HEIMSMÁL
28 | Betri samfelagstilvit
VEÐURLAGSÁTØK
Fólkaskúlakapping um burðardygd Í samstarvi við Føroya Lærarafelag handar Betri árliga fólkaskúlum eina veðurlags virðisløn. Fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veður lagsavbjóðingum, kunnu luttaka í kappingini um veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Virðislønin verður latin skúla, ið hevur skarað framúr at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, so at børn og ung fáa økt an áhuga fyri at finna loysnir. Tey ungu skulu gerast tilvitað um, at tað, at reka vinnuligt virksemi hevur altíð ávirkan á umhvørvið. Tí fylgir ein ábyrgd við hesum. Um hvørvi og burðardygd eru evni, sum í alt størri mun hava týdning fyri føroyska samfelagið og kundarnar hjá okkum, og tí skal Betri eisini taka ábyrgd á hesum øki. At vera burðardygg og ábyrgdarfull hóskar sera væl til virðisgrundarlagið í Betri. Betri stuðlaði átakinum við 25.000 kr. Í 2020 varð veðurlagsvirðislønin latin Eysturskúlanum.