ÁLOP Á NETINUM
Føroya fyrsta trygging fyri álop á netinum – Hópatals føroyskar fyritøkur hava longu verið fyri álopið á netinum - og talið veksur hvønn dag. Avleiðingarnar kunnu vera ovurhonds stórar, tí fyritøkurnar ikki fáa virkað og missa dáta. Av tí, at netið ikki fylgir landamørkum, er vandin eins stórur í Føroyum sum aðrastaðni, og vit kunnu eisini staðfesta, at áhugin er ovurhonds stórur, sigur Henry Olsen, vinnukundastjóri hjá Betri Trygging ORÐ: EYDNA SKAALE MYNDIR: PAVLA ELIASEN
Áhugin hevur verið ovurhonds stórur, síðani Betri Trygging kunngjørdi nýggjastu tænastuna: Trygging fyri álop á netinum. Ein trygging, sum verður veitt í samstarvi við altjóða tryggingarfelagið, Chubb, og sum er ætlað vinnukundum, um teir lúka ávís krøv. - So skjótt, sum vit kunngjørdu hesa tryggingina, streymaði tað inn við fyri spurningum. Vit hava longu havt fleiri fundir við kundar, og tá ið vit fyrst í november skipaðu fyri einum tiltaki um vandar á netinum, var áhugin somuleiðis nógv størri enn væntað. Tað sigur okkum, at hetta er nakað, sum føroyskar fyritøkur stúra fyri og kenna til, greiðir Henry Olsen frá.
NÓGVAR FØROYSKAR FYRITØKUR RAKTAR
Nú virksemið í alsamt størri mun verður talgilt, kunnu avleiðingarnar fyri fyritøkurnar verða ovurhonds stórar, um virksemið heilt ella partvíst verður steðgað frá degi til dags. - Tað eru nógv dømi um fyritøkur í Føroyum – stórar, miðal og smáar – sum eru raktar av netálopum, greiðir Henry frá og vísir á, at svik og álop á netinum í grundini er ein stór vinna. Vit hava kanska havt lyndi at halda, at teldusníkar eru ungir fýrar í einum myrkum kjallara, sum einsæris sita og gera fortreð. Men hetta er vorðin ein stór og ítøkilig vinna, og hvønn dag eru hópatals fólk, sum fara til arbeiðis við tí eina endamáli at svika og fremja álop á netinum. Málini eru í vaksandi mun fyritøkur um allan heim. Tíverri eisini føroyskar fyritøkur. Tað hava fleiri eftirhondini ásannað uppá tann harða mátan. - Úti í heimi síggja vit eisini, at virki og fyritøkur samstarva við teldusníkar og leypa á kappingarneytarnar fyri at skaða
» 20
virksemið og kundaálitið – og harvið fáa størri marknaðarlut. Tað er heldur ikki óhugsandi, at netálop í vaksandi mun verða partur av krígsførslu og ósemjum millum lond. Tað er sannlíkt, at fíggindar vilja raka netskipanir hjá mótpartinum og soleiðis leggja mótstøðulond lamin. So hetta er heilt víst nakað, sum bara fer at vinda uppá seg, og sum sannlíkt fer at gerast støðugt meiri ógvusligt, heldur Henry.
FYRIBYRGING OG TRYGDARTJEKK
Í strategiini hjá Betri Trygging er millum annað eitt spor, sum eitur ”talgilding”. Eitt annað eitur ”Fyribyrging”. Hesi eru bæði øki, sum fylla nógv í dagliga arbeiðinum innanhýsis og sum eisini skulu endurspeglast í virkseminum úteftir. Og júst KT og fyribyrging eru høvðustættirnir í Netálopstryggingini. Fyri at kunna tekna tryggingina fyri álop á netinum eru nøkur trygdarkrøv, sum skulu vera uppfylt. Tað vil siga, at kundin sum tað fyrsta fær eitt spurnarblað við nøkrum spurningum um trygdina á netinum. - Bara tað, at fólk fara at hugsa um, hvat tey ítøkiliga gera fyri nettrygdina, er ein vinningur í sjálvum sær, sigur Henry, tí hetta økið mangan ikki fær nógva umrøðu í skundmikla gerandisdegnum. Og umberingin ”hetta fer nokk ikki at henda fyri meg” heldur jú ikki longur, nú føroyskar fyritøkur javnan verða álopnar. Trygdartjekkið, sum fyritøkan skal ígjøgnum fyri at fáa hesa tryggingina, er eitt samstarv millum serfrøðingarnar á Vinnudeildini hjá Betri trygging og altjóða KT-serfrøðingar, sum starvast fyri Chubb. Tilmælini verða altíð málrættað til einstøku fyritøkuna og ítøkiliga virksemið. Tú fært sostatt at vita, hvussu júst tín fyritøka skal gera fyri at økja um netrygdina. Hetta hevur alt fyri eitt ein fyribyrgjandi virknað. Í fyrsta lagi tí tað verður verri hjá teldusníkum at fremja álop – og tí tað í øðrum
Hvønn dag eru hópatals fólk, sum sum fara til arbeiðis við tí eina endamáli at svika og fremja álop á netinum. Henry Olsen, Vinnukundastjóri, Betri Trygging
21