
1 minute read
Grønt billán
from Betri samfelagstilvit 2020
by Betri
Eisini á billánsmarknaðinum varð 2020 eitt ár, har tænastumenningin gjørdist grønari. Fleiri og fleiri vilja keypa umhvørvisvinaligar bilar, og tí menti Betri Banki eitt billán við grønum ágóðum og fyrimunum.
At keypa grønan bil kann hava fleiri fyrimunir. Fleiri teirra eru frítiknir fyri skrásetingar-, meirvirðis- og umhvørvisgjøld hjá tí almenna, og við grøna billáninum frá Betri Banka fekst eisini lægri renta tí í 2020 lækkaði Betri Banki rentuna niður í 1,75%. Sostatt kann tað loysa seg fíggjarliga at keypa umhvørvisvinaligar bilar. Grøna billánið verður veitt teimum, ið keypa nýggjar bilar, so sum elbilar, hybridbilar og vetnisbilar.
Grøn billán og orkusparandi ráðgeving
Betri Banki bjóðar kundum sínum grøn billán og orkulán til lægri rentu og hevur eisini eitt samstarv við Svend Krosstein og Demich um ókeypis orkusparandi vegleiðing.