Masterútbúgving er eisini ávegis – men er ikki komin so langt sum diplomútbúgvingin.

Diplomútbúgvingin kann sostatt gerast eitt nýtt stig í føroysku útbúgvingarskipanini – eitt stig, sum tekur hædd fyri veruleikanum hjá vaksnum, sum ikki hava tíð at fara undir fulltíðarlestur – og ikki minst ein útbúgving, sum viðurkennir týdningin av at lyfta fakliga støðið hjá teimum, sum dagliga mynda okkara vælferðarsamfelag.

Námsfrøði lesandi í Føroyum

Tørvurin á námsfrøðingum og fakligum hjálparfólki er vaksandi, og tískil hevur tað stóran týdning, at møguleikar eru at útbúgva seg í námsfrøði her heima. Nú á døgum ber til at útbúgva seg á námsfrøðiliga økinum á fleiri ymsar hættir – bæði á hægri útbúgvingarstigi og á einum meira praktiskum grundstøði.

Bachelor sum námsfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya Høvuðsútbúgvingin í námsfrøði í Føroyum er bachelorútbúgvingin sum námsfrøðingur, sum verður boðin út á Fróðskaparsetri Føroya. Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva námsfrøðingar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði.

Lesandi læra at arbeiða við námsfrøðiligum spurningum, hugtøkum, granskingarhættum, uppalingarsøgu og samfelagsviðurskiftum, sum stuðla undir arbeiðið við børnum, ungum og vaksnum. Hetta er bæði við atliti at einstaklingum, stovnum og samfelagnum. Útbúgvingin er fjølbroytt og gevur lesandi djúpt innlit í, hvussu menniskju menna seg og samskifta – bæði í persónligum, sosialum og samfelagsligum høpi.

Útbúgvingin er sett saman av ástøði og starvsvenjing, og hon gevur innlit í ástøði og arbeiðshættir úr eitt nú námsfrøði, sálarfrøði, samfelagsfrøði og heimspeki, har mann eisini lærir at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjum. Námsfrøðingar kunnu arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á mongum økjum á serøkinum.

Stakgreinalestur á masterstigi

Tey, ið longu hava eina bachelorútbúgving – í námsfrøði ella á líknandi øki – kunnu eisini søkja inn á stakgreinar í masterútbúgving í námsfrøði, tá ið hon verður sett á stovn. Hetta gevur møguleika at førleikamenna seg á hægri stig og ogna sær serkunnleika á ávísum økjum, eitt nú barnaog ungdómsnámsfrøði, leiðslu, tvørmentanararbeiði ella námsfrøðiliga vegleiðing. Stakgreinar kunnu eisini brúkast sum liður í starvsmenning. Enn er eingin masterútbúgving í námsfrøði, men arbeitt verður við hesum. Námsfrøðihjálparaútbúgvingin

á Heilsuskúlanum

Ein onnur týdningarmikil útbúgving í námsfrøði er útbúgvingin til námsfrøðihjálpara, sum verður boðin út á Heilsuskúla Føroya. Hetta er ein tvey ára yrkisútbúgving, sum er ætlað teimum, ið vilja arbeiða beinleiðis við børnum og ungum – bæði í dagstovnum, skúlum og serligum bústovnum.

Útbúgvingin er sett saman av ástøði og starvsvenjing, og dentur verður lagdur á evni sum menning, uppaling, samskifti, siðfrøði og námsfrøðiligar arbeiðshættir. Námsfrøðihjálparar hava ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum við børnum og ungum og teljast millum tey starvsfólk, ið eru tey fyrstu, sum børnini møta á stovninum. Tí er eisini stórur tørvur á fakligari førleikamenning á hesum øki.

Á borðinum: Diplom útbúgving í námsfrøði á Fróðskaparsetrið Føroya Fróðskaparsetrið hevur eisini arbeitt við at seta eina diplom-útbúgving í námsfrøði á stovn. Hetta verður ein útbúgving, sum gevur møguleika fyri fakligari menning hjá teimum, ið longu arbeiða á námsfrøðiliga økinum – eitt nú hjálparfólki, ið vilja styrkja sín førleika. Við hesi útbúgvingini ber til at byggja víðari á verandi royndir og fáa eina útbúgving innan fyri námsfrøði. Ikki greitt, nær diplom-útbúgvingin verður veruleiki. Hetta er tó ein útbúgving, sum liggur á borðinum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Nú verður bíðað eftir, um fígging fæst til hana.

Námsfrøði er eitt øki, sum ikki bara snýr seg um ansing, men um at skapa góðar karmar fyri menning og trivnaði – og tað er týdningarmikið, at lestrarleiðir eru fyri øll. Við teimum útbúgvingunum, sum verða bjóðaðar í Føroyum í dag – og teimum, sum er á veg - ber bæði til at byrja og at byggja víðari – og sostatt verða við til at lyfta námsfrøðiliga fakøkið í Føroyum upp á hægri stig.

Summarheilsan frá Sannu

Góðu tit, nýklaktu námsfrøðingar Fyrst vil eg ynskja tykkum hjartaliga til lukku við útbúgvingini!

Ein fýra ára long rannsóknarferð er komin at enda, og tit standa við eitt vegamót. Kanska sorgblítt, nú tit skulu siga farvæl við floksfelagar og ganga aðrar leiðir, men so sanniliga eisini spennandi, tí nú byrjar ein onnur ferð.

Tit skulu nú út at royna tykkum sum rættiligir námsfrøðingar; tit skulu út at koyra hendurnar niður í deiggið, sum man sigur, og geva tykkara íkast til námsfrøðiliga økið.

Góðu tit. Tað er mær sonn ein fragd, at vit nú fáa fleiri nýútbúnar námsfrøðingar inn á okkara arbeiðsøki – okkum tørvar tykkum øll, hvønn sum ein. Ja, eg vildi ynskt, at tit vóru enn fleiri, tí veruleikin er tann, at tað er sera stórur eftirspurningur á júst tykkara fakkunnleika á øllum økjum í dag, tað verið seg á dagstovnum, frítíðarskúlum, skúlum, ungdómstilboðum, bústovnum og serstovnum, ja enn tá innan eldraøkið, eru tit eftirspurd. Tølini siga, at vit mangla meira enn 500 námsfrøðingar, skulu vit røkka lógarásettum krøvunum við 2/3 námsfrøðingar. So tað er eingin loyna, at tað fer at taka rúma tíð innan vit megna at nøkta hendan tørvin.

Rákið seinastu árini, við metlágum arbeiðsloysi,hevur eisini lagt stórt trýst á øll umsorganarøkini, og vit hava veruliga sæð týdningin av at hava útbúgvið fakfólk, sum kann leggja arbeiðið tilrættis út frá einum fakliga grundaðum sjónarmiði. Tað er ikki nokk at hava starvsfólk, sum duga arbeiðið. Øll starvsfólk eru ein neyðug fortreyt fyri at fáa arbeiðið at ganga væl, men skulu vit hava námsfrøðiligar dygd, so má námsfrøðiligi fakkunnleikin sjálvandi vera umboðaður. Og sum samfelag hava vit eina skyldu at tryggja, at tey tilboð vit veita okkara borgarum, lúka lógarásettum krøvum s.s. dagstovnalóg, barna- og mannarættindasáttmála, breksáttmála, lógina um inklusjón og so framvegis.

Góðu tit, nýklaktu námsfrøðingar Fyrst vil eg ynskja tykkum hjartaliga til lukku við útbúgvingini! Ein fýra ára long rannsóknarferð er komin

at enda, og tit standa við eitt vegamót. Kanska sorgblítt, nú tit skulu siga farvæl við floksfelagar og ganga aðrar leiðir, men so sanniliga eisini spennandi, tí nú byrjar ein onnur ferð.

Tit skulu nú út at royna tykkum sum rættiligir námsfrøðingar; tit skulu út at koyra hendurnar niður í deiggið, sum man sigur, og geva tykkara íkast til námsfrøðiliga økið.

Góðu tit. Tað er mær sonn ein fragd, at vit nú fáa fleiri nýútbúnar námsfrøðingar inn á okkara arbeiðsøki – okkum tørvar tykkum øll, hvønn sum ein. Ja, eg vildi ynskt, at tit vóru enn fleiri, tí veruleikin er tann, at tað er sera stórur eftirspurningur á júst tykkara fakkunnleika á øllum økjum í dag, tað verið seg á dagstovnum, frítíðarskúlum, skúlum, ungdómstilboðum, bústovnum og serstovnum, ja enn tá innan eldraøkið, eru tit eftirspurd. Tølini siga, at vit mangla meira enn 500 námsfrøðingar, skulu vit røkka lógarásettum krøvunum við 2/3 námsfrøðingar. So tað er eingin loyna, at tað fer at taka rúma tíð innan vit megna at nøkta hendan tørvin.

Rákið seinastu árini, við metlágum arbeiðsloysi, hevur eisini lagt stórt trýst á øll umsorganarøkini, og vit hava veruliga sæð týdningin av at hava útbúgvið fakfólk, sum kann leggja arbeiðið tilrættis út frá einum fakliga grundaðum sjónarmiði. Tað er ikki nokk at hava starvsfólk, sum duga arbeiðið. Øll starvsfólk eru ein neyðug fortreyt fyri at fáa arbeiðið at ganga væl, men skulu vit hava námsfrøðiligar dygd, so má námsfrøðiligi fakkunnleikin sjálvandi vera umboðaður. Og sum samfelag hava vit eina skyldu at tryggja, at tey tilboð vit veita okkara borgarum, lúka lógarásettum krøvum s.s. dagstovnalóg, barna- og mannarættindasáttmála, breksáttmála, lógina um inklusjón og so framvegis.

Námsfrøðiligt arbeiði krevur hollan fakkunnleika. Ikki bara á tí ástøðiliga planinum, men eisini á tí fakpersónliga planinum. Tað krevur t.d. evni til at umhugsa og eftirmeta, seta í verk og og ikki minst at seta eina skilagóða og meiningsfulla kós frameftir fyri barnið, borgaran ella felagsskapin. Í tí professionella arbeiðinum er tað ikki okkara egnu persónligu virðir ella áskoðanir, sum kunnu leggjast fyri dagin og seta støðið fyri arbeiðinum vit gera.

Hetta setur alt høg krøv til tykkara, sum nýggir námsfrøðingar – tí ikki bara skulu tit kenna tykkum sjálvi og duga at skyna á, hvar tykkara persónligu mørk ganga,

men tit skulu eisini duga at seta alt tað privata og persónliga til síðis, og samstundis verða amboðið millum barnið ella borgaran, og so uppgávuna. Hetta er eitt satt kynstur, sum eingin kann lesa seg til, men sum tit nú ígjøgnum royndir, sum tit fara at gera tykkum, fara at knýta saman við tí ástøðiligu vitanini, tit hava ognað tykkum her á Setrinum, og soleiðis byggja tykkara professionellu førleikar sterkari við tíðini. Námsfrøðin er meistaralæra, nakað, sum hendir millum teg, og tann tú ert um í námsfrøðiliga yrkinum.

Sum professionellur námsfrøðingur skalt tú altíð taka støði í tí menniskja, tú ert um, útfrá ástøðiligari vitan og við eini etiskari og demokratiskari hugsan sum grundarlag.

Hetta kann vera ein trupul og avbjóðandi uppgáva, serliga um vit hugsa um, hvussu skjótt alt broytist í dagsins samfelag. Tað, sum er rætt í dag, seta vit kanska spurning við í morgin. Hesin tankin kann vera ræðandi, men eg hugsi eisini, at soleiðis hevur verðin altíð verið, meir ella minni. Kanska tað gongur skjótari í dag, men vit eru sanniliga dugnalig til umhugsa og endurhugsa tað vit gera. Serliga innan námsfrøðina.

Í bókini Lurtandi pedagogikk sigur Ann Åberg hesi sera djúphugsnu og tó so einføldu orð:

“Onkur veit kanska hvat eitt barn er, men eingin veit hvat tað kann verða til.

Onkur veit kanska hvat ein barnagarður er, men eingin veit hvat hann kann verða til.

Onkur veit kanska hvat heimurin er, men eingin veit hvat hann kann verða til.”

Eg havi endurtikið hesi orð í mínum røðum fleiri ferðir, tí tey siga mær so ómetaliga nógv, og lýsa so væl tað, sum eg meini námsfrøðin er og kann allarbest – nemliga at tillaga seg, umfevna og rúma, ella endurskapa alt, sum er og fer fram í einum samfelag og ímillum menniskju, og sum rørir seg har, sum menniskju koma saman. Fyri meg birta orðini vón um, at alt er broytiligt og kann umskapast, um bert vit vilja ella hava dirvi til at royna. Vit mugu ongantíð steðga við at trúgva uppá, at vit kunnu broyta til tað betra, um bert vit tora at taka stigið, og flyta okkum út á ókendar og óroyndar leiðir. Tí sum Ann Åberg eisini sigur, so er alt broytiligt, eisini hvussu eg hugsi.

Námsfrøðiligt arbeiði er jú ikki ein statiskt eind; menniskju og samfelag eru broytilig, og vit kenna í veruleikanum ikki tað samfelag, vit uppala, menna og menta okkara børn til. Vit kenna ikki framtíðina, men vit vita, at tann grundleggjandi tørvurin á umsorgan og nærveru hjá menniskjum broytist ikki – um vit so liva í 200 ár. Menniskjan er ein sosial vera, og góð og sunn menning er treyta av tryggum og góðum relatiónum og kørmum at vaksa upp og virka í.

Alt byrjar eitt stað, og í dag er vøggustovan fyrsti samfelagsligi pallurin, har barnið fær ein virknan leiklut. Dagstovnurin er í dag “barndommens gade” – tað er her øll grundleggjandi menning og læring í samfelagsligum høpi byrjar, og tí er júst tykkara fakkunnleiki so týdningarmikil. Tað er her dannilsisferðin byrjar. Vit vita, at tey fyrstu barnaárini hava alstóran týdning; jú betur vit koma frá byrjan sum menniskju, soleiðis sum vit verða stuðla í okkara menning, tað verið seg tí kroppsligu, sálarligu og kognitivu menningini, jú betri fortreytir hava vit fyri at koma væl ígjøgnum barndóm, ungdómslív og út í lívið sum ábyrgdarfull og vælvirkandi vaksin. Tit eru ambassadørar fyri barnið, tit eru røddin fyri tann, ið onga rødd hevur. Og tykkara samfelagsliga skylda er at siga frá, tá tilboð ella tænastur ikki fremja trivnað fyri tann, sum er tengdur at hesum.

Tað liggur stór ábyrgd í tykkara nýggja starvi, og vit vita, at fyribyrging er lyklaorðið – soleiðis sum vit raðfesta og gera íløgur í barnalívið, so vilja vit eisini heysta seinni. At vera námsfrøðingur er ikki bara eitt starv; tað er nærum ein lívsstílur. Tað er ikki nokk at hava ástøðiliga vitan, tí títt nærmasta og besta amboð er tú sjálvur; tín vitan, tín førleiki, men so sanniliga eisini tín persónsmenska – tíni virðir, tín hugburður, títt rúmsemi og tolsemi, tíni evni at vera nærverandi og empatisk, og títt dirvi og áræði til at vilja og megna ábyrgdina, tað inniber, at hava lívið hjá øðrum í tínum hondum.

Ein av mínum góðu lærarum á læraraskúlanum á sinnið, Rógvi Thomsen sáli, plagdi at siga, at námsfrøðingar eru kittið í samfelagnum. Tey, sum fáa alt at hanga saman. Tey, sum knýta stovnar og geirar saman, tí tit virka á øllum pallum. Tit skulu syrgja fyri, at barnið kemur væl frá vøggustovu í barnagarð, víðari í skúla og frítíðarskúla, í klubb og ungdómshús. Og tit eru eisini har, um onkur hevur tørv á onkrum meira enn tí vanliga – í skúlum, serstovnum, á verkstøðum og bústovnum, innan psykiatriina, ella tit traðka til, tá borgarin hevur tørv á stuðli í sínum aldursdómi. Harafturat hava tit tætt samband og samstarv við foreldur og familju. Námsfrøðin er víðfevnd og breið, hon kann røkka menniskju í øllum aldri og í nærum øllum tørvi, tá tað ræður um lívsgóðsku og trivnað. Tykkara námsfrøðiligi førleiki er so fjøltáttaður, og tað ger tykkara uppgávu og ábyrgd ta størri. Ein eyðmjúk og stórfingin uppgáva, sum hevur stóran týdning fyri, hvussu væl eitt samfelag kann virka. Eitt samfelag uttan námsfrøði og námsfrøðingar er eftir mínum tykki eitt fátækt samfelag.

Tí er mín afturvendandi niðurstøða, at tit hava verðsins týdningarmiklasta starv – tí í tykkara hondum liggur ábyrgd at syrgja fyri, at børn fáa bestu møguleikar fyri at mennast sum vælvirkandi framtíðar samfelagsborgarar. Ein tann fornemmasta uppgávan ið finst, spyrja tit meg.

Danski teologurin og heimspekingurin K.E. Løgstrup segði so vakurt, at “tann einstaki hevur ongantíð nakað við eitt annað menniskja at gera, uttan at halda nakað av hansara lívið í sínum hondum”. Hetta lýsir námsfrøðina á tann einfaldasta og vakrasta háttin. So týdningarmikið er tykkara komandi starv.

Góðu tit – nýggju námsfrøðingar.

Fyri 4 árum síðan sótu tit her fyri fyrstu ferð, allarhelst sera spent øll somul og kanska eitt sindur fjálturstungin, tí tit skuldu byrja tykkara lestarferð á námsvísindadeildini. Tá vistu tit kanska hvat ein námsfrøðingur var, men tit vistu kanska ikki, hvat hann kundi verða til.

Eftir 4 ár, har tit við ídni og áhuga hava ognað tykkum vitan og lærdóm, sum skal føra tykkum út í arbeiðslívið, standa tit nú ferðabúgvin og skulu í gongd við tykkara serstøku meistaralæru. Eg vil ynskja tykkum blíðan byr –og geva tykkum orðini hjá danska heimspekinginum Søren Kirkegaard við á ferðina:

“At vága er at missa fótafesti eina løtu. Ikki at vága er at missa sjálvan seg”.

Tað koma at vera løtur í tykkara yrkislívi, har tit skulu taka truplar avgerðir. Minnist til, at einki kemur av sær sjálvum. Alt, sum tit fara at náa í lívinum, er úrslit av eini avgerð ella eini handlig tit taka og gera. Vitan og vísdómur er ikki tað sama; tann vitanin, tit hava í dag, fer í yrki tykkara at broytast og umsetast til vísdóm. Verið ikki gírig við tykkara vitan og vísdómi. Deilið og lærið frá tykkum, so vitanin kann verða fleiri menniskjum at gagni. Havið í huga, at tit ikki bara skapa góðar løtur her og nú – tit byggja land, hvønn dag, í tykkara komandi yrki.

Hjartaliga til lukku við útbúgvingini, blíðan byr á leiðini. Vit síggjast.

Barnaverkætlanin:

Føroyar skulu verða besta staðið í heiminum hjá øllum børnum

Vanliga fáa børn við diagnosu hjálp – men ofta seint. Tey, sum onga diagnosu hava, men ikki trívast, fáa ofta onga hjálp. Tí mugu vit flyta okkum frá diagnosugrundaðari til tørvsgrundaða hjálp, so øll børn fáa skjótan og góðan stuðul. Samstundis skulu skipanirnar samstarva betur og kenna sítt ábyrgdarbýti.

Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri í barnaverkætlanini, vísir á, at hetta fer at minka um talið á børnum, sum versna heilsu- og trivnaðarliga, meðan tey bíða eftir hjálp.

Hvussu ofta hevur tú ikki hoyrt um børn, sum ikki fáa røttu hjálpina? Um foreldur at børnum við serligum tørvi, sum ikki vita, hvar ella hvønn tey skulu venda sær til fyri at fáa

hjálp? Ella hoyrt um fleirmælt børn, sum koma illa fyri, tí tey ikki fáa nóg góða undirvísing í føroyskum? Ella bara hoyrt um børn, sum mistrívast sum heild?

Kanska hevur tú upplivað tað á egnan kropp; at títt barn ikki trívist ella fær røttu hjálpina. Ella tú kennir onkran, sum er í støðuni.

Um ikki, hevur tú helst hoyrt um tað í miðlunum. Seinastu árini hevur ein ørgrynna av foreldrum staðið fram og kært sína neyð, tí tey vita ikki, hvat meira tey skulu gera, fyri at barn teirra skal trívast og/ella fær røttu hjálpina. Og hetta er ikki uttan orsøk, tí talið av næmingum, sum av ymsum orsøkum verða víst til serskipanir, umframt næmingar, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing, er alsamt vaksandi.

Men hví er tað so? Er tað veruliga so torført at geva børnunum tað, tey hava tørv á? Ja, er stutta svarið –í summum førum er tað tað.

Men hetta skal broytast. Tað er í øllum førum høvuðsendamálið í barnaverkætlanini, sum er eitt breitt skipað samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið. Umframt hetta er eisini ein politiskur fylgibólkur úr Løgtinginum við í at skipa tilgongdina.

Føroyar skulu verða besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum “Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar, sum tey mennast og mentast í, til tess at tey blíva heil menniskju, sum kunnu virka í einum rúmligum demokratiskum samfelagi, har øll trívast.”

Hetta sendur m.a. í semjuskjalinum um barnaverkætlanina. Víðari stendur eisini, at:

“Børn- og ung, sum hava tørv á hjálp og stuðli fyri at hava viðburð, skulu fáa tær neyðugu veitingarnar og tænasturnar so tíðliga og munadygt sum møguligt. Ein skilagóð fyriskipan skal tryggja sameining og samskipan av fjølbroyttum tænastum, sum ymsir geirar og stovnar veita, soleiðis at hesir samvirka til tess at veita eina so góða tænastu sum møguligt.”

Semjuskalið er tilverugrundarlagið undir barnaverkætlanini. Her verður m.a. staðfest, at økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum.

Høvuðsendamálið er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum ymiskar skipanir, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Fyri at røkka hesum málum er gjørt av at skipa arbeiðið í eina verkætlan.

- Vit hoyra um økt trýst á skipanir, vantandi starvsfólk við servitan, bíðilistar, sum gerast alsamt longri, og at bíðitíðin eftir neyðugu tænastunum í fleiri førum hevur viðført óbøtandi skaða fyri bæði børn og familjur teirra. Hetta hevur ofta við sær, at børn og familjur antin detta niður millum skipanir, ella at samskipanin av verandi skipanum endar við at liggja á foreldrunum, sum frammanundan eru trýst av støðuni. Somuleiðis hoyra vit um stóra útskifting í starvsfólkahópinum, serliga á dagstovnaøkinum, trot á útbúnari arbeiðsmegi, og at arbeiðstíðin ikki røkkur til allar tær nógvu og ofta samansettu uppgávurnar, sum starvsfólk skulu lyfta, sigur Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri.

Tær fimm pilotverkætlanirnar

Sum liður í barnaverkætlanini verða sonevndar pilotverkætlanir settar í verk fyri at menna og royna nýggj sløg av tænastum og tilgongdum á barna- og ungdómsøkinum. Endamálið við hesum er at skapa og finna loysnir, sum kunnu verða víðkaðar og skipaðar í størri høpi, um tær vísa seg at rigga.

Dentur verður lagdur á at allýsa greitt ábyrgdarbýti – og samstarv – millum serfrøðingar, fólk við royndum, borgarar og politikkarar. Avbjóðingarnar, ið pilotarnir hyggja at, eru ofta fløktar og krevja, at samstarvað verður tvørtur um faklig og fyrisitingarlig mørk. Tí er tað avgerandi, at skipanin byggir á eina felags fatan millum allar partar.

Heilt stutt um tær fimm pilotverkætlanir:

• Pilotur 1: Familjutænastan

Eitt nýtt familjuviðgerðartilboð er ment og roynt, sum hevur bæði eitt fysiskt viðgerðarstað og eitt toymi, sum arbeiðir í heimunum hjá familjum. Endamálið er at veita tíðliga og fyribyrgjandi hjálp við høgari fakligari dygd fyri at betra um barnalívið og minka um tørvin á umsorganaryvirtøku.

• Pilotur 2: Endurskoðan av Tí góðu tilgongdini (TGT)

Ein nýggj, meira javnbjóðis samskipan av hjálpartilboðum er ment, sum tryggjar, at øll børn við tørvi fáa hjálp – uttan at ein ávís diagnosa krevst. Í 2024 byrjaði eitt samskiftið millum barnaverkætlanina og Vágs Kommunu um at gera íverksetararoyndir út frá myndlinum, við serligum atliti at at royna samskiparaleiklutirnar. Í mars 2025 var Sunrid Olsen sett sum netsamskipari í Vágs Kommunu.

• Pilotur 3: Felags hjálparlinja

Arbeitt verður við at styrkja 116 111 – Tú og Eg Ráðgevingina – og skapa eina felags hjálparlinju við einum heimasíðuportali og netverki av ráðgevingartilboðum, sum hevur opið alt samdøgrið. Endamálið er, at børn og ung lætt og trygt finna hjálp, tá tey hava brúk fyri tí.

• Pilotur 4: Fleirmælt og fleirmentað børn

Verkætlanin skal tryggja, at útlendsk børn og teirra familjur fáa eina vælskipaða móttøku, málmenning og inkludering. Mælt verður til skipað samstarv millum stovnar, kommunur og Útlendingastovuna.

• Pilotur 5: Lággáttartilboð og miðdeplar Arbeitt verður við at skapa yvirlit og menna eitt samskipað lággáttartilboð kring landið – við miðdeplum, har børn og familjur fáa skjótari, lættari og tættari hjálp. Hetta skal tryggja betri fyribyrging og samstarv millum stovnar, kommunur og NGO.

Børnini koma til orðanna

Hvat er eitt gott barnalív? Ein spurningur, sum fólk eru ójøvn á máli um. Eisini tey, sum tað snýr seg um: børnini. Og júst tey høvdu stóran týdning, tá tað snúði seg um at savna vitan til ta fyrstu føroysku barnalógina, sum er á veg.

- Vit í barnaverkætlanini hava valt at taka øll børn í Føroyum við – tey, við serligum tørvi, tey í dagstovnaaldri, skúlaaldri, miðnámsskúlaaldri, tilflytarar; ja, øll børn, greiðir Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum frá.

Frá januar til mai 2025 hava fleiri barnaráðstevnur, fokusbólkar og verkstovur verið, har børnini og tey ungu sjálvi hava fingið høvi at siga sína meining um, hvat eitt gott barna- og ungdómslív er. Umframt fokus-bólkar fyri børn, ið hava serligar avbjóðingar. Úr øllum tilfarinum, sum er komið burturúr, er skrivað ein barnarapport.

- Alt hetta gevur eina heildarmynd av støðuni, sum hon er nú. Tørvur er á nýskipan av barna- og ungdómsøkinum í Føroyum. Bæði tá ið talan er um at skapa karmar fyri menning, trivnaði og heilsu (fremjandi), tá ið talan er um at fyribyrgja, at mistrivnaður økist ella at menningin gongur galið, og tá er talan um tænastur, sum skulu veita viðgerð og stuðul, vísir Steinbjørn Hardlei á.

Barnverkætlanin hevur gjøgnumført fleiri leiðsluførleika menningsverkstovur, sum krevja hollar og aðrar leiðsluførleikar at leiða innan netverk millum samstarvsstovnar. Hetta er gjørt soleiðis, at tey, sum skulu leiða “børn og ung økið” skulu duga at samskipa tilboðið og tænastur munandi betri enn í dag.

Harafturat hevur júst barnarapportin saman við álitum, greiningum og tilmælum verið ein partur av lógars miðinum til at gera fyrstu føroysku barnalógina.

