3 minute read

Aðrar avbjóðingar

Next Article
Fakfeløgini

Fakfeløgini

Tó at fólk, sum arbeiða heimanífrá, arbeiða meira, so sær ein, at tey hava størri ávirkan á, nær tey arbeiða, og júst tað hevur jaligar avleiðingar fyri starvsfólkini. Tey hava størri produktivitet, færri avbrótingar, tey spara tíðina ein annars hevði koyrt til og frá arbeiði, arbeiðsplássið sparir skrivstovupláss og so framvegis. Hinvegin sær ein væl størri samanbrestir millum arbeiðslív og heimalív. Tí er týdningarmikið at seta mørk til tílíkt arbeiði. Ein sær eisini, at fólk arbeiða longri enn tey eiga, tá tey arbeiða heima, og tí arbeiða tey ólønt. Tað eru serliga mannfólk, sum arbeiða nógv longri, tá tey arbeiða heima, meðan kvinnur arbeiða nakað styttri enn mannfólkini, og tí hava betri javnvág millum heimalív og arbeiðslív (ibid). Hvussu er og ikki, so geva vinningarnir við at arbeiða heima eina ábending um, at fólk í fleiri størvum kunnu arbeiða væl meira effektivt, um tey fáa umstøðurnar til tess.

Messenger viðmælir samanumtikið, at ein miðvíst arbeiðir fram ímóti at stytta arbeiðsvikuna, við teimum broyttu umstøðunum arbeiðsmarknaðurin virkar undir nú á døgum. Ein styttri arbeiðsvika hevur eyðsýndar jaligar avleiðingar fyri arbeiðstakaran og hansara vælveru, og hevur eisini positivar avleiðingar fyri arbeiðsgevaran í mun til arbeiðsorku, sum ger eitt betri arbeiði og veitir betri kundatænastu, samstundis sum produktiviteturin næstu árini fer at vaksa nógv vegna tøkniligar broytingar (ibid, s. 26).

Ein sera stór óvissa, tá um ræður framtíðar arbeiðsmarknaðin, er veðurlagsbroytingar. Tað er greitt, at veðurlagsbroytingar longu eru farnar at gera um seg, og spurningurin nú er í hvussu stóran mun, ein kann avmarka skaðan, heldur enn um ein kann forða fyri veðurlagsbroytingum (NASA). Hvussu nógv tað ávirkar búskapin í framtíðini er ógreitt, men tað kann hava sera stórar avleiðingar.

Summir serfrøðingar vísa á, at um ein eitt nú tekur Danmark, so brúkar Danmark 4 ferðir so nógv sum náttúran kann bera (Clausager og Kjærsgaard). Hetta leggur eitt markant trýst á náttúruna, og tí meta tey, at tað væl kann blíva neyðugt í framtíðini, at ein minkar munandi um arbeiðstíðina, so ein framleiðir og brúkar minni (ibid). Í mun til júst hetta er tað sera ósannlíkt, at ein 37 tíma arbeiðsvika ger nakran mun. Innan flestu vinnurnar er framleiðslan hin sama við 37 tímum sum við 40 tímum, og um nakað kann nýtslan av vørum og tænastum fara nakað upp, tí tey, sum nú arbeiða parttíð, fáa meira í løn. Tað er eisini ósannlíkt, at ein so stór minking, sum tann, ið eitt nú Clausager og Kjærsgaard lýsa sum ein møguleika nakrantíð hendir vegna veðurlagsbroytingar, tí tað hevði kravt, at allur heimurin arbeiddi nógv minni, fyri at kappingarevnini í heimsins londum verða nakað tey somu.

Hinvegin er tað rættiliga greitt staðfest, at tíðartrýst ger at fólk dálka meira. Tey keypa í størri mun dálkandi lidnan mat, blaka ting burtur heldur enn at umvæla, og viðlíkahalda sum heild ikki eins nógv (ibid), so ein eitt sindur styttri arbeiðstíð kann viðvirka til ein grønari lívsstíl.

Ein onnur stór avbjóðing við automatisering av arbeiði er, at so hvørt, sum maskinur og algoritmur kunnu gera ein alt størri part av tí arbeiði, so er størri vandi fyri øktum muni á inntøkuni hjá fólki (Harper og Stronge). Tey, sum eiga

maskinurnar og algoritmurnar fáa fleiri pengar, samstundis sum ein minni partur av inntøkuni skal nýtast til lønir. Tí kann ein lættliga síggja, at peningur og vald savnast á støðugt færri hondum kring heimin. Í summum vinnum kann tað vera við til at arbeiða ímóti tí ójavnanum, um fólk fara niður í tíð, samstundis sum tey varðveita lønina. Men sum heild ger styttri arbeiðstíð neyvan stóran mun, tí effektiviteturin í teimum flestu vinnunum, sum ikki automatiserast, verður varðveittur, sjálvt um arbeiðstíðin styttist nakað.

Seinasta avbjóðingin, hendan frágreiðing stutt kemur inn á, er ókeypis arbeiði, sum serliga konufólk gera. Tølini í Manntal benda sum sagt á, at sera stórur munur er á, hvussu nógv húsarhaldsarbeiði mannfólk og konufólk gera í Føroyum. At minka arbeiðstíðina kann vera ein partur av loysnini her, tí mannfólk sannlíkt fara at taka sær av størri parti av tí arbeiðinum. Men avbjóðingin er sannlíkt størri enn tað. Tað, at ein ikki so mikið sum hevur nøktandi og nýggjari tøl fyri, hvussu nógv húsarhaldsarbeiði fólk í Føroyum gera, er ein sera greið ábending um, at hetta arbeiðið ikki verður virðismett. Tað telur ikki við í nøkrum búskaparligum hagtølum, og hevur onga ávirkan á arbeiðstíð ella løn hjá fólki, og telur tí heldur ikki við, tá ein hyggur eftir, hvussu arbeiðsbyrðan hjá fólki ávirkar teirra heilsu. Tað er ein stórur tørvur á at fáa meira vitan um hetta økið í Føroyum.

This article is from: