37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar

Page 70

forða fyri stórum arbeiðsloysi. Aftur her er torført at síggja, hvussu fólk kunnu varðveita núverandi arbeiðsvikuna, og samstundis áhaldandi førleikamennast, um ikki tað verður gjørt í arbeiðstíð. Hyggur ein eftir framtíðar arbeiðsmarknaðinum, so eru tað serliga nakrar vinn­ ur, sum fara at skara framúr, tá um ræður at varðveita ella skapa arbeiðs­pláss. Byggivinnan er ein geiri við meðal longum útbúgvingum, sum mest sann­líkt varðveitir núverandi størvini (Bakshi et al, s. 12) og matframleiðsla, grund­leggj­ andi tænastur og gistingarvinnan fara øll at vaksa – og fara helst at krevja alsamt hægri førleikar. Størv innanfyri tað almenna fara somuleiðis sum heild at vaksa, serliga tá um ræður útbúgving, námsfrøðiliga økið og heilsu, men eisini sum heild (ibid). Kreativar vinnur, KT vinnur, design, verkfrøði, arkitekturur og grønu vinnuøkini fara øll at vaksa, eins og HR-, menningar-, og arbeiðs­markn­ aðar­serfrøðingar fara at fjølgast, meðan búskapar- og løgfrøðingar verða færri (ibid, s. 13). Stórur eftirspurningur verður eisini eftir fólki sum duga samskifti, at samstarva og hava empatiskar førleikar, eins væl og fólki, sum í størri mun hugsa, reflektera og skapa sum part av arbeiðinum.

Fer ein at mangla arbeiðsorku Tá ein spyr arbeiðsgevarar kring heimin, so hava umleið 40% av teimum ilt við at fáa fólk, sum hava nøktandi førleikar. Tó hava granskarar trupult við at finna hendan mangulin á starvsfólki, og tykist avbjóðingin tí heldur at vera, at arbeiðsgevarar ikki vilja gjalda lønina og/ella bjóða nóg góðar umstøður, til at fólk søkja størvini (Bakshi et al, s. 18). Hetta merkir ikki, at mangulin ikki er, bara at mangulin er minni kring heimin, enn nógvir arbeiðsgevarar vilja vera við. Tað er tó trupult at siga, um støðan er hin sama í Føroyum. Tað, at arbeiðsloysið hevur verið so lágt, sum tað er, í langa tíð, bendir rættiliga greitt á, at tað í hvussu so er innan ávísar vinnur manglar arbeiðsmegi. Í mun til tað almenna, so tykist hetta serliga at vera galdandi innan vælferðargeiran. Taka vit støði í tem­ afrágreiðingini hjá Búskaparráðnum um starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini, síggja vit, at leggur ein tørvin á nýggjari arbeiðsorku saman við teimum, sum fara á pensjón komandi árini, so eru tað 1.065 starvsfólk, sum tørvur verður á afturat innan eldrarøkt, 118 fleiri sjúkrarøktarfrøðingar innan sjúkrahúsverkið, og tørvur verður á uml. 750 starvsfólkum innan almannaverkið (Búskaparráðið, s. 2 – 3). Meðan landið sum heild skal hava 2/3 námsfrøðingar og 1/3 hjálparfólk á dagstovnaøkinum, so er støðan í dag hin umvenda (ibid, s. 3). Sostatt verður tørvur á beint undir 2.000 nýggjum starvsfólkum innan væl­ferða­geiran í Føroy­ um, tá tørvurin á námsfrøðingum í dagstovnunum ikki er taldur við. Ein av loysnunum Búskaparráðið vísir á, er at fáa fleiri fólk innan vælferðargeiran at arbeiða fulla tíð. Tekur ein samanum tað, ið vit áður hava staðfest í hesi frágreiðingini, so er ivasamt, hvørt tað er gjørligt ella skilagott at fáa fleiri at arbeiða fulla tíð, sum støðan er. Tað eru einamest kvinnur, sum arbeiða innan vælferðargeiran, og tekur ein støði í tølunum frá Manntali, so er býtið millum byrðuna innan húsarhaldsarbeiði serstakliga skeivt í Føroyum, tá um ræður kynini. Hetta ger seg serliga galdandi, tá um ræður familjur, ið hava børn, og tað er eisini tann bólkurin, sum serliga arbeiðir niðursetta tíð. Leggur ein húsar­ halds­arbeiði saman við arbeiðinum, ið hesar kvinnurnar standa fyri, so er tað serstakliga sannlíkt, at tær flestu av teimum arbeiða meira enn 50 tímar um

Siða 70


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar by Nudlavirkið - Issuu