Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 4. ársfjórðing 2023

Page 1

Januar 2024

Marknaðarkunning fyri 4. ársfjórðing 2023 Árið 2023 var serliga merkt av høgari inflasjón og rentuhækkingum. Kortini var gongdin á íløgumarknaðinum betri enn væntað. Hóast mongu rentuhækkingarnar í 2022 og 2023 framvegis draga óvissu við sær, eru útlitini betri enn fyri einum ári síðani.

Partabrøv Fjórði ársfjórðingur byrjaði illa. Í oktobur var avkastið vánaligt, men novembur og desembur hilnaðust hinvegin heilt væl. Harvið er stórur partur av vánaliga avkastinum frá 2022 vunnin inn aftur. Stríðið, sum tjóðbankarnir hava havt ímóti inflasjónini, setti sín dám á 2023. Inflasjónin lækkaði, men hon er framvegis hægri enn ynskiligt. Ein av mest týðandi hendingunum í árinum var rumblið, sum var í bankageiranum í mars. Fyri íleggjarar minti hetta um fíggjarkreppuna í 2008, og mong væntaðu, at partar av fíggjarliga kervinum vóru um at hokna orsakað av mongu rentuhækkingunum. Tíbetur vóru hesir trupulleikarnir einans í USA og ikki um allan heimin. Og orsøkirnar vórðu ikki einans rentuhækkingarnar, tí talan var um frammanundan hart trýstar bankar. Hyggja vit at arbeiðsmarknaðinum, undrar tað framvegis fíggjarmarknaðin, at arbeiðsmarknaðurin er so mikið stinnur og mótstøðuførur ímóti rentuhækkingum. Samanumtikið vóru tað serliga risastóru tøknifyritøkurnar, sum høvdu óvanliga góða gongd í 2023. Orsøkin var stóra menningin innan vitlíki. Vísitalið “MSCI ACWI” vísti síðst í desembur 2023 eitt avkast á 22% (í USD) og 18% (í EUR).

Lánsbrøv Tjóðbankarnir í USA og ES komu í desembur við forsagnum um, hvat vit skulu vænta av rentubroytingum í 2024. Amerikanski tjóðbankin, FED, róði framundir fleiri rentulækkingar í 2024. Kunningin frá evropiska

tjóðbankanum, ECB, var kortini munandi øðrvísi - við ongum vánum um rentulækkingar í 2024. Hvørki amerikanski tjóðbankin, FED, ella evropiski tjóðbankin, ECB, broyttu rentuna á rentufundunum í desembur. Leiðandi renturnar hjá ávikavist FED og ECB eru tískil framvegis 5,5% og 4,0%. Kjarnuinflasjónin (core-inflation) er framvegis høg. Hetta er undirliggjandi inflasjónin, har bólkarnir ”orka” og “óviðgjørdar matvørur” verða skiltir frá útrokningini í yvirskipaðu inflasjónini. Myndin niðanfyri vísir, at kjarnuinflasjónin er høg - bæði í USA og ES. Inflasjónsgongdin í USA og ES 10.0%

USA (core) USA

ES (core) ES

8.0% 6.0% 4.0% 2.0% 0.0%

Yvirskipaða inflasjónin í USA og ES hevur verið fallandi. Kjarnuinflasjónin er eisini fallandi, men er trekari at lækka aftur. Hetta kemst serliga av áhaldandi privatari nýtslu og sterka arbeiðsmarknaðinum.

Útlit Væntað verður, at ávirkanin av mongu rentuhækkingunum av álvara fer at síggjast í búskapinum í 2024. Sum heild er lønarlagið hækkað nógv kring heimin, og útlit eru til, at tað framhaldandi fer at hækka. Tað hevur við sær, at keypiorkan hjá húsarhaldunum ikki verður ógvusliga skerd, og privata nýtslan fer tí neyvan at minka nevnivert. Tí fer eftirspurningurin eftir vørum og tænastum sannlíkt framvegis at vera høgur. Sostatt eru útlitini fyri partabrøv og lánsbrøv sum heild góð fyri 2024. Íleggjarar keypa nú lánsbrøv, sum ongantíð áður. Mongu rentuhækkingarnar hava gjørt lánsbrøv lutfalsliga meira áhugaverd enn tey fyrr hava verið, tí rentuparturin av avkastinum ikki hevur verið eins

1


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.