37 tíma arbeiðsvika - fyrimunir og vansar

Page 10

Taka vit nakað nýggjari royndir í Bretlandi, so samsvara tær í størri mun við royndir í stovnum og fyritøkum í nýggjari tíð. Í 1974 frá fyrst í januar mánaði og fram til 11. mars varð Bretland rakt av einum so mikið umfevnandi verkfalli innan kolaídnaðin, at tað varð neyðugt at spara munandi í streymframleiðsluni. Úrslitið av hesum stríðnum var ein tríggja daga arbeiðsvika fyri allan arbeiðsmarknaðin uttan kritiskar funktiónir so sum í heilsuverkinum. Metingarnar í mun til framleiðsluna í Bretlandi tá vóru ikki jaligar. Ein roknaði við, at nú arbeiðstíðin styttist 40%, so fór framleiðslan eisini at minka við 40% (Robards). Hetta vísti seg tó ikki at vera støðan. Upprunaliga mettu fyritøkurnar í Bretlandi, at tær framleiddu 20% minni í januar mánaði (Hawkins). Tá avtornaði, fall framleiðslan við 7% í januar mánaði, var støðug í februar mánaði og vaks við 3,5% í mars mánaði (ibid). Sostatt varð minkingin munandi minni, enn ein hevði roknað við. Ein partur av frágreiðingini var, at nakrir arbeiðsgevarar framleiddu sín egna streym og tí arbeiddu longri, men hetta hevur neyvan havt stóra ávirkan á samlaðu myndina (Robards). Stóra orsøkin til, at framleiðslan ikki minkaði meira var, at effektiviteturin øktist munandi hesa tíðina. Ein frágreiðing kann vera, at fólk høvdu meira yvirskot, og tann frágreiðingin verður ofta brúkt av fólki, sum vilja hava styttri arbeiðstíð. Ein onnur frágreiðing er, at Bretland var í eini kreppustøðu, og fyritøkurnar søgdu opið og alment, at tær roknaðu við, at hetta fór at ganga illa. Av tí sama vóru fólk óvanliga motiverað at arbeiða effektivt og áhaldandi, tá tey vóru til arbeiðis, tí tey vóru bangin fyri at missa starv sítt, um tey ikki gjørdu tað (ibid). Í so máta komu nógv til ta niðurstøðu, at hendan royndin váttaði illgrunan um, at arbeiðsmegin í Bretlandi arbeiddi rættiliga ineffektivt undir vanligum umstøðum (Hawkins, og Robards). Ein annar faktorur í hesi royndini var, at tað var eitt rættiliga stutt tíðarskeið, ein arbeiddi so stutt, og fólk vistu tað ikki fara at vara í langa tíð, og tí brúktu fólk av uppsparingini hjá sær og hildu búskapin koyrandi (Hawkins).

Royndir úr Fraklandi og Portugal Í 1997 styttist arbeiðsvikan í Portugal úr 44 tímum í 40 tímar. Í Fraklandi styttist arbeiðsvikan úr 39 tímum í 35 tímar hjá størri fyritøkum í 2000 og smærri fyritøkum í 2002. Tá um ræður styttingina av arbeiðstíðini í Fraklandi, er rættiliga stór akademisk ósemja um, hvussu væl eydnað hon var. Meira vinstravendir stovnar og granskarar tykjast at hava sera jaligar metingar av gongdini í Fraklandi, meðan høgravendir stovnar og granskarar hava sera neiligar fatanir av gongdini í Fraklandi, og minni hugsjónarliga tengdir stovnar og granskarar hava meira varnar metingar, ið kortini eru meira jaligar enn neiligar. Bæði í Portugal og Fraklandi var økingin í vælveru týðilig og greið í sambandi við niðursettu arbeiðstíðina, og økingin var so at siga tann sama í báðum londunum (Lepinteur, s. 9). Økta vælveran stavaði frá øktu frítíðini heldur enn, at tímalønin hækkaði (ibid, s. 12), og vælveran vaks bæði í frítíðini og til arbeiðis. Tað, at økingin í vælveru var hin sama í báðum londum, bendir á, at har er ein samanhangur millum hvønn tíma, ein arbeiðir minni, og samsvarandi vøkstur í vælveru.

Siða 10


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.