Royndir eru eisini gjørdar í Føroyum við 35 tíma arbeiðsviku. Í Betri Trygging er arbeiðsvikan 35 tímar uttan matarsteðg ella 37,5 tímar við matarsteðgi. Í mun til aðrastaðni, so framdi Betri Trygging ikki aðrar broytingar enn at stytta arbeiðstíðina, og lønin hjá starvsfólkini minkaði samsvarandi. Nakað eftir, at arbeiðstíðin varð stytt, vórðu bygnaðarbroytingar gjørdar í Betri Samtakinum, sum førdu við sær, at arbeiðstíðin varð longd aftur til 37 tímar um vikuna fyri at samsvara við tey starvsfólk í restini av samtakinum, sum tey í Betri Trygging nú skuldu deila skrivstovu við. Tá bygnaðurin síðani broyttist aftur, og partarnir í Betri Samtakinum vórðu sundurlisnir, styttist arbeiðstíðin hjá starvsfólkinum í Betri Trygging aftur. Betri Trygging hevur ikki ítøkilig tøl, ið vísa, hvørt har var nakar munur á produktivitetinum. Fatanin hjá leiðsluni var tó, at hann hvørki broyttist, tá arbeiðstíðin longdist, ella at produktiviteturin minkaði, tá arbeiðstíðin styttist. Sama nøgd av málum verður avgreidd (um nakað hava fleiri skaðamál verið), málsviðgerðin er ikki longri, og kundanøgdsemið er tað sama. Av tí at hetta ikki varð skipað sum ein vísindalig roynd, so er ringt at meta um neyvu ávirkanina, men leiðslan er væl nøgd við styttu arbeiðsvikuni. Teirra fatan er, at størri partur av arbeiðsvikuni verður nýttur effektivt, heldur enn at starvsfólkini noyðast at gera óneyðugt arbeiði ella royna at fylla allar arbeiðstímarnar við innihaldstómum arbeiði. Starvsfólkini eru somuleiðis væl nøgd, eitt nú tí tey kenna, at arbeiðsviðurskiftini eru meira fleksibul. Tað ber ikki til at staðfesta, hvat stavar frá lægri arbeiðstíð, men fatanin hjá leiðsluni er, at familjulív og arbeiði hanga væl saman hjá starvsfólkunum. Tey merkja eisini, at stytta arbeiðstíðin er ein orsøk til, at fólk søkja størv hjá teimum. Sama arbeiðsvika er í LÍV, og tískil hevði verið áhugavert við eini neyvari kanning av sambandinum millum framleiðslu og arbeiðstíð í báðum tryggingarfeløgu num.
Royndir úr Íslandi Ísland hevur havt eina av teimum mest umfatandi royndunum við at stytta arbeiðstíðina. Royndin endaði við at fevna um 1,3% av arbeiðsfjøldini, og síðan hava 86% av arbeiðsfjøldini annaðhvørt stytt arbeiðstíðina ella hava fingið rættin at stytta hana (Haraldsson og Kellam, s. 7). Hóast fleiri miðlar hava tosað um, at Ísland var farið til eina 4 daga arbeiðsviku, so passar hetta ikki. Heldur líkist royndin meira ynskjunum í Føroyum um at stytta um arbeiðstíðina. Starvs fólkini í Íslandi fóru frá eini 40 tíma til eina 35- ella 36 tíma arbeiðsviku uttan lønarlækking (ibid, s. 6). Úrslitini vóru sera jalig. Meginparturin av starvsplássunum varðveittu ella betr aðu effektivitetin (ibid), og royndirnar førdu ikki øktar útreiðslur við sær fyri tað almenna (ibid, s. 10). Tó er í tí sambandi vert at leggja dent á, at hetta ikki hendi av sær sjálvum. Ein legði stóran dent á planlegging og at tryggja sær, at ein kundi veita somu tænastu fyri minni arbeiðstíð, tá ein framdi royndirnar í Íslandi. Tað var ikki so, at starvsplássini bara styttu arbeiðstíðina, men heldur, at hvørt einstakt starvspláss legði ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu tey kundu stytta arbeiðstíðina, og hvussu ein samstundis tryggjar somu tænastu (ibid, s. 19). Hetta var eitt krav fyri at sleppa at luttaka í royndini (ibid, s. 20). Hetta hóskar væl saman við royndunum aðrastaðni, at tað er týdningarmikið at gera tílíkar broytingar á ein hátt, sum loyvir arbeiðsplássum at laga seg til broyttu for treytirnar.
Siða 15