Niðurstøða Vit hava nú á fýra ymiskar hættir greinað, hvønn kostnað tað ber við sær fyri landskassan, um arbeiðsvikan verður stytt úr 40 í 37 tímar á almenna arbeiðs marknaðinum. Við støði í talgrundarlagnum, sum er fingið til vegar frá Gjald stovuni, Tórshavnar Kommunu og LÍV vísir greiningin, at fyri tey átta fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum talgrundarlagið fevnir um, økjast árligu nettoútreiðslurnar hjá landskassanum við umleið kr 70 mió. Vísast kann á, at starvsfólk, hvørs arbeiðsuppgáva ikki beinleiðis er tengd at einum øðrum borgara, gerast effektivari. Av tí at tey, ið starvast innan røkt, læring og menning, hinvegin ikki kunnu taka sær av einum øðrum borgara í t.d. 8 tímar í styttri tíð enn 8 tímar, førir tað við sær økta setan innan røkt, læring og menning, um arbeiðsvikan verður stytt. Samlaði kostnaðurin av at stytta arbeiðs vikuna er tí ein samanrenning av øktari løn og øktari setan. Økingin, sum sæst í tekstboksunum 1, 2, 3 og 4. Minnast skal aftur á, at økingin ikki tekur hædd fyri multiplikatorávirkanini og øktari mótrokning í fólkapensjónini. Sambært Hagstovuni starvaðust í novembur 2020 9.971 persónar innan økið “Almenn o. o. tænasta”. Fyri at fáa eina meting av, hvør ávirkanin hevði verið á samlaða almenna arbeiðsmarknaðin, og ikki bert tey átta nevndu fakfeløgini, kunnu vit seta limaskaran á 6.771 fólk í mun til hesar 9.971 persónarnar. Á henda hátt er ein meting, at samlaðu nettoútreiðslurnar fyri landskassan fara at liggja um kr 104,4 mió áðrenn mulitiplikatorávirkan og onnur viðurskifti, sum lækka um samlaðu nettoútreiðslurnar. Nettoútreiðslurnar av at stytta arbeiðsvikuna á samlaða almenna arbeiðsmarknaðinum verða mettar at liggja um kr 104,4 mió Hóast stytta arbeiðsvikan førir nettoútreiðslur á kr 104,4 mió við sær, so viðførir stytta arbeiðsvikan eisini, at landskassin fær hægri skattainntøkur frá forskatt ingini av pensjónunum umframt at økta uppsparingin førir við sær økta mót rokning í fólkapensjónini. Upprokna vit tølini í talvunum 26 og 27 sæst, at saml aða sparingin fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin væntandi fer at liggja millum kr 14,6 mió og kr 20,5 mió. Stytta arbeiðsvikan, ið førir við sær hægri løn til tey við lægru brotunum, førir við sær, at lands kassin økir sínar inntøkur frá pensjónsforskatti og sparir útgjald í fólkapensjón á íalt millum kr 14,6 mió og kr 20,5 mió árliga, um hugt verður eftir samlaða almenna arbeiðsmarknaðinum. Millum annað minni strongd, færri sjúkradagar og økt lívsgóðska eru aðrir ágóð ar og “inntøkur” hjá samfelagnum, sum í stóran mun undirstrika týdningin av, at tað er neyðugt av álvara at taka málið, um at stytta arbeiðsvikuna, upp til kjak.
Siða 41