EFFEKTIVITETUR Fremsta grundgevingin ímóti at stytta arbeiðstíðina er, at um ein styttir arbeiðs tíðina, so fær ein minni burtur úr arbeiðsorkuni hjá fólki. Hinvegin er ein av fremstu grundgevingunum fyri at stytta arbeiðsvikuna, at tað ger fólk meira effektiv, og tí framleiða tey tað sama ella meira. Júst, hvør grundgeving passar best, veldst um, hvørjum geira vit hyggja eftir. Hyggja vit eftir søguligu gongdini, so hevur styttri arbeiðstíð hvørki gjørt, at búskaparligi vøksturin steðgar, ella at framleiðslan minkar. Hyggja við eftir Bretlandi, so vísti tað seg í 1893, tá arbeiðsvikan varð stytt frá 53 til 48 tímar á eini verksmiðju, at ein spardi tað aftur í effektiviteti, sum ein lækkaði í arbeiðstíð. Hetta hendi hóast breiða semju millum arbeiðsgevarar um, at tað ikki var skilagott at stytta arbeiðsvikuna (Pencavel, s. 2). Í 1957 var niðurstøðan hjá granskarum, at um ein stytti arbeiðsvikuna (sum í miðal var 40 tímar), so minkaði framleiðslan við 6% fyri hvørji 10% ein stytti arbeiðstíðina (Pencavel, s. 1). Mest nýtta kanningin innan arbeiðstíð er kanningin hjá Pencavel innan vápna framleiðslu í Bretlandi undir 1. heimsbardaga. Undir 1. heimsbardaga arbeiddu fólk upp til 90 tímar um vikuna (ibid, s. 4). Undir hesum umstøðunum kundi ein stytta arbeiðstíðina niður til 63 tímar og samstundis økja framleiðsluna. Sum heild var tað galdandi, at arbeiddu fólk meira enn 48 tímar, so vaks framleiðslan lítið (ibid, s. 24). Arbeiddi ein hinvegin 70 tímar, so samsvaraði framleiðslan til ta hjá einum, ið arbeiddi 56 tímar (ibid, s. 15). Granskarin vísir tó sjálvur á, at hendan metingin av, hvussu nógv ein kann arbeiða, áðrenn ein framleiðir minni, mest sannlíkt er sett ov høgt. Tølini vórðu framleidd undir ónatúrligum umstøðum, har ein eggjaði fólki til at arbeiða meira, tí Bretland var í kríggi, og tískil er sannlíkt, at fólk arbeiddu harðari, enn tey annars høvdu gjørt (ibid, s. 10). Pencavel vísir eisini á, at ein eyka vansi við tílíkum kanningum av effektiviteti er, at tey, sum ikki megna langu arbeiðstíðina, hava fleiri sjúkudagar og/ella styttri arbeiðstíð. Teir óvirknu tímarnir, sum langa arbeiðstíðin annars hevði skapt hjá hesum fólkunum, telja tí ikki við, og tey, sum betur tola strongd, telja tí meira (ibid, s. 11). Eins og áður nevnt í frágreiðingini er ein annar stórur vansi, at ein ikki telur húsarhaldsarbeiði við. Sæð við nútíðar eygum er ein annar vansi við tílíkum høgum metingum av, hvussu nógv fólk kunnu arbeiða og framvegis økja um framleiðslu, at arbeiðið er grundleggjandi broytt síðani hesar kanningarnar vórðu gjørdar. Tað er minni og minni partur av arbeiðsfjøldini, sum arbeiðir undir umstøðum, har ein arbeiðir við tílíkum rutinutengdum arbeiði sum á verksmiðjum. Í so máta vísir Glaveski á, at arbeiðið er grundleggjandi broytt. 40 tíma arbeiðsvikan var eitt tilvildarligt mál, sum ikki var vísindaliga grundað, og er
Siða 58