AÐALFUNDUR HJÁ KOMMUNUFELAGNUM
2018
Útgevari: Kommunufelagið Uppseting: Nudlavirkið Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto Prent: Føroyaprent Svanamerktur prentlutur 541 705
2
Aðalfundur 2018
Brúgvin við Streymin
Innihaldsyvirlit Vælkomin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 Føroyska samfelagið í stórum vøkstri . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 Nýskipanir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 Greitt ábyrgdarbýti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 Onnur mál og øki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 Felagið innanhýsis . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 Kommunufelagið og framtíðin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Skjøl til formansfrágreiðingina . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 Ískoyti: Kommunur og kommunuhugtakið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18 Um Kommunufelagið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 Løgtingsmál til hoyringar frá KF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 Viðtøkur fyri Kommunufelagið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 Viðtøkur fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 Viðtøkur fyri Barnaverndarstovu Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 Ískoyti: Frágreiðing um kommunubúskapin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29 Kommunalrætturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29 Kommunalar uppgávur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29 Inntøkur og útreiðslur hjá kommunum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29 Land og kommunur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31 Inntøkubygnaðurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31 Útreiðslur hjá kommununum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31 Keyps-MVG . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32 Partafelagsskattur og skattur av kapitalvinningi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32 Skattur av leiguinntøkum, inntøkur frá ferðavinnu v.m. . . . . . . . . . . . . . . 33 Rentustuðul . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34 Samanumtikið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
Aðalfundur 2018
3
Skúvoy
Vælkomin Góðu kommunustýrislimir, gott fundarfólk! Eg skal við hesum bjóða tykkum hjartaliga vælkomin á aðal fundin hjá Kommunufelagnum. Kommunustýrini í Føroyum hava eitt fólksligt kjølfesti, eina undirtøku, ið flest onnur samfeløg, sum vit samanbera okkum við, bert kunna droyma um. 29 kommunur við 200 kommunustýrislimum eru í dag karm ur um lokala fólkaræðið í Føroyum. Í miðal umboðar hvør kommunustýrislimur færri enn 200 veljarar. Sambandið mill um politisku skipanina og borgaran er tískil tætt, og møgu leikarnir hjá borgarunum at ávirka politisku skipanina – og harvið tænasturnar í nærsamfelagnum – eru góðir. Valluttøkan við seinasta kommunuval var í meðal sløk 84%, sum er met í norðurlendskum samanhangi. Harumframt kann staðfestast, at valluttøkan var vaksandi frá 2012 til 2016 í 26 av teimum 29 føroysku kommununum (sí Mynd 1). Vit kunna tískil staðfesta, at lokala fólkaræðið í Føroyum hevur tað gott og at borgarar munna kenna seg at hava veru liga ávirkan á førda politikkin í lokalsamfelagnum. Samstundis eru stór vælferðarøki løgd til kommunurnar. Hetta merkir, at kommunustýrini hava ábyrgd av vælferð og trivnaði hjá sínum borgarum, bæði børnum, vaksnum og eldri. Hesa stóru ábyrgd fyri trivnaði og vælferð hjá øllum okkara borgarum mugu vit sum kommunustýrislimir handfara og
4
umsita við skilvísi og virðing, eisini við tí fyri eyga at at lata okkara eftirkomarum eitt vælrikið og haldført samfelag. Vit mugu tó eisini krevja, at løgtingið og landsstýrið virða ta undirtøku, sum kommunala fólkaræðið hevur ímillum land sins borgarar, og virða at kommunurnar eru sjálvstøðugar, fólkaræðisligar eindir – og ikki bara fyrisitingarmyndugleikar og tænastuveitarar, sum neyvt skulu regulerast og stýrast úr ymisku aðalráðunum. Hetta tykist ofta trupult hjá lands myndugleikanum at viðurkenna Tí mugu vit støðugt gera vart við okkara tilverugrundarlag og okkara sjálvsagda rætt til at ráða í egnum viðurskiftum. Sum kommunufelag mugu vit áhaldandi verja sjálvsav gerðarrættin hjá kommununum, soleiðis at eisini tey, ið eftir okkum koma, fara at hava tann framíhjárætt at skipa seg í lokalar eindir við heimildum at skipa og ávirka egin viður skifti. Sum nakað nýtt er eitt ískoyti gjørt til hesa ársfrágreiðing, sum viðger kommunala búskapin. Framyvir er ætlanin, at hetta gerst ein fastur táttur í ársfrágreiðingini, og við tíðini verður ment til eina fjøltáttaða kommunala búskaparfrágreiðing, sum verður almannakunngjørd á hvørjum ári í sambandi við aðalfund Kommunufelagsins. Vónandi verður tikið væl ímóti hesum. Enn einaferð hjartaliga vælkomin á aðalfund hjá Komm unufelagnum.
Aðalfundur 2018
Føroyska samfelagið í stórum vøkstri Tað gongur væl í Føroyum. Føroyska samfelagið hevur sein astu árini upplivað ein stóran búskapar- og fólkavøkstur. Sam bært teimum seinastu búskaparfrágreiðingunum skulu vit tó ikki vænta sama vøkstur komandi árini. Seinastu inntøkutølini benda eisini á eina ávísa stagnatión í inntøkunum hjá komm ununum. Fólkatalið er farið uppum 50.000, samstundis sum at talið av løntakarum ongantíð hevur verið størri enn tað sama. Menningin av samfelagnum hevur tó ikki verið eins stór og støðug kring alt landið. Norðoya-, Eysturoyar-, Streymoyar- og Vága sýslur hava síðani aldarskiftið havt fólkavøkstur, men sunnaru sýslurnar, Sandoy og Suðuroy, hava havt ein minking í fólkatalinum. Gongdin í hesum økjum er hin sama, sum tann vit hava sæð á útoyggjum í áratíggju. Íbúgvaratalið er lækkað munandi, og fólkasamansetingin skeiklað, tí samstundis sum fráflytingin er stór, velja fá ung fólk at flyta til – ella aftur til – økini. Tað hevur við sær færri fólk í arbeiðsførum aldri, og at ein lutfalsliga størri partur er uttanfyri arbeiðsmarknaðin (Sí Mynd 2). Hetta ger, at fleiri av hesum lokalsamfeløgum ikki eru burðardygg. Burðaravlopið er lítið og einki og vandin er stórur fyri at koma inn í eina ónda ringrás við enn størri fráflyting, afturstigum og við tíðini eini beinleiðis niðurlaðing. Tað verð ur sannlíkt úrslitið, um vit – bæði land, kommunur og lokal samfeløg – eingi inntriv gera. Felags fyri hesi øki er, at tey ikki hava fast samband til meginøkið í Føroyum. Tí er lítil ivi um, at framtíðin hjá hesum økjum í stóran mun er treytað av, at tey verða knýtt at megin økinum við føstum sambandi. Tað er tó gleðiligt at staðfesta, at tað ikki longur er ein spurningur í politisku skipanini, hvørt vit skulu hava fast samband við Suðurøkið í Føroyum. Spurningurin er heldur, nær hetta gerst veruleiki. Tí eyðsæð er hetta ein fyritreyt fyri menningini í hesum øki. Stóri búskaparvøksturin seinastu árini hevur havt við sær, at kjakið um eina møguliga útjavning ikki hevur verið so aktuelt, sum tað onkuntíð hevur verið áður. Hinvegin er spurningurin um javnbjóðis fyritreytir hjá kommununum ikki minni viðkomandi, nú tann kommunali geirin hevur ábyrgd av einum stórum parti av vælferðar tænastunum til okkara borgarar. Vilja vit sum samfelag góð taka, at fortreytirnar í nøkrum økjum í landinum eru munandi verri enn í øðrum, og við hesum ásanna, at vit sannlíkt fáa eina nógv verri eldrarøkt, barnaansing ella barnavernd í ávís um pørtum av landinum í mun til aðrar? Gera vit einki fyri at minka um ójavnan, so er avleiðingin uttan iva, at hesi øki enda í einari óndari ringrás við versnandi tænastum, øktum skattatrýsti og vaksandi fráflyting. Tí verður neyðugt, at vit í felag viðgera spurningin um ójavna ímillum økini í landinum. Eisini er neyðugt at umrøða, hvussu fíggjarliga grundarlagið undir kommunala geiranum skal síggja út í framtíðini. FRAMTÍÐAR AVBJÓÐINGAR Í BÚSKAPINUM Í løtuni er nærum einki arbeiðsloysi í Føroyum, og í mun til onn
ur lond eru tað somuleiðis lutfalsliga fá í arbeiðsførum aldri, sum ikki eru knýtt at arbeiðsmarknaðinum. Vinnutíttleikin í Føroyum er 84 % og saman við Íslandi eru vit langt framman fyri onnur lond í Evropa. Virksemið, bæði á landi og sjógvi, er stórt og samfelagshjólini mala skjótt. Inntøkurnar hjá samlaða kommunala geiranum eru eisini methøgar. Vit kunnu tó ikki vænta, at búskaparvøksturin verður eins stórur komandi árini, sigur Búskaparráðið í seinastu frágreið ing síni. Búskaparráðið vísir eisini á stórar framtíðar avbjóð ingar, tí soleiðis sum gongdin verður í samansetingini av aldursbólkunum frameftir, verður fíggjarligi haldføristrupul leikin longu í 2035 tann størsta einstaka avbjóðingin hjá før oyska samfelagsbúskapinum. Aldursbólkurin við eldri omanfyri 80 fer nærum at trífaldast komandi 30 árini, samstundis sum at arbeiðsmegin minkar niður í eina helvt av núverandi støddini. Sambært Hagstovuni vóru vit við ársbyrjan 4,1 fólk millum 16-66 ár fyri hvørt fólk 67 ár og eldri. Hetta lutfall fer at broytast til 2,2 fólk í 2056, men minkingin í hesum lutfalli gongur skjótast fram til 2035, tá tað sambært framrokningum hjá skattanevndini fer at koma niður á 2,6. Tað er tískil umráðandi, at vit í kommununum heldur ikki lata okkum tøla av teimum góðu tíðunum og teimum met stóru inntøkunum, sum kommunurnar í løtuni hava. Veru leikin er, at inntøkugrundarlagið hjá kommununum í stóran mun byggir á lønarskatt. Tá ið framskrivingar vísa, at arbeiðs megin fer at minka niður í eina helvt komandi 30 árini, merkir hetta, at inntøkurnar hjá kommununum, alt annað líka, eisini fara at minka við eini helvt. Tá vit hugsa um pensjónsútreiðslur og útreiðslur til heilsu verk og eldraøkið, kemur hetta at hava við sær stórar avbjóð ingar. Tað er umráðandi, at politiska skipanin sum heild tekur hesar avbjóðingarnar í álvara og arbeiðir fyri at breiðka inn tøkugrundarlagið hjá kommununum, samstundis sum at áherðsla sjálvandi verður løgd á at minka um útreiðslurnar í komandi tíðum. BREIÐKAN AV SKATTAGRUNDARLAGNUM Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, setti í juni mánaði 2016 eina skattanevnd at kanna føroysku skatta skipanina og at koma við tilmælum til eina meiri einfalda og gjøgnumskygda skatta- og avgjaldsskipan. Endamálið við at seta skattanevndina var m.a. at tryggja eitt fíggjarliga haldført og trygt inntøkugrundarlag hjá landi og kommunum. Skattanevndin staðfestir m.a., at skattagrundarlagið – ser liga hjá kommununum – er ov smalt og at tað í ov stóran mun er grundað á vanligan inntøkuskatt. Skattanevndin mælir m.a. til at seta í verk tvey nýggj sløg av skatti, sum koma at geva kommunum nýggjar inntøkur. Eitt húsatænastugjald og eitt sonevnt borgaragjald. Skattanevndin mælir í fyrra lagi til at seta í verk eina
Aðalfundur 2018
5
einfalda skipan við húsatænastugjaldi á allar bústaðareindir í landinum. Ein tílík skipan inniber, at eigarar av húsum og íbúðum rinda eitt fast gjald um mánaðin, og kommunurnar fáa inntøkurnar frá gjaldinum. Kommunurnar koma tí at fáa eitt hóskandi gjald fyri tænastur, sum tær í dag veita í sam bandi við hús og íbúðir. Serliga verður hugsað um vatnveiting, kloakering, burturbeining av ruski og tilbúgving. Í øðrum lagi mælir nevndin til, at eitt borgaragjald skal leggjast á allar borgarar, sum eru fyltir 21 ár. Skattanevndin mælir til, at kommunurnar fáa inntøkurnar frá borgaragjald inum og at inntøkurnar fara til at fíggja ein lætta í kommunu skattinum. Høvuðsendamálið við einum tílíkum borgaragjaldi og húsatænastugjaldi er at breiðka skattagrundarlagið hjá tí almenna og at fíggja eina umlegging av verandi skattatrýsti burtur frá inntøkuskattinum. Tá ið tað snýr seg um haldførið hjá kommununum, ger skattanevndin eisini vart við, at kommunurnar framyvir fara at vanta fígging til eldraøkið. Í stuttum staðfestir nevndin, at árini fram til umleið 2027 kann roknast við, at inntøkurnar frá skatti av pensjónsinn gjøldum, sum kommunurnar fáa, fara at vaksa meir enn tað, sum útreiðsluvøksturin verður á eldraøkinum. Hinvegin kann roknast við, at útreiðslurnar á eldraøkinum eftir umleið 2027 fara at vaksa meira, enn inntøkurnar frá skatti av pensjóns inngjøldum vaksa. Tí kann roknast við, at avlop verður orsakað av fíggingar leistinum tey fyrstu árini, men tey seinnu árini fara komm unurnar at hava hall, soleiðis sum verandi fíggingarleistur er settur saman. Nógv bendir tískil á, at verandi fíggingarleistur í sambandi við eldraøkið neyvan er fíggjarliga haldførur. Skattanevndin mælir til at broyta verandi fíggingarleist. Heldur eigur landskassin at gjalda kommununum eina árliga upphædd (heildarveiting) fyri at reka eldraøkið. Nevndin mælir til, at landið rindar kommununum eina ávísa upphædd til eldraøkið, sum er ásett eftir talinum av borgarum, sum eru 67 ár og eldri. Upphæddin verður fyrstu ferð ásett við sam ráðing millum land og kommunur. Eftir hetta verður upp hæddin dagførd eftir talinum av borgarum, sum eru 67 ár og eldri, og við lønarvøkstrinum fyri starvsfólk í eldrarøktini. Hóast bæði Búskaparráðið og skattanevndin tykjast síggja álvaran í avbjóðingunum, sum kommunurnar fara at hava við sínum haldføri, tykist landsins stjórn ikki at taka hetta í álvara. Tær nýskipanir, sum landið er í holt við at fremja, koma samanlagt ikki at styrkja um inntøkugrundarlagið hjá komm ununum, heldur hinvegin.
