
1 minute read
Heimsmálini
from Betri samfelagstilvit 2020
by Betri
Sameindu Tjóðir hava samtykt 17 heimsmál, sum skulu tryggja burðardygga menning í heiminum.
Liður í hesi altjóða samtykt er UN Global Contract, sum eru leiðreglur fyri fyritøkur, og samtyktin fevnir um mannarættindi, arbeiðsrættindi, umhvørvi og antikorruptión.
Betri vil liva upp til leiðreglurnar hjá Sameindu Tjóðum og hevur tí orðað ein CSR-politikk, sum fevnir um: z Mannarættindi og arbeiðsmarknaðarviðurskifti z Umhvørvi z Íløguvirksemi z Sosial viðurskifti og starvsfólkaviðurskifti
Í dagliga arbeiðnum verður arbeitt við at umseta Heimsmálini til ítøkilig innanhýsis- og uttanhýsis arbeiðsviðurskifti, og eisini skulu heimsmálini síggjast aftur í ítøkiligu tænastumenningini og marknaðarføringini hjá samtakinum.