

Marknaðarkunning fyri 4. ársfjórðing 2024
Árið 2024 er nú lokið, og tá ið av tornaði gjørdist árið sum heild gott fyri bæði partabrøv og lánsbrøv. Íløgumarknaðurin hevur sostatt aftur í ár vunnið á útlitunum, ið vóru við ársbyrjan.
TjóðbankarniríEvropaogUSAlækkaðuhvørísínumlagi rentuna við 1%-stigi, og sambært forsøgnum eru fleiri rentulækkingar í væntu í 2025.
Partabrøv
Hóast árið sum heild hilnaðist væl, byrjaði og endaði fjórði ársfjórðingur illa, tí í oktobur og desembur vóru avkastini minni góð. Novembur var hinvegin góður. ForsetavaliðíUSAínovembursettisíndámámarknaðin, og serliga vóru tað norðuramerikonskpartabrøv,iðfingu stóra framgongd av valúrslitinum.
MentaðvarikkieinansvalsigurinhjáTrump,iðvargóður fyrinorðuramerikonskpartabrøvínovembur.Búskaparlig lyklatøl fyri USA eru sum heild framvegis góð. Trump lovar eisini amerikanska vinnulívinum góðar sømdir - eitt nú lægri skatt og linari regluverk.
ForsetavaliðhevureisiniávirkaðpartabrøvuttanfyriUSA - tó hevur tað í stóran mun verið neiligt, tí Trump lovar strangari handilspolitikk við onnur lond. Hartil er búskaparliga vakstrarstøðan í Evropa ikki tann besta.
Vísitalið fyri partabrøv “MSCI ACWI” vísti við ársenda 2024 eitt avkast á 16% (í USD) og 23% (í EUR).
Avkastpartabrøv-2024 MSCIACWI(EUR)MSCIACWI(USD)
JanFebMarAprMaiJunAugSepOktNovDec
Kelda:msci.com
Lánsbrøv
Evropiski tjóðbankin, ECB, lækkaði í desembur – fyri fjórðu ferð á rað - leiðandi rentuna við 0,25% stigum.
Amerikanski tjóðbankin, FED, gjørdi í desembur sína triðju rentulækking í 2024, og báðir tjóðbankarnir hava lækkað leiðandi rentuna við tilsamans 1%-stigi í 2024. Leiðandi renturnar hjá FED og ECB eru nú ávíkavist 4,50% og 3,00%.
Orsøkin til rentulækkingarnar hjá ECB er serliga, at búskaparligi vøksturin í Evropa er lágur, og ECB vil seta meiraferð ávirksemið. Inflasjónsstøðiðí Evru-londunum er tó framvegis omanfyri árliga málið á 2%.
FED fylgir serliga væl við arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsloysistalinum. Arbeiðsloysið hækkaði eitt vet í summar, og FED roynir at forða fyri, at tað hækkar. Búskaparligi vøksturin í USA er høgur, og tað sama er inflasjónin.Harviðeruútlitinifyrinógvumrentulækkingum í 2025 ikki eins góð fyri USA sum fyri Evropa.
GongdiníkjarnuinflasjóniniíUSAogES
USA(kjarnu)Evrulond(kjarnu)
jan-22mar-22maj-22jul-22sep-22nov-22jan-23mar-23maj-23jul-23sep-23nov-23jan-24mar-24maj-24jul-24sep-24nov-24
Kelda:tradingeconomics.com
Útlit
Higartil hava tjóðbankarnir í Evropa og USA fylgst og lækkað rentuna eins nógv. Í 2025 verður tó væntað, at Evropa fer at føra ein ekspansivan pengapolitikk fyri at betra um vakstrarútlitini. Forsøgnin hjá evropiska tjóðbankanum, ECB, fyri BTÚ vøksturin frá 2024-2026 er ávikavist 0,7%, 1,1% og 1,4%. Hetta týðir uppá ein hóvligan búskaparvøkstur næstu árini. Marknaðurin væntar, at leiðandi rentan hjá ECB, sum í dag er 3,0%, verður áleið 1,5% við ársenda 2025.
Hinvegin-avtíatbúskaparligagongdinergóðíUSA,og av tí at Trump m.a. ætlar at lækka skattin í USA, er stór óvissa um, hvussu nógvar rentulækkingar amerikanski tjóðbankin, FED, fer at fremja í 2025. Um Trump heldur
tað, hann lovar, og FED samstundis lækkar rentuna fleiri ferðir, er váði fyri, at inflasjónin kann økjast aftur.
Tjóðbankastjóriní FED nevndi á fundinum ídesembur,at FEDvæntaratgera tvær rentulækkingar í 2025. Í so fall merkirtað,atleiðandirentanhjáFED,sumídager4,5%, verður 4,0% við ársenda 2025. Marknaðurin hevði annars væntað fýra rentulækkingar í 2025, og hesi tíðindini elvdu tí beinanvegin til neiligar reaktiónir í partabrævamarknaðinum.
Havast skal í huga, at orsøkin til, at vit nú kunnu vænta færri rentulækkingar í USA fyri 2025 enn áður hildið, er, atbúskapurinhevurtaðgott.Einsterkurbúskapurervið til at leggja lunnar undir eitt gott íløguár 2025.
Virðisbrævagoymslan hjá Betri Pensjón
Fyri 2024 hækkaðu partabrøvini í goymsluni hjá Betri Pensjón samanlagt við 17,55% í virði.

Lánsbrævaparturin í goymsluni hækkaði samanlagt við 5,07% í 2024. Oktobur, novembur og desembur góvu ávikavist -0,04%, 0,69% og 0,02%.
Mánaðarligubroytingarnarseinastu12mánaðirnar
PartabrøvLánsbrøv
Hyggja vit at oktobur, novembur og desembur hvør sær, góvu hesir mánaðirnir ávikavist -0,09%, 5,69% og2,26% í avkasti.
Størsti parturin av partabrævagoymsluni er støðlaður í altjóða partabrøvum, og ein minni partur er í donskum partabrøvum.
jan-24feb-24mar-24apr-24maj-24jun-24jul-24aug-24sep-24okt-24nov-24dec-24
Størsti parturin av lánsbrøvunum hjá Betri Pensjón er støðlaður í donskum stats- og realkredittlánsbrøvum, meðaneinminniparturerstøðlaðurívirkislánsbrøvumog útlánum til føroyskar fyritøkur.
Fyrivarni
Endamálið við hesi marknaðarkunning er einans at geva eina frágreiðing um, hvussu gongst við virðisbrøvunum hjá Betri Pensjón, og at kunna um hendingar, ið kunnu ávirka gongdina. Hóast frágreiðingin er gjørd við stórum nærlagni, skal henda ikki skiljast sum tilmæli frá Betri Pensjón – hvørki um at keypa, selja ella taka aðrar avgerðir út frá.
Hvateru100krónurblivnartil?
PartabrøvLánsbrøv
394,5