Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt.
Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, ið hava gjørt kanning av fyrimunum og vansum við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Kanningin er gjørd fyri 8 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey eru feløgini í Fakfelagssamstarvinum: Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið – umframt Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelag Føroya.