2 minute read

Kvinnur arbeiða meira enn mannfólk

Next Article
Bókmentalisti

Bókmentalisti

serliga kvinnurnar, sum arbeiða parttíð. 33% av kvinnunum í ES arbeiða parttíð, meðan 10% av mannfólkunum í ES arbeiða parttíð (ibid).

Hyggur ein eftir, hvussu kynini ynskja at arbeiða í mun til teirra verandi arbeiðstíð, so er greitt, at konufólk í meðal bæði arbeiða minni og ynskja at arbeiða minni enn mannfólk alt lívið. Heilt stóri munurin er tó, tá ein hyggur eftir tíðini, har fólk eru foreldur. Tá ynskja konufólkini at stytta arbeiðstíðina við áleið 4 tímum í meðal, og tað er eisini tíðin, tær arbeiða minni. Arbeiðstíðin fylgir sostatt ógvuliga væl teirra ynskjum (ibid). Mannfólk ynskja eisini at arbeiða styttri tíð, tá teir blíva pápar, og í meðal ynskja teir at stytta arbeiðstíðina við 2 tímum. Tó hendir tað øvuta. Heldur enn, at mannfólk arbeiða styttri tá teir blíva pápar, eins og teir ynskja, so økist teirra arbeiðstíð í meðal einar 2 tímar, og tískil arbeiða teir einar 4 tímar meira, enn teir ynskja (ibid).

Eurofund metir, at orsøkin til hendan munin er ein samanseting av sosialum trýsti og muninum á lønini, ið kvinnur og mannfólk fáa. Bæði kynini ynskja at arbeiða minni og brúka meira tíð saman við børnunum. Men av tí, at samfelagið væntar, at kvinnan er tann, sum tekur sær av heimi og børnum, so er hon heima, meðan maðurin breyðføðir familjuna. Lønin leggur so eitt eyka trýst á, og úrslitið er, at serliga mannfólk verða trýst í ein leiklut, sum ikki samsvarar við tað, sum teir ynskja. Hetta er ein rættiliga greið ábending um, at verður arbeiðstíðin sett niður, so letur tað upp fyri, at mannfólk í størri mun gerast ein partur av lívinum hjá børnum teirra, og familjur fáa frælsi at skipa teirra gerandisdag sum tær ynskja.

Sum heild verður meira og meira javnstøða millum kynini í Vesturheiminum. Konufólk fáa hægri útbúgving enn mannfólk, fleiri verða valdar inn í politikk, og størri partur av fólkinum trýr uppá javnstøðu (Rao). Kortini arbeiða konufólk í t.d. USA næstan dupult so nógv í heiminum, sum mannfólk gera (ibid). Nakað tað sama ger seg galdandi aðrastaðni, tó at tað er ymiskt frá landi til land, júst hvussu stórur munurin er. Kvinnur taka sær í størri mun av húsarhaldsarbeiðinum, og hetta ger, at leggur ein húsarhaldsarbeiði og arbeiði saman, so er samlaða arbeiðsbyrðan hjá kvinnum sum heild hægri enn hjá mannfólkum (Temianka), og er hetta ein stórur partur av frágreiðingini til, hví so nógv konufólk arbeiða parttíð.

Samstundis sum konufólk arbeiða meira, so vísa tøl úr USA, at kvinnur brúka meira tíð uppá børnini, enn tær gjørdu í 1960unum (Rao). Hetta er uttan mun til, hvørt tað er kvinnan ella maðurin, ið vinnur meira pening.

Í USA brúka kvinnur 29 tímar um vikuna uppá húsarbeiði, meðan mannfólk brúka 16 tímar. Sostatt eru 13 tímar á muni. Uppgávur heima við hús eru deildar millum kynini, men uppgávurnar menn gera taka nógv styttri tíð (ibid, s. 1045). Í Evropa er tað ymiskt frá landi til land, hvussu hetta býtið er – meira konservativu londini hava líknandi býti sum í USA, og meira progressivu londini hava ein arbeiðsmun, sum liggur nærri teimum 7 tímunum um vikuna. Eins og vit koma inn á á síðu 47 – 49, so er tað alt, sum bendir á, at Føroyar liggja millum tey meira konservativu londini, tá ið tað ræður um húsarhaldsarbeiði og kyn.

This article is from: