Betri Pensjón - Marknaðarkunning fyri 1. ársfjórðing 2024

Page 1

Marknaðarkunning fyri 1. ársfjórðing 2024

Góðagongdin,sumpartabrøvhøvduí2023,heldurfram inn í 2024. Fyri lánsbrøvini hevur byrjanin av 2024 hinvegin ikki veriðeins góð. Hetta kemstí høvuðsheitum av, at marknaðurin ikki longur væntar eins nógvar rentulækkingar frá tjóðbankunum, sum væntað varð við árslok2023.

Partabrøv

Framvegis síggjast fá tekin um minkandi búskaparligan vøkstur.Ífjørvaksamerikanskibúskapurinvælmeiraenn væntað. Vøksturin fyri 2023 bleiv heili 3,2% í mun til 0,0%fyri Evrulondini.

Samstundis, sum heimsins roknskapir fyri 2023 nú eru kunngjørdir,spáafyritøkurum,hvussukomandiáriðman fara at ganga. Serliga hava stóru amerikonsku tøknifyritøkurnar, vanliga nevndar ”The Magnificent 7”, kunngjørtgóðúrslitogjaligarforsagnirfyrikomandiárið. Hesi viðurskifti hava lutvíst elvt til, at góða gongdin frá 2023erhildinframinn í2024.

Kring allan heimin er lønarvøksturin høgur. Serfrøðingar bera ótta fyri, at hetta kann elva til áhaldandi inflasjón. Lønarvøksturinger,atkeypiorkanhjáhúsarhaldunumikki verðurskerd.Taðhevurafturviðsær,atprivatanýtslan verðurverandihøg,ogharviðfellureftirspurningurineftir vørumogtænastum ikki.

Vísitalið“MSCIACWI”vístisíðstímars2024eittavkast á8%(íUSD) og10%(íEUR).

Lánsbrøv

Inflasjóninhevurveriðnógvumrøddseinastuárini,oghon setur framvegis dagsskránna í fíggjarheiminum. Hóast inflasjónin minkar, er minkingin minni enn marknaðurin hevði væntað. Hetta, saman við vánunum um færri rentulækkingar,ger,atmarknaðarrenturnarhækka.

Javnvágin millum búskaparligan vøkstur og inflasjón ávirkastístóranmunavrentustøðinumífíggjarheiminum. Tí er leikluturin hjá tjóðbankunum avgerandi. Tað kann sammetastviðeintalvdyst,hartjóðbankarnirtelvaímóti sær sjálvum. Øðru megin kunnu tjóðbankarnir lækka rentuna fyri at stimbra búskapin, og soleiðis skáka sær undan, at búskaparvøksturin minkar. Hinvegin kunnu

rentulækkingar hava við sær, at inflasjónin aftur økistogsoer einki vunnið.

Tískil hava tjóðbankarnir framvegis ikki lækkað rentuna aftur, sum væntað varð. Hetta tí tað kann økja um eftirspurninginogseta enn meiraferðábúskapin.

Amerikanski tjóðbankin, FED, og evropiski tjóðbankin, ECB,hildufastumóbroyttarrenturáseinastufundunum. Leiðandi renturnar hjá FED og ECB eru tí framvegis ávikavist 5,5%og4,0%.

Yvirskipaða kjarnuinflasjónin í bæði USA og Evrulondunum hevur verið fallandi. Kortini er inflasjónin framvegis væl omanyvir málið á 2%. Myndin niðanfyri vísirjústhetta.

InflasjónsgongdiníUSAogES

Serliga er tað kjarnuinflasjónin, ið vísir seg vera trek at fáaniður.Hettaerundirliggjandiinflasjónin,harbólkarnir ”orka” og “óviðgjørdar matvørur” verða skiltir frá útrokningini í yvirskipaðu inflasjónini. Orsøkirnar eru millum annað, at privat nýtslan framvegis er stór, og at arbeiðsmarknaðurinframvegisersterkur.

Útlit

Góða gongdin hjá risastóru amerikonsku tøknifyritøkunum hevur elvt til, at íleggjarar nú eru tungt eksponeraðir ímóti tøkni- og vakstrarfyritøkum. Hendan miðsavningin gevur ein skeivleika í marknaðinum, og tað kann hava stórar avleiðingar, skuldi hetta slagið av partabrøvum brádliga fallið. Tí eru íleggjarar nú farnir at minka um eksponeringina av hesum fyritøkunum, fyri at fáabetrijavnvágíváðaspjaðingina aftur.

Apríl 2024 1
0.0% 2.0% 4.0% 6.0%
USA(core)ES(core) USAES

Við árslok 2023 væntaðu flestu serfrøðingar, at amerikanski tjóðbankin fór at lækka rentuna einar seks ferðir í 2024. Nú væntast einans tvær til tríggjar rentulækkingarí2024.

Støddin og títtleikin av rentulækkingum er avgerandi fyri avkastiðavbæðipartabrøvumoglánsbrøvum.Taðmest sannlíka framlitið er, at rentan fer at lækka, og tað fer sannlíkt at hava jaliga ávirkan á avkastið av bæði partabrøvumoglánsbrøvum.

Ímynda vit okkum tað ringasta, sum kann henda, so at tjóðbankarnir aftur fara at hækka rentuna - til dømis orsakað av ov høgari inflasjón - hevði tað tikið marknaðin heilt á bóli. Avleiðingarnar høvdu verið sera neiligarserliga fyripartabrøv,men eisinifyrilánsbrøv.

Virðisbrævagoymslan hjá Betri Pensjón

Fyrsta ársfjórðing í 2024 hækkaði virðið á partabrøvunum í goymsluni hjá Betri Pensjón samanlagt við8,42%.

Lánsbrævaparturin í goymsluni hækkaði samanlagt við 0,88% fyrsta ársfjórðing í 2024. Januar, februar og marsgóvuávíkavist-0,17%,0,41%og0,64%.

Hyggja vit at januar, februar og mars hvør sær, góvu hesir mánaðirnir ávikavist 2,45%, 3,02% og 2,72% í avkasti. Størsti parturin av partabrævagoymsluni er støðlaður í altjóða partabrøvum, og ein minni partur er í donskumpartabrøvum.

Størsti parturin av lánsbrøvunum hjá Betri Pensjón er støðlaður í donskum stats- og realkredittlánsbrøvum, meðaneinminniparturerstøðlaðurívirkislánsbrøvumog útlánumtilføroyskarfyritøkur.

Fyrivarni

Endamálið við hesi marknaðarkunning er einans at geva eina frágreiðing um, hvussu gongst við virðisbrøvunum hjá Betri Pensjón, og at kunna um hendingar, ið kunnu ávirka gongdina. Hóast frágreiðingin er gjørd við stórum nærlagni, skal henda ikki skiljast sum tilmæli frá Betri Pensjón – hvørki um at keypa, selja ella taka aðrar avgerðirútfrá.

Apríl 2024 2
8.42% 0.88% 2.72% 0.64% 0.0% 1.0% 2.0% 3.0% 4.0% 5.0% 6.0% 7.0% 8.0% 9.0% PartabrøvLánsbrøv Síðanársbyrjan Mar-24 Avkastsíðaniársbyrjanogfyriseinastamánaðin -6.0% -4.0% -2.0% 0.0% 2.0% 4.0% 6.0% Apr-23May-23Jun-23Jul-23Aug-23Sep-23Oct-23Nov-23Dec-23Jan-24Feb-24Mar-24 PartabrøvLánsbrøv Mánaðarligubroytingarnarseinastu12mánaðirnar 363.9 121.0 80 120 160 200 240 280 320 360 400 Krónur Hvateru100krónurblivnartil? PartabrøvLánsbrøv
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.