
2 minute read
Styttri arbeiðstíð fremur javnstøðu
Tað er vert at hava í huga, at hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparfelagnum og Heilsuhjálparafelag Føroya, eru tað sera fá mannfólk, sum eru limir, og tí siga tølini fyri mannfólk lítið har. Júst hesi tølini eru tí ikki tikin við. Men sum heild er tað ein sera greið gongd, at fólk innan røktarstørv, heilsuverkið og námsfrøðiliga økið arbeiða parttíð. Tekur ein heilsurøktararnar sum dømi, so eru tað beint undir helvtin av teimum, sum eru undir 51 ár, ið siga, at orsøkin til at tey ikki fara upp í fulla tíð er familjan (Jacobsen, s. 14).
Sum heild er tað galdandi, at konufólk hava verri umstøður, vegna ójøvnu uppgávurnar heima millum kynini. Tær eru verri fyri sálarliga, tær eru minni nøgdar við seg sjálvar, minni nøgdar við makan, kenna eitt størri tal av ósemjum og verri góðsku í parlagnum (Fernández, Quiroga, Escorial og Privado, s. 130). Minni hvíld og størri tvídráttur millum arbeiðs- og familjulív er sannlíkt ein stór orsøk til hetta. Hetta er tó ein gongd, sum spakuliga er betrað nakað – tó at konufólk, sum áður staðfest, gera meira heima enn tær gjørdu í 1960unum, so er teirra arbeiðsbyrða heima spakuliga farin at minka, samstundis sum tann hjá mannfólkum veksur, men kvinnur gera framvegis væl meira heima (ibid).
Um sama mundi so er arbeiðið sum heild blivið meira intensivt og hevur meira ferð (Harma, s. 502). Tøkniligar broytingar og hægri krøv merkja, at fólk í størri mun eisini arbeiða aftaná arbeiðstíð, og krøvini um at vera tøkur og laga seg eftir ynskjunum hjá arbeiðsgevaranum gerast alsamt størri og leggja størri trýst á arbeiðstakaran, uttan mun til kyn (ibid, s. 503).
Í mun til ávirkanina av arbeiðinum á sálarliga og kropsliga heilsu, so er ein sera vanlig og ovurstór feilkelda, at kanningarnar ikki telja arbeiðið heima við (ibid, 504). Arbeiðstíðin er tíðin til arbeiðis, er vanlig fatan, heldur enn ein meira veruleikakend fatan av arbeiðstíð, sum sigur, at arbeiðstíðin er tíðin til arbeiðis løgd saman við teirri tíðini, sum ein brúkar uppá húsarhaldsarbeiði. Hyggur ein bara at tímunum til arbeiðis, so er torført at finna sambandið millum arbeiðstíð og heilsu. Hinvegin, um ein byrjar at telja tímarnar heima við í roknistykkið, so byrjar ein at síggja væl greiðari samanhang við øktari sjúkrafráveru. Verður samanlagda arbeiðsvikan hægri enn 50 tímar um vikuna, so eru neiligu avleiðingarnar fyri heilsuna munandi størri (ibid). Við teirri tíðini konufólk vanliga brúka uppá húsarhaldsarbeiði, so arbeiða nógv tey flestu konufólkini, sum hava fulltíðarstarv, meira enn 50 tímar um vikuna – serliga um tær hava børn. Samanhangirnir verða serstakliga greiðir, um ein hyggur at heilsustøðuni hjá fólki, har tað eru tvídráttir millum arbeiðslív og familjulív. Kropslig sjúka gerst 1,5 – 1,6 ferðir so vanlig, og sálarlig sjúka gerst 3,6 – 6,5 ferðir so vanlig (ibid). Minkar ein arbeiðstíðina, kann tað sostatt hava sera gagnligar avleiðingar fyri heilsuna hjá serliga kvinnum, ið arbeiða fulla tíð – serliga um mannfólk eisini átaka sær størri part av húsarhaldsarbeiðinum.
Í so máta er tað vert at leggja til merkis, at tað hevur sera stóran týdning fyri fatanina av tvídrátti millum arbeiðstíð og familjulív, um arbeiðstíðin er fleksibul og stýrd av arbeiðstakaranum. Meira arbeiðstakarin kann ávirka, nær viðkomandi arbeiðir, minni gerst tvídrátturin millum arbeiði og familjulívið (Eurofund, s. 5). Tískil er tað týdningarmikið, at um ein styttir arbeiðstíðina, so tryggjar ein sær,