meira - um arbeiðstíðin verður sett niður. Hinvegin eru heilsu- og umsorganar økið, eins væl og útbúgving (um ein tekur hædd fyri økta tørvinum á eftir útbúgving), millum tey økini í almenna geiranum, ið sannlíkt fara at vaksa (ibid, s. 47). Kanningin hjá Bakshi et al hyggur einans eftir Bretlandi í Evropa, og tó at myndin viðvíkjandi júst hvørjar vinnur vaksa og minka har, er eitt sindur øðrvísi enn í USA, so er niðurstøðan tann sama (ibid, s. 49 – 50). Myndin av, hvørt niðursett arbeiðstíð er gagnlig, tá um ræður effektivitet, verður nógv greiðari, um ein hyggur eftir, hvørjir førleikar gerast meira og minni týdningarmiklir í framtíðini. Týdningarmiklu førleikarnar verða kreativu, hugsandi og menniskjaligu førleikarnir, meðan minni týdningarmiklu førleikarnar verða endurtakandi førleikar, og førleikar knýttir at beinleiðis framleiðslu bundnir at tíma fyri tíma arbeiði (ibid, s. 61 – 66). Hetta er bæði galdandi í USA og Bretlandi, tó at ymsu bólkarnir av førleikum eru eitt sindur ymiskt raðfestir í londunum báðum (ibid, s. 66 – 71).
Framtíðar arbeiðsmarknaðurin í Danmark Hyggja vit at gongdini í Danmark, so minna metingarnar har nógv um tær metingarnar, sum ein sær aðrastaðni. Upp ímóti 40% av arbeiðstímunum í Danmark kundu automatiserast í 2017, sambært McKinsey & Company (s. 1). Útgangsstøðið hjá Danmark er gott í mun til hesa avbjóðingina, tí at út búgvingarstøðið er høgt í landinum. Sum heild roknar frágreiðingin við, at automatisering fer at økja um vælferðina, økja kappingarførið og betra um góðskuna á vørum og tænastum (ibid). Eins og aðrastaðni leggur kanningin tó dent á, at fyri at ein skal gagnnýta teir jaligu møguleikarnar í hesi gongdini, krevur tað, at ein hevur eitt serstakliga stórt fokus á eftirútbúgving – kanningin staðfestir, at næstan øll mugu læra nýggjar førleikar (ibid). Longu við teirri tøknini, sum var til í 2017, kundi ein automatisera minst ein arbeiðsdag um vikuna hjá 8 út av 10 starvsfólkum í Danmark (ibid, s. 2). Tó vóru tað einans 15% av størvum, har 70% ella meira av innihaldinum kann automati serast. Hesi tølini eru sannlíkt vaksin síðani 2017. Metingin í 2017 var, at mest sannlíkt eru 80% av teimum automatiseringunum, sum kunnu fremjast við tøknini í 2017, framdar í 2035, og hetta fer at hava við sær eina øking í fram leiðsluni í Danmark. Meðal arbeiðsvikan í Danmark er fallin við 9 tímum farnu 45 árini vegna økta effektivitetin frá tøkniligum broytingum. Ein er frá 1970-2015 farin frá at arbeiða 40 tímar um vikuna í meðal, til at arbeiða 31 tímar um vikuna í meðal (ibid, s. 24). Samstundis sum arbeiðsvikan hjá meðal starvsfólkinum í Danmark er stytt, so er BTÚ hækkað. Eisini í Danmark er tað serliga innan tær vinnurnar, har ein ikki fær hækkað effektivitetin við at stytta um arbeiðsvikunu, at færri starvstímar verða í framtíð ini (ibid, s. 2 – 3, 10, 28, 30 og 36). Hetta eru somuleiðis tær vinnurnar, har ein serliga fer at hava stóran tørv á eftirútbúgving, og tí er tað eisini her ivasamt, um starvsfólkini kunnu arbeiða langar arbeiðsdagar og samstundis fáa sær eftir útbúgvingina, ið tey hava tørv á. Tað eru eisini her serliga umsorganarstørv og
Siða 72