1 minute read

Betri stuðlar fótbóltinum kring landið

Betri er høvuðsstuðul hjá fremstu fótbóltsdeildunum í Føroyum og er somuleiðis høvuðsstuðul hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Talan er um eina stóra menningaravtalu millum FSF og Betri, sum er galdandi til og við 2022.

Betri virkar í og kring allar Føroyar. Fótbólturin er ógvuliga væl umtókt ítrótt, sum bæði í breidd og við góðum úrslitum í altjóða høpi skapar úrslit. Tískil passar hetta væl saman við okkara virðum at gera eina longri menningaravtalu, sum snýr seg um allan føroyskan fótbólt.

»FSF hevur lagt eina greiða og miðvísa ætlan fyri at fáa fleiri at spæla fótbólt.«

Christian Andreasen – Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at venja. Ein partur er at gera kvinnulandslið og Betri deildina hjá kvinnum sjónlig, segði Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.

This article is from: