Gerst eldri uttan at gerast gamal

Page 1


HVUSSU KANN EG ELDAST,

UTTAN AT GERAST GAMAL?

FYRILESTUR

Toni Dam venjari, instruktørur & kostráðgevi

Fyrilesturin tekur saman um vanligu heilsugongdina, tá vit eldast.

• Hvat hendir og hví tað hendir?

• Hvat kanst tú gera fyri at fyribyrgja vanligu gongdini?

• Hvørji kostískoyti kunnu viðmælast og hví?

• Hvat sigur vísundin?

Hvørji heilsuráð rigga og hvørji rigga ikki.

Sjálvur fyrilesturin er 35 minuttir og aftaná er møguleiki at seta spurningar.

Toni Dam

Toni hevur livað eitt virkið lív við brennandi áhuga í ítrótti og við stremban eftir nýggjastu vitan innan bæði sálarliga og kropsliga ítróttarvitan. Royndirnar eru drúgvar innan kropsliga heilsu, venjing og vælveru.

Hann er altjóða góðkendur innan EuropeActive (EREPS 4), er útbúgvin persónligur venjari og fitness instruktør, og hevur harumframt loyvisprógv sum kostráðgevi. Hann hevur luttikið sum venjari í fleiri granskingarverkætlanum.

Toni hevur bakgrund sum yvirsergentur í donsku verjuni og hevur til aspirantskeið í Jægerkorpset. Hann hevur umboðað danska landsliðið í riffluskjóting og 5­kampi, hevur svarta beltið í karate og hevur vunnið HM silvur, EM gull og silvur, DM Silvur, og FM gull, silvur og bronsu í inniróðri.

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.