37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar

Page 52

Í so máta samsvarar tað, ið Pál Weihe ber fram, sera væl við tað, sum frágreið­ ingin áður er komin inn á, viðvíkjandi týdninginum av fleksibiliteti, eins væl og kanningum sum heild, ið staðfesta týdningin av, at ein bæði venur kroppin og høvdið (Schäfer, Huxhold og Lindenberger). Tí hevði tað verið upplagt í sambandi við at ein styttir arbeiðistíðina, at ein t.d. ger tað lættari hjá fólki at venja ella fáa sær eftirútbúgving í sambandi við, at tey eru stødd til arbeiðis, so tey kunnu velja at brúka eyka frítímarnar til tað. Tað at niðurseta arbeiðstíðina kann hava fleiri gagnligar avleiðingar fyri sálar­ heilsuna – serliga hjá barnafamiljum -, og saman við øðrum fremjandi átøkum fyri heilsuna hjá fólki, so kann tað gera enn størri mun.

Arbeiðstíð og strongd Í ES meta 66% av starvsfólkum, at ov nógvir arbeiðstímar er ein orsøk til strongd (Nekoranec og Kmosena, s. 163). Hyggja vit í Føroyum, so sæst, at ov stór arbeiðsbyrða er ein orsøk til strongd. Í Starvsfelagnum staðfesti ein kann­ ing í 2015, at 54% av kvinnum og 51% av mannfólkum hava havt illgruna um strongd seinastu 3 árini (Jákupsson, s. 13), harav 61,5% meta, at strongdin stavar frá arbeiðsplássinum (ibid, s. 25), og av teimum søgdu 69%, at tað var vegna ov stóra arbeiðsbyrðu. Ov stór arbeiðsbyrða noyðist ikki at vera knýtt at arbeiðs­ tíðini, men tað kann geva eina ábending. Meðan 18% mettu, at frítíðin tekur orku frá arbeiðinum, so mettu 53% at arbeiðið tekur orku frá frítíðini (ibid, s. 31 – 32). Ein kanning hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá 2016 vísir, at 46,7% av limunum høvdu verið strongd farnu 4 vikurnar (Magnussen og Derrick, s. 24), harav 44,7% kundi førast aftur til sálarliga arbeiðsumhvørvið (ibid, s. 31). Arbeiðsmongdin var ikki einasta keldan til strongd, men at arbeiðsmongdin verður niðursett var mett at vera týdningarmikið fyri at minka um strongdina. Í Føroya Pedagogfelag vóru tað í 2010 48% av pedagogum og 35% av hjálpar­ fólkum á dagstovnum, sum altíð ella ofta máttu arbeiða sera skjótt (Knudsen og Mýri, s. 38). Sum heild er arbeiðstengd strongd eitt samansett fyribrygdi, og sær ein burtur frá fólki, sum arbeiða sera nógv, so kann ein ikki koma til eina niðurstøðu, ið sigur at minni arbeiðstíð ger at fólk blíva minni strongd. Tí kann ein freistast at siga, at minni arbeiðstíð ikki gevur fólki betri sálarheilsu. Hendan myndin broytist tó rættiliga nógv, um ein víðkar myndina til at hyggja at tíðartrýstið sum heild, heldur enn einans arbeiðstíðini sjálvari. Hyggur ein at støðuni í Danmark, so er ikki signifikantur samanhangur millum arbeiðstíð einsamalla og strongd (Bonke, 2012, s. 106 – 107). Hinvegin er sera greiður samanhangur millum strongd og trýstið áðrenn og eftir arbeiðstíð. Tí er tað misvísandi at rópa tíðina uttanfyri arbeiðstíð fyri frítíð (Drenth, Thierry og Wolff, s. 93). Tá ein hevur “frí” fer partur av tíðini til tað, ið tað tekur at ferðast til og frá arbeiði. Har er tíð, ein skal brúka fyri at kunna yvirliva, ið fevnir um stóran part av húsarhaldsarbeiðinum (keypa inn, gera mat, eta, sova, taka sær av sær sjálvum...), og so er har harumframt lutvís frítíð, har ein er bundin av skyldum mótvegis øðrum (ibid). Og her er tað so serliga tíðin, sum er knýtt at tíðarbilinum áðrenn og eftir arbeiðstíð – skiftið – sum er ein greið orsøk til

Siða 52


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar by Nudlavirkið - Issuu