HEIMSMÁL
18 | Betri samfelagstilvit
Javnstøða í samtakinum Betri samtakið telur 288 starvsfólk, og vit miðja ímóti javnstøðu, bæði tá umræður kyn, aldur og at tey eru starvsett um alt landið.
JAVNSTØÐA MILLUM KYN
Í kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi varð stað fest: At hava ein kynsbýttan arbeiðsmarknað hevur við sær, at vinnugreinar og arbeiðspláss ikki fáa fullan ágóða av arbeiðsfjøldini. Í Betri samtakinum verður arbeitt við at hava góða javnstøðuliga javnvág júst fyri at fáa fullan ágóða av øllum 288 starvsfólkunum, og tí at hetta skapar ein góðan dynamikk í samtakinum. Í dag vísir kynsbýtið í samtakinum eina yvirvág av kvinnum. Í leiðandi størvum í samtakinum er ein lítil yvirvág av monnum.
Eisini er umráðandi at hava ein fjøltáttaðan starvs fólkabólk, tá ið umræður aldur. Sum lýst aðrastaðni í frágreiðingini er starvsfólkatrivnaðurin sera góður í samtakinum, og fólk eru vanliga leingi í starvi. 33% av starvsfólkunum eru millum 40 og 54 ár. Betri setir næmingar á hvørjum ári, og í skrivandi løtu eru góð 7% av starvsfólkunum millum 20 og 24. Betri miðjar eftir at fylgja heimsmálunum hjá ST, og tí fegnast vit um, at javnstøðan í samtakinum er góð.