
1 minute read
Bjargingarvestar til tjóðarítróttina
from Betri samfelagstilvit 2020
by Betri
Í 2020 læt Betri Stuðulsgrunnurin 363.894 kr. til Róðrarsamband Føroya. Peningurin varð nýttur til at veita øllum íðkandi bjargingarvestar, sum bæði lúka øll neyðug krøv og eru góðir at íðka í.

Róðrarsamband Føroya setur trygdina í hásæti, tá ið farið verður út á sjógv at rógva. Børn, ung og vaksin rógva kapp, og Betri vildi stuðla teimum íðkandi, so tey kunnu mennast á besta og tryggasta hátt. Peningurin, ið varð játtaður, var markaður til at veita øllum teimum íðkandi góðar, tryggar og smidligar bjargingarvestar, tí tryggleiki er fyritreyt fyri at kunna íðka og gerast betri.
Sverri Sandberg Nielsen, evropiskur meistari í rógving, í samrøðu við Betri.
»At vit hava møguleika at rógva og at vera trygg á sjónum kann vera við til, at fleiri ung velja at rógva kapp í Føroyum.«