Betri PensjónMarknaðarkunning 1. ársfj. 2025

Page 1


Marknaðarkunning fyri 1. ársfjórðing 2025

Árið 2025 hevur higartil verið eyðkent av nógvum roki. Fyrsti ársfjórðingur byrjaði væl, men endaði við at bæði partabrøv og lánsbrøv fullu í virði.

Tjóðbankin í Evropa hevur sett rentuna niður tvær ferðir í fyrsta ársfjórðingi, meðan tjóðbankin í USA hevur hildið rentuna óbroytta.

Partabrøv

Hóast árið sum heild byrjaði væl, so vendi gongdin í februar og gjørdist upp aftur verri í mars Nógv stríð hevur verið í altjóða politikki, og serliga er tað ætlanin hjá Trump um tollavgjøld, ið hevur sett sín dám á marknaðin Hetta hevur ført til stóra óvissu, og hevur tað serliga rakt norðuramerikonsk partabrøv, ið hava verið undir trýsti vegna óvissu um bæði handilstiltøk og framtíðar búskaparligan vøkstur og inflatión í USA Hóast hetta eru búskapartølini í USA framvegis sterk, serliga á arbeiðsmarknaðinum.

Evropeisk partabrøv hava higartil í 2025 klárað seg væl betri enn norðuramerikonsk partabrøv, serliga borin av íløgum í verjuídnaðin og politiskum átøkum frá ES og Týsklandi. ES-nevndin hevur lagt fram eina ætlan um at styrkja verjuførleikan í Evropa, har limalondini skulu økja nógv um sínar verjuútreiðslur komandi árini. Harumframt hevur Týskland skotið upp ein undirstøðukervis- og verjugrunn og at linka skuldarloftið, sum væntast at hava jalig búskaparlig árin við sær komandi árini.

Vísitalið fyri partabrøv “MSCI ACWI” vísti eitt avkast á1,3% (USD) og -5,5% (EUR) fyri fyrsta ársfjórðing 2025.

Lánsbrøv Evropeiski tjóðbankin, ECB, hevur í 2025 hildið áfram við rentulækkingum. Leiðandi rentan er lækkað tvær ferðir í 2025. Báðar ferðir við 0,25%-stigum.

Amerikanski tjóðbankin, FED, hevur harafturímóti hildið rentuna óbroytta, og eru leiðandi renturnar hjá FED og ECB nú ávikavist 4,50% og 2,50%.

Í 2025 er inflatiónin bæði í USA og Evropa framvegis hægri enn ætlað. Í USA varð 12-mðr. kjarnuinflatiónin í februar 3,1%, og í Evropa 2,6% sama tíðarskeið. Bæði møta búskaparligum og politiskum avbjóðingum, har USA hevur eina størri politiska óvissu, meðan ES er ávirkað av lágum búskaparligum vøkstri.

Gongdin í kjarnuinflatiónini í USA og ES

USA (kjarnu)

Evrulond (kjarnu)

jan-23 jun-23 nov-23 apr-24 sep-24 feb-25

Kelda: tradingeconomics.com

Útlit

Amerikanski tjóðbankin, FED, hevur lækkað sína forsøgn um búskaparliga vøksturin í USA fyri 2025 úr 2,1% til 1,7% og hækkað inflatiónsmetingina úr 2,5% til 2,8%.

Hetta er í stóran mun eitt úrslit av handilskrígnum, sum væntast fyribils at føra til hægri inflatión og hava neiliga ávirkan á búskaparliga virksemið sum heild

ACWI (EUR)

ACWI (USD)

Kelda: msci.com

Sum framhald av hesum hevur nógv verið gitt, um USA man enda í einari stagflatiónsstøðu. Hetta er ein støða ið kemst av, at búskapurin steðgar upp, samstundis sum inflatiónin er høg. Hetta skapar óvissu, tí tey vanligu tiltøkini til at tálma inflatiónini (hækka rentuna) kunnu gera búskaparligu støðuna enn verri, meðan tiltøk fyri at stimbra búskapin (lækka rentuna) kunnu økja enn meir um inflatiónina.

Fyri 2025 væntast einans 1-2 rentulækkingar í USA, og 2-3 rentulækkingar afturat í Evropa, umframt tær báðar ið longu hava verið. Evropa hevur eisini óivað størri tørv á lagaligum pengapolitikki fyri at stimbra búskaparliga vøksturinum. Sostatt er tað meira sannlíkt, at tjóðbankin í Evropa fer at lækka rentuna meira enn tann amerikanski.

Her í byrjanini av apríl gjørdi Trump álvara av sínum framsøgnum og setti í verk eina rúgvu av tollavgjøldum, herundir tollavgjøld á vørur frá Evropa á 20%. Hetta var í stóran mun væntað av marknaðinum frammanundan. Spurningurin er nú, hvussu hart alheims lond fara at svara aftur uppá hesi avgjøldini, og um Trump síðani svarar aftur við enn fleiri avgjøldum.

Tað er eingin ivi um, at um handilsstríðið versnar, fer tað at hava neilig árin á altjóða handilin. Hetta er ein avbjóðing, sum fer at raka breitt. Tað rakar ikki bert tey, sum útflyta til USA, men eisini altjóða búskapin sum heild

Virðisbrævagoymslan hjá Betri Pensjón

Fyrsta ársfjórðing í 2025 lækkaði virðið á partabrøvunum í goymsluni hjá Betri Pensjón samanlagt við -4,73%

Avkast síðani ársbyrjan og fyri seinasta mánaðin

Partabrøv Lánsbrøv Síðan ársbyrjan mar-25

Hyggja vit at januar, februar og mars hvør sær, góvu hesir mánaðirnir ávikavist 3,53%, -1,63% og -6,46% í avkasti.

Lánsbrævaparturin í goymsluni hækkaði samanlagt við 0,70% fyrsta ársfjórðing í 2025. Januar, februar og mars góvu ávikavist 0,80%, 0,33% og -0,42%.

Størsti parturin av partabrævagoymsluni er støðlaður í altjóða partabrøvum, og ein minni partur er í donskum partabrøvum.

Mánaðarligu broytingarnar seinastu 12 mánaðirnar

Partabrøv Lánsbrøv

Størsti parturin av lánsbrøvunum hjá Betri Pensjón er støðlaður í donskum stats- og realkredittlánsbrøvum, meðan ein minni partur er støðlaður í virkislánsbrøvum og útlánum til føroyskar fyritøkur.

Fyrivarni

Endamálið við hesi marknaðarkunning er einans at geva eina frágreiðing um, hvussu gongst við virðisbrøvunum hjá Betri Pensjón, og at kunna um hendingar, ið kunnu ávirka gongdina. Hóast frágreiðingin er gjørd við stórum nærlagni, skal henda ikki skiljast sum tilmæli frá Betri Pensjón – hvørki um at keypa, selja ella taka aðrar avgerðir út frá.

Hvat eru 100 krónur blivnar til?

Partabrøv Lánsbrøv

Lánsbrævaparturin í goymsluni hækkaði samanlagt við 0,70% fyrsta ársfjórðing í 2025 Januar, februar og mars góvu ávikavist 0,80%, 0,33% og -0,42%.

Størsti parturin av partabrævagoymsluni er støðlaður í altjóða partabrøvum, og ein minni partur er í donskum partabrøvum.

375,9 127,0

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.