KAPPINGARFØRI Ein hin størsti kappingarneytin hjá Føroyum, tá um ræður arbeiðsorku, er Danmark. Í Danmark er arbeiðsvikan styttri enn í Føroyum, og kann hetta lokka fólk at velja Danmark framum Føroyar. Tó er tað ikki allastaðni í Danmark, at munurin er hin sami. Í Føroyum er matarsteðgurin sum oftast – men ikki altíð – taldur við í 40 tíma arbeiðsvikuna. Í Danmark eru tað 53 – 55% av arbeiðsmegini, sum hava matarsteðgin við í 37 tíma arbeiðsvikuni (Bonke, 2014, s. 36). 82% av alment settum hava matarsteðgin við í arbeiðstíðini, og 34% av teimum í privatu vinnuni (ibid, s. 37). Vit hava ikki funnið tøl fyri, hvussu býtið er í Føroyum. Tó at ein niðurskurður í arbeiðsvikuni kann vera góður, tá um ræður kappingina um at lokka arbeiðsmegi til Føroya, so kann ein ímynda sær, at avleiðingarnar eru minni jaligar innan onnur øki. Tá Bretland fór frá 48 til 40 tíma arbeiðsviku, var har sera stór minking í produktivitetinum (Scott og Spadavecchia, s. 8), og kann hetta tala fyri, at tað er minni skilagott at stytta arbeiðstíðina. Hetta er tó mest sannlíkt orsakað av øðrum avbjóðingum, sum vóru í bretska í búskapi num tá. Tey høvdu sera nógv og drúgv verkføll, manglaðu rávørur frá útlondum, umframt at effektivisering um hetta mundið merkti, at minkingin í framleiðslu kostnaðinum var nógv størri enn kostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna (ibid). Belgia, Niðurlond og Italia vóru millum tey londini, sum høvdu størstu lutvísu minkingina í arbeiðstíð frá 1919, men tey vóru eisini millum tey londini, sum høvdu hægsta framleiðslu vøksturin (ibid, s. 11). Alt í alt er tað tískil rættiliga sannlíkt, at minkingin í arbeiðstíð ikki ávirkaði kappingarførið hjá Bretlandi (ibid, s. 33). Økt framleiðsla pr. tíma vigaði í stóran mun upp fyri styttri arbeiðstíðina, og so hevði broytingin eisini aðrar jaligar avleiðingar, sum vóru góðar fyri bretska búskapin. Økta frítíðin gav gróðrarbotn fyri vinnum, sum seldu tænastur og tilboð til fólk at brúka sína frítíð til, eins væl og at fólk t.d. kundu betra um bústaðin og við tí økja um virðið. Søguliga tykist tað vera rættiliga væl prógvað, at styttri arbeiðstíð ikki hevur havt nakra serliga ávirkan á kappingarførið hjá londum. Í sambandi við løgtings lógaruppskotið um at stytta arbeiðsvikuna úr 48 í 44 tímar í 1963, tykist tað sum, at tað varð rættiliga væl kannað, hvørjir fyrimunir og vansar vóru við at stytta arbeiðsvikuna (Tingmál 1963, s. 71). Kanningar tá høvdu sambært fyrireikandi arbeiðinum ikki staðfest, at tað at lækka tímatalið gongur út yvir kappingar førið og framleiðslu. Hetta var serliga galdandi, um ein stytti arbeiðstíðina í stigum, heldur enn í einum, eins og kanningarnar tá vildu vera við, at akkordløn eisini tryggjaði, at kappingarførið ikki bleiv verri. Tó var tað avgerandi, at broyt ingarnar vóru væl fyrireikaðar, og at arbeiðsmarknaðurin fekk tíð at fyrireika seg við stigvísari lækking (ibid). Niðurstøðan varð nakað tann sama, tá ein viðgjørdi, hvørt arbeiðsvikan skuldi styttast úr 44 í 42,5 tímar í 1969 (Tingmál, 1969, s. 290). Víst varð til kanningar úr útlondum, sum ikki vístu nakra minking í framleiðslu vegna færri tímar.
Siða 63