37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar

Page 6

SAMANUMTØKA Styttist ein arbeiðsvikuna úr 40 í 37 tímar, so verða nettoútreiðslurnar hjá tí almenna umleið 104,4 milliónir krónur. Øktu útreiðslurnar stava frá øktari løn til fólk, sum eru í parttíðarstørvum, og tørvi at seta fleiri fólk í starv. Hetta er tó uttan at taka hædd fyri multiplikatorávirkanini frá øktu inntøkunum hjá fólki, ið føra til øktar skattainntøkur hjá tí almenna, eins væl og aðrar ágóðar og “inn­ tøkur” hjá samfelagnum so sum minni strongd, færri sjúkradagar og øktari livi­ góðsku. Eyka inntøkurnar hjá landskassanum frá pensjónsforskatting og øktari mótrokning verða millum kr 9,8 mió og kr 13,8 mió árliga, um hugt verður eftir øllum limunum í teimum átta fakfeløgunum. Upproknar ein tølini, sæst, at saml­ aða sparingin fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin væntandi fer at liggja millum kr 14,6 mió og kr 20,5 mió. Hyggur ein burtur frá øktum effektiviteti, so hevur broytingin við sær, at ein hevur brúk fyri 159 heiltíðarstørvum afturat. Tá um ræður arbeiði, sum ikki er í umsorganar- og menningarøkjum, so er tað tó alt, ið bendir á, at tær upp­gáv­ urnar verða eins væl gjørdar við 37 tímum sum við 40 tímum, og tí eru tað ikki 159, men 77 heiltíðarstørv, sum tørvur verður á. Setur ein sum fortreyt, at fólk í part­tíðarstørvum fara eins nógv upp í tíð, sum tey gjørdu í Fraklandi, so er talan um 13 heiltíðarstørv, sum skulu setast afturat. Tá um ræður royndir aðrastaðni, so vísa allar, at vælveran økist, heilsan verður betri, og arbeiðstengd pína minkar, tá fólk arbeiða minni. Alt hetta ger, at tað verður minni sannlíkt, at fólk gevast at arbeiða áðrenn tíð. Fólk siga seg hava meira yvirskot, og ein sær færri feilir í heilsu- og røktarsektorinum. Í Fraklandi sá ein, at fólk, sum arbeiddu parttíð, fóru 0,9 tímar upp í tíð og vórðu betur nøgd við sítt arbeiði, tá tey fóru niður í 35 tíma arbeiðsviku. Effektiviteturin fer upp í vinnum, sum hava uppgávutengt arbeiði, eru bygdar á kreativitet arbeiði, skrivstovuarbeiði og tílíkt, meðan ein ikki vinnur tíðina inn aftur í betri effektiviteti í vinnum, sum hava meira vaktarlíknandi arbeiði. Um broytingarnar ikki eru brádligar, so hevur ein minking í arbeiðstíðini lítla ávirkan á arbeiðsloysi og búskapin, um nakra. Meira kreativ og meira uppgávutengd størvini verða, minni týdning hevur arbeiðs­tíðin. Alt eftir hvørjum kanningum, ein hyggur at, so siga metingar, at 3 – 6 tímar av fokuseraðum arbeiði gera meira enn 8 tímar av vanligum arbeiði, eins og at fyrstu 5 tímarnir av arbeiðstíðini eru teir mest effektivu. Sum heild er arbeiðstíðin í flestu OECD londum stytt farnu 20 árini, og kortini eru búskapirnir vaksnir nógv. Týskland er eitt tað landið, har fólk arbeiða stytst, og er samstundis ógvuliga kent fyri at hava effektiva arbeiðsorku. Yvirhøvur er støðan tann, at um ein styttir arbeiðstíðina, so sparir ein antin part av produk­ tivitetsmissinum inn aftur ella framleiðir meira, tó at hetta er ógvuliga tengt at, hvørji vinnu ein er í.

Siða 6


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.