2 minute read

Sálarligar avbjóðingar

Next Article
Bókmentalisti

Bókmentalisti

Tað er væl og virðiliga staðfest, at arbeiðstengd strongd økir vandan fyri hjartasjúku, tunglyndi og diagnosuni strongd (Goh, Pfeffer og Zenios, s. 56). Tískil er tað skjótt at staðfesta, at betri arbeiðsumstøður minka útreiðslurnar til heilsuverkið (ibid). Eins og áður staðfest, so er tað serliga tá samlaða arbeiðstíðin av arbeiði og húsarhaldsarbeiði verður hægri enn 50 tímar um vikuna, at neiligu avleiðingarnar síggjast, og eru tað tískil serliga kvinnur, sum arbeiða fulla tíð, sum eru í vanda. Harumframt er tvídráttur millum arbeiði og familjulív ein sera greið ábending um verri kropsliga og sálarliga heilsu (ibid, s. 59 – 60).

Í samrøðu metti Pál Weihe, at heilsuligu avbjóðingarnar, fólk í Føroyum hava, eru broyttar farnu áratíggjuni. Meðan kropsligu avbjóðingarnar eru minkaðar hjá t.d. sjófólki og á fiskavirkjum vegna betri arbeiðsumstøður, so eru karmarnir ikki blivnir betri á summum økjum, og sálarligu avbjóðingarnar eru vaksnar á nøkur økjum.

Tekur ein t.d. støðuna innan dagstovnar og skúlar, so ivast Pál Weihe í, at tað er vorðið lættari. Foreldrini eru blivin meira krevjandi, og starvsfólkini skulu samskifta við foreldur, sum hava allar møguligar meiningar, og tað kennist sum ein nógv størri byrða at samskifta við tílík foreldur. Búskaparráðið staðfestir eisini, at tá námsfrøðingar verða 50 ár og eldri, so fara teir burtur frá barnamenningarøkinum í t.d. almannaverkið, har uppgávurnar eru lættari fyri somu løn. Tað kann benda á, at arbeiðið er ov hart og lønin ov vánalig (Búskaparráðið, s. 36).

Pál Weihe metir somuleiðis, at umstøðurnar ikki eru vorðnar betri, tá um ræður skrivstovuarbeiði. Har hevur ein í størri mun fingið skrivstovulandsløg, har fleiri fólk sita í sama rúmi, og krøvini eru blivin greiðari og strangari. Heldur enn at ein loysir uppgávurnar, soleiðis sum ein sjálvur vil, so gera krøvini um konformitet, at fólk uppføra seg sum hini í rúminum, og tað er meira tyngjandi at arbeiða í skrivstovuumhvørvum í dag sum heild, enn tað hevur verið. Har nógv arbeiða saman, er ein avbjóðing meira beinleiðis og støðugt sosialt eftirlit, ið setur sera fastar karmar fyri hvat ein kann loyva sær allan dagin, eisini fyri ikki at órógva. Tað at arbeiði er skift til teldur hevur eisini gjørt, at arbeiðsferðin er økt.

Pál Weihe er ikki í iva um, at fyri nógv er tað vorðið eitt krav ella ein sjálvboðin gongd, at ein er til arbeiðis alla tíð – ein skal altíð verða tøkur. Eitt er, um tað er tí at ein brennur fyri arbeiðinum, men um tað er eftir krøvunum hjá hinum, so er tað negativt at vera bundin á tann hátt. Eins og hendan frágreiðingin áður hevur staðfest, so er tað eisini semja millum serfrøðingar um, at arbeiðsgevarastýrdur fleksibilitetur hevur neiligar avleiðingar fyri fólk.

Pál Weihe vísti somuleiðis á, at í nógvar mátar, situr fatanin av tí at arbeiða føst í tí, ein plagar at gera tá ein er til arbeiðis, heldur enn at ein skipar tað at vera til arbeiðis, soleiðis at tað er gott fyri tann einstaka. Heldur enn at fólk áhaldandi arbeiða við tí sama, so hevði tað verið gagnligt, um tey høvdu havt skiftandi arbeiðsuppgávur, ella at tey t.d. á middegi kundu venja kroppin. At arbeiðið verður innrættað soleiðis, at fólk bæði fáa brúkt kroppin og høvdið. Heldur enn at ein slítur fólk til arbeiðis, so byggir ein tey upp og mennir bæði kropp og sinn.

This article is from: