HEIMSMÁL HEIMSMÁL
22 | Betri samfelagstilvit
Korona
Ein hjálpandi hond til sjúkrahúsverkið Betri samtakið læt 10 mió. kr. í bráðneyðugari hjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Stuðulin varð latin til útgerð at kanna og basa koronafarsóttini í Føroyum. – Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnað urin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftir spurningurin er øktur so brádliga um allan heim, segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum . – Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk. Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið vóru húsini, sum Betri Samtakið eigur, tøk hjá heilsumynd ugleikunum, til at hýsa teimum, sum høvdu tørv á at fara í sóttarhald.
– Betri er eitt serføroyskt samtak, sum kundarnir eiga, ið hevur sum endamálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum tíðum, sum eru truplar fyri føroyska samfel agið, segði Evy Jacobsen, forstjóri í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin.
»Tað liggur okkum nær at stuðla í hesum tíðum, sum eru truplar fyri alt samfelagið.« Evy Jacobsen, forstjóri í Betri