2 minute read

Framtíðar arbeiðsmarknaðurin í Danmark

Next Article
Kappingarføri

Kappingarføri

meira - um arbeiðstíðin verður sett niður. Hinvegin eru heilsu- og umsorganarøkið, eins væl og útbúgving (um ein tekur hædd fyri økta tørvinum á eftirútbúgving), millum tey økini í almenna geiranum, ið sannlíkt fara at vaksa (ibid, s. 47).

Kanningin hjá Bakshi et al hyggur einans eftir Bretlandi í Evropa, og tó at myndin viðvíkjandi júst hvørjar vinnur vaksa og minka har, er eitt sindur øðrvísi enn í USA, so er niðurstøðan tann sama (ibid, s. 49 – 50).

Myndin av, hvørt niðursett arbeiðstíð er gagnlig, tá um ræður effektivitet, verður nógv greiðari, um ein hyggur eftir, hvørjir førleikar gerast meira og minni týdningarmiklir í framtíðini. Týdningarmiklu førleikarnar verða kreativu, hugsandi og menniskjaligu førleikarnir, meðan minni týdningarmiklu førleikarnar verða endurtakandi førleikar, og førleikar knýttir at beinleiðis framleiðslu bundnir at tíma fyri tíma arbeiði (ibid, s. 61 – 66). Hetta er bæði galdandi í USA og Bretlandi, tó at ymsu bólkarnir av førleikum eru eitt sindur ymiskt raðfestir í londunum báðum (ibid, s. 66 – 71).

Hyggja vit at gongdini í Danmark, so minna metingarnar har nógv um tær metingarnar, sum ein sær aðrastaðni. Upp ímóti 40% av arbeiðstímunum í Danmark kundu automatiserast í 2017, sambært McKinsey & Company (s. 1). Útgangsstøðið hjá Danmark er gott í mun til hesa avbjóðingina, tí at útbúgvingarstøðið er høgt í landinum. Sum heild roknar frágreiðingin við, at automatisering fer at økja um vælferðina, økja kappingarførið og betra um góðskuna á vørum og tænastum (ibid). Eins og aðrastaðni leggur kanningin tó dent á, at fyri at ein skal gagnnýta teir jaligu møguleikarnar í hesi gongdini, krevur tað, at ein hevur eitt serstakliga stórt fokus á eftirútbúgving – kanningin staðfestir, at næstan øll mugu læra nýggjar førleikar (ibid).

Longu við teirri tøknini, sum var til í 2017, kundi ein automatisera minst ein arbeiðsdag um vikuna hjá 8 út av 10 starvsfólkum í Danmark (ibid, s. 2). Tó vóru tað einans 15% av størvum, har 70% ella meira av innihaldinum kann automatiserast. Hesi tølini eru sannlíkt vaksin síðani 2017. Metingin í 2017 var, at mest sannlíkt eru 80% av teimum automatiseringunum, sum kunnu fremjast við tøknini í 2017, framdar í 2035, og hetta fer at hava við sær eina øking í framleiðsluni í Danmark.

Meðal arbeiðsvikan í Danmark er fallin við 9 tímum farnu 45 árini vegna økta effektivitetin frá tøkniligum broytingum. Ein er frá 1970-2015 farin frá at arbeiða 40 tímar um vikuna í meðal, til at arbeiða 31 tímar um vikuna í meðal (ibid, s. 24). Samstundis sum arbeiðsvikan hjá meðal starvsfólkinum í Danmark er stytt, so er BTÚ hækkað.

Eisini í Danmark er tað serliga innan tær vinnurnar, har ein ikki fær hækkað effektivitetin við at stytta um arbeiðsvikunu, at færri starvstímar verða í framtíðini (ibid, s. 2 – 3, 10, 28, 30 og 36). Hetta eru somuleiðis tær vinnurnar, har ein serliga fer at hava stóran tørv á eftirútbúgving, og tí er tað eisini her ivasamt, um starvsfólkini kunnu arbeiða langar arbeiðsdagar og samstundis fáa sær eftirútbúgvingina, ið tey hava tørv á. Tað eru eisini her serliga umsorganarstørv og

This article is from: