Betri stuðlar fótbóltinum kring landið Betri er høvuðsstuðul hjá fremstu fótbóltsdeildunum í Føroyum og er somuleiðis høvuðsstuðul hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Talan er um eina stóra menningaravtalu millum FSF og Betri, sum er galdandi til og við 2022. Betri virkar í og kring allar Føroyar. Fótbólturin er ógvu liga væl umtókt ítrótt, sum bæði í breidd og við góðum úrslitum í altjóða høpi skapar úrslit. Tískil passar hetta væl saman við okkara virðum at gera eina longri menn ingaravtalu, sum snýr seg um allan føroyskan fótbólt.
– Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at venja. Ein partur er at gera kvinnulandslið og Betri deildina hjá kvinnum sjónlig, segði Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
»FSF hevur lagt eina greiða og miðvísa ætlan fyri at fáa fleiri at spæla fótbólt.«
Menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðuls upp hædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skip aðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.
Christian Andreasen
HEIMSMÁL
Betri samfelagstilvit | 27