

Marknaðarkunning fyri 3. ársfjórðing 2024
Triði ársfjórðingur 2024 var merktur av órógvi á íløgumarknaðinum. Ein av orsøkunum var, at arbeiðsloysiðíUSAvaks.
Kortinihøvdubæðipartabrøvoglánsbrøvpositivtavkast í triðja ársfjórðingi, og tjóðbankarnir í Evropa og USA havalækkaðleiðandirentuna.
Partabrøv
Støðan á amerikanska arbeiðsmarknaðinum hevur verið neyvt eygleidd seinastu mánaðirnar, og tað verður hon framvegis. Arbeiðsloysið hevur verið søguliga lágt, nærumámarkinumtil,atarbeiðsmarknaðurinhevurverið ovurhitaður.Mengongdinernúvend,ogarbeiðsloysiðer spakuligafariðatvaksa.
Marknaðurin fylgir sera væl við, tí um arbeiðsloysið heldur á at vaksa, fer tað sannlíkt at ávirka heimsins partabrøvstórliga.
Í aðrar mátar eru ikki nógv tekin um afturgongd í amerikanska búskapinum. Inflasjónin gongur spakuliga rættavegin,búskaparvøksturinergóður,lønarhækkingar eruframvegisáhøgumstigiogprivatanýtslanerhøg.
Hóast nógvur geopolitiskur ófriður er í heiminum, hevur hetta ikki ávirkað marknaðin stórvegis. Støðan ímillum Ísrael og Palestina hevur tó elvt til, at farmagjøld eru nógvdýrkað-oghettaøkirafturuminflasjónina.
Vísitalið fyri partabrøv “MSCI ACWI” vísti síðst í septembur 2024 eitt avkast á 17% (í USD) og 16% (í EUR).
Avkastpartabrøv-2024 MSCIACWI(EUR)MSCIACWI(USD)
JanFebMarAprMayJunJulAugSep
Lánsbrøv Evropiski tjóðbankin, ECB, lækkaði í septembur – fyri aðru ferð á rað - leiðandi rentuna við 0,25% stigum. Amerikanski tjóðbankin, FED, gjørdi í septembur sína fyrstu rentulækking í hesum umfari. Talan var um eina tvífalda rentulækking á 0,50%-stig. Væntað varð, at FED fór at lækka rentuna, men tað kom kortini óvart á fleiri, at tað bleiv ein tvífald rentulækking. Leiðandi renturnar hjá FED og ECB eru nú ávikavist 5,00% og 3,50%.
Tað er støðan á amerikanska arbeiðsmarknaðinum, ið fekk FED at lækka rentuna so nógv. FED vil við hesum roynaattálmavøkstrinumíarbeiðsloysinum.
FED gjørdi greitt, at tvífaldaða rentulækkingin ikki er grundaðáóttafyriafturgongdartíðum,menheldurfyriat stuðlaundiráhaldandibúskaparligumvøkstri.
Hugsa vit einans um inflasjónina, hevði tað tó verið skilagott at lækkað rentuna varligari. Hóast inflasjónin bæði í USA og Evrulondunum hevur verið fallandi síðani 2022, hevur hon lagt seg í eina fasta legu seinastu mánaðirnar.Máliðeratkomaniðuráeittinflasjónsstøðið á 2%, og hesum eru tjóðbankarnir framvegis ikki komnir ámálvið.
Gongdiníkjarnuinflasjónini íUSAogEvrulondum USA(kjarnu)Evrulond(kjarnu)
jan-23feb-23mar-23apr-23maj-23jun-23jul-23aug-23sep-23okt-23nov-23dec-23jan-24feb-24mar-24apr-24maj-24jun-24jul-24aug-24
Kelda:tradingeconomics.com
Kjarnuinflasjónin er undirliggjandi inflasjónin, har bólkarnir ”orka” og “óviðgjørdar matvørur” verða skiltir fráútrokninginiíyvirskipaðuinflasjónini.
Útlit
Komandi mánaðirnar er gongdin hjá partabrøvum tengd
at, hvussu arbeiðsloysið fer at hátta sær. Økist arbeiðsloysið enn meira, samstundis sum búskaparligi aktiviteturin minkar, kunnu vit vænta, at gongdin fyri partabrøviniverðurneilig.
Tað er tí avgerandi, um búskapurin nærkast afturgongdartíðum ella ikki. Hóast sannlíkindini fyri afturgongdartíðum eru økt, væntar marknaðurin kortini eina ”bleyta lending”, og at tað fer at eydnast at skáka særundanafturgongdartíðum.
Tá ið tað kemur til rentuna, væntar marknaðurin tvær rentulækkingar afturat í 2024. Harumframt nevndi amerikanski tjóðbankin á rentufundinum í septembur, at rentanætlandiskallækka1%-stigí2025.
Forsetavaliðí USAí novemburfersannlíkt eisini athava ávirkanámarknaðin.
Virðisbrævagoymslan hjá Betri Pensjón Higartil í 2024 eru partabrøvini í goymsluni hjá Betri Pensjónsamanlagthækkaðvið13,90%ívirði.
Avkastsíðaniársbyrjanogfyriseinastamánaðin
PartabrøvLánsbrøv
Síðanársbyrjan sep-24
Hyggja vit at juli, august og septembur hvør sær, góvu hesir mánaðirnir ávikavist 1,33%, 0,21% og 1,13% í avkasti. Størsti parturin av partabrævagoymsluni er støðlaður í altjóða partabrøvum, og ein minni partur er í donskumpartabrøvum.

Lánsbrævaparturin í goymsluni er samanlagt hækkaður við4,38%higartilí2024.Juli,augustogseptemburgóvu ávikavist1,12%,0,72%og1,01%.
Mánaðarligubroytingarnarseinastu12mánaðirnar
PartabrøvLánsbrøv
okt-23nov-23dec-23jan-24feb-24mar-24apr-24maj-24jun-24jul-24aug-24sep-24
Størsti parturin av lánsbrøvunum hjá Betri Pensjón er støðlaður í donskum stats- og realkredittlánsbrøvum, meðaneinminniparturerstøðlaðurívirkislánsbrøvumog útlánumtilføroyskarfyritøkur.
Fyrivarni
Endamálið við hesi marknaðarkunning er einans at geva eina frágreiðing um, hvussu gongst við virðisbrøvunum hjá Betri Pensjón, og at kunna um hendingar, ið kunnu ávirka gongdina. Hóast frágreiðingin er gjørd við stórum nærlagni, skal henda ikki skiljast sum tilmæli frá Betri Pensjón – hvørki um at keypa, selja ella taka aðrar avgerðirútfrá.
Hvateru100krónurblivnartil?
PartabrøvLánsbrøv