2 minute read

Niðurstøða

Alt í alt tykjast fleiri fyrimunir enn vansar at vera við at fara frá eini 40 til eina 37 tíma arbeiðsviku, við tí fyrivarni, at fokus hevur verið á almenna arbeiðsmarknaðin. Tað er ósannlíkt at broytingin hevur nakra serliga ávirkan á BTÚ, uttan so at ein fremur broytingina ov skjótt. Hetta merkir eisini, at tað ikki ber til at t.d. siga sum so, at broytingin má passast til tá arbeiðsloysið er høgt, tí broytingin hevði mest sannlíkt hent yvir minst 3 – 4 ár, og ein kann ikki vita um arbeiðsloysið er høgt ella lágt yvir eitt so langt tíðarbil.

Tað er somuleiðis ósannlíkt, at broytingin samanumtikið hevur nógva ávirkan á kappingarførið hjá Føroyum. Nakrar vinnur gerast eitt sindur meira kappingarførar, aðrar gerast eitt sindur minni kappingarførar. Sum heild fara tær vinnurnar, sum gerast minni kappingarførar, mest sannlíkt at minka í tali vegna automatisering. Tó hevði tað verið vert at kanna nærri, hvussu ein kann tryggja sær, at broytingin í minst møguligan mun gongur út yvir kappingarførið hjá hesum vinnunum. Tá um ræður tað almenna ítøkiliga, so eru avleiðingarnar í sera stóran mun jaligar. Øll uppgávutengdu, skrivstovu og meira kreativu størvini fara mest sannlíkt ikki at síggja nakran miss í framleiðslu. Innan røkt, heilsu, barnamenning og undirvísing verða tað alt í alt 13 heiltíðarstørv ein manglar av broytingini, um gongdin er sum tá Frakland fekk 35 tíma arbeiðsviku, og tey í parttíðarstørvum fóru upp í tíð. Samstundis kann broytingin gera tað væl meira lokkandi at arbeiða innan hesar vinnurnar, ið sálarliga eru sera krevjandi, og betra um kappingarføri mótvegis eitt nú Danmark.

Nettoútreiðslurnar hjá tí almenna verða 104,4 milliónir krónur, vegna øktari løn, til fólk, sum eru í parttíðarstørvum, og tørvin á at seta fleiri fólk í starv. Hinvegin økist pensjónsuppsparingin hjá fólki av hækkaðu lønini, og merkir tað ein vinning á millum 14,6 og 20,5 milliónir krónur árliga. Harumframt so eru fólkini, sum fáa økta inntøku av broytingini, í stóran mun fólk, sum brúka nógv av inntøkuni hjá sær til forbrúk, og tískil skapar hetta nógvan øktan búskaparligan aktivitet, og tískil eisini øktar inntøkur hjá tí almenna. Somuleiðis verður ein vinningur í minni strongd, færri sjúkradøgum, øktari livigóðsku, færri feilum í heilsu- og røktarsektorinum, eins væl og frá tí, at fólk slítast minni, og tískil kunnu arbeiða í størri part av lívi teirra.

Broytingin hevur sannlíkt sera jaligar avleiðingar fyri lívsgóðskuna hjá fólki sum heild, og serliga hjá familjum. Minni tíðartrýst kann bæði gera so at fólk fáa meira kvalitetstíð við børnum, partnara, vinum og til at taka sær av sær sjálvum. Hetta merkist sannlíkt eyka væl hjá konufólki, tí mannfólk, sum fara niður í tíð, brúka lutvíst stóran part av teirri tíðini uppá húsarhalds- og viðlíkahaldsarbeiði, og at vera saman við børnunum hjá sær, ið eisini merkir, at umframt at kvinnurnar fáa meira frítíð frá arbeiðinum, so verður byrðan heima tað minni. Mannfólk hava hinvegin, sambært kanningum í Evropa, sum heild eitt ynski um meira tíð saman við børnunum hjá sær, og gevur hendan broytingin teimum tann møguleikan. Tí økir broytingin sannlíkt sum heild um nøgdsemi í familjum, minkar um tali av konfliktum, og er tískil eisini sera gagnlig tá um ræður umstøðurnar hjá børnum.

This article is from: