
1 minute read
Høvuðsstuðul hjá samarittunum
from Betri samfelagstilvit 2020
by Betri
Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru við á flestu stevnum, festivalum og øðrum tiltøkum kring landið. Teirra leiklutur er at skapa tryggleika.
Betri stuðlar samarittunum, og avtalan er galdandi frá 2019 til 2022. Sjálvboðin í samaritt-tænastuni hava góða útbúgving í likamligari og sálarligari fyrstuhjálp og arbeiða við at veita fyrstuhjálp til alt frá smásnuddum til størri skaðatilburðir og at geva professionell boð víðari til eitt nú sjúkrabil og løgregluna.
Harumframt stuðlar Betri Stuðulsgrunnurin Reyða Krossi við 200.000 krónum til at skipa fyri einari týðandi váðakanning í Føroyum út frá altjóða leisti, sum skal lýsa, hvørjir váðar eru í Føroyum í dag, og hvat kann væntast í framtíðini. Hendan vitan skal brúkast til at eyðmerkja vandar og harvið fyribyrgja og skipa tilbúgving.