- Barnalógin er ein týðandi partur at gera umstøðurnar og lívið hjá børnum í Føroyum betri. Tó skal tað ikki bert ein barnalóg til fyri at útinna hetta. Neyðugt er at at seta inn á fleiri ymsum sporum, t.d. samstørv tvørtur um geirar og fakøki, førleikamenning av fakfólki og leiðslum, hjálpa foreldrum at navigera í einari ofta kompleksari skipan, bøta munandi um lággáttartilboð, soleiðis barnið fær røttu hjálpina tíðliga. Síðani er tað umráðandi, at vit flyta okkum frá bert diagnosugrundaðari hjálp til eina meira tørvsgrundaða hjálp, soleiðis at øll børn í Føroyum fáa skjóta og góða hjálp. Hetta fer at minka munandi um talið á børnum, ið versna trivnaðarliga og heilsuliga, tí tey bíða ov leingi eftir at fáa ta hjálp, sum teimum tørvar, vísir Steinbjørn Hardlei á.

Í øðrum londum hava líknandi barnalógir longu víst seg at gera stóran mun. Føroyska barnalógin fær íblástur frá royndum í millum annað Íslandi, Skotlandi og Danmark.

- Føroyska barnalógin skal tryggja, at øll børn í Føroyum hava góðar og tryggar uppvakstrarmøguleikar. Lógin fer at byggja á Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum staðfestir, at øll børn hava rætt til vernd, umsorgan og at verða hoyrd í avgerðum, sum ávirka teirra lív, og á Brekrættindasáttmálan, sum snýr seg um at tryggja rættindi og javnstøðu fyri fólk við breki, og at stuðla teirra fullu luttøku í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, vísir verkætlanarbólkurin á.

Sostatt raka tilmælini og loysnirnar beinleiðis inn í tann føroyska samanhangin – og júst tað er ein fyrimunir og treyt fyri góðum og haldførum loysnum. Eftir ætlan skal barnalógin leggjast fyri Løgtingið í februar 2026.

Útsagnir í Barnarapportini frá børnum í dagstovnaaldri

• “At vera góður við hvønn annan. At hjálpa hvørjum øðrum. Um onkur arga, skal man siga stop. At tosa pent.”

• At mann kann spæla við vinir sínar, og at mann kann tekna. At vit kunnu spæla við lego. At vit kunnu putta okkum í pútunum.”

• “Tað er gott, tá ið hini vilja spæla við meg. Tá ið vit spæla við bilar og við lego. Eisini tá ið vit spæla spøl.”

• “Tá ið man spælir við vinir. At spæla við dukkur. At tekna. At spæla við bilar.”

• “At vit kunnu spæla við hvønn annan. At mann kann slappa av. At tey vaksnu hjálpa at byggja holur.”

• “Tá ið vit gera fimleik. Og tá ið vit lesa bøkur. Tað er eisini hugnaligt, tá ið vit eta frukt saman.”

• “At mann hevur nakran at spæla við. At vit byggja við klossum. At vit syngja sangir.”

• “Mær dámar, tá ið vit eru úti á spæliplássinum. Og tá ið vit mála. Og tá ið vit sleppa at spæla sjálvi.”

Við námsfrøði skapa vit eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast

Føroya Pedagogfelag luttók á altjóða kongressini hjá AIEJI í Keypmannahavn 19.–22. mai. Luttøka á slíkari altjóða ráðstevnu ger, at vit fáa íblástur og nýggja vitan heim, sum vit kunnu brúka beinleiðis í arbeiðinum her heima. 600 fólk úr 32 ymsum londum luttóku.

AIEJI er ein altjóða felagsskapur fyri fólk, ið arbeiða á sosialpedagogiska økinum. Fyrilestrarnir snúðu seg um relatiónir, resiliens og týdningin av at ansa eftir sálarheilsuni hjá umsorganarfólki.

Susan Hart greiddi frá um tryggar relatiónir, Mark Fredo um at hjálpa fólki at finna sína egnu styrki, og Per Isdal um sálarliga ábyrgd. Eisini greiddu Marie Louise Stochholm og Janne Østergaard Hagelquist frá relatiónsførleika og mentalisering.

Andrew McDonnell, sum hevur ment “low arousal”-ástøðið, vísti á, hvussu týdningarmikið tað er at laga krøv og reglur til fólk, sum hava traumu ella eru undir stórari strongd. Við empati og relatiónsførleika kunnu vit fyribyrgja harðskapi og tvingsli og skapa rúm fyri menniskju –eisini tá ið tey hava tað trupult. Hetta er ikki bert ein faklig ábyrgd, men eisini ein etisk skylda – at síggja og møta menniskjum, har tey eru, og geva teimum virðiligar karmar at liva og mennast í.

Sosialpedaogikkur tvørtur um landamørk – hví tað? Við at hittast tvørtur um landamørk kunnu vit deila vitan, íblástur og hugburð. Kjarnuuppgávan hjá sosialpedagogum er at stimbra menniskju, so tey finna styrkina í sær sjálvum. Grundhugsanin er tann sama allastaðni: Øll hava rætt til eitt virðiligt lív og møguleika at mennast. Á kongressini fingu vit staðfest, at hóast samfeløgini eru ymisk, so eru menniskjansligu tørvirnir teir somu: At hoyra til, at blíva møtt og at hava møguleika at blóma.

Yvirskriftin á kongressini, “Social educators change lives”, var reyði tráðurin í øllum framløgunum: Tryggleiki, relatiónir, mentalisering og umsorgan – eisini fyri okkum sjálvi. Um vit ikki trívast, orka vit ikki at vera tey, ið hjálpa øðrum.

Norðurlendskur sosialpedagogikkur og støðan í Føroyum Vit merktu, at sosialpedagogikkurin í Skandinavia er væl mentur og grundaður á demokratisk virðir, rættindi og felagsskap. Tað er nakað, onnur lond øvunda okkum. Vit hava góða útbúgvingarskipan, fakliga dygdargott arbeiði og vælferðarskipan, men hetta er undir trýsti. Hesi góðu viðurskifti eru ikki sjálvsøgd – tey krevja støðugan verju, politiskan stuðul og fakliga røkt. Bygnaðarligar broytingar, fleiri við sosialum avbjóðingum og ósemjur um løn og arbeiðstreytir hótta fakligu góðskuna.

Tí mugu vit standa saman og verja fakligheitina. Krøvini økjast, men tíð og játtanir fylgja ikki við. Hetta ávirkar kjarnuuppgávuna og ger, at vit noyðast at arbeiða alt ov nógv fyri ov lítið. Bardagin er ikki bert fyri okkara egnu sak, men fyri fakligari dygd og góðum lívskorum hjá teimum, vit arbeiða fyri. Vit stríðast eisini fyri samfelagsligum rættvísi – fyri at tryggja, at øll fáa somu møguleikar, uttan mun til førleikar, bakgrund ella liviumstøður.

1. apríl í ár hevði Almannaverkið 50 ára stovningardag. Almannaverkið við sínum fimmti árum á baki hevur gjøgnum ár og dag ment skipanir fyri at bøta um lívsgóðsku og lívsførleikar hjá teimum, ið av ymsum ávum hava fingið skerdar førleikar á lívsleiðini, antin við føðing ella við sjúku og skaða. Almannaverkið er vorðið ein týdningarmikil stovnur í føroyska samfelagnum; ein kjarni av vitan, fakligum førleikum og møguleikum at lyfta og fremja batar í lívinum hjá flestu føroyingum, so ella so. Almannaverkið er størsta apparatið í samfelagnum, og harvið fylgir eisini stóra ábyrgdin fyri framhaldandi at menna og syrgja fyri, at tillagingar verða framdar, sum røkka støðugt broytandi tørvinum. Hetta er ein stór og sera ábyrgdarfull uppgáva,

sum best kann røkkast, eru politikarar við í gongdini og vísa hesum vælferðarapparati vælvild. Føroyska vælferðarsamfelagið er tætt tengt at teimum møguleikum, Almannaverkið kann veita. Hetta mugu og skulu vit hjúkla um.

Føroya Pedagogfelag man vera tað fakfelag, ið eigur flestar limir, ið starvast innan Almannaverkið. Sosialpedagogiska økið í Føroyum er væl ment, serliga innan menningartarn og svera autismu. Vit eiga fleiri sera dygdargóðar stovnar í landinum, har fólk við ymsum avbjóðingum liva og virka.

Tíverri er tørvurin millum borgarar broyttur nógv seinastu árini, og her hava vit ikki megnað at fylgt nóg væl við. Vit vita øll, at alsamt fleiri av okkara ungu hava tað trupult, at autismu- og ADHD-diagnosurnar økjast í tali, og at alt ov fá tilboð eru til hesar málbólkar í Føroyum. Harafturat økist trýstið á forsorgarøkið eisini spakuliga. Vit hoyra dagliga um ung fólk, ið ikki megna vanligt skúlatilboð, um skúlaaftran og um ung, sum sita einsamøll heima, púra avskorin frá felagsskapum. Hesi stríðast m.a. við sosialar avbjóðingar ella angist og fáa einki tilboð, tí vit hava ikki pening ella starvsfólk til uppgávuna. Foreldur kenna seg sperd og síggja ongar møguleikar; tey orka ikki at rópa um hjálp. Okkum tørvar viðgerðartilboð, skúlatilboð, frítíðartilboð og bútilboð til hesar málbólkar. Skulu vit fyribyrgja, at sosialpedagogiska økið tyngist, so skulu tøk takast nú, og sosialpedagogiski fakkunnleikin hevur avgerandi týdning fyri, hvørt hetta fer at eydnast.

Eitt nýtt ráð og ein greið visión

Eitt av fyrstu átøkunum, nýggja nevndin setti sum mál, var at stinga út í kortið nýggja strategi fyri felagið. Vit høvdu ynski um at blíva meira sjónlig, og at seta størri fokus á sjálvan fakkunnleikan og námsfrøðina. Ein liður í hesi gongd er m.a. at skipa ráðini undir felagnum av nýggjum, og í næstum fara vit at seta eitt sosialpedagogiskt ráð, hvørs uppgáva verður saman við nevndini at seta sjóneykuna á alt tað sernámsfrøðiliga og sosial-

pedagogiska økið í Føroyum. Vit ynskja at vekja røddirnar hjá teimum, sum dagliga eru um børn og borgarar, ið av ymsum áum hava skerdar førleikar, og tí eisini skerdar møguleikar at virka í okkara samfelag. Um vit, sum eru um hesi menniskju dagliga, ikki eru ambassadørar og rópa varskó um rættindi og karmar hjá hesum samfelagsbólki, so tagnar rødd teirra heilt burtur. Eftir okkara tykki eru røddirnar tíverri vorðnar alt ov veikar, kanska tí umsorganarmøðin er ov stór og tyngjandi, og orka er ikki til at siga frá í eini skipan, ið er stýrd av stórari fyrisiting, regluverki og stirvnum mannagongdum.

Sosialpedagogiska ráðið skal virka fyri, at økið verður umboðað, at hava fingurin á pulsinum og upplýsa um tað, sum rørir seg á økinum. At skipa fyri tiltøkum, sum í høvuðsheitum snúgva seg um sosialpedagogikk í Føroyum. Við sosialpedagogiska ráðnum vilja vit seta fokus á rættindi og møguleikar hjá teimum, sum eru tengd at sosialpedagogiskum fyriskipanum. Vit mugu krevja fakligheit og dygd, og vit mugu krevja, at hesi menniskju fáa virðiligar sømdir í okkara samfelag. Eisini vilja vit tryggja fakkunnleikan og betra um arbeiðsumstøður hjá okkara limum, sum starvast á økinum. Sosialpedagogiska ráðið verður skipað á næsta aðalfundi.

Í nýggju strategiini hjá Føroya Pedagogfelag leggja vit áherðslu á, at námsfrøðin er okkara kjarnauppgáva. Okkara visión er, at vit við námsfrøði fara at skapa eitt betri samfelag, har eisini hesin málbólkurin kann trívast og mennast. Sosialpedagogikkur kann broyta lív og við sosialpedagogikkinum í miðdepli kunnu menniskju við skerdum førleikum blóma.

Samanum tikið kunnu vit staðfesta, at yvirskriftin og heitið fyri altjóða kongressina hjá AIEJI

– social educators change lives - sampakkar sera væl við okkara egnu strategi. Á altjóða støði eru vit væl við – vit vita, at við námsfrøði kunnu vit skapa eitt samfelag, har menniskju trívast og mennast.

Dagstovnanámsfrøði skipaði fyri

Kveikjandi kvøld um vøggustovulív

Í lívinum hjá einum vøggustovubarni kann hvør lítil hylur á vegnum potentielt hava ovurstóran týdning. Tað snýr seg um, hvussu vit møta og lofta løtuni. Tí krevur arbeiðið við teimum allarsmæstu fyrst og fremst høga fakligheit. Harumframt eisini nóg mikið av tíð, toli og fullkomnari nærveru. Og ikki at gloyma: ein væl skipaðan gerandisdag við reglusemi, forsøgni og passaliga nógvum aldurshóskandi avbjóðingum. Og so tryggleika í ovurmát –bæði til børn og foreldur.

Skrivað hevur: Rigmor Restroff Dam

Tryggleikin gevur áræði

Yvirskipað var ymiskt, sum sást aftur í øllum framløgunum, og sum fólk tóktust vera samd um. Eitt nú tað, at við smáum børnum ræður um, at gerandisdagurin er skipaður við reglusemi og forsøgni. At tað krevur tíð og tol at læra at meistra, er neyvan nakað nýtt, men tað krevur, at tey vaksnu eru nærløgd og greið í samskiftinum við børnini. Endamálið við reglusemi og forsøgni er, at børnini skulu kenna seg trygg, so tey fáa áræði at royna seg og at mennast.

Smáu sigrarnir í gerandisdegnum

Í framløgunum kom fram, at allar vøggustovurnar arbeiða við eini hugsan um reglusemi og endurtøkur, soleiðis at børnini kenna umstøðurnar og innihaldið í gerandisdegnum. Hetta er neyðugt, skulu tey kenna seg trygg at mennast og taka til sín vanlig gerandisting, so sum mál og motoriskan førleika.

Dagarnir eru skipaðir soleiðis, at morgunin byrjar spakuliga við móttøku, síðan er sangløta við frukt, so er spæl ella túrur, miðmáli, svøvnur, aftur spæl ella túrur, og at enda verða børnini heintað. Hvønn dag hendir nøkulunda tað sama.

Bjørg og Guðrun frá dagstovninum í Hósvík hugleiddu um evnið Gagnnýt smáu løturnar, har tær vístu á, at dagurin er á tremur við praktiskum støðum, sum til ber at brúka skilagott, um ein gevur sær stundir til at vera í løtunum, saman við børnunum.

- At børnini fáa smáar sigrar gjøgnum dagin, er alt partur av námsfrøðini, søgdu tær.

Fasti struktururin er týðandi, og tey avbróta ikki spælið hjá børnunum. Tey byrja løturnar spakuliga, og so koma børnini uppí so líðandi, alt eftir, hvar tey eru menningarliga. Hvønn dag byrja og enda tey við sama sangi, fáa frukt og hava rørsluløtu, har sansir og grundrørslur verða stimbrað. Eisini eru tey úti og spæla hvønn dag, ella tey brúka nærumhvørvið í bygdini, har tey vitja somu støðini aftur og aftur, tí børnini trívast best við endurtøkum.

Eisini vístu tær á, at tá ið tey skipa kreativt virksemi, er umráðandi, at tilgongdin er í hásæti, og ikki úrslitið. Sostatt er ætlanin, at børnini sleppa at hugsavna seg í tilgongdini. Kemur nakað ítøkiligt burturúr, ber til at heingja verkið upp.

- Tí sjálvandi eru børnini errin av tí, sum tey hava gjørt, siga tær.

Arbeiða miðvíst við námsætlanini

Sum áður nevnt, leggja starvsfólkini seg eftir at arbeiða miðvíst fakliga, eitt nú við at greiða frá, hví tey arbeiða, sum tey gera. Tí er umráðandi, at tey hava eina námsætlan at styðja seg til. Gerandisdagurin við fokus á námsætlanina var heitið á framløguni hjá dagstovninum Sólareygað í Havn, har Súsanna og Miriann frá Glæmuni løgdu fram. Tær lýstu veggin í ganginum í stovninum, sum er prýddur við einum stórum træi, har námsætlanin stendur skrivað á. Hetta fyri at hon verður sjónlig hjá foreldrum og øðrum, sum varða av børnunum.

Námsætlanin hevur seks yvirskipað fokusøki, sum tey arbeiða við tveir mánaðir í senn gjøgnum árið. Tó eru kroppur og rørsla aktuell alt árið. Á litføgru bløðunum á trænum eru orðað ítøkilig átøk, sum geva íblástur til arbeiðið við børnunum. Eitt nú at læra seg útlendskar

sangir, at arbeiða við teknum til talu, ella at seta orð á, hvussu ting følast o.tíl. Alt slíkt, sum tey avvarðandi eisini kunnu brúka heima við hús.

Umframt at bløðini kunnu geva íblástur til arbeiðið við námsætlanunum, vístu tær eisini nakrar lamineraðar blómur við teksti á, sum skulu minna um týdningin av støðum og málsligum tilviti í arbeiðinum við børnunum. Til dømis Tá ið tú lesur fyri mær, Tá ið tú letur meg í og úr, ella Tá ið vit sita til borðs. Eisini hesi eru hent amboð, bæði hjá starvsfólkum og foreldrum.

- Vit eru samdar um námsfrøðiligu leiðina og eru greiðar um tað, sum vit vilja. Vit hava arbeitt so leingi saman, at stovan fungerar væl. Tað er umráðandi fyri børnini, at tey vaksnu eru á einum máli um leiðina, søgdu tær.

Øll børn hava rætt til mál Vøggustovubørn eru vanliga umleið ársgomul, tá ið tey byrja á stovni. Tí fyllir málmenning nógv fyrstu liviárini. Allar vøggurstovurnar arbeiða miðvíst við málmenning og hava skipaðar sangløtur hvønn dag, har orð og

mál verða ment á ymsan hátt. Og allar arbeiða tær við søgum og sangum, rímum, ramsum, tvætliorðum og truplum orðum. Syngja útlendskar sangir, og sangir, sum skifta eftir árstíðunum.

Námsfrøðingarnir greiddu frá ymsum háttaløgum og amboðum, sum tey brúka í sambandi við málmenning. Nógv tað mesta er slíkt, sum tey sjálvi hava framleitt, har børnini kunnu velja lutir ella myndir, sum umboða ymiskar sangir, úr einum kufferti, eskju, bakka ella úr einum toyposa. At lata eitt barn velja sjálvt kann taka tíð; men hendan løtan, tá ið barnið umhugsar valið, er gevandi, tí hvat fer fram inni í lítla høvdinum, tá ið barnið skal velja sær ein sang? Og so lærdómurin av at muga bíða, ella ikki at fáa sítt ynski uppfylt, tað er alt ein partur av løtuni.

At lata eina handskadukku luttaka gevur eisini eina øðrvísi tilgongd til málið, av tí at børnini tosa við ein ímyndaðan triðjapersón og verða sostatt bjóðað av á annan hátt.

Hugaligt var at síggja slitnastu Barnasangbókina í landinum – tí ein slitin bók er ein væl brúkt bók.

Sangurin savnar og stimbrar

Frá vøggustovuni á Argjum greiddu tær báðar Eyð og Jóhanna frá, undir heitinum Sangløtan sum málmenningaramboð, at tey hava serligt fokus á málmenning sum amboð hjá teimum børnum, sum hava avbjóðingar við hoyrnini og/ella at orða seg. Her kemur Karlstad-háttalagið væl við, tí, sum tær søgdu, so hava øll børn rætt til at læra, brúka og menna málið.

- Rætturin hjá tí eina er ábyrgdin hjá hinum.

Oyrabørn hava ofta ilt við at orða seg. Um barnið ikki dugir at siga T, so syngja tey sangir við T, men barnið veit tað ikki og verður ikki útstillað.

Starvsfólkini á stovninum skiftast um at hava sangløtuna, tí tær eru so ymiskar. Hetta fyri at øll børnini skulu fáa okkurt burturúr.

- Vit síggja eisini ymiskt, tá ið vit skipa fyri, og tá ið vit sita millum børnini. Har royna vit eisini at eygleiða sambandið millum børnini, til dømis eygnasambandið og samskiftið teirra millum. Tað hevur alt stóran týdning fyri felagsskapin, søgdu tær.

Umrøtt varð eisini, at tørvur er á nýggjari og hóskandi tilfari á føroyskum til børn í vøggustovualdri. Dygdartilfar, framleitt av serfrøðingum, sum vita júst, hvat hóskar til menningarstig og málsligar avbjóðingar.

Til dømis spøl við orðum, sum málgranskarar ella tali/ hoyripedagogar framleiða til at menna ymisk ljóð í rættari raðfylgju.

Tøva og dunnast Kroppur og rørsla er natúrligur partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í vøggustovunum. Sansastimbran ávirkar persónligu menningina og sjálvbjargni barnanna.

Eitt er virkið útilív, men tað ber eisini til at geva børnunum stimbrandi avbjóðingar innandura. Í Sellini á Skála greiddu tær báðar, Olina og Lydia, frá, hvussu tey brúka madrassur, pútur og rimar, har tey gera banar, so børnini kunnu læra balansu og at ganga. Eisini arbeiða tey miðvíst við sansastimbran, millum annað at hava fótabað og spæla við vatn á vesinum; at dunnast rópa tey tað. Við smábørnum ber eisini til at svansa við øðrum, sum stimbrar, til dømis at tøva ull, spæla við modellervoks og at mála fingramáling.

Tol og tíð

Sum nevnt er fokus á kropp og rørslu eisini ein spurningur um, at børnini gerast meira sjálvbjargin. Fáa treysti til sín sjálvs. Hetta orða tær væl í Glæmuni.

- At børnini skulu sleppa at royna seg sjálvi, at stríðast, kom ovast á breddan hjá okkum, eftir at vit fingu motorikkvegleiðarar at greiða frá týdninginum av tí. Tað motiverar okkum, ikki minst tí at vit fáa góðar

eftirmetingar eisini, til dømis tá ið børnini eru farin í skúla, siga tær úr Glæmuni.

- Vit vilja skapa rúm og tíð til, at børnini megna sjálvi, siga tær.

Har er eitt nú førleikin at lata seg í og úr, tá ið bert nøkur fá børn í senn fara við einum vaksnum út í gardarobuna at lata seg í. So fáa tey ta rúm, sum teimum tørvar.

– Tey sleppa at stríðast, og vit taka ta tíð, tað tekur, at læra tingini. Umaftur og umaftur, hvønn dag. Sjálvi at hála húgvuna av, finna egna gardarobu – alt eftir førimuni.

Eisini eru tey í fimleikarhøllini Fimi eina ferð um vikuna, har tey eisini ganga til og frá busssteðgistaðnum. Eisini har verða børnini eggjað til at klára tað sjálvi, hóast tey eru smá.

Tað er gott at stríðast

Hetta við sjálvbjargni er sostatt innlimað í allar mannagongdir. Tá ið børnini fara til borðs, sjálvi hála stólin yvir, klintra upp og leggja matkassan í kassan á gólvinum. Og í sambandi við blæuskifti, sum annars gongur skjótt fyri seg, so klintra børnini sjálvi upp, um tey hava aldurin. Eldru børnini hjálpa sjálvi til og eru partur av prosessini allan vegin. Tað gevur teimum góða kropsfatan, sjálvkenslu og áræði at fara í gongd sjálvi.

- Mann sær tað í eygunum á teimum, tá ið tey sigra, siga tær.

Sami hugburður ger seg galdandi í garðinum, har tey eisini eggja børnunum til at klára tingini sjálvi, eftir førimuni, sjálvandi.

- Ofta deila vit okkum upp, starvsfólkini, tí vit arbeiða alla tíðina tilvitað við kroppinum; ikki at leiða børnini ov nógv, til dømis eftir ósløttum lendi. Ikki altíð at renna beint yvir, tá ið eitt barn koppar, men at eggja teimum til sjálvi at koma upp aftur.

Tí, sum tær søgdu frá stovuni Glæman í Sólareygað: - Tað er sunt at stríðast.

Eisini fortelja tær, at tey nýggju foreldrini ofta skulu skunda sær til arbeiðis, og tí ikki hugsa um týdningin av, at børnini sjálvi sleppa framat.

- Tá kunnu vit gott finna upp á at biðja tey um at fara heimanífrá fimm minuttir fyrr, so børnini sjálvi sleppa at royna seg, tá ið tey koma.

Útilív er góðalív

Eitt, sum vøggustovurnar allar brúka nógv, eru afturvendandi stuttir túrar í nærumhvørvinum. Tað gevur møguleikar fyri endurtøkum og er samstundis stimbrandi bæði

fyri sinn og skinn - sál og mál. Fjølbroytta nattúran er ein gáva í so máta, við heyggjum og hellum, har børnini kunnu stetla og klintra í tryggum umhvørvi.

Onkur stova brúkar vogn, meðan onnur velja vognin frá, so børnini sleppa at ganga sjálvi teir stuttu túrarnar í nærumhvørvinum, har tey fáa brúkt kroppin.

- Vit fara ikki túr fyri okkara skyld, men fyri børnini. Í Sellini á Skála eru tey eisini úti hvønn dag. Oftast stuttar túrar í nærumhvørvinum, har tey fáa nógv inntrykk og upplivingar úr tí trygga og kenda. Í ójavna lendinum kunnu børnini ganga frítt, kasta steinar, heilsa upp á hønurnar, ella fara oman í fjøruna, lúra inn í neystini og fáa nýggjar sansaligar upplivingar.

Málsliga er útilívið eisini eitt gullnám.

- Alla tíðina ber til at práta um, hvat vit hoyra og síggja, tosa um staðarnøvn, áirnar á vegnum, so vit bæði stimbra málið og fáa vitan um náttúruna og nærumhvørvið, siga tær.

Talgilt samskifti

Tiltakið á Skála endaði við einum dialogi um samskiftið við foreldrini; um tað samgilda og talgilda í hesum sambandi. Foreldragluggin, dokumentatión, myndatøka og praktisk kunning. Hvat skal fara fram hvar og hvussu?

Í Sellini á Skála raðfesta tey smáu gerandissamrøðurnar í sambandi við “hey og bei”.

- Starvsfólkini eru røsk at tosa við foreldrini. Stutt prát er sunt fyri at fáa góðar relatiónir við foreldrini, siga tær. Eisini skriva tey á talvuna, hvat tey hava gjørt, tí tað halda tær vera meira persónligt enn at senda boð og myndir út talgilt. Og hetta eru foreldrini glað fyri, siga tær, hóast tær eisini síggja fyrimunir við foreldraglugganum, sum kann vera fínur til kunning, myndir og smáar filmar.

Í hesum sambandi var onkur sum helt, at tað tekur tíð frá børnunum at ganga og taka myndir, tí mann skal helst taka myndir av øllum børnunum.

Onkur annar stovnur heingir myndir upp í gongini til foreldur OG børn at síggja. Tí børnini síggja ikki talgilda tilfarið.

- Tað er ein andsøgn at biðja foreldrini hyggja í skíggja, tí vit mæla teimum samstundis frá at hyggja í skíggja, læt í einari.

Til ein endaði við at staðfesta, at: - Sum oftast skal man runt fyri at koma aftur á rætt.

Og tá kom undirritaða at hugsa um gamla danska orðafellið um barnarøkt: Børn skal have ro, renlighed og regelmæssighed. Óivað er nakað um tað!

Granskingardagur á námsvísindaligudeildini:

Trotið av námsfrøðingum til viðgerðar

Námsfrøðingar mangla, og tað er ein stórur trupulleiki. Júst hetta var høvuðsevnið í pallborðskjakinum, sum var á skránni á granskingardegnum á Námsvísindadeildini.

Harafturat varð eisini nógv tosað um týdningin av at lyfta námsfrøðiliga fakið upp og betra um lestarumstøðurnar.

Tað var stórur áhugi fyri granskingardegnum, sum Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipaði fyri tann 24. apríl 2025. Undir heitinum “Námsvísindalig gransking og samfelagið” vóru framløgur og kjak á skránni. Framløgur frá starvsfólkum á Námsvísindadeildini, har evnini bæði fevndu um dagstovnaøkið, fólkaskúlan og hægri útbúgvingar. Millum annað greiddi Frida Poulsen, adjunktur, frá, hvussu námsfrøðingar í verki skulu arbeiða

ímillum tvær fatanir – ta kompensatorisku og ta inkluderandi. Sonja Olsen, ph.d., legði fram gransking, sum lýsir stovnslívið hjá børnum í aldrinum 5 til 8 ár og vísti á týdningin av at kanna námsfrøðiliga arbeiðið yvir eitt longri tíðarskeið. Eisini greiddi Hans Harryson frá týdninginum av at hava eftirútbúgvingar, sum eru meiri samanhangandi og betur skipaðar.

Framløgurnar vístu, at granskingin kann vera við til at skapa nýggja vitan og geva størri innlit í, hvussu vit kunnu tryggja eina námsfrøðiliga skipan, sum byggir á fakligheit og menning.

At enda var eitt áhugavert pallborðskjak. Í kjakpanelinum vóru Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, Edvard Heen, fyrrverandi stjóri í Almannaverkinum, Per Martin Gregersen, formaður í

Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, Hans á Lag, nevndarlimur í Hjálparfólkafelagnum, og Sonja Olsen, ph.d.vísindafólk á Námsvísindadeildini. Orðstýrari var Sigri M. Gaïni, ph.d. og námslektari.

Eitt av fleiri evnum, sum serliga vakti ans, var álvarsama trotið á námsfrøðingum. Júst hesa avbjóðingina setti

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, orð á. Hon legði út við at vísa á, at tað ikki kann koma óvart á nakran, at vit framvegis hava stórt trot á námsfrøðingum. - Hetta er ein avbjóðing, sum hevur verið kend í nógv ár, og sum hevur stórar avleiðingar fyri børn, ung og borgarar, eins og fyri starvsfólkini á dagstovnum, frítíðarskúlum og bústovnum, segði hon.

Vit mugu fyrst og fremst lyfta fakið upp úti á arbeiðsplássunum

Sanna á Løgmansbø vísti á, at trotið á námsfrøðingum rakar bæði fakligu dygdina og trivnaðin, sum síðani elvir til enn størri trot á námsfrøðingum. Hon helt tað hava avgerandi týdning, at vit tora at tosa námsfrøðina upp og sum heild fáa meira fakligt fokus. At lyfta fakið merkir eisini at hava fleiri námsfrøðingar á arbeiðsplássunum, sum kveikja áhugan og vísa á týdningin av fakligheit.

- Eg havi upplivað at arbeitt saman við ungum hjálparfólkum, sum eftirfylgjandi hava valt at lesa námsfrøði. Tey hava sagt mær, at áhugin birtist, eftir at tey høvdu arbeitt saman við námsfrøðingum, sum hava duga væl at víst á fakligheitina. Slíkar upplivingar vísa, at tað ber væl til at byggja ein fakligan stoltleika upp. At gera okkara fak til nakað, sum hjálparfólk og onnur verða áhugað í at lesa, greiddi Sanna á Løgmansbø frá.

Umráðandi at taka fleiri lesandi inn Í 2023 fekk Námsvísindadeildin fígging at taka tveir flokkar inn – eitt stig, sum hevði til endamáls at bøta um tørvin. Tó varð avgerð tikin longu í 2024 um at steðga hesum. Sanna greiddi frá, at hóast onkur gavst í 2023, var talið ikki so í 2025. Samstundis vísti hon á, at tað er vanligt, at lesandi gevast fyrstu tíðina á øllum útbúgvingum. Tí var tað sera óskiljandi, at mann gevst við einum slíkum átaki, áðrenn tað yvirhøvur hevur fingið møguleika at virka.

- Hvussu kann tað vera, at vit í Føroyum, hóast vit vita um tørvin og hava tikið stig til at bøta um hann, velja at bakka aftur í staðin fyri at halda fast. Við aftur at minka um upptøkuna verða lagdar forðingar fyri at fáa fleiri lesandi, segði Sanna.

Í kjakinum vísti Per Martin Gregersen á, at vit mangla áleið 150 námsfrøðingar fyri at liva upp til lógarásettu krøvini. Harafturat verða 250 námsfrøðingar væntandi pensjoneraðir komandi árini, og nógv flyta til aðrar partar av almenna geiranum, so sum fólkaskúlan og eldraøkið. Samstundis heldur eftirspurningurin fram at vaksa. Hetta hevur við sær, at uppgávan at útbúgva fleiri námsfrøðingar verður alsamt størri. Per Martin gjørdi tí púra greitt, at hetta er meira enn ein kommunal uppgáva; tað er ein uppgáva, sum landið eigur at loysa.

Djóni Nolsøe Joensen tók undir við, at hetta er ein landsuppgáva. Tað er púra okkara ábyrgd, segði hann og legði aftrat, at vit noyðast at fáa fleiri fólk at lesa námsfrøði - eisini tey, sum longu eru í arbeiði sum hjálparfólk.

- Tað er týdningarmikið at gera flytiførið lættari, soleiðis at tað verður møguligt at lesa við síðuna av arbeiðinum, vísti Djóni Nolsøe Joensen á.

Landsstýrismaðurin nevndi eisini týdningin av at fáa skúlan í Suðuroy knýttan at útbúgvingarskipanini (Fróðskaparsetrinum), soleiðis at lestrarleiðin gerst meira atkomilig hjá teimum, sum longu eru farin undir at lesa til námsfrøðihjálpara.

Mugu tora at hugsa øðrvísi

Fundurin vísti, at áhugin fyri gransking og fakligari menning innan fyri útbúgving og uppaling er stórur. Eisini sæst, at samstarv millum granskarar, politiska skipan og fakfeløg er avgerandi, um samfelagið veruliga skal megna at tryggja eina framtíðartrygga námsfrøðiliga skipan. Tað snýr seg um meira enn tøl og átøk – tað snýr seg um at lyfta eitt fak og tryggja virðing fyri teimum, sum hvønn dag hava ábyrgdina av trivnaði og menning hjá børnum okkara.

Sanna á Løgmansbø helt, at vit mugu tora at hugsa øðrvísi, og skeyt m.a. upp, at tað kundi verið áhugavert at hugt at einum ECTS-lønarstiga.

- Eitt hugskot var at gera sum eitt nú í Noregi, har lønin samsvarar við ECTS-stigini, heldur enn hvørja útbúgving, ein hevur tikið. Hetta merkir eitt nú, at sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og námsfrøðingar fáa somu løn, greiddi hon frá. Orðaskiftið var áhugavert, og áhoyrararnir høvdu nógvar spurningar og viðmerkingar til pallborðskjakarnar. Ein viðmerking, sum kom móti endanum á fundinum, var frá einum námsfrøðingi, sum hevði starvast á økinum leingi.

Hon segði: Tað var ein stoltleiki at blíva námsfrøðingur, tá ið eg gjørdist tað fyri 30 árum síðani, og júst tann stoltleikan havi eg enn í dag, og tað eiga øll, sum verða námsfrøðingar, eisini at hava.

Tíðindi úr politisku skipanini

Tá ið ein hyggur at námsfrøðiligu kørmunum, er tað eisini umráðandi at hyggja at politisku raðfestingunum. Tey hanga óloysiliga saman. Tað eru jú politisku raðfestingarnar og avgerðirnar, sum í stóran mun avgera, hvussu karmarnar hjá námsfrøðini og námsfrøðingum verða. Tí hyggja vit eisini nærri at tíðindum úr politisku skipanini, sum viðvíkja okkara limum og námsfrøðini sum heild.

Eitt týðandi mál, sum nógv fakfólk hava bíða eftir í fleiri ár, er endiliga komið ígjøgnum politisku skipanina: Nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Við hesi kunngerð fáa starvsfólk á námsfrøðiliga økinum nú lógartryggjaðan rætt til eitt sálarliga trygt arbeiðspláss – og arbeiðsgevarin fær ábyrgd av at skipa arbeiðið á ein hátt, sum eisini tekur hædd fyri sálarligum avbjóðingum. Hetta er eitt týdningarmikið stig fyri at betra arbeiðsumhvørvið, og samstundis ein sigur fyri fakfeløgini, sum hava víst á júst hetta í longri tíð.

Eisini hava vit skrivað um lógaruppskotið um løn undir útbúgving til næmingar á Heilsuskúla Føroya, sum varð einmælt samtykt í Løgtinginum fyrr í ár. Við hesi skipan verða tað nú betri møguleikar at draga fleiri faklærd inn í námsfrøðiliga økið – eitt øki, sum í dag manglar útbúgvið fólk.

Síðani seta vit sjóneykuna á Tórshavnar Kommunu, sum ger íløgu í trivnaðin og námsfrøðiligu dygdina. Beint nú arbeiða tey við at seta eina fasta normering í verk. Hetta fer at hava við sær, at tað verða fleiri starvsfólk um færri børn. Endamálið er at geva meira tíð til námsfrøði og til einstaka barnið. Eitt tað týdningarmesta, vit kunnu gera fyri trivnað, fakligheit og eina góða byrjan í lívinum hjá okkara børnum.

Og so hevur eitt stórt samstarv millum fýra ráð og Kommunufelagið sett ferð á arbeiðið við at menna eina heildarætlan fyri børn og ung í Føroyum – nevnt Barnaverkætlanin. Endamálið er at bróta niður forðingar millum stovnar og skipanir og at tryggja eina meira samanhangandi, fyribyrgjandi og fakliga kveikjandi tænastu til børn og ung – eitt arbeiði, har námsfrøðingar hava stóran leiklut.

Útbúgving við løn - eitt týdningarmikið framstig

Næmingar, sum ganga á Heilsuskúla Føroya, skulu fáa løn, meðan teir eru undir útbúgving. Tað samtykti Løgtingið einmælt í lógaruppskoti í apríl í ár. Við hesum er lagt upp til eina skipan, sum kann geva næmingum betri møguleikar at fullføra útbúgvingina og samstundis styrkja rekrutteringina til vælferðartænasturnar í landinum. Arbeitt verður í løtuni við at leggja seinastu hond á.

Tørvurin á faklærdum starvsfólki á heilsu- og umsorganarøkinum er stórur, og tað var eisini hesin veruleiki, sum fekk Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum, at leggja uppskotið fram fyri Løgtingið.

– Hetta uppskotið hevur stóran týdning fyri námsfrøðiliga økið. Tørvurin á námsfrøðingum og námsfrøðiligum hjálparfólki – sum heild faklærdum fólki á dagstovnunum – er vaksandi. Flestu kommunurnar hava stríðst við at manna plássini, og harafturat gerst eisini torført at skapa námsfrøðiliga fakligheit, um ov fá av starvsfólkunum hava útbúgving. Júst tí kundi hetta verið eitt stig rætta vegin, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.

Uppskotið snýr seg um at gera ein skipan, ið ber í sær, at góðkendir arbeiðsgevarar kunnu søkja um lønarendurgjald frá landinum, um teir gera sáttmála við næmingar og veita teimum útbúgvingarløn. Landið skal rinda 80% av lønini – og hetta fevnir eisini um tíðarskeiðið, har næmingurin er í starvsvenjing í øðrum staði, t.d. um arbeiðsgevarin ikki kann veita alla neyðuga fakligu vegleiðingina. Tó er tað ein treyt, at arbeiðsgevarin í minsta lagi kann veita ein part av starvsvenjingini fyri at fáalønarendurgjald.

– Hetta kann styrkja rekrutteringina til yrki, har størri eftirspurningur er eftir arbeiðsmegi. Tað hevur verið eyðsýnt, at nógv hava havt ilt við at fáa endarnar at røkka saman undir útbúgving, og tí hevur hetta verið ein forðing fyri at byrja ella gjøgnumføra eina útbúgving.

Politiski viljin er til staðar Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at uppskotið til kunngerð longu er til hoyringar, har allir viðkomandi partar – eitt nú kommunur, fakfeløg og stovnar – kunnu koma við sínum viðmerkingum og ískoytum. Vónin er, at gott samstarv og greiðar treytir fara at gera skipanina væl gagnnýtta – eisini tvørtur um kommunustødd og bygnað, sigur landsstýrismaðurin.

– Vilji er ein byrjan. Ein samtykt lóg er eitt týdningarmikið stig. Men tað, sum krevst fyri at gera lógina til eina veruliga skipan, eru greiðar og bindandi avtalur um fígging og ábyrgd. Tað krevur samstarv millum kommunur, skúla og land, og júst tað arbeiða vit við at fáa í rættlag.

Heilsuskúlin og námsfrøðiligi parturin av útbúgvingini hava í fleiri ár riggað sum ein týdningarmikil liður í at menna vælferðartænastuna í Føroyum. Tey, sum velja hesi fak, skulu eisini hava karmar, sum gera tað gjørligt at læra og mennast – eisini fíggjarliga.

G.G. Júst tá hendan greinin varð prentað, slitnaðu samráðingarnar millum kommunurnar á einu síðuni og feløgini hjá heilsuhjálparum, námsfrøðiligum hjálparum og heilsurøktarum á hinari síðuni – skipanin við løn undir útbúgving kann tí ikki fara í gongd enn. Samráðingarnar vera ikki tiknar upp aftur fyrr enn í august, tá skúlarnir eru byrjaðir aftur, segði Djóni Nolsøe Joensen við Kringvarpið.

- Sálarligar avbjóðingar á arbeiðsplássunum skulu

verða tiknar í álvara

Í fleiri ár hava fakfeløgini og starvsfólk víst á ynskið um at fáa eina kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvið. Nú hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna, eftirlíkað ynskinum. Kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvið er klár. Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum stendur á odda fyri arbeiðinum, vísir á, at ætlanin er greið: Sálarligar avbjóðingar skulu takast í álvara og handfarast á skipaðan hátt.

Frá 1. august í ár verður tryggjað, at sálarligt arbeiðsumhvørvi verður javnsett við tað kropsliga. Tað vísir nýggj kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hetta merkir, at arbeiðsgevarar nú hava lógarásetta skyldu at virka fyri góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi.

Á einum álitisfólkafundi í mai greiddi Margit Stórá frá høvuðstættunum í kunngerðini. Hon gjørdi greitt, at nýggja lógarverkið er liðugt skrivað og nú verður sett í verk.

- Hettar fevnir um alt frá greiðum krøvum og arbeiðsbyrðu til arbeiðslag, samstarv og ósemjur. Málini eru bæði at fyribyrgja og at loysa trupulleikar, áðrenn teir gerast ov tungir at bera – bæði fyri tann einstaka og fyri arbeiðsplássið sum heild, vísti landsstýriskvinnan á.

