37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar

Page 79

ein staðfesta við at hyggja eftir viðmerkingunum til lógaruppskotini, tá arbeiðs­ vikan í Føroyum áður er stytt, at spurningurin ikki er nýggjur. Í 1963 mótmæltu arbeiðsgevararnir eisini at stytta arbeiðsvikuna við lóg, og t.d. Trygve Samuelsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vísti í sínum viðmerkingum á, at tað hevði verið best við samráðingum heldur enn lóg, men samráðingarnar blivu ikki til nakað, og tí var neyðugt við lóg (Tingmál 1962, s. 73). Í 1977 vóru arbeiðsgevararnir eisini ímóti, at gera tað við lóg, men viðmerkingarnar til lógaruppskotið tá vildu vera við, at tað var tað vanligasta at gera í Norðanlondum, og at “...tað er vorðið vanlig regla í Føroyum [...], at arbeiðsvikulongdin er ásett við lóg...” (Tingmál 1977, s. 445). Hinvegin er tað rættiliga sannlíkt, at trýpartasamráðingar høvdu verið ein góð leið at royna, fyri at broytingarnar verða gjørdar uppá ein máta, sum er kjøl­fest­ ur í ynskjum hjá øllum pørtum, og hava sum minst óvæntaðar/negativar avleið­ ingar.

Fakfeløgini Tá um ræður fakfeløgini er tað nógv, sum tey átta fakfeløgini eru samd um, tó at tey umboða rættiliga ymiskar starvsbólkar. Ynskið hjá teimum at fara niður í tíð er í sera stóran mun rótfest í, at geva familjunum í Føroyum betur umstøður. Tó at nøkur fakfeløg vístu á, at tey gjarna vilja niður á eina 35 tímar arbeiðsviku, so meta tey øll, at 3 tímar meira um vikuna gera stóran mun. Tað gevur fólki meira luft at koyra til og frá arbeiði, keypa inn, ger mat, avlevera og heinta børnini og so framvegis. Sum er hoyra tey frá nógvum limum, at tey ikki hava tíð til alt tað, sum tey skulu gera, tá tey ikki eru til arbeiðis, og tískil kenna limirnir seg trýstar. Fleiri av fakfeløgunum vístu á, at trýstið um morgunin, tá ein skal avlevera børn­ ini, og tey troyttu foreldrini, tá ein kemur heim, er ringt fyri børnini, og tí ynskja tey, at ein fær betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Serliga fakfeløgini innan heilsu-, røktar- og dagstovnaøkið vístu í tí sambandi á, at flestu starvsfólkini hjá teimum arbeiða parttíð, og hetta er einamest vegna eini blanding av, at arbeiðið er ov tungt, og tí kenna limirnir ofta ikki, at tey kunnu gera eitt gott arbeiði, um tey arbeiða fulla tíð, og so at tað er ov torført at hava javnvág millum familju- og arbeiðslívið, um ein arbeiðir fulla tíð. Heilsurøktarafelagið vísti í tí sambandi á, at tað gjørdi stóran mun hjá fleiri av teirra limum, tá tey arbeiddu í Danmark, og arbeiðsvikan var 37 tímar um vikuna, eins og fleiri fakfeløg vístu á, at tað hevði verið væl lættari at arbeitt fulla tíð, um normeringin bleiv hægri og arbeiðsumstøðurnar tískil betri. Serliga skiftisvaktir eru harðar fyri limirnar, og okkurt fakfelag segði sum so, at spurn­ ingurin er, um tey, sum arbeiða í skiftisvaktum, ikki eiga at hava uppaftur styttri arbeiðstíð. Eitt nú Heilsuhjálparafelag Føroya vísti harumframt á, at tað at starvið er so mikið hart, og normeringin á stovnum ofta so lítil, at tað er órealistiskt at arbeiða fulla tíð, eisini ger at tilgongdin til starvsøkið verður verri, tí tað er ikki teirri starvsleiðina ein velur, um ein skal forsyrgja familjuni, tí ein hevur ikki yvirskot til at arbeiða fulla tíð og familju. Hesar fatanirnar hjá fakfeløgunum passa sera væl saman við tí, sum frágreiðingin er komin fram til. Trupulleikin er ikki arbeiðstíðin í sjálvum sær, men heldur trýstið, sum arbeiðstíðin leggur á frítíðina, og ójavnvágin, sum kemur millum familju- og arbeiðslív. Í so máta er tað sannlíkt, at fatanin, fakfeløgini hava,

Siða 79


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar by Nudlavirkið - Issuu