Nýskipanir FISKIVINNUNÝSKIPAN: Beint fyri ársskiftið var uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (fiskivinnunýskipanin) samtykt. Í løtuni liggur uppskot til løgtingslóg um veiðugjald í vinnunevndini. Saman við avgjøldum á alivinnuna eru tilfeingisgjøldini tilsamans fleiri hundrað milliónir, sum burturav fella í landskassan. Avleiðingin fyri kommunukassarnar kring landið er hin vegin negativ. Sum víst verður til í viðmerkingunum til lógaruppskotini, og sum Búskaparráðið eisini vísir á, hava
6
tilfeingisgjøldini við sær, at kommunurnar fáa minni inn í partafelagsskatti og persónligum inntøkuskatti. Niðurstøðan er, at tilfeingisgjøldini styrkja um haldførið og inntøkurnar hjá landskassanum, men máa samstundis burturav inntøk unum hjá kommununum, og harvið versnar haldførið hjá kommunala geiranum. PENSJÓNSNÝSKIPAN Pensjónsnýskipanin hevur í síni heild sum høvuðsendamál at styrkja haldførið hjá landskassanum við at lækka pensjóns útreiðslurnar, men tekur ikki á sama hátt hædd fyri framtíðar haldførinum hjá kommununum. Hinvegin tekur uppskotið til nýskipan burtur av tí fíggjarliga grundarlagi, sum kommun urnar skuldu nýta til at fíggja vaksandi útreiðslurnar á eldra økinum við. Tá eldraøkið var lagt til kommunurnar 1. januar 2015, var eisini ein fíggingarleistur avtalaður, sum skuldi tryggja, at kommunurnar høvdu fíggjarligt grundarlag fyri átaka sær uppgávuna. Fíggingarleisturin skuldi eisini leggja upp fyri, at útreiðslurnar av eldraøkinum fara at økjast munandi komandi árini orsakað av demografisku broytingunum, sum koma at vera í føroyska samfelagnum í komandi tíðum. Við øðrum orðum skuldi fíggingarleisturin tryggja, at inntøku grundarlagið hjá kommununum er í samsvari við útreiðslu vøksturin hjá kommununum í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum. Avtalað varð, at kommunurnar framyvir skuldu fáa allar inntøkur frá forskattingini av pensjónu m. Hetta var gjørt út frá tí sannroynd, at inntøkurnar av forskattingini av pensjónum støðugt fara at vaksa fram til í 2029. Orsøkin til henda metta vøkstur var, at øll innan 2029 skuldu hava eina eginuppsparing á 15%. Inngjøldini til pensjón vóru skattað við 40%. Við teimum broytingum, sum eftir ætlan verða framdar við pensjónsnýskipanini, er alt grundarlag tikið undan hesari avtalu. Sambært galdandi lóg (Eftirlønarlógin) verður rindað 40% í skatti av inngjøldum til pensjón, uttan mun til skattskylduga inntøku. Allar skattainntøkur fella í dag til kommunurnar. Við lógarbroytingini verður skatturin á 40% broyttur til ein skatt, sum er stigvaksandi í mun til inntøku. Onnur broyting í eftirlønarlógini, sum hevur stóra ávirkan á kommunala geiran, er, at lóggivna eginuppsparingin á 15%, verður broyt til 12% í staðin. Fyri kommunurnar merkir hetta, at væntaði vøksturin í forskattingini av pensjónum minkar munandi. Sannlíkt merkir hetta, at kommunurnar koma at missa væl omanfyri 50 mió. kr. um árið, og at samlaðu inn tøkurnar hjá kommununum av forskatting verða umleið 20 % lægri enn væntað. Sjálvsagt er aðrar broytingar í pensjónsnýskipanini, sum geva kommununum størri inntøkur. Men tað skerst ikki burtur, at pensjónsnýskipanin hevur sum aðalmál at tryggja haldførið hjá landskassanum, tá ið um ræður útreiðslur til almennar pensjónir – útlitini fyri haldføri í kommununumkassunum verða hinvegin ikki betri við uppskotinum. FYRITÍÐARPENSJÓNIN: Tað var ikki sørt, at løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið var lagt fram, høvdu hug at heiðra seg sjálvi og hvørt annað fyri at hava givið fyri tíðarpensjónistum 1.000 kr. meir um mánaðin.
Aðalfundur 2018
Tórshavn
Tað, sum ikki kom fram, var, at broytingarnar aftanfyri hendan lætta til fyritíðarpensjónistar ikki kom at kosta lands kassanum nakað, men hinvegin gav landskassanum eitt yvir skot á 9,4 mió. kr. Kommunurnar fingu hinvegin við uppskot inum 25,3 mió. kr. í meirútreiðslum. Hetta var gjørt við at gera grundupphæddina hjá fyritíðar pensjónistum skattafría. Tað kostaði landskassanum 12,5 mió. kr. og kommunukassunum 25,3 mió. kr. í mistum skatta inntøkum. Men fyritíðarpensjónistar fáa eisini eina viðbót. Hendan kundi nú lækkast munandi og framhaldandi geva fyritíðarpensjónistum ein lætta. Landið lækkaði viðbótina við samanlagt 21,9 mió. kr. Broytingarnar høvdu sostatt við sær eina meirinntøku fyri landskassan á 9,4 mió. kr., samstundis sum at kommunurnar mistu heilar 25,3 mió. kr. í inntøkum. Harumframt vísti tað seg, at kommunur, sum framman undan høvdu eitt veikt inntøkugrundarlag, komu at hava ein lutfalsliga nógv størri miss enn kommunur, sum framman undan høvdu eitt gott inntøkugrundarlag. Hesar fíggjarligu avleiðingar vóru als ikki lýstar í lógaruppskotinum. NÝSKIPANIR SAMANUMTIKIÐ Tað, sum eyðkennir nýskipanirnar hjá landsstýrinum í síni heild, er, at tær fram um alt annað eru ætlaðar at styrkja hald førið hjá landskassanum. Hinvegin hava tær í flestu førum negativa fíggjarliga ávirkan á kommunala geiran.
Tað eigur at vera landsstýri og løgtingi púra greitt, at haldførið í samlaða búskapinum ikki verður styrkt við, at út reiðslur ella inntøkur verða fluttar úr einum almennum kassa í ein annan.
Greitt ábyrgdarbýti Í samráðingum og í øllum samskifti millum land og komm unur hevur semja altíð verið um, at eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur er ein fyritreyt fyri einum vælvirkandi almennum geira. Millum annað var eldra økið og barnaverndarøkið lagt kommununum við tí fyri eyga at fáa greiðari býti millum land og kommunur, tí mett var, at bert soleiðis kundi borgarin fáa eina munagóða tænastu. Land og kommunur hava eisini verið samd um tær megin reglur, sum eiga at verða grundarlagið undir strembanini eftir at fáa greitt ábyrgdarbýti millum geirarnar. Men tá ið til stykkis kemur, so virðir landsins stjórn ikki hesar meginreglur. í sambandi við málið um fyritíðarpensjónir kom vantandi virðingin, sum aðalráðini hava fyri teimum meginreglum, sum liggja aftanfyri tankarnar um eitt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur, týðiliga til sjóndar. Undanførslur sum, at “tað gongur væl í kommununum” og “útgjaldið úr samhaldsfasta veksur”, vóru í fullum álvara brúktar av landsstýrisfólkum sum umbering fyri at gera seg
Aðalfundur 2018
7
Bøur
fíggjarliga inn á kommunala geiran fyri at fíggja eitt málsøki, sum landið einsamalt varðar av. Meginreglurnar eru annars greiðar. Í sokallaða Grøna Álitin um frá 2001 verður fyrsta meginreglan fyri einum greiðum ábyrgdarbýti orðað soleiðis: Meginregla 1 “Er ein uppgáva kommunal, so skal kommunan fíggja hesa uppgávu, og er tað harafturímóti ein landsuppgáva, so skal landið eisini fíggja hesa uppgávu. Hetta hevur við sær, at bara tey, ið taka avgerðir, kunnu áleggja sær sjálvum fíggjarligu ábyrgdina av avgerðunum. Tryggjast skal, at tey, ið hava ábyrgdina, ikki kunnu sleppa sær undan við onki at gera, ei heldur at leggja útreiðslur á onnur við at lata standa til. At upp gávur og ábyrgd fylgjast ger, at borgarin betur er førur fyri at skyna á, hvat tað kommunala virksemið í roynd og veru kostar. Við hesum kann borgarin seta strangari krøv til nýtsluna av skattakrónum sínum.” (Staðfesting og raðfesting av uppgávuog ábyrgdarbýti millum land og kommunur, 2001, s. 83.) Í álitinum Kommunur, eindir og uppgávur frá 2009 verður týdningurin av einum greiðum ábyrgdarbýti millum geirarnar eisini undirstrikaður: “Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti er týdningarmikið í einum umboðandi fólkaræði sum okkara. Landspolitikarar og kommunupolitikarar eru ofta í kapping um at taka sær æruna av teimum framstigum, ið henda, og somu politikarar
8
eru skjótir at lasta hvønn annan fyri tað, sum virkar minni væl. Veljarin eigur í einum fólkaræði at kunna krevja politik ararnar til ábyrgd fyri førda politikkin. Men í eini skipan við ógreiðum og umskarandi heimildum veit veljarin ikki, hvør politisk og umsitingarlig eind – land ella kommuna, ið er rætti myndugleiki at rætta mistøk. Lokalpolitikarin og lands politikarin turka av upp á hvønn annan, og borgarin stendur á berum. Ógreitt uppgávu- og ábyrgdarbýti er eisini tvørrandi og uppslítandi fyri samstarvið millum land og kommunur” (Kommunur, eindir og uppgávur, 2009, s. 53.) Hetta eru meginreglur, sum eitt og hvørt landsstýri átti at havt virðing fyri. Sitandi landsstýri, eins og undanfarin lands stýri, tykist tó ikki at vísa hesum meginreglum ans, tá ið um ræður at fáa landsins fíggjarlóg til at hanga saman.
Onnur mál og øki ELDRAØKIÐ Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum var lagt til kommunurnar 1. januar 2015 var ásett í lógarpakkanum, at lógirnar sum regulera eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár eftir, at tær vóru settar í gildi. Hetta fyri at meta um, hvørt lógirnar virkar eftir ætlan, ella um broytingar skulu gerast í skip
Aðalfundur 2018
anini. Sambært hesi áseting skuldu lógirnar endurskoð ast í 2020, men hetta verður nú framskundað. Tað er eingin loyna, at ávísir trupulleikar hava verið á eldraøkinum og tí hevur Kommunufelagið eisini ynskt, at eftirmetingin verður framskundað. Eftirmetingin fer at fevna um afturberingar leistin, markamótini millum land og kommunur, kommunalu samstarvsøkini og mannagongdir, tá ið røktarkrevjandi borg arar flyta millum kommunurnar. Kommunufelagið er til reiðar at fara undir eftirmetingina og bíðað verður nú bara eftir fundarboðum úr aðalráðunum. Tað er heldur eingin loyna, at eldraøkið kostar munandi meir í dag enn tað kostaði, tá ið kommunurnar yvirtóku økið. Fyri ein part kemst hetta av, at tey eldri gerast fleiri og fleiri. Hesin vøksturin er, saman við prís- og lønarvøkstri, at meta sum ein natúrligur vøkstur. Ein onnur frágreiðing er uttan iva, at kommunurnar hava raðfest eldraøkið hægri enn lands myndugleikin gjørdi. Tískil er eisini sannlíkt, at tey eldri í dag fáa eina betri tænastu enn tey fingu frammanundan, tá ið landið hevði ábyrgdina, og tá málsøkið annars var merkt av ógreiðum viðurskiftum millum land og kommunur. Í løtuni verður fyrireikandi arbeiði gjørt við at knýta eldra økið í talgildu heilsuskipanina Cosmic. Skipanin nøktar tørv in at fáa yvirlit yvir støðuna hjá sjúklinginum, og skipanin verður brúkt til at samskipa og samskifta millum starvsfólk í Heilsuverkinum. Í løtuni eru, umframt sjúkrahúsini, eisini kommunulæknar, Naina, Gigni og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin á Fróðskaparsetrinum við í skipanini. Eldraøkið hevur sama tørvin – at hava sama yvirlit yvir sjúklingarnar. Við at koma í Cosmic, fæst eisini samlaða sjúkrasøgan hjá tí einstaka. Hetta vil økja um trygdina hjá sjúklinginum, og gagnnýta arbeiðsorkuna hjá teimum starvsfólkum, sum eru um sjúklingarnar. Eftir ætlan verður hetta arbeiðið skipað sum ein felags verk ætlan millum eldraøkini, Tórshavnar kommunu og Heilsu verkið. Eisini er ætlanin at skipa fyri eina ráðstevnu fyrst í komandi ári, sum eins og ein onnur ráðstevna í heyst um børn og ung, skal snúgva seg um tann týdning, ið fyribyrgjandi arbeiðið hevur. DAGSTOVNAØKIÐ Stóri búskaparvøksturin í landinum leggur eisini trýst á dag stovnaøkið. Í løtuni hava fleiri kommunur í landinum tann positiva trupulleikan, at talið av børnum er vaksandi og harvið er tørvur á fleiri ansingarplássum. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst vaksandi tilflyting. Men enn eina ferð vísa kommunurnar, at tær hava lætt við at umstilla seg og finna loysnir. Í løtuni liggur uppskot um broyting av dagstovnalógini í løgtinginum. Í broytingaruppskotinum verður loksins staðfest, at kærurætturin i vanligum starvsfólkamálum ikki liggur hjá Mentamálaráðnum. Í øðrum lagi verður í lógaruppskotinum ásett, at landsstýrismaðurin kann áleggja kommununum at velja eitt dagstovnaráð, sum skal vegleiða og ráðgeva komm ununum. Eisini er ásett, hvussu ráðið skal verða samansett. Enn einaferð tykjast aðalráðini at misskilja meginreglurnar um greitt ábyrgdarbýti millum geirarnar. Tað er ikki uppgávan hjá landinum at áseta, hvussu ein nevnd, sum skal ráðgeva kommununum á einum málsøki, sum burturav er kommunalt, skal verða mannað.
Annað, sum var merkisvert í samband við uppskotið um broyting í dagstovnalógini, var sjálv hoyrings -mannagongdin. Lógaruppskotið, sum var sent hoyringspørtum, var als ikki tað sama, sum eftirfylgjandi var sent løgtinginum. Hetta hevði møguliga verið í lagi, um man í lógaruppskotinum, sum var borið í tingið, greiddi frá, hvørjar broytingar vóru gjørdar eftir lidna hoyring, men so var ikki. Í staðin fyri fekk løgtingið við fyrstu viðgerð eitt lógaruppskot, sum var grundleggjandi broytt í mun til tað, sum hoyringsskrivini viðgjørdu, uttan at løgtingslimir vistu av nøkrum. INTEGRATIÓN Búskapar -og fólkavøksturin í Føroyum er stórur. Fólkavøkst urin kemst serliga av vaksandi tilflyting, men talan er ikki bert um føroyingar, sum flyta heimaftur. Talið av útlendskum tilflytarum til Føroya er seinastu árini vaksið støðugt, og tað fer ivaleyst at halda fram at vaksa. Útlendingar, ið koma og seta búgv í Føroyum, skilja frá byrjanini oftast ikki føroyskt og hava ikki neyðuga vitan um landið, og um síni rættindi, skyldur og møguleikar í sam felagnum. Tí er neyðugt, at føroyskir myndugleikar hava fyrilit fyri hesum og seta inn við serligum tiltøkum til hendan samfelagsbólk í teirra fyrstu tíð í Føroyum. Tað tekur tíð at læra málið og at fella til í einum nýggjum samfelagi, men eitt, sum hevur stóra ávirkan á tilgongdina, er, hvussu útlendski tilflytarin verður móttikin – bæði í privata rúminum, millum aðrar borgarar í almenna rúminum og í sambandinum við myndugleikar og stovnar í landinum. Fyrsta sambandið við almennu skipanina í nýggja landinum kann hava sera stóran týdning fyri tilflytaran at kenna seg vælkomnan og sum partur í sínum nýggja landi. Er hetta fyrsta sambandið merkt av opinleika og virðing, skapar tað somuleiðis álit á skipanina og kann eggja tilflytaran at gerast virkin og sjálvbjargin, og harafturat økja um hugin at geva sítt íkast til samfelagið. Kommunurnar eru oftani tann myndug leikin, sum fyrst er í sambandi við tilflytaran, tá ið hesin skal skráseta seg og fáa persónstal. Fyri at hetta fyrsta sambandið skal verða so væleydnað sum møguligt, hevur Kommunu felagið samstarvað við Útlendingastovuna um at gera eina skrivliga vegleiðing til tey starvsfólk, sum taka ímóti nýggju landsmonnum okkara. Fyri føroysku kommunurnar og samfelagið alt hevur tað eisini stóran týdning, at útlendskir tilflytarar fella til sum skjótast, tí tað skapar trivnað og álit millum borgarar, eins og tað kann fyribyrgja millum annað sosialari avbyrging. Við stóra fólkavøkstrinum hevur føroyska samfelagið eisini fingið ein altjóða dám. Fólk úr heili 87 tjóðum búgva nú í okk ara lítla oyggjasamfelagi, og hetta er at gleðast um. Samstarvið millum Útlendingastovuna og Kommunufelagið heldur áfram og ætlanin er í næstum at fara undir eina nýggja verkætlan á dagstovnaøkinum.
Felagið innanhýsis 1. januar 2014 vóru Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag løgd saman í eitt Kommunufelag. Við hesum varð virksemið hjá Barnaverndarstovu Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum eisini skipað undir einari og somu
Aðalfundur 2018
9
fyrisitingarligu leiðslu, hóast talan er um tvær sjálvstøðugar virkiseindir. KOMMUNALA ARBEIÐSGEVARAFELAGIÐ Endamálið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er at fremja áhugamál hjá kommununum í øllum málum um lønarog setanarviðurskifti, her í millum at samráðast um sáttmálar fyri allan kommunala geiran. Nýggj nevnd tók við leiðsluni í Kommunala Arbeiðsgevara felagnum um ársskiftið 2017. Ein tann fyrsta uppgávan hjá nevndini var at fyrireika seg til komandi sáttmálasam ráðingarnar á kommunala sáttmálaøkinum. Í hesum sam bandi varð skipað fyri evnisdegi, har nevnd og starvsfólk tóku lut og fingu vegleiðing um samráðingarhættir og ymisk viðurskifti, sum samráðingarfólk eiga at vera varug við í sam ráðingartilgongdini. Í fyrireikingunum undan samráðingunum við Starvsmanna felagið, høvdu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønar deildin saman við landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum inn leiðandi fund um karmarnar fyri sáttmálaskeiðinum 2017–2019. Endaligu karmarnir fyri samráðingunum vóru síðani, sum siðvenja er, lagdir við fyrstu semjuni millum Starvsmanna felagið og Fíggjarmálaráðið. Í semjuni frá oktober 2017 vóru karmarnir lagdir – og avtalað varð, at lønarhækkanin fyri tíðarskeiðið skuldi latast í krónum, ið svarar til eina miðal lønarhækkan fyri allan almenna arbeiðsmarknaðin uppá ávikavist 2,3% fyrra árið og 2,5% seinna árið. Tá Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmanna felagið vóru komin væl ávegis við semjuni fyri sama tíðarskeið, gjørdu Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tó eina nýggja semju, sum byggir á heilt annað grundarlag enn tað, sum avtalað varð frammanundan. Nýggja semjan gevur sjúkrarøktarfrøðingunum eina munandi hægri lønarhækkan enn semjan við Starvsmannafelagið. Harafturat var eisini farið aftur til at geva lønarhækkan í prosentum. Semjan millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani ávirkað eftirfylgjandi samráðingar – øll fakfeløg vilja hava munandi meira í sín part enn tað, sum upprunaliga var semja við Lønardeildina og landsstýriskvinnuna um. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar var í verkfalli í góð ar 2 vikur. Samráðingar okkara við Starvsmannafelagið vóru settar í bíðistøðu, og farið var til samráðingar við Føroya Pedagog felag. Tað vísti seg skjótt, at partarnir ikki megnaðu at røkka eini semju, og heitt var á Semingsstovnin um at leggja uppí samráðingarnar. Aftaná eitt drúgt verkfall og verkbann á sáttmálaøkinum hjá Føroya Pedagogfelagi, sum vardi í ein góðan mánað, komu partarnir til semju, sum byggir á eina 3 ára sáttmála og eina lønarhækkan, sum er ein samanseting av krónum og prosentum. Hetta merkir eina semju, sum byggir á sama lønarkarm sum semjan við Starvsmannafelagið fyri fyrstu tvey árini. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt semju við Føroya Pedagogfelag og Starvsmannafelagið, og samráðing arnar við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsu hjálparafelagið eru komnar væl ávegis. Umframt at samráðast, hevur Kommunala Arbeiðsgevara
10
felagið ráðgivið og vegleitt kommununum í ymiskum viður skiftum, eitt nú starvsfólkamálum, sáttmálaspurningum, m.a. um vegleiðingar viðvíkjandi fráveru vegna sjúku, eins og í spurningum um fráveru vegna veður o.a. Í 2017 varð eisini skipað fyri áhugaverdum tiltaki um tæn astumannaeftirlønir, umframt eini røð av sonevndum sátt máladøgum fyri starvsfólkum og leiðarum, sum virka á eldra økinum. Sáttmálasamráðingarnar fara ivaleyst at mynda stóran part av virkseminum hjá KAF komandi tíðina. Hóast hetta, hava vit í 2018 sett okkum fyri at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Eitt nú kunnu vit nevna, at vit í ár fara at raðfesta sáttmáladagar á dagstovnaøkinum, fyri dagstovnaleiðarar og leiðarar í dag røktarskipanunum kring landið. Harumframt verður eisini arbeitt við einum evnisdegi, sum serliga fer at snúgva seg um samskiftið millum politiska leiðslu og embætisfólk. FYRIBYRGJANDI ARBEIÐI VIÐ BØRNUM OG UNGUM Vit hoyra tíverri javnan um trivnaðar- og aðrar trupulleikar hjá børnum og ungum, og bæði landsmyndugleikar og vit í kommununum royna á ymsan hátt at koma hesum trupul leikum til lívs, eitt nú á almanna- heilsu- og útbúgvingar økinum, og innan barnavernd. Samstundis sum vit á ymsan hátt royna at gera nakað við trupulleikarnar, mugu vit eisini ásanna, hvussu stóran týdning tað hevur, at grundleggjandi gerandisviðurskiftini hjá børnunum og foreldrum teirra eru í lagi. Tey mugu fyrst og fremst kenna seg trygg og trívast við teimum avbjóðingum, sum støðugt stinga seg upp. Leiðin frameftir er tí, at vit á ein skipaðan hátt hava eygu fyri hvørjum einstøkum barni og geva tí tað treysti, sum ger andisdagurin krevur. Hetta er besti hátturin at byrgja fyri trupulleikum seinni í lívinum. Tá vit hugsa um, hvussu skjótt barna- og ungdómsárini ganga, er greitt, hvussu umráðandi tað er, at hjálpin kemur so tíðliga í lívinum, sum til ber. Jú yngri barnið er, tess lætt ari er tað at ávirka støðuna tann rætta vegin. Eftir hetta verð ur ávirkanin minni og minni. Fíggjarliga merkir hetta sam stundis, at tað fæst mest fyri pengarnar, um hjálpin verður veitt, áðrenn trupulleikarnir hópa seg upp. Henda hugsan hevur sum so ikki serliga nógv við fakliga arbeiðið við børn og ung at gera, men krevur heldur, at vit nýta vanligt vit og skil. Vit vita jú øll, at tað er bíligari at byrgja fyri trupulleikum, enn at bíða við at viðgera teir, til eitt stórt arbeiði skal gerast – uttan at stórvegis fæst burturúr. Eitt gott dømi í so máta er barna- og ungdómstannrøktin hjá komm ununum, sum innan lutfalsliga fá ár hevur gjørt, at yngra ættarliðið kann fara gjøgnum lívið við sínum egnu tonnum, meðan tenninar hjá eldra ættarliðinum (sum ikki fekk nakað fyribyrgjandi eftirlit) ofta krevja nógv viðlíkahaldsarbeiði. Væl at merkja tær tenninar, sum ikki longu eru trektar út! Altjóða hagtøl benda á, at umleið fimta hvørt barn er í váða fyri at fáa trivnar- ella aðrar trupulleikar, ella hevur longu av bjóðingar, sum krevja stuðul og hjálp av ymsum slagi. Roknað til føroysk viðurskifti er talan um eini 2500 børn og ung, ið t.d. eru seinment, hava ringt við at fylgja við í skúlanum ella eru fyri ymsum bakkøstum í teirra uppvøkstri. Harafturat kunnu tey hava ilt í lívinum á ymsan hátt – eitt nú angist og órógv, sum kann fara at ávirka lívsførleikar teirra sum vaksin. Tað er hesin rættiliga stóri bólkur, sum vit gjøgnum miðvís átøk kunnu gera nakað fyri, meðan tíð er. Hetta verður gjørt við, at
Aðalfundur 2018
John Kølbæk, fúti, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna
kommunurnar gagnnýta sínar dagstovnar og trivnaðartilboð til at tryggja eitt gott barnalív fyri øll. Her má høvuðsmálið vera, at lívsførleikarnir hjá børnunum verða mentir á ein til vitaðan og miðvísan hátt. Seinastu mongu árini hava kommunurnar verið partur av SSP, sum er eitt væl skipað samstarv millum Sosialar myndug leikar, Skúlar og Politi. Endamálið var fyrstu árini at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og øðrum skaðandi atburði millum børn og ung. Virkisøkið hjá SSP er í nýggja sáttmálanum, sum var undir skrivaður beint fyri jól, víðkað til øll børn upp til 18 ára aldur og trivnað teirra í breiðari merking. SSP-ráðgevingin er partur av virkseminum hjá Barnavernd arstovu Føroya, men í mun til barnaverndarskipanina, sum arbeiðir við “at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og um sorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur” (§ 1 í lógini), virkar SSP meira framskotið við trivnaðinum hjá øllum børn um og ungum. Hetta verður gjørt við at varpa ljós á ymisk vandamál í dagsins samfelagi, sum lættliga kunnu ávirka ein staka barnið skeiva vegin. Eitt yvirlit yvir tey mál, sum barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða við, vísir, at talið er rættiliga støðugt. Kostnaðurin av virkseminum hjá barnaverndartænastunum hevur tó verið javnt vaksandi, eitt nú í sambandi við, at brúkara gjaldið til stovnsplássini varð sett upp, og tá málbólkurin varð víðkaður frá 18 til 22 ár í 2012. Sløk helvtin av kostnaðinum av barnaverndartænastunum hevur samband við tey mál, har
børn eru sett heiman (uml. 100 børn tilsamans). Royndir uttanlands vísa, at orsøkin til, at tað ofta er so ringt at loysa teir trupulleikar, sum liggja aftanfyri í barna verndarmálum, er, at málið verður tikið so seint upp í lívin um hjá barninum, at sjálvt grundarlagið er skeiklað. Tí er nærliggjandi at leggja á annan bógv, við at hugsa nógv meira um fyribyrging og at seta hjálp og stuðul í verk í gerandis degnum hjá barninum – í tøttum samstarvi við foreldur og møguliga onnur avvarðandi. Dømi um eina tílíka kós eru Boråsmodellen í Svøríki og TOPI (Tidlig Opsporing og Indsats), sum verður nýtt í fleiri donskum kommunum. TOPI er sein astu árini eisini roynt í nøkrum kommunum í Føroyum undir heitinum TíTT (Tiltøk í Tøkum Tíma). Dentur verður her lagdur á, at tey, sum hava við barnið at gera, arbeiða saman og lyfta í felag. Um vit siga, at hesi trivnaðarátøk fara at geva so munagóð úrslit, sum vit síggja, har skipanin er roynd, verða væntandi heldur færri mál hjá barnaverndartænastunum at taka upp frameftir, og at vit í mongum førum skjótari fara at røkka einum góðum úrsliti. Í formansfrágreiðingini í fjør var nortið við týdningin av fyribyrgjandi arbeiði, og í ár fer felagið undir at skipa fyri til tøkum, har nærri verður komið inn á, hvussu hetta arbeiðið kann byggjast upp og setast í verk. Eitt nú verður ein ráðstevna fyrireikað, sum verður hildin í heyst um hetta týdningarmikla evni. Barnaverndartænasturnar eru eisini farnar at kunna seg um henda nýggja arbeiðsháttin. BARNAVERND Hóast miðvísar og væl virkandi fyribyrgjandi fyriskipanir verða sett í verk fyri øll børn og ung, fer tað tó framvegis at vera tørvur á eini væl kjølfestari barnaverndarskipan, sum
Aðalfundur 2018
11
tryggjar vælferðina hjá teimum børnum, ið ikki fáa neyðugu umsorganina heima við hús. Barnaverndarstova Føroya er sum kunnugt partur av virkseminum í Kommunuhúsinum, og hon vegleiðir og arbeiðir fyri at styrkja og samskipa barnaverndar virksemið í øllum landinum. Hetta merkir dag og dagliga, at tey átta barnaverndarøkini fáa ta ráðgeving og tann stuðul, sum tey hava fyri neyðini í málum, sum eru trupul at handfara. Tá talan er um børn, sum skulu setast heiman, er tað altíð ein avbjóðing at finna eitt annað heim til barnið – ella møgu liga eitt pláss á einum barnaverndarstovni í eina tíð. Barnaverndartænasturnar, sum taka avgerð um, at børn verða sett heiman, royna fyrst at finna fosturfamiljur í familj uni ella í netverkinum hjá barninum. Um hetta ikki letur seg gera, er neyðugt at finna fosturfamilju uttanfyri familjuna og netverkinum hjá barninum, og tað vísir seg ofta at vera tor ført, serliga í høvuðsstaðarøkinum. Fosturforeldraskipanin er tískil ein munadyggur partur av virkseminum hjá Barnaverndarstovuni. Tað eru sjálvandi fosturforeldrini, ið eru bulurin í hesi skipan, og sum lata heim sítt upp fyri børnum, sum hava tørv á tí, men tað er eisini av stórum týdningi, at tey, sum leggja hetta virkisøki til rættis, finna rætta fosturheimið til hvørt einstakt barn – í samráð við foreldur og barnaverndartænastu. Fylgt verður við, hvussu barnið trívist, eins og at foreldrini fáa ráðgeving og stuðul til uppgávuna. Nýggj fosturforeldur koma á hvørjum ári upp í skipanina, og fyri teimum verður skipað fyri grundskeiði; eisini verða evniskvøld og skeið hildin fyri øllum fosturforeldrum. Seinnu árini hevur Barnaverndarstovan raðfest arbeiðið við at gera leiðreglur til barnaverndartænasturnar, sum tær kunnu styðja seg til í dagligu málsviðgerðini. Ein partur av hesum arbeiði er at leggja eina handbók til rættis, sum lýsir tey ymsu stigini í einum barnaverndarmáli við atliti at lógar heimildum og ymsum ásetingum annars. Barnaverndarstovan skipar fyri fakligum skeiðum, ið venda sær til fólk, sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, ið hava verið fyri vansorgan. Í seinastuni eru fleiri sonevnd mentaliseringsskeið hildin, har hevur ein hópur av fólki tikið lut, og hava hesi skeið lagt støðið undir størri felags fakligt tilvit millum øll hesi fólk. Innsavnan av hagtølum um virksemið hjá barnaverndar tænastunum kring landið er somuleiðis uppgáva hjá Barna verndarstovuni. Hesi tøl vísa í sjálvum sær nógvar áhuga verdar tættir í barnaverndararbeiðinum og hvussu víðfevnt tað er. Nú skipanin hevur verið virkin í hampiliga drúgt ára mál, kunnu tølini eisini nýtast sum grundarlag undir nærri útgreiningum og gransking av virkseminum. Øll hagtøl eru at finna á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni. Fyrstu árini við einum Barnahúsi, sum Barnaverndarstovan eisini hevur ábyrgd av, vísa greitt, at tørvurin á einum staði, har tvørfakligt arbeiði við børnum og avvarðandi í málum um harðskap og kynsligan ágang fer fram. Tað er ein árlig játtan frá Almannaráðnum, sum er fíggjarliga grundarlagið undir Barnahúsinum. Hugsjónin við Barnahúsinum er hin sama sum við barnahúsum í hinum norðurlondunum, so tað natúrligt, at hetta sæst aftur í arbeiðsháttinum og í teimum samanberingum, sum verða gjørdar við onnur lond. Samanumtikið má sigast, at tey fyrstu 10 árini við barna verndarvirksemi innan kommunala geiran hava verið gróðrar ár. Kommunurnar hava tikið við avbjóðingini at menna hetta sera týðandi virkisøkið, soleiðis at tey børn, sum hava
12
tørv á umsorgan, ið teirra foreldur av einihvørji orsøk ikki hava megnað at geva, við ymsum fyriskipanum kunnu fáa mennandi barnaár innan tryggar karmar.
Kommunufelagið og framtíðin Samanleggingin av kommunufeløgunum og undirliggjandi stovnum hevur virkað væl, tá ið talan er um fyrisitingarliga partin. Starvsfólkið er savnað og fakliga umhvørvið er við til at menna nýggju heildina. Harafturat hevur fyrisitingarliga leiðslan sett sær fyri at arbeiða neyvari við innanhýsis sam skiftinum, og samskiftinum millum fyrisitingina, politisku skipanina og limakommunurnar. Politiskt hevur verður arbeitt við spurninginum, hvørji politisk mál og uppgávur felagið skal raðfesta og hvussu felagið framyvir skal virka sum politiskur áhugafelagsskapur hjá kommununum. Eisini eru gjørdar ítøkiligar raðfestingar, sum skulu geva øllum kommunum neyvari innlit í politiska arbeiðið í felagnum. Politiskt hevur fyrsta tíðin hjá felagnum verið heldur ókyrr. Men politisku rembingarnar í samfelagnum annars hava eisini verið stórar. Eldraøkið er yvirtikið og stórar ætlanir eru um nýskipanir, nýskipanir sum eisini koma at hava stóra ávirkan á kommunala geiran. Tí var illa, um vit í felagnum ikki eisini vóru ósamd um ymiskt. Hóast vit ofta tykjast ósamd, og kanska til tíðir eisini eru sera ósamd, so eigur tað at eydnast okkum at finna loysnir innan felagsskapin. Tí í einum fólkaræði byggir alt grundarlag á semjur – eingin áhugapartur fær allan sín vilja ígjøgnum. Men ríka kjakið er tað, sum fær ein politiskan felagsskap sum Kommunufelagið at hava virði. Vit eiga at minnast til, at vit umboða alt Føroya fólk, og at tað áleggur okkum at taka støðu og tora at bróta mørk, so vit gera mun, okkara borgarum og samfelagnum sum heild, til frama. Saman standa vit sterkari – hvør sær standa vit fyri falli. Leggja vit í Kommunufelagnum eitt felags støði at standa á, so er lítil ivi um, at vit fara at røkka okkara yvirskipaða máli: at lokala fólkaræðið kann skapa mennandi og lívgandi karmar fyri sínum borgarum, sum er besta fyritreytin fyri vøkstri kring alt landið. Bæði í teimum økjum, sum í hesum árum fáa mesta ágóðan av, at tað gongur gott hjá vinnulívinum, og í økjum, sum ikki eru komin rættiliga upp í part enn. Føroyar eru ikki nakað tvíbýti, hóast vit landafrøðiliga eru spjadd og kappast um eitt avmarkað tilfeingið. Men lat okk um verða samd um eitt: tað eru kommunurnar, sum dag og dagliga standa sínum borgarum næst, og tað eru tí vit, sum við okkara felagi umboða allar kommunurnar í landinum, ið mugu tryggja, at grundleggjandi vælferðartænastur verða røktar á besta hátt, og at fíggjarliga grundarlagið fyri hesum er í lagi. Tað verður avbjóðingin, sum vit bert kunnu taka upp í felag – ikki við at toga ímóti hvørjum øðrum. Men ágóðin av at semjast innanhýsis hevur lítið virði, um vit ikki kunna samstarva við tað landsstýri. sum til einahvørja tíð situr við valdið. SKIPAÐ SAMSTARV OG SAMSKIFTI VIÐ LANDSSTÝRIÐ Í skrivi frá leiðslu felagsins til løgmann, dagfest 14 februar 2018, stendur m.a. soleiðis.
Aðalfundur 2018
Vitin í Akrabergi
“Fyri at fáa betri samstarv og samskifti – og betri stev millum land og kommunur í týðandi samfelagsmálum, ynskja vit tí at umrøða uppskot um at fáa gjørt avtalu millum løgmann og Kommunufelagið um fastar fundir millum løgmann og leiðsluna í Kommunufelagnum 4 ferðir um árið. Endamálið við hesum føstu fundum er at umrøða týðandi mál, sum eru ávegis í landsstýrinum – mál, sum kunnu hava ávirkan á kommunurnar, soleiðis at Kommunufelagið kann gerast ein mennandi viðspælari, heldur enn støðugt at eiga leiklutin sum mótspælari, tá málini skulu viðgerast í løgtinginum og í almenna rúminum. Ynski er eisini um, at Kommunufelagið í góðari tíð verður kunnað um, hvussu fíggjarkarmar og fíggjarlóg koma at ávirka kommunala geiran. Við hesum kann Kommunufelagið fyrireika seg til komandi broytingar, og kann samstundis í størri mun taka lut í eini tilgongd og verða virkin viðspælari í at finna haldgóðar loysnir á fíggjarliga partin, eins og gjørt hevur verið á ymiskum økjum, tá t.d. uppgávur eru fluttar frá landinum til kommunurnar at umsita. Stýrið í Kommunufelagnum hevur á arbeiðsfundi fyri stutt um umrøtt stevið millum landsstýrið og Kommunufelagið og eru vit á einum máli um, at tað er alneyðugt at fáa betri felags stev, samskifti og samstarv millum landsmyndugleikan og kommunurnar.” Í øllum okkara grannalondum er eitt vælskipað samstarv millum landsins kommunufelag og landsins stjórn. Hóast ósemjurnar eru tær somu hjá teimum, sum hjá okkum, so er stevið og forstáilsið partanna millum betri enn hjá okkum. Vit vóna, at áheitanin í skrivinum 14. februar kann gerast byrjanin til eitt betri og meira samskipað samskifti millum partarnar.
AT ENDA Tað er sera umráðandi, at land og kommunur finna felags stev í fyrireikingunum til tær bygnaðarbroytingarnar, ið tørvur er á og sum eru neyðugar fyri at framtíðar ættarlið eisini skulu kunna liva í einum framkomnum vælferðarsamfelagi. Enda málið hjá okkum øllum, bæði landspolitikarum og kommunu politikarum, má verða at fáa eitt samfelag, ið mennist í javnvág, og har borgarar í øllum landinum hava rætt til grund leggjandi vælferðartænastur. Tað er somuleiðis umráðandi, at vit kommunustýrislimir, eins og løgting og landsstýri, altíð seta borgaran í miðdepilin. Fyri tann einstaka hevur tað týdning at fáa eina tænastu frá tí almenna, tá ið tørvur er á slíkari. Tað hevur minni týdning, um tað er kommuna ella um tað er ein landsmyndugleiki, sum veitir neyðugu tænastuna. Líkamikið um vit sita í løgtinginum ella í kommununum, so eru vit fólksins tænarar, og hóast vit sum kommunustýrislimir eru valdir lokalt, so eiga vit altíð at hugsa um heildina eisini. Hóast tíðirnar eru góðar í løtuni, so kemur framtíðin at geva okkum stórar avbjóðingar, og fyri at kunna standa okkum í mun til hesar, eru neyðugt at standa saman. Eg fari at enda at takka øllum limakommunum, stýrinum, starvsbólki og skrivstovuni fyri samstarvið hetta farna árið. Við hesum orðum gevið eg orðið aftur til aðalfundin.
Dennis Holm, formaður
Aðalfundur 2018
13
Skjøl til formansfrágreiðingina Mynd 1: Vallutøka í 2008, 2012 og 2016
Eiðis kommuna Eystur kommuna Fámjins kommuna Fuglafjarðar kommuna Fugloyar kommuna Hovs kommuna Húsar kommuna Húsavíkar kommuna Hvalbiar kommuna Hvannasunds kommuna Klaksvíkar kommuna Kunoyar kommuna Kvívíkar kommuna Nes kommuna Porkeris kommuna Runavíkar kommuna Sands kommuna Sjóvar kommuna Skálavíkar kommuna Skopunar kommuna Skúvoyar kommuna Sumbiar kommuna Sunda kommuna Sørvágs kommuna Tórshavnar kommuna Tvøroyrar kommuna Vága kommuna Vágs kommuna Vestmanna kommuna Viðareiðis kommuna 0
2016
14
20
40
2012
60
2008
Aðalfundur 2018
80
100 %
Framhald mynd 1
2008
2012
2016
Eiðis kommuna
86.6
87.82
88.2
Eystur kommuna
84.4
88.6
87.8
88
83.72
95.9
Fuglafjarðar kommuna
84.7
84.96
90
Fugloyar kommuna
86.4
94.44
97.8
Hovs kommuna
82.8
74.76
89.5
Húsar kommuna
95.2
74.36
–
Húsavíkar kommuna
78.5
86.54
96.8
84
81.93
90.2
Hvannasunds kommuna
79.3
79.02
87.9
Klaksvíkar kommuna
81.9
82.04
87.4
Kunoyar kommuna
95
80.2
86.4
Kvívíkar kommuna
77.1
77.7
78.6
Nes kommuna
84.6
84.19
85.9
Porkeris kommuna
93.2
91.02
95.7
Runavíkar kommuna
79.8
79.36
85.6
Sands kommuna
91.1
92
94.3
Sjóvar kommuna
76.9
81.08
82.2
Skálavíkar kommuna
82.6
77.78
85.5
Skopunar kommuna
83.5
87.04
92.2
Skúvoyar kommuna
83.6
88.37
78.4
Sumbiar kommuna
90.1
89.8
89.3
Sunda kommuna
80.5
79.01
85.3
84
83.05
83.6
Tórshavnar kommuna
72.4
77.37
79.2
Tvøroyrar kommuna
82.6
83.33
90.1
Vága kommuna
82.4
82.21
84.5
Vágs kommuna
80
81.92
87.8
Vestmanna kommuna
75
77.11
83.1
89.2
90.43
92.9
Kommunur
Fámjins kommuna
Hvalbiar kommuna
Sørvágs kommuna
Viðareiðis kommuna
Aðalfundur 2018
15
Mynd 2 Fólkatalið í sýslununum 1900 til 2018, útvald ár
Fólkatalið í sýslunum í Føroyum 1900 til 2018, útvald ár Sýsla
1900
1925
1950
1975
2000
2018
Vøkstur síðani 2000
Norðoya Sýsla
1,763
2,644
4,448
5,655
5,810
6,063
253 %
Eysturoyar Sýsla
3,440
5,243
6,988
8,831
9,995
11,267
1272 %
Streymoyar Sýsla
4,199
6,195
9,728
17,982
20,531
24,033
3502 %
Vága Sýsla
1,417
2,102
2,637
2,762
2,614
3,233
619 %
Sandoyar Sýsla
1,178
1,510
1,712
1,700
1,445
1,285
-160 %
Suðuroyar Sýsla
3,027
5,141
6,268
5,685
4,958
4,613
-345 %
Føroyar
15,024
22,835
31,781
42,615
45,353
50,494
5,141 %
25000
20000
15000
10000
5000
0 1900
16
1925
1950
Norðoya
Vága
Eysturoyar
Sandoyar
Streymoyar
Suðuroyar
Aðalfundur 2018
1975
2000
2017
Mynd 3 Kommunuskattaprosentið og barnafrádráttir í 2012 og 2018
Kommunuskattur í %
Barnafrádráttur
Munur, kommunuskatt %
Munur, Barnafrádráttur
16
7,000
0
3,000
Viðareiðis
21.2
4,500
-0.7
3,000
7,000
Hvannasunds
20.5
5,000
-0.75
2,000
20.75
5,500
Klaksvíkar
21.75
4,000
Kunoyar
18.5
7,000
Kunoyar
18
4,000
0.5
3,000
Fuglafjarðar
21.5
6,500
Fuglafjarðar
21.5
4,500
0
2,000
Eystur
21.5
8,000
Eystur
21
5,000
0.5
3,000
Nes
20.5
5,500
Nes
20.5
5,000
0
500
Runavíkar
22
6,500
Runavíkar
22
4,500
0
2,000
Sjóvar
21
7,000
Sjóar
21.5
4,500
-0.5
2,500
18.75
7,500
Eiðis
21
6,000
-2.25
1,500
21.5
5,000
Sunda
21.5
5,000
0
0
20.75
5,100
Kvívíkar
21
4,000
-0.25
1,100
21.5
5,000
Vestmanna
23
4,000
-1.5
1,000
22
5,500
Vága
22.5
4,000
-0.5
1,500
21.7
6,000
Sørvágs
21
4,000
0.7
2,000
21
8,500
Sands
23.5
6,000
-2.5
2,500
Skopunar
21.75
6,000
Skopunar
23.5
6,000
-1.75
0
Skálavíkar
22
6,500
Skálavíkar
21
5,500
1
1,000
Húsavíkar
21
5,000
Húsavíkar
21
5,000
0
0
Skúvoyar
16
8,000
Skúvoyar
16
3,000
0
5,000
Hvalbiar
19.95
6,500
Hvalbiar
20
5,000
-0.05
1,500
Tvøroyrar
21.9
7,000
Tvøroyrar
23.5
5,000
-1.6
2,000
Fámjins
19
7,000
Fámjins
19
6,000
0
1,000
Hovs
20
6,000
Hovs
20.5
5,000
-0.5
1,000
Porkeris
20.75
7,000
Porkeris
21
5,500
-0.25
1,500
Vágs
21.95
4,500
Vágs
23.25
4,000
-1.3
500
Sumbiar
19
6,500
Sumbiar
20
5,500
Tórshavnar
19
8,000
Tórshavnar
20.75
5,500
-1.75
2,500
Hægsta
22
10,000
23.5
7,000
-1.5
3,000
20.24
6,947
Meðal
21.34
4,956
-1.1
1,991
16
4,500
Lægsta
16
3,000
0
1,500
Kommunuskattur í %
Barnafrádráttur
16
10,000
Fugloyar
20.5
7,500
Hvannasunds
19.75
Klaksvíkar
2018 Fugloyar Viðareiðis
Eiðis Sunda Kvívíkar Vestmanna Vága Sørvágs Sands
Meðal Lægsta
2012
Hægsta
Aðalfundur 2018
1,500
1,000
17
Ískoyti: Kommunur og kommunuhugtakið Hugtakið lokalt sjálvræði er elligamalt og byggir á hugsunar hátt úr rómverskum rætti, og snúði seg í høvuðsheitum um, at borgarar í einum býi ella øki høvdu framíhjárættindi sum borgarar í rómverska ríkinum, men vórðu stýrd av egnum lokalum myndugleikum eftir sínum egnu lógum. Tann kommunala skipanin, ið vit í dag hava í Føroyum, er í stóran mun ávirkað av danskari og norðurlendskari fyri sitingar- og lóggávusiðvenju. Longu seint í miðøldini høvdu kommunur nógvar ymsar uppgávur at røkja og hetta broyttist nakað undir einaveld inum, men við donsku grundlógini frá 1849 bleiv sjálvstøðugi rætturin hjá kommununum til at røkja egnar uppgávur stað festur. Tó var staturin eftirlitsmyndugleiki. Fyrsta føroyska kommunulógin kom í 1872, og nú galdandi kommunustýrislógin er frá ár 2000. Í Føroyum hava vit nú 29 sjálvstøðugar kommunur, sum í stødd á fólkatali eru spjaddar frá nøkrum tíggjutals íbúgvum
18
til Tórshavnar kommunu við meira enn 20.000 íbúgvum. Hóast hesa spjaðing í stødd, er formliga grundarlagið undir føroysku kommununum stórt sæð eins. KOMMUNUR Í STÝRISSKIPANARLIGUM HØPI Lokalt sjálvræði er ein týðandi hornasteinur í okkara fólkaræði. Í § 82 í donsku grundlógini er ásett, at “Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov.” Sambært hesum er greitt, at kommunurnar hava rætt til sjálvstøðugt at stýra egnum viðurskiftum. Kommunurnar hava sjálvstøðugt fíggjarligt frælsi og politiskt sjálvræði. Kommunurnar eru sostatt sjálvstøðugar politiskar og fyri sitingarligar eindir. Harumframt er breið semja um, at máls førleikin hjá kommununum ikki kann avmarkast á ein tílíkan hátt, at tað ikki longur er talan um veruligt sjálvræði. Umframt rættin til sjálv at útskriva og krevja upp skatt, er kommunalt
Aðalfundur 2018
Vestmanna
sjálvræði tengt at teimum uppgávum, ið kommunurnar skulu loysa og tí politiska rásarúmi, sum kommunurnar hava til at leggja til rættis, hvussu kommunalar uppgávur skulu loysast. § 82 í grundlógini merkir eisini, at viðurskiftini millum landsmyndugleikarnar og kommunurnar ikki eru yvir- og undirskipað, eins og landsfyrisitingin ikki hevur heimildir at geva kommununum boð, á sama hátt sum annars er galdandi í viðurskiftunum millum landsfyrisitingina og stovnar undir landinum. Bindandi reglur fyri kommunur skulu vera ásettar við heimild í lóg ella aðrari rættarkeldu. Umframt í grundlógini, er lokalt sjálvræði við tilverurætt inum hjá kommununum staðfestur í § 56 í stýrisskipanarlógini, ið er soljóðandi: “Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m.” Sambært fyrireikandi arbeiðinum, orðaljóðinum og við merkingunum til § 56, er ásetingin í stýrisskipanarlógini ein beinleiðis endurtøka av tí rætti, sum kommunurnar longu frammanundan hava eftir § 82 í grundlógini. Umframt staðfestingina í grundlógini og stýrisskipanar lógini um rættin hjá kommunum at skipa egin viðurskifti, er lokala sjálvræðið eisini ein týðandi táttur í evropeisku demokratisku siðvenjuni. Sambært evropeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði frá 1985, verður lokalt sjálvstýri hugsað
sum rætturin og førleikin hjá einum lokalum myndugleika, innan lógarinnar karmar, at stýra og fyrisita einum munandi parti av almennum viðurskiftum, við egnari ábyrgd og við støði í áhuganum hjá fