2 minute read

Innleiðsla

Next Article
Bókmentalisti

Bókmentalisti

Kring allan heim eru í farnu áratíggunum í størri og størri mun gjørdar royndir at minka um arbeiðstíðina. Flestu royndirnar eru gjørdar í einstøkum fyritøkum og stovnum, og úrslitini hava verið sera ymisk – alt frá, at ein fær 60% betri framleiðslu til, at tað kostar ov nógv.

Minni arbeiðstíð verður ofta knýtt saman við gongdunum við vaksandi automatisering, størri samanbrestum millum familju- og arbeiðslív, tøkniligum broytingum sum heild, sálarligari heilsu og royndum at seta fokus á lívsgóðsku og nøgdsemi fram um búskap.

Politiskt sær ein kring allan heim størri og størri áhuga fyri tankanum um styttri arbeiðsviku, tó at mótstøðan eisini er stór. Í Føroyum hava tað serliga verið fakfeløgini, sum hava borið fram ynski um at stytta arbeiðsvikuna til 37 ella 35 tímar íroknað matarsteðg, eins og vit hava sæð einstakar flokkar og politikarar, ið eru fyri 37 tíma arbeiðsviku.

Tey, ið eru fyri broytingini, hava víst á sínar grundgevingar og síni fakta, meðan tey, sum eru ímóti, hava víst á sínar grundgevingar og fakta. Nógv hava víst á, at fyri, at ein kann taka eina avgerð, so krevur tað eina veruliga kanning, ið kemur inn á fyrimunir og vansar og kemur við einum realistiskum boði uppá, hvat broytingin kostar.

Hendan frágreiðingin er ein tílík kanning. Tað er Fakfelagssamstarvið – Akademikarafelag Føroya (AKF), Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFS), Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag (HAK) og Starvsfelagið – eins væl og Heilsuhjálparafelag Føroya (HHFF), og Heilsurøktarafelagið, sum hava bílagt kanningina. Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, ið standa fyri kanningini.

Kanningin lýsir fyrimunir og vansar, og hvat tað kostar at hava 37 tímars arbeiðsviku á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Kanningin snýr seg sostatt um kostnað, sparingar og inntøkur hjá tí almenna, sum broytingin hevur við sær, umframt at kanningin kemur inn á verkætlanir og royndir við minni arbeiðstíð í útlondum, søguligu avleiðingarnar, javnvág millum familjulív og arbeiðslív, arbeiðstengda strongd og sálarligar avbjóðingar, arbeiðsbyrðu, effektivitet, kappingarføri og væntaðar framtíðar broytingar á arbeiðsmarknaðinum.

Tað ber til at lesa ymisku kapitlarnar í frágreiðingini sjálvstøðugt, tó at ein fær bestu heildina við at lesa frágreiðingina í raðfylgjuni, hon er skrivað. Raðfylgjan er soleiðis, at teir seinnu kapitlarnir í stóran mun vísa til teir fyrru og byggja á tað, sum longu er komið fram. Brotini um javnstøðu kunnu tykjast óviðkomandi fyri spurningin um arbeiðstíð, men niðurstøðurnar í teimum spæla stóran leiklut, tá um ræður, hvussu ein tílík broyting ávirkar sálarligar avbjóðingar, effektivitet og kappingarføri, serliga havandi í huga kynsbýtið tá um ræður parttíðararbeiði í Føroyum.

Kanningin byggir á fleiri enn 70 keldur, 13 samrøður og dátur fyri 5.630 løntakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

This article is from: