1 minute read

Fólkaskúlakapping um burðardygd

Í samstarvi við Føroya Lærarafelag handar Betri árliga fólkaskúlum eina veðurlagsvirðisløn. Fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu luttaka í kappingini um veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.

Virðislønin verður latin skúla, ið hevur skarað framúr at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, so at børn og ung fáa øktan áhuga fyri at finna loysnir.

Tey ungu skulu gerast tilvitað um, at tað, at reka vinnuligt virksemi hevur altíð ávirkan á umhvørvið. Tí fylgir ein ábyrgd við hesum. Umhvørvi og burðardygd eru evni, sum í alt størri mun hava týdning fyri føroyska samfelagið og kundarnar hjá okkum, og tí skal Betri eisini taka ábyrgd á hesum øki. At vera burðardygg og ábyrgdarfull hóskar sera væl til virðisgrundarlagið í Betri. Betri stuðlaði átakinum við 25.000 kr.

Í 2020 varð veðurlagsvirðislønin latin Eysturskúlanum.

This article is from: