

Marknaðarkunning fyri 2. ársfjórðing 2024
Fyrra hálvár í 2024 hevur verið merkt av høgum marknaðarrentum, harðførum búskapum og áhaldandi inflasjón. Væntanirnar til seinna hálvár eru høgar, og fá tekin eru um, at strangi pengapolitikkurin fer at dempa búskaparligavøksturinmunandi.
Góða gongdin á íløgumarknaðinum heldur fram, hóast byrjanin á øðrum ársfjórðingi var trupul. Sum heild eru sólstrálirathóma ígjøgnum tætturentuskíggini.
Partabrøv
Amerikanski búskapurin herjar á og vísir fá tekin um minkandi virksemi. Búskaparligu lyklatølini, ið vórðu kunngjørd í apríl, vóru somikið sterk, at marknaðurin byrjaði at óttast einari møguligari rentuhækkan frá amerikanska tjóðbankanum, FED. Hetta sást aftur í virðisbrævamarknaðinum við negativum avkasti fyri partabrøvoghægrimarknaðarrentum.
Avhesiorsøkvórðuølleyguvendmótirentufundinumhjá FED í mai. FED gjørdi greitt, at ongar ætlanir vóru um at seta leiðandi rentuna upp. Hetta vóru góð tíðindi fyri marknaðin,oghevurgongdinsíðaniverið góð.
Partabrævamarknaðurin hevur havt stórt gagn av góðu búskaparligu gongdini í 2024. Alheims fyritøkur hava av tí sama framvegis góðan inntøkuvøkstur, og væntað verður,athettahelduráframrestinaav 2024.
Vísitalið “MSCI ACWI” vísti síðst í juni 2024 eitt avkast á11%(íUSD)og14%(íEUR)fyrihálvárið2024.
Lánsbrøv
Inflasjóns- og rentukjakið heldur fram at mynda marknaðirnar,nú fyrsta rentulækkinginí longri tíðjúst er framd. Tað var evropiski tjóðbankin, ECB, ið nú – áleið tvey ár aftaná fyrstu rentuhækkingina – valdi at seta rentuna niður. Amerikanski tjóðbankin valdi ikki at seta rentuna niður hesaferð.
Hóast tað eru liðin tvey ár síðani tjóðbankarnir byrjaðu at føra strangari pengapolitikk, er infjasjónin í flestu alheims búskapum framvegis ikki komin niður á inflasjónsmáliðá2%.Búskapirnirhavarættogslættvíst segatveriðvæl meiramótstøðuførirennvæntað.
Tað, at tjóðbankarnir hava mett seg vera noyddar at halda leiðandi renturnar høgar í longri tíð enn fyrst væntað,ersumútgangspunkttekinum,attaðsumheild gongur væl í alheims búskapum. Í Evropa er gongdin tó ikki eins góð sum í USA, og júst tíhava ECB valt at seta rentunaniður.LeiðandirenturnarhjáFEDogECBerunú ávikavist 5,5%og 3,75%.
Yvirskipaða inflasjónin í bæði USA og Evrulondunum hevurveriðfallandisíðani2022,menhevurlagtsegíeina rímiliga fasta legu seinastu 6-9 mánaðirnar. Inflasjónsstøðið er – sum áður nevnt – framvegis omanfyri málið á 2%. Hetta er serliga orsakað av sterkumarbeiðsmarknaðum,stórumlønarhækkingumog hægrifarmagjøldum.
InflasjónsgongdiníUSAogES
12,0%
Kelda:tradingeconomics.com
Seinastu tíðina hevur vitlíki verið nógv umrøtt og tað er tað framvegis. Gongdin við partabrøvunum verður nógv samamborin við ”Dot Com” bobluna um aldarskiftið.
Munurin hesa ferð er tó serliga, at flestu fyritøkurnar nú hava ein rakstur og væntanir um framtíðar inntøkuvøkstur,sumleggur lunnarundirgóðugongdina.
RíkisskuldinhjáUSAereisinieinfaktorur,iðmarknaðurin hevur eitt vakið eyga við. USA hevur eisini stórt fíggjarætlanarhall,ogheldurhettafram,fertaðatávirka kredittmetinginafyriamerikonskríkislánsbrøv,sumsíðani hevðielvttilhækkingarílongurentunum.Harumframter eittforsetavalfyriframmaní2024,oghettakannávirka fíggjarætlanina–serligaumTrumpvinnurvalið.Hettaer eitt av viðurskiftunum, ið kann bremsa framburðinum, sumer áamerikonskumpartabrøvumí løtuni.
Við árslok 2023 væntaðu flestu serfrøðingar, at amerikanski og evropiski tjóðbankarnir fóru at lækka rentunasekstilsjeyferðirí2024.Núvæntasteinansein til tvær rentulækkingar í 2024. Tá væntanirnar um rentustøðiðbroytastsonógvuppástuttatíð,ávirkartað marknaðin.Støddinogtíttleikinavrentulækkingumhevur nevniliga avgerandi týdning fyri væntaða avkastið av bæðipartabrøvumog lánsbrøvum.
Virðisbrævagoymslan hjá Betri Pensjón
Fyrra hálvár í 2024 hækkaði virðið á partabrøvunum í goymslunihjá Betri Pensjón samanlagtvið10,91%.
Avkastsíðaniársbyrjanogfyriseinastamánaðin
Síðanársbyrjan jun-24

Hyggja vit at apríl, mai og juni hvør sær, góvu hesir mánaðirnirávikavist-1,24%,0,50%og3,07%íavkasti. Størsti parturin av partabrævagoymsluni er støðlaður í altjóða partabrøvum, og ein minni partur er í donskum partabrøvum.
Lánsbrævaparturin í goymsluni hækkaði samanlagt við 1,47% fyrra hálvár í 2024. Apríl, mai og juni góvu ávikavist-0,24%,0,21%og 0,62%.
Mánaðarligubroytingarnarseinastu12mánaðirnar
PartabrøvLánsbrøv
jul-23aug-23sep-23okt-23nov-23dec-23jan-24feb-24mar-24apr-24maj-24jun-24
Størsti parturin av lánsbrøvunum hjá Betri Pensjón er støðlaður í donskum stats- og realkredittlánsbrøvum, meðaneinminniparturerstøðlaðurívirkislánsbrøvumog útlánumtilføroyskar fyritøkur.
Fyrivarni
Endamálið við hesi marknaðarkunning er einans at geva eina frágreiðing um, hvussu gongst við virðisbrøvunum hjá Betri Pensjón, og at kunna um hendingar, ið kunnu ávirka gongdina. Hóast frágreiðingin er gjørd við stórum nærlagni, skal henda ikki skiljast sum tilmæli frá Betri Pensjón – hvørki um at keypa, selja ella taka aðrar avgerðirútfrá.