
5 minute read
Royndir úr Fraklandi og Portugal
Taka vit nakað nýggjari royndir í Bretlandi, so samsvara tær í størri mun við royndir í stovnum og fyritøkum í nýggjari tíð. Í 1974 frá fyrst í januar mánaði og fram til 11. mars varð Bretland rakt av einum so mikið umfevnandi verkfalli innan kolaídnaðin, at tað varð neyðugt at spara munandi í streymframleiðsluni. Úrslitið av hesum stríðnum var ein tríggja daga arbeiðsvika fyri allan arbeiðsmarknaðin uttan kritiskar funktiónir so sum í heilsuverkinum. Metingarnar í mun til framleiðsluna í Bretlandi tá vóru ikki jaligar. Ein roknaði við, at nú arbeiðstíðin styttist 40%, so fór framleiðslan eisini at minka við 40% (Robards). Hetta vísti seg tó ikki at vera støðan. Upprunaliga mettu fyritøkurnar í Bretlandi, at tær framleiddu 20% minni í januar mánaði (Hawkins). Tá avtornaði, fall framleiðslan við 7% í januar mánaði, var støðug í februar mánaði og vaks við 3,5% í mars mánaði (ibid).
Sostatt varð minkingin munandi minni, enn ein hevði roknað við. Ein partur av frágreiðingini var, at nakrir arbeiðsgevarar framleiddu sín egna streym og tí arbeiddu longri, men hetta hevur neyvan havt stóra ávirkan á samlaðu myndina (Robards). Stóra orsøkin til, at framleiðslan ikki minkaði meira var, at effektiviteturin øktist munandi hesa tíðina. Ein frágreiðing kann vera, at fólk høvdu meira yvirskot, og tann frágreiðingin verður ofta brúkt av fólki, sum vilja hava styttri arbeiðstíð. Ein onnur frágreiðing er, at Bretland var í eini kreppustøðu, og fyritøkurnar søgdu opið og alment, at tær roknaðu við, at hetta fór at ganga illa. Av tí sama vóru fólk óvanliga motiverað at arbeiða effektivt og áhaldandi, tá tey vóru til arbeiðis, tí tey vóru bangin fyri at missa starv sítt, um tey ikki gjørdu tað (ibid). Í so máta komu nógv til ta niðurstøðu, at hendan royndin váttaði illgrunan um, at arbeiðsmegin í Bretlandi arbeiddi rættiliga ineffektivt undir vanligum umstøðum (Hawkins, og Robards).
Ein annar faktorur í hesi royndini var, at tað var eitt rættiliga stutt tíðarskeið, ein arbeiddi so stutt, og fólk vistu tað ikki fara at vara í langa tíð, og tí brúktu fólk av uppsparingini hjá sær og hildu búskapin koyrandi (Hawkins).
Í 1997 styttist arbeiðsvikan í Portugal úr 44 tímum í 40 tímar. Í Fraklandi styttist arbeiðsvikan úr 39 tímum í 35 tímar hjá størri fyritøkum í 2000 og smærri fyritøkum í 2002. Tá um ræður styttingina av arbeiðstíðini í Fraklandi, er rættiliga stór akademisk ósemja um, hvussu væl eydnað hon var. Meira vinstravendir stovnar og granskarar tykjast at hava sera jaligar metingar av gongdini í Fraklandi, meðan høgravendir stovnar og granskarar hava sera neiligar fatanir av gongdini í Fraklandi, og minni hugsjónarliga tengdir stovnar og granskarar hava meira varnar metingar, ið kortini eru meira jaligar enn neiligar.
Bæði í Portugal og Fraklandi var økingin í vælveru týðilig og greið í sambandi við niðursettu arbeiðstíðina, og økingin var so at siga tann sama í báðum londunum (Lepinteur, s. 9). Økta vælveran stavaði frá øktu frítíðini heldur enn, at tímalønin hækkaði (ibid, s. 12), og vælveran vaks bæði í frítíðini og til arbeiðis. Tað, at økingin í vælveru var hin sama í báðum londum, bendir á, at har er ein samanhangur millum hvønn tíma, ein arbeiðir minni, og samsvarandi vøkstur í vælveru.
Nøgdsemið við arbeiðsumstøðurnar í Fraklandi var fyri tað mesta óbroytt, meðan tað betraðist nakað í Portugal. Í Portugal vóru tað serliga kvinnurnar, sum vórðu betur nøgdar, meðan í Fraklandi vóru tað serliga ídnaðararbeiðararnir (ibid, s. 14).
Nøgdsemið við frítíðina øktist í báðum londum. Í Fraklandi vóru tað serliga fólk í parlagi, sum vórðu betur nøgd, meðan serliga tey støku í Portugal kendu ágóða, tó at tey í parlagi eisini vórðu betur nøgd. Orsøkin til munin tykist stava frá, at mannfólkini í Portugal í ávísan mun kendu, at teirra leiklutur sum breyðvinnari minkaði av broytingini, meðan Frakland sá eina sjálvforsterkandi effekt. Tá eini makin bleiv betur nøgdur við frítíðina, bleiv hin eisini bleiv betur nøgdur, og tí sást úrslitið greiðari millum fólk í parlagi (ibid, s. 15 – 16). Summar kanningar eru ósamdar í, at nøgdsemið vaks í Fraklandi (Estavao og Sá, 2008, og Estavao og Sá, 2006), men tær kanningarnar byggja á tøl frá 2001, meðan Lepinteur byggir sína kanning á nýggjari tøl, tá broytingin var galdandi í øllum Fraklandi, og fólk í størri mun høvdu havt tíð at merkja broytingina.
Í Fraklandi var eyka frítíðin serliga brúkt til familju, børn og hvíld. Serliga mannfólkini brúktu meira tíð við familjuni og børnunum, meðan konufólkini brúktu meira tíð til hvíld, tí størri partur av húsarbeiðinum longu er framt, tá vikuskiftið byrjar (Hayden, s. 520). Tey, sum høvdu ráð, fóru eisini í størri mun ferðir við familjuni í longdum vikuskiftum (ibid). Sum heild fingu fólk betri lívsgóðsku, har serliga kvinnuligir stjórar og kvinnur við børnum fingu væl betri lívsgóðsku, men eisini fólkið sum heild.
Eitt av teimum meira áhugaverdu úrslitunum úr Fraklandi, sum kann vera serliga viðkomandi í Føroyum, er tá um ræður fólk, sum arbeiða parttíð. Í Fraklandi vísti tað seg, at fólk, sum arbeiddu minni enn 35 tímar í meðal fóru 0,9 tímar upp í tíð um vikuna (ibid, s. 17). Samstundis sá ein, at tey, sum arbeiddu parttíð, blivu betur nøgd við sítt arbeiðslív, tá tey fóru upp í tíð. Hetta hongur helst saman við, at teirra status í mun til arbeiði øktist, og at tey í størri mun vóru á jøvnum føti við tey, sum arbeiddu fulla tíð.
Ósemjan millum meira høgravendar og meira vinstravendar granskarar er serliga greið, tá um ræður ávirkanina á arbeiðsloysið í Fraklandi. „Sambært eini síðuni minkaði arbeiðsloysið í Fraklandi eftir broytingina, men mest sannlíkt var tað ikki vegna niðursettu arbeiðstíðina, at arbeiðsloysið minkaði (Estavo og Sá, s. 424 – 425), og mest sannlíkt var tað ikki vegna niðursettu arbeiðstíðina, at arbeiðsloysið minkaði (ibid, s. 424 – 425). Hin síðan sigur, at broytingin skapti nógv nýggj arbeisðpláss, men ikki eins nógv og stjórnin vildi (Hayden, s. 512). Lutvíst stavaði vøksturin í arbeiðsplássum frá, at búskapurin í Fraklandi vaks um hetta mundið, og lutvíst frá, at stjórnin gjørdi sera nógv fyri, at fyritøkurnar kundu seta eyka fólk í starv, so tær ikki ikki fingu ein fíggjarligan miss av niðursettu arbeiðstíðini (ibid, s. 513 – 514).
Hvør fatan er sonn, er ringt at meta um. Men tað tykist at vera greitt, at nøgdsemið við frítíð og arbeiðslív vaks, lívsgóðskan hjá serliga kvinnum bleiv betri, meira tíð bleiv brúkt til familju, børn og hvíld, eins og tað tykist vera greitt, at fólk í parttíðarstørvum fóru upp í tíð. Harumframt kann ein staðfesta, at broytingin ikki hevði so mikið neiligar avleiðingar, at hon steðgaði búskaparvøkstrinum ella skapti arbeiðsloysi.