Hjá Pedagogfelagnum, sum í longri tíð hevur eftirlýst júst hetta, er hetta ein stórur sigur. Tað, sum áður bara varð nevnt í ymsum strategiplanum og visjónum, verður nú veruligur rættur og skylda í arbeiðslívinum.

Starvsfólk skulu vita, hvørjar møguleikar tey hava Kunngerðin áleggur arbeiðsgevarum at hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu sálarligar avbjóðingar verða viðgjørdar. Hon krevur, at arbeiðið verður skipað við greiðum krøvum og ábyrgdarbýtum. Starvsfólk skulu hava innlit í, hvørjar møguleikar tey hava, um tey uppliva strongd, ótryggleika ella niðrandi atburð. Eisini verður dentur lagdur á virkið samstarv við álitisfólk og fakfeløg.

Tað nýggja reglugerðarverkið setur orð á nakað, sum nógv hava kent á egnum kroppi: At sálarligar arbeiðsumstøður kunnu vera líka avgerandi fyri trivnað og arbeiðsmegi sum ergonomi, larmur og luftgóðska Nú skal hetta eisini síggjast aftur í ábyrgdini hjá arbeiðsgevaranum.

Ein fakdagur um sálarligt arbeiðsumhvørvi Í sambandi við kunngerðina fer Føroya Pedagogfelag at skipa fyri fakdegi 10. oktober 2025. Endamálið er at geva limunum ítøkilig amboð og íblástur til, hvussu kunngerðin kann gerast livandi og viðkomandi í verki – í námsfrøðiligum gerandisdegi

Ein fakdagur um sálarligt arbeiðsumhvørvi Í sambandi við kunngerðina fer Føroya Pedagogfelag at skipa fyri fakdegi 10. oktober 2025. Endamálið er at geva limunum ítøkilig amboð og íblástur til, hvussu kunngerðin kann gerast livandi og viðkomandi í verki – í námsfrøðiligum gerandisdegi.

Fakdagurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, hevur heitið “Sálarligt arbeiðsumhvørvi – ábyrgd, fyribyrging og menniskjanslig virðing.” Har verða framløgur, kjak og verkstovur við serligum atliti at námsfrøðiliga arbeiðinum.

Eitt av hæddarpunktunum verður fyrilestur við norska sálarfrøðinginum Per Isdal. Hann hevur í nógv ár arbeitt við sálarligum avbjóðingum og hevur skrivað bókina Medfølelsens pris, sum lýsir, hvussu nógv tað kann kosta at arbeiða við menniskjum í truplum støðum, um skipanir og tilfar ikki stuðla undir tað. Per Isdal fer at greiða frá bæði persónligum og fakligum royndum og geva íblástur til, hvussu vit kunnu menna arbeiðsplássini sum sálarlig trygdarrúm.

Endaliga skráin fyri dagin kemur einaferð í august, men yvirskipað fara vit at viðgera týdningin av at skapa gott sálarligt arbeiðsumhvørvi - bæði við teori og við úrslitum frá kanningum.

Við fakdegnum og nýggju kunngerðini er grundarlagið lagt undir eina broyting, sum hevur verið eftirspurd leingi. Tað krevur sjálvsagt annað og meira enn reglur á pappíri – tað krevur mentanarbroyting, leiðsluviðgerð og fakligan kunnleika. Tí verður fakdagurin ein týdningarmikil liður í at seta arbeiðið í gongd og fáa tey fyrstu stigini tikin.

Føroya Pedagogfelag hevur víst á, at sálarligt arbeiðsumhvørvi ikki bara er eitt mál fyri einstaklingin, men fyri stovnin, leiðsluna, fakfeløgini og samfelagið sum heild. Við nýggju kunngerðini og fakligari fatan av evninum eru vit eitt týðandi stig nærri einum arbeiðslívi, har virðing fyri einstaka menniskjanum, fyribyrging og opinleiki verða sjálvsagdir partar av gerandisdegnum – eisini hjá okkum, sum starvast á námsfrøðiliga økinum.

Smærri barnabólkar

ein íløga í børnini og okkum øll

Tað skal vera minni ferð hjá námsfrøðingum í dagstovnunum og meira tíð til námsfrøði og til einstaka barnið. Soleiðis ljóðar eitt av teimum ítøkuligu málunum í samstarvsavtaluni hjá sitandi býráðssamgongu í Tórshavnar Kommunu fyri tíðarskeiðið 2025–2028. Nú er Tórshavnar Kommuna farin undir fyrireikingarnar til at gera eitt fakligt tilmæli um fasta minimumsnormering í dagstovnunum.

Endamálið er greitt: Barnabólkarnir skulu verða minni, og normeringin skal tryggja, at fleiri starvsfólk eru um færri børn. Hetta skal gera tað møguligt hjá starvsfólki at brúka námsfrøðina har, hon veruliga ger mun – í gerandisdegnum saman við børnunum.

Tað vísir Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini á, Hon sigur, at málið er at skapa betri umstøður bæði til børn og vaksin. Og at júst hetta er ein íløga í børnini, sum eisini er ein íløga í okkum øll, greiðir hon frá.

Tá barnabólkarnir eru ov stórir, verður trivnaðurin hjá bæði børnum og vaksnum ofta settur undir trýst. Tað hevur avleiðingar – fyri sambandið millum vaksin og børn, fyri læringarmøguleikar og fyri námsfrøðiligu dygdina.

- Tað er ikki nóg mikið at vera til staðar – ein skal hava tíð og orku at vera nærverandi. Tí er normeringin ikki bara ein tekniskur spurningur um lutføll, men ein spurningur um dygd og virði í gerandisdegnum, vísir Heidi Lava Eleigsdóttir, forkvinna, á.

Politisk semja um málið

Málið var fyri í mentamálanevndini herfyri, har ein samd nevnd tók undir við ætlanini. Umsitingin í kommununi skal nú gera eitt fakligt tilmæli um, hvussu ein slík normering kann verða tikin í nýtslu – og hvat hámarkstalið skal vera fyri børn í hvørjari vøggu- og barnagarðsstovu.

Talan er ikki bert um eitt politiskt ynski, men eina ítøkiliga broyting, sum longu nú fer at muna. Frá 1. mai 2025

vórðu stovnsleiðarar tiknir úr normeringini. Eisini verður leiðslutíð og køkshjálp ikki longur roknað sum partur av tíðini, ið eigur at vera saman við børnum.

Nakað, sum fleiri hava spurt eftir í fleiri ár, og júst við hesum verður eisini meira tíð sett av til námsfrøði og børnini.

Gransking vísir greiðar fyrimunir Í fleiri grannalondum eru lógfestar normeringar longu settar í verk. Í Danmark er eitt nú krav um, at hvørt barn í vøggustovu hevur ein námsfrøðing um seg saman við tveimum øðrum børnum – og at eitt starvsfólk í barnagarði ikki skal hava ábyrgd av fleiri enn seks børnum.

Svensk gransking vísir, at hetta hevur stóran týdning.

Í eini 18 vikur langari kanning við 100 børnum varð normeringin broytt frá 1:5 til 1:3. Úrslitið var greitt: Minni strongd, færri ósemjur, betri trivnaður og lægri sjúkrafrávera – bæði hjá børnum og starvsfólki.

Ein lægri normering økti eisini um atferðarórógv og ósemjur og ávirkaði trivnaðin neiliga. Broytingin í starvsfólkanærleika hevði serliga týdning fyri ótrygg og varin børn. Lægra normeringin tvífaldaði harumframt sjúkrafráveruna hjá starvsfólkum og hetta bendir á, at normeringin eisini kann hava týdning fyri støðufestið hjá starvsfólki.

Tá ið normeringin aftur varð økt, minkaðu atferðartrupulleikar og strongd, og trivnaðurin sum heild batnaði aftur. Serliga hjá viðkvæmum børnum vísti tað seg at vera sera stórur munur.

Ein íløga í børnini er ein íløga í okkum øll

Tað er eingin ivi um, at ein betri normering kostar meira. Men sambært tilmælunum er hetta ein íløga, sum kann løna seg bæði úr stuttskygdum og longskygdnum sjónarhorni. Við tryggari normering kunnu betri arbeiðskor verða skapt fyri námsfrøðingar, og sjúkrafráveran kann væntast at minka. Og tá er longu nógv spart.

Eisini kann tørvurin á stuðulstímum minka, tá starvsfólkini longu í gerandisdegnum hava betri tíð til einstaka barnið. Og við betri karmum væntast eisini fleiri at søkja sær útbúgving sum námsfrøðingur og arbeiði á dagstovnaøkinum. Og tískil kann hetta blíva ein win-win-win støða, vísir Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentanarnevndini, á.

Við hesum tiltøkum ger Tórshavnar kommuna greitt, at trivnaðurin hjá børnunum og starvsfólkunum er ein raðfesting. Tað er eisini eitt ítøkiligt stig fram ímóti betri dygd í dagstovnaarbeiði – og fram ímóti einum samfelagi, har allir lítlir borgarar fáa eina góðan byrjan.

- Sum eg áður havi nevnt: Ein íløgu í børnini er ein íløga í okkum øll, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir at enda.

Hoyrt teir nýggjastu partarnar úr Námsvarpnum?

Í juli 2023 kom fyrsta Námsvarpið út. Eitt námsfrøðiligt poddvarp, sum varpar út tilfar um námsfrøði á øllum hugsandi økjum. Vertur er Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur. Poddvarpsrøðina hoyrir tú á heimasíðu okkara og á Spotify.

Námsvarpið heldur fram at borðreiða áhugaverd og fakliga dygdargóð prát – og hesa ferð við tveimum pørtum, sum varpa ljós á samfelagslig og námsfrøðilig viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri okkara yrki og fakligu sjálvsfatan.

Ein teirra, ið tók lut í nýggjum parti, er Anja Djurhuus, autismuráðgevi og serkøn á autismuøkinum. Í partinum greiðir Anja frá, hvat autisma í roynd og veru er – ikki bara sum diagnosa, men sum eitt breitt spektrum, ið fevnir um bæði styrkir og avbjóðingar. Hon dregur fram, hvussu autisma kann síggjast í gerandisdegnum – hjá borgaranum sjálvum og hjá teimum, ið standa við síðuna av: familja, námsfrøðingar, lærarar, starvsfelagar og onnur. Eisini varpar hon ljós á, hvussu samfelagið – og vit sum fakfólk – kunnu arbeiða við at skapa eina meira fevnandi og styrkjandi tilveru fyri fólk við autismu. Tað snýr seg ikki bara um tillagingar, men eisini um at broyta hugburð, skilja fjølbroytni og síggja virði í ymsum háttum at liva og sansa heimin.

Í einum øðrum nýggjum parti hittir verturin Nicodemus Líggjasson danska sálarfrøðiprofessaran Svend Brinkmann, sum nógv kenna frá bókini Stå Fast, ið kom út í 2014. Svend hevur seinastu árini verið ein rødd, ið hevur sett spurnartekn við tað, ið hann kallar sjálvsmenningartvang og optimeringsmentalitet. Í Námsvarpinum greiðir hann frá, hvat námsfrøði er, og hvør týdning hugtakið dannelse hevur – ikki bara í undirvísing, men eisini í námsfrøðiligari praksis. Hann kemur eisini inn á, hvussu vit í dag viðgera trivnað og mistrivnað hjá børnum og ungum, og hvussu okkara vaksandi fokus á

sálarheilsu eisini hevur sína baksíðu: Tað kann vera torført at finna javnvág millum at hjálpa og yvirtulka. Prátið er bæði fakligt og mennandi og gevur rúm fyri eftirhugsan um, hvat vit vilja við okkara yrki.

Síðani fyrsti parturin varð lagdur út í juli 2023, hevur Námsvarpið – undir leiðslu av vertinum og námsfrøðinginum Nicodemus Líggjasson – varpað ljós á námsfrøði úr nógvum ymiskum vinklum.

Vit hava longu hoyrt um neuronámsfrøði, skíggjanýtslu hjá børnum, frítíðartilboð til ung, ADHD og nógv annað. Tað, sum eyðkennir røðina, er, at evnini verða viðgjørd bæði úr einum fakligum og einum menniskjansligum sjónarhorni – við virðing fyri tí fjølbroytni, ið er í námsfrøðini.

Ungdómspedagogikkur hevur stóran samfelagsligan týdning

Hóast stóra arbeiðið í ungdómshúsunum ofta er ósjónligt, er tað við til at broyta lív og samfelagið. Ungdómspedagogikkur hevur størri týdning, enn vit geva okkum far um. Tað er júst í hesum árum, at tey ungu hava tørv á at verða møtt og fáa tryggar og góðar umstøður at hittast – og ikki minst mennast í einum sunnum felagsskapi. Tað søgdu Christoffer Schultz og Jonas Begtrup-Hansen, sum skipaðu fyri verkstovuni um ungdómspedagogikk.

Hann kann ikki mátast ella vigast. Tað er ikki altíð, vit síggja hann, tí viðhvørt er hann púra ósjónligur. Talan er um pedagogikk – serliga ungdómspedagogikk. Eitt amboð og fak, sum er alneyðugt fyri samfelagið og hevur nógv størri týdning, enn vit geva okkum far um.

Hetta søgdu Christoffer Schultz og Jonas Begtrup Hansen í fyrstu framløguni, ið var partur av eini verkstovu fyri námsfrøðingar, sum dagliga starvast í ungdómshúsum og øðrum tilboðum til ung í Føroyum.

Endamálið var greitt: At styrkja fatanina av, hvat ungdómspedagogikkur í veruleikanum er, og hvønn leiklut hann hevur í einum fjølbroyttum og broytiligum ungdómslívi.

Teir báðir donsku serfrøðingarnir, Christoffer Schultz og Jonas Begtrup-Hansen, eru konsulentar í Ungdomsringen, um savnar frítíðar- og ungdómsklubbar og onnur, sum arbeiða við børnum og ungum. Harumframt hava teir sterka fakliga bakgrund innan fyri pedagogikk og ungdómsarbeiði. Christoffer er cand.pæd. og ph.d. í pedagogiskari psykologi, og Jonas er kandidatur í pedagogiskari filosofi.

Verkstovan, sum bæði fevndi um fyrilestrar og praktiskar uppgávur, setti ljós á kjarnan í ungdómspedagogikkini. Men hon vísti eisini, hvussu krevjandi, fjølbroytt og ofta ósjóniligt hetta fakliga virksemið er.

At skapa relatiónir og vera forvitin er tað týdningarmesta

At skapa góðar relatiónir og at vera forvitin, eru nøkur av teimum allar týdningarmestu amboðunum at hava í ungdómspedagogikki. Talan er ikki bara um at skapa eina relatión, men at skapa eina profesionella relatión. Júst, hvat tað ber í sær at skapa eina relatión, kann vera trupult at definera, og tískil kann tað vera enn truplari at lýsa, hvussu so ein skapar eina profesionella relatión, greiða teir báðir, Christoffer og Jonas, frá.

- Júst hetta er ein krevjandi arbeiðstilgongd. Tú brúkar jú teg sjálva/-n sum amboð. Tey ungu hava brúk fyri einum vaksnum, sum er til reiðar at lurta, og eisini vaksum, sum sjálvi kunnu vegleiða og greiða frá sínum royndum, soleiðis at tey ungu betur kunnu relatera til tað, tey tosa um.

Fyri at kunna skapa góðar relatiónir, er týdningarmikið, at pedagogar eru forvitnir. At tey hava áhuga fyri, hvat gongur fyri seg í lívinum hjá teimum ungu. Ikki bara lívið á ungdómsstaðnum, men eisini lívinum sum heild. Á hendan hátt fáa tey eitt meira fullfíggjaða mynd av, hví summi ung gera, sum tey gera, og eru, sum tey eru.

- Fyri at fáa samband við tey ungu og fáa tey at tíma at greiða frá, er neyðugt at skapa eina góða, álitsvekjandi relatión. Tískil byrjar alt við forvitni og at skapa eina góða relatión. Harafturat er eisini týdningarmikið at vera varugur við, at ungdómslívið er dynamiskt og broytist nógv upp á stutta tíð.

Christoffer og Jonas nevndu eisini í framløguni, at tað er neyðugt, at námsfrøðingarnir eru førir fyri at reflektera yvir, hvørji tey sjálvi eru sum menniskju. Hvat duga tey væl, og hvat duga tey minni væl – og um tey møguliga hava onkrar blindviklar. Júst tað ger, at tey duga enn betur at útinna sítt arbeiðið. Øll eru ikki fullkomin, og øll vita ikki alt, men at vera tilvitaður um tað ger, at tú kanst gera eitt nógv betri arbeiði.

Ósjónligt arbeiði

“...Námsfrøðingarnir gera einki; tey sita bara og drekka kaffi”. Ein setningur sum nøkur óivað hava hoyrt, tá ið talan er um námsfrøðingar. Slíkur retorikkur kann vera sera skaðiligur og er nærum altíð sagdur av fólki, sum ikki hava innlit í arbeiðið hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum. Tí arbeiðið er nevniliga ósjónligt.

- Tá ið ein námsfrøðingur situr og drekkur kaffi – og tey ungu eru aktiverað ella hugbundin, og gera ella spæla og eru partur av einum felagsskapi, hevur námsfrøðingurin útint eitt gott arbeiði. Tí tað snýr seg nevniliga um at fáa tey ungu at vera sjálvstøðug og at læra at virka saman á konstruktivan hátt. Tá ið tey gera tað, skal námsfrøðingurin ikki bróta løtuna av ella blanda seg. Tað skal námsfrøðingur endiliga ikki gera, greiða teir báðir frá.

Teir leggja aftrat, at hóast tað ikki altíð sær út, sum námsfrøðingurin arbeiðir, so ger hann tað kortini. Hann fylgir við – í tí stilla – og er klárur at traðka til, um onkur trupulleiki skuldi komið.

- Pedagogikkur snýr seg ikki um aktiva luttøku alla tíðina, men um karmar fyri menning. Og úrslitið av júst tí sæst ofta ikki beinanvegin. Talan kann vera um eitt úrslit, sum sæst 10-20 ár seinni, tá ið unga menniskja er vaksið til at blíva eitt vælfungerandi og sjálvstøðugt menniskja, sum dugir at navigera og virka í samfelagnum.

Umráðandi at byggja eitt fakligt grundarlag upp

Tey í danska áhugafelagsskapinum Ungdomsringen skipa fyri fleiri skeiðum, ráðstevnum og netverki fyri starvsfólk. Harafturat bjóða tey ráðgeving, sparring og gera fakligt tilfar.

Grundleggjandi málsetningurin hjá teimum er, at gera námsfrøðiligt arbeiði við ungum sjónligari og betur skipað.

- Tað er umráðandi, at vit styrkja fakligu sjálvsfatanina hjá starvsfólki, soleiðis at tey ikki bara síggja sítt arbeiðið sum nakað praktiskt, men eisini sum ein part av einum professionellum fakøki, sum krevur fakliga viðgerð og støðuga menning.

Harumframt arbeiðir felagsskapurin við at styrkja leiðsluna á ungdómsstøðum. Eitt dygdargott frítíðartilboð krevur eisini fakliga leiðslu og strategiska hugsan.

Málsetningarnar í arbeiðinum eru hesir:

• At eggja til og skapa fakligan dialog

- Tað er týdningarmikið, at námsfrøðilig praksis ikki bara byggir á tilvild og vanar, men á fakligt grundarlag. Ungdomsringen vil stuðla undir eina skipaða tilgongd, har námsfrøðingar tosa saman um pedagogikk og ikki bara um praktiskar loysnir – og harvið menna felags fatan og orðaskipan um sítt arbeiði.

• At fremja fakliga íkast og íblástur tvørtur um stovnar Ungdomsringen leggur dent á at skapa rúm fyri íblástri og fakligum íkasti, har námsfrøðingar úr ymsum klubbum og stovnum deila sínar royndir og duga at spegla sítt arbeiði í arbeiðinum hjá øðrum. Talan er um ein felags læri- og menningarvøll, har vitan og royndir flyta seg millum stovnar/hús.

• At stuðla námsfrøðiligari leiðslu

Ein týðandi fortreyt fyri góðari námsfrøði er, ein fakliga sterk leiðsla. Tí arbeiðir Ungdomsringen við at styrkja leiðarar í leiðaraleiklutinum, so teir megna at ganga undan í námsfrøðiligari menning og tryggja dygd í arbeiðinum við ungum.

• At kveikja forvitni og sjálvsfatan Ungdomsringen vil eisini víðka sjónarringin hjá teimum, sum arbeiða í ungdómshúsum: Hvat slag av ungum arbeiða vit við? Hvørji eru vit sjálvi sum felag, og hvørji eru okkara leiklutir sum fakligar persónar? Hetta skal birta forvitni og menna eina djúpari fatan av námsfrøðiliga samleikanum hjá hvørjum einstøkum og stovnunum sum heild.

Ungdómshúsini hava stóran samfelagsligan týdning

Umframt at tosa um og viðgera námsfrøði, greiddu Christoffer og Jonas eisini frá upprunanum til ungdómshúsini, og hvør teirra leiklutur er í dag.

- Ungdómshúsini eru ein týðandi partur av vælferðarskipanini. Eitt er, at ungdómshúsini hýsa ungum og eru ein góður og tryggur karmur hjá teimum at hittast og vera saman. Eitt annað er, at ungdómshúsini eiga ein stóran leiklut í at loysa samfelagsligar trupulleikar.

Tó vísa teir báðir á, at júst ungdómshúsini sjáldan hava stóra politiska raðfesting. Orsøkin er, at vitanin um, hvussu stóran týdning hesi ungdómshús hava, ikki er so stór, halda teir báðir.

- Politikarar hugsa ofta um at loysa bráðfeingis trupulleikar, sum kunnu síggjast her og nú, heldur enn at arbeiða við loysnum, sum geva úrslit langt fram í tíðina. Tað góða fyribyrgjandi arbeiðið, ungdómshúsini gera, sæst ofta ikki aftur fyrr enn langt frammi í tíðini.

Teir báðir løgdu at enda afturat, at vit í Føroyum eru í eini góðari serstøðu, av tí at vit búgva í einum samfelagi, har tað er stutt millum fólk, stovnar og kommunur, og tí væl ber til at skapa eina felags mentan og at samstarva.

At enda mintu teir øll á, at pedagogikkur er ikki bara trivnaðar- og menningararbeiði. Tað er eitt fak. Tað er samfelagsbygging.

Vangamyndin

Navn

Teitur M. Andreasen

Bústaður

Tórshavn

Aldur 27 ár

Útbúgving Námsfrøðingur

Starv

Námsfrøðingur í Margarinfabrikkini

Hvat dámar tær best í tínum starvi?

Tað eru nógv ting og viðurskifti, ið gera, at mær dámar væl mítt starv. Eitt nú góðir karmar at arbeiða í, góðir starvsfelagar og góð leiðsla. Tað, mær dámar best við mínum starvi, er, tá ið eg føli, at eg geri mun í lívinum hjá einum øðrum. Tað vil siga: At kunna vera við til at motivera, hjálpa og vegleiða børn og ung við ymiskum projektum, tvístøðum ella bara gerandis viðurskiftum.

Ein av teimum grundleggjandi arbeiðstólunum, ið eg brúki dagliga, er relatiónsarbeiði. Hetta førir eisini við sær, at eg uttan fyri arbeiðstíð gevi mær tíð til at práta við tey børnini og tey ungu, eg kenni, um eg møti teimum, meðan eg eri úti. Her føli eg eisini, at eg geri mun.

Hvat dámar tær minni væl?

Eg dugi ikki at koma á nakað, ið mær dámar minni væl við mínum starvi.

Hvat er ein góður arbeiðsdagur fyri teg?

Fyri meg byrjar ein góður arbeiðsdagur langt áðrenn, eg møti til arbeiðis. Í mínum føri byrjar arbeiðsdagurin klokkan 12:00. Tí haldi eg, at tað er umráðandi, at eg sum starvsfólk eri væl upplagdur til dagin. Hetta við millum annað at fara upp tíðliga hvønn morgun, soleiðis at eg ikki akkurát eri uppi, tá eg møti til arbeiðis. Børnini koma úr skúlanum oman í Margarinfabrikkina, og teirra dagur meira ella minni toppar tá. Tá meti eg, at tað er umráðandi, at eg møti børnunum við somu orku, sum tey hava. Eitt annað, ið eyðkennir ein góðan arbeiðisdag fyri meg, er ein arbeiðsdagur, har eg komi í flow og bara eri í tí.

Eg vil fara heim hvønn dag við kensluni av, at eg havi gjørt eitt gott arbeiði í dag.

Heldur tú, at tað eru nóg nógvar avbjóðingar til námsfrøðingar í Føroyum? Um tað eru nóg nógvar, veit eg ikki, men eg haldi, at har eru fleiri enn mann kanska gevur sær far um. Námsfrøðingar eru at síggja sera nógvastaðni nú afturímóti fyrr. Til dømis er tað blivið vanligt, at námsfrøðingar eru í fólkaskúlum. Nakað, mann ikki sá fyri nøkrum árum síðani. Eisini á eldraøkinum eru nógvir námsfrøðingar. Sum námsfrøðingur kemur tú heilt tætt inn at tí einstaka menniskjanum. Hetta kann til tíðir gera, at mann møtir avbjóðingum. Tá er umráðandi at tosa um støðuna við sínar starvs-felagar og leiðslu.

Hevur tú roynt onnur starvsøki ennnámsfrøði, síðan tú varð útlærdur?

Eg havi ikki roynt onnur starvsøki síðani eg bleiv útlærdur - havi bara roynt at arbeitt á ymiskum økjum innan námsfrøði - dagstovnaøkinum og serøkinum.

Hvussu sært tú uppá framtíðina hjá námsfrøðingum í Føroyum?

Eg síggi bjart uppá framtíðina hjá námsfrøðingum í Føroyum. Her kann mann eitt nú síggja, at Fróðskaparsetur Føroya hevur tveir flokkar av námsfrøðingum, og áhugin fyri at gerast námsfrøðingur tykist at vera stórur. Sum nevnt omanfyri, eru nógv ymisk økir innan námsfrøði, so tørvurin er eisini stórur á at fáa fleiri útlærd. Tann 1.apríl var lønarlyft eisini til námsfrøðingar, og hetta er sera gleðiligt. Tað tykist, sum ein størri partur av almenninginum sær týdningin av tí, sum tað námsfrøðiliga arbeiðið ger.

Um tú sat sum forfólk í Pedagogfelanum, hvat hevði so verið tað fyrsta, tú fórt í gongd við?

Eg haldi, at hetta er torført at svara uppá nú, tá ið eg ikki eingong havi verið útlærdur í eitt ár, men eg havi tó nakrar tankar. Eg hevði fyrst og fremst roynt at havt betri samstarv millum Pedagogfelagið og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Eisini hevði eg arbeitt við lønarstiganum hjá námsfrøðingum og hjálparfólki.

Um tú sat sum politikkari í ávikavist landsstýrinum ella í kommununi, hvat hevði so verið aðalmál títt?

Eg vænti, at tað fyrsta, ið eg hevði farið í holt við, hevði verið at umvælt stovnar í Tórshavnar Kommunu.

Tað eru nógvir barnagarðar, frítíðarskúlar og aðrir stovnar, ið eru í sera ringum standi, og hetta, haldi eg, skal takast í álvara. Hetta eru bygningar, ið vera brúktir av nógvum fólki hvønn dag, og í summum førum er hetta heimið hjá borgarum. Tað snýr seg eisini um, at arbeiðsumhvørvið hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum skal vera nøktandi, líka so væl sum at arbeiðið, sum ein námsfrøðingur útinnir, skal vera nøktandi.

Stimbrandi læringsog spæliumhvørvi á dagstovnum

Sára Reynagarð Joensen hevur júst lokið prógvið sum námsfrøðingur á Fróðskaparsetur Føroya. Í fjør skrivaði hon uppgávu um, hvussu námsfrøðingar kunnu skapa eitt stimbrandi lærings- og spæliumhvørvi á dagstovnum. Hendan uppgávan varð skrivað í lærugreinini dagstovnanámsfrøði.

Sambært donskum hagtølum ganga 97% av øllum 3–5 ára gomlum børnum í barnagarði, og í miðal eru tey á stovni í sjey tímar, fimm dagar um vikuna. Hetta er millum annað orsøk til, at høvuðsinnlæringin hjá børnum í aldrinum 0–6 ár fer fram í familjuni og á dagstovninum.

Dagstovnurin er bæði arbeiðslív og gerandislív hjá børnunum, og tí er tað neyðugt, at námsfrøðingar innrætta eitt umhvørvi, ið skapar góðar møguleikar fyri læring og luttøku í felagsskapinum – og eisini tekur atlit til ymiskleikan millum børnini. Um námsfrøðingar skapa eina námsfrøði við støði í spæli og áhugamálum hjá børnunum, og har børnini læra, kunnu tey skapa eitt jaligt lærings- og spæliumhvørvi, ið er neyðugt fyri barnsins menning.

Tí fór Sára Reynagarð Joensen undir at skriva uppgávu um, hvussu námsfrøðingar skapa eitt stimbrandi læringsog spæliumhvørvi á dagstovnum. Hon hevur í hesi uppgávu avmarkað seg til barnagarðsaldurin 3 til 6 ár og til innandura lærings- og spæliumhvørvi.

Uppgávuna byggir hon á ástøði frá m.a. Isbell, Vygotsky og Montessori.

Læringsumhvørvi og áhugakrókar

Læring hevur stóran týdning fyri rmøguleikarnar hjá børnum at mennast. Sambært Vygotsky fer menningin ikki fram, tí at barnið verður eldri, men er hinvegin úrslit av læring gjøgnum spæl, virksemi, samveru og samspæl í umhvørvinum. Tí hevur tað stóran týdning, at námsfrøðingar skipa umhvørvið soleiðis, at menning fer fram í sjálvum spælinum.

Montessori vísir á, at eitt umhvørvi, ið er innrættað júst til børn, hjálpir teimum at gerast sjálvbjargin. Rúmið – tað vil siga sjálv barnagarðsstovan – hevur stóran leiklut í læringini, og rúmið skapar karmarnar um møguleikarnar hjá børnum at læra. Sambært stevnumiðunum fyri dagstovnar skal innandura rúmið vera innbjóðandi og týðiliga eitt umhvørvi til virksemi, har nóg mikið er av fjølbroyttum tilfari og amboðum, sum kunnu birta undir spæl oggranskingarhuga hjá barninum.

Alt eftir, hvussu stovan er innrættað og skipað, verða læringsmøguleikarnir hjá børnunum størri ella avmarkaðir, alt eftir hvørjir teimum givnu umstøðunum. Um stovan hevur ov lítið av tilfari til spæl og virksemi, kann hetta elva til samspælstrupulleikar og forða menningarmøguleikunum hjá børnunum. Hevur stovan hinvegin hevur ov nógv tilfar, kann tað órógva børnini í at spæla og hugsavna seg. Tí ræður um at finna javnvág í innrættingini, har røtt nøgd av tilfari og hóskandi búnar verða valdir. Her kann ástøðið hjá Vygotsky um nærmasta menningarøki verða nýtt, tí námsfrøðingar skulu skapa karmar, sum taka støði í tí, sum børnini megna – og geva teimum møguleika at menna seg víðari.

Ein arbeiðsháttur, sum hevur víst seg at rigga væl, er at skipa stovuna í fleiri áhugakrókar. Við áhugakrókum hava børnini størri møguleika bæði fyri at spæla einsamøll og í bólki, og tað ger tað lættari hjá teimum at byrja eitt spæl ella eitt virksemi. Dømi um slíkar krókar eru t.d. dukkukrókur, bilakrókur, lesikrókur og kreativur krókur. Hetta gevur børnunum greiðari rammur og eggjar til virkið og sjálvstøðugt spæl.

Staðsetingin av áhugakrókunum hevur eisini týdning. Tað skal vera lætt hjá børnunum at síggja, hvar krókarnir eru, og hvat er í teimum. Krókar, sum eru avbyrgdir, hjálpa eisini børnunum at hugsavna seg í eitt longri tíðarskeið. Sambært Isbell skulu børn hava minst 30 minuttir at ráða yvir til sosio-dramatiskt spæl, tí tað tekur tíð at fara eftir tilfari, avtala leiklutir og koma í so mikið djúpt spæl, at tað mennir bæði hugflog og sosialt samspæl. Montessori vísir eisini á, at børn skulu hava høvi at fordjúpa seg í einum ávísum spæli í eitt longri tíðarbil fyri at fáa sum mest burtur úr læringini.

At stovan er skipað í áhugakrókar, sum byggja á áhugamálini hjá børnunum, kann tí vera ein máti at tryggja, at læringin veruliga fer fram ígjøgnum spælið – og at barnið fær møguleika at mennast í einum umhvørvi, sum bæði eggjar og og er trygt.

Dømi: Lesikrókur

Eitt dømi um áhugakrók er ein lesikrókur. Kanningar vísa, at børn, ið hoyra nógvar søgur, hava betri grundarlag at menna góðar lesi- og skriviførleikar. Ein lesikrókur eigur at hava pútur, bókahillar og at vera avbyrgdur. Bøkurnar skulu hóska til aldursbólkin, og tær kunnu snúgva seg um áhugamálini hjá børnunum.

Tá ið námsfrøðingurin lesur saman við barninum, lærir barnið, at bókstavir kunnu verða settir saman til orð og setningar. Eisini kann dialogisk lesing verða nýtt. Søgan verður tá til eina samrøðu, og barnið kann spyrja og hugleiða um hendingargongdina.

Leikluturin hjá námsfrøðinginum

Tá børn spæla saman, menna tey bæði sosialan atburð Tá ið børn spæla saman, menna tey bæði sosialan atburð og samskiftisevni. Samstundis fáa tey royndir í at taka avgerðir og leggja ætlanir – alt er partur av teirra sjálvsavgerðarrætti. Tí hevur tað týdning, at børn sleppa at spæla við onnur børn, og at umhvørvið gevur teimum møguleika fyri tí.

Námsfrøðingar hava ein týdningarmiklan leiklut í hesum sambandi. Tey skulu skapa eitt spæliumhvørvi, har børn

hava møguleika at spæla sosio-dramatiskt spæl. Hetta slagið av spæli er serliga mennandi, tí har arbeiða børn saman um at skapa søgur og spæla leiklutir, har tey samstarva, samráðast og samansjóða sínar hugsanir og ætlanir. Slíkt samspælsvirksemi mennir bæði málsligar og kognitivar førleikar, umframt empati og sosialan førleika.

Sambært Vygotsky er týdningarmiklasta uppgávan hjá námsfrøðinginum at skapa støður, har børnini kunnu nýta hugflogið. Tað merkir, at námsfrøðingurin eigur at leggja seg eftir at síggja, nær og hvussu børn spæla, og hvussu tey brúka hugflogið og royna seg við leiklutum, ið tey hava sæð hjá vaksnum ella í samfelagnum.

Tað er eisini týdningarmikið, at námsfrøðingurin sær tey børnini, sum hava torført við at sleppa upp í spælið. Her hevur hann eina serliga ábyrgd í at stuðla og skapa møguleikar. Hetta kann gerast við at seta spurningar, koma við endurtøkum av tí, børnini siga ella gera, ella við at taka lut í spælinum sjálvur – tað, sum nevnist co-playing. Við hesum ber til at bjóða einum barni við í eitt spæl, sum tað annars ikki hevði sloppið upp í, og samstundis stuðla tí, sum longu fer fram í spælinum.

Sambært Montessori og Vygotsky er tað tó týdningarmikið, at tann vaksni ikki tekur ræðið á spælinum. Námsfrøðingurin skal vera varin og empatiskur og hava sans fyri, hvussu nógv hann kann blanda seg upp í spælið uttan at oyðileggja tað. Hann skal stuðla spælinum og menningini hjá barninum – men ikki ráða yvir spælinum.

Hóast námsfrøðingurin hevur eina týdningarmikla uppgávu, eigur barnið framvegis at hava møguleikan at seta dagsskránna. Tað er í hesari javnvág millum vaksnan stuðul og barnsins sjálvstøðu, at besta læringin fer fram. Námsfrøðingurin hevur sostatt ikki ein passivan leiklut – men ein virknan, eygleiðandi og stuðlandi leiklut, har hann hevur ábyrgd av at tryggja, at øll børn sleppa upp í felagsskapin og fáa møguleika at menna seg ígjøgnum leik og spæl.

Dygd og útbúgving

hava avgerandi týdning

Eins og víst verður á omanfyri, fer læringin hjá børnum 0–6 ár fram ívið hús og á dagstovninum, og tí hevur tað alstóran týdning, at støðið á dagstovninum er hóskandi. Kanningar vísa, at skilvit og tileggjan økist hjá teimum børnum, ið ganga á dygdargóðum stovni, og hesi børnini megna eisini betur útbúgvingar og starvsmøguleikar seinni í lívinum enn børn, ið hava gingið á stovni við minni dygd.

Harafturat vísa aðrar kanningar á, at børn, ið ganga á dygdargóðum stovni, menna jaligari sjálvsfatan og sjónarmiðum framtíðar møguleikar, og tey hava eisini størri álit á seg sjálvi og sínar eginleikar, tá ið tey fara í skúla. Á dygdargóðum stovnum starvast eisini hóskandi tal á starvsfólki við viðkomandi fakligari vitan. Herundir starvsfólk, ið vita, hvussu ein skapar mennandi læringsog spæliumhvørvi. Sambært løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt skal starvsfólkabýtið á dagstovnum í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Fleiri kanningar vísa á, at samband er millum menningina hjá barninum og vitanina og útbúgvingina hjá starvsfólkunum.

Viðkomandi útbúgvingin og kunnleikin hjá starvsfólkunum, her námsfrøðingum, hevur við sær, at tey betur fata hugsanarháttin hjá barninum og av, at barnið lærir og mennist gjøgnum spæl, og hetta hevur stóran týdningar, tá ið eitt stimbrandi lærings- og spæliumhvørvi verður bygt upp Starvsfólk, ið hava vitan um hugsanarháttin og menningina hjá barninum, megna betur at skipa eina námsfrøði og eitt umhvørvi, ið ið stimbrar og eggjar børnini á einum støði, ið er hóskandi teirra aldursbólki. Slíkur skipaður pedagogikkur sæst aftur í atburðinum hjá barninum; og hesi børnini eru betur fyri kognitivt, og tað sæst eisini aftur í fría spælinum.

Sambært tølum frá 2020 hevur 1/3 av starvsfólkinum á dagstovnum í Føroyum námsfrøðiliga útbúgving, og hetta svarar til, at umleið 350 námsfrøðingar mangla. Skuldu øll starvsfólkini verið námsfrøðingar, skuldi fleiri enn 700 námsfrøðingar verið afturat á dagstovnaøkinum. Tí sæst, at stórt trot er á námsfrøðingum á føroyska dagstovnaøkinum – og hetta kann elva til neiligar avleiðingar fyri dygdina á stovnunum.

Tí kann tað eisini vera torført at skapa stimbrandi læringsog spæliumhvørvi á føroyskum dagstovnum, tí tilvitið um hetta ikki er nóg stórt. Her meti eg tað vera týdningarmikið, at námsfrøðingarnir vísa hjálparfólkunum á týðandi tættir viðvíkjandi lærings- og spæliumhvørvinum, ið taka støði í fakligari vitan. Eisini er týdningarmikið, at dagstovnaøkið verður raðfest høgt á politiska økinum við betri lønarkorum og normeringum, soleiðis at fleiri fara undir námsfrøðislesnað.

Niðurstøða Í uppgávuni varð viðgjørt, hvussu námsfrøðingar kunnu skapa eitt stimbrandi lærings- og spæliumhvørvi á dagstovnum. Í viðgerðini kom Sára Reynagarð Joensen fram til, at læring hevur stóran týdning fyri menningarmøguleikar barnanna, og at dagstovnurin – bæði við sínum innrættaða rúmi og við sínum vaksnu stuðlum – er avgerandi leikpallur í hesi menning.

Tí hevur tað týdning, at námsfrøðingar skipa umhvørvið soleiðis, at læring og menning fara fram í sjálvum spælinum. Rúmið skal vera innbjóðandi, skipað í áhugakrókar og lagt til rættis við atliti at teimum tørvum og áhugamálum, sum børnini hava. Stovan skapar rammurnar fyri læringsmøguleikunum hjá barninum, og kann bæði víðka og avmarka hesar møguleikar. Tí er tað týdningarmikið, at innrættingin er væl gjøgnumhugsað og hóskandi til tann ávísa barnabólkin. Áhugakrókar – so sum lesikrókur, dukkukrókur ella bilakrókur – geva børnunum møguleika at fordjúpa seg í spæl og gransking. Sostatt verður rúmið ein virkin partur av læringini.

Harafturat kom fram í uppgávuni, at tað hevur stóran týdning, at námsfrøðingurin hevur greiða vitan um, hvussu hann kann stuðla spælinum hjá børnunum – uttan at taka børnini av ræði. Námsfrøðingurin kann hava virknan leiklut við at stuðla teimum børnum, sum hava torført við at sleppa upp í spælið, og við at seta viðkomandi spurningar ella luttaka sjálvur, uttan at oyðileggja hendingargongdina í spælinum.

At enda vísir uppgávan eisini á týdningin av fakligari dygd á stovninum. Kanningar vísa, at børn, ið ganga á dygdargóðum stovnum, fáa mentanarligar fyrimunir – bæði fakliga og sosialt – og tey hava eisini størri álit á egnum førleikum. Ein partur av hesum er, at starvsfólkini hava viðkomandi útbúgving og námsfrøðiliga vitan. Veruleikin er tó, at tað er stórt trot á námsfrøðingum í Føroyum, og at bert ein triðingur av starvsfólkunum á dagstovnum hava námsfrøðiliga útbúgving. Hetta setir stór krøv til verandi námsfrøðingar og politisku skipanina, sum eigur at raðfesta bæði fakligu dygdina og arbeiðsumstøðurnar á dagstovnum, so vit kunnu tryggja børnum eitt umhvørvi, har læring og spæl ganga hond í hond.

Kundaportalurin

Fá yvirlit yvir tíni inngjøld, tryggingar, váðastøði og íløgusamansetingar – skjótt og ómakaleyst

Rita inn við samleikanum

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.