1 minute read

Ein hjálpandi hond til sjúkrahúsverkið

Korona

Betri samtakið læt 10 mió. kr. í bráðneyðugari hjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Stuðulin varð latin til útgerð at kanna og basa koronafarsóttini í Føroyum.

– Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er øktur so brádliga um allan heim, segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum .

– Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk.

Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið vóru húsini, sum Betri Samtakið eigur, tøk hjá heilsumyndugleikunum, til at hýsa teimum, sum høvdu tørv á at fara í sóttarhald. – Betri er eitt serføroyskt samtak, sum kundarnir eiga, ið hevur sum endamálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum tíðum, sum eru truplar fyri føroyska samfelagið, segði Evy Jacobsen, forstjóri í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin.

»Tað liggur okkum nær at stuðla í hesum tíðum, sum eru truplar fyri alt samfelagið.«

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri

This article is from: