Nýggjari kanningar Tær nýggjaru kanningarnar, ein helst hevur hoyrt mest um, eru royndirnar hjá Microsoft í Japan og advokatskrivstovuni Perpetual Guardian í New Zealandi við eini 4 daga arbeiðsviku við fullari løn. Í báðum førum hevur ein havt sera ógvuslig úrslit. Microsoft í Japan bleiv 40% meira effekivt, streymnýtslan mink aði, pappírsnýtslan minkaði og so framvegis. Í Perpetual Guardian øktist produk tiviteturin við 20%, og luttakararnir fingu 45% betri javnvág millum arbeiði og frítíð (Chapell). Í báðum førum eru tó tvey ting, sum gera, at tað er ivasamt, um hesi úrslitini kunnu brúkast sum annað enn ábendingar, tá um ræður at stytta arbeiðstíðina. Eina atfinningin er, at fyritøkurnar ikki bara styttu arbeiðstíðina. Tær gjørdu eisini fleiri aðrar broytingar, so sum at avmarka longdina á fundum, og hvussu nógv luttóku í fundunum. Tí er tað torført at meta um, hvør partur av økta effektivitetinum kemur frá styttu arbeiðstíðini, og hvør partur kemur frá øðrum broytingum. Hin atfinningin er, at bara tí tað riggar í KT fyritøkum og hjá advokatskrivstovum, so noyðist tað ikki at rigga aðrastaðni. Tó eru úrslitini so mikið greið, at tey benda á, at produktiviteturin í minsta lagi ikki minkar í vinnum, sum minna um hesar. Vegna korona farsóttina hevur stórur partur av heiminum arbeitt heima. Kann ingar hava sum heild verið ósamdar um, hvørt tað hevur verið gott ella ringt í mun til produktivitet, tá fólk hava arbeitt heima. Tekur ein eina av meira jaligu kanningunum, so eru fólk 51% meira produktiv, tá tey arbeiða heima (Turits). Um hetta passar ella ikki, er ikki so áhugavert í mun til spurningin at stytta arbeiðstíðina, sum frágreiðingarnar hjá granskarum, ið fáa hesi úrslitini, koma fram til. Frágreiðingarnar eru serliga tvær: Ein verður minni órógvað/ ur, tá ein situr heima og arbeiðir, og tí fær ein eisini framleitt meira. Hin frá greiðingin er, at fólk ikki hava nóg nógv veruligt arbeiði til at arbeiða í 8 tímar. Tá tey eru heima, leggja tey betur merki til tað, og verða ikki eggjað til at tamba uppgávurnar til at fylla allar 8 tímarnar. Tey arbeiða tí meira effek tivt, tá tey arbeiða (Turits). Báðar frágreiðingarnar hanga væl saman við teim um kanningum, sum benda á, at innan nógvar vinnur er ikki nakar missur í produktiviteti, um ein styttir arbeiðstíðina. Gevur ein fólki betri umstøður at arbeiða, so er pláss fyri effektivitetsvinningi. Walker og Fonthina hava eina samanumtøku av royndunum, sum fyritøkur í Bretlandi hava við at arbeiða 4 dagar um vikuna. Sambært teimum, so ynskja øll ættarlið í Bretlandi at arbeiða minni, men serliga yngru ættarliðini, millennials og gen z, vilja arbeiða minni (Walker og Fonthina, s. 3). Tað, sum er galdandi fyri øll, er, at tey gerast glaðari, betur fyri kropsliga og sálarliga, meira nøgd og fáa eitt betri familjulív, tá tey arbeiða 4 dagar um vikuna (ibid). Spyr ein leiðslurnar í fyritøkunum, sum eru farnar niður á eina 4 daga viku, so siga 64% av teimum, at produktiviteturin er øktur. 63% siga, at góðskan er betrað (ibid, s. 4), og starvs fólkini eru samd í hesum. 62% siga sjúkrafráveruna vera minni, 70% siga starvs fólkini virka minni strongd, og 78% siga starvsfólkini vera glaðari. 70% av starvs fólkunum siga, at tey fáa betri sálarheilsu (ibid, s. 5). Spyr ein leiðslurnar, so er avbjóðingin hjá fyritøkunum serliga at veita kunda røkt uttan fyri vanliga skrivstovutíð. 82% av leiðslunum meta hetta vera eina avbjóðing (ibid, s. 6). Hinvegin eru tað einans 21% av starvsfólkunum, sum meta hetta vera eina avbjóðing. Granskararnir meta, at orsøkin til munin er,
Siða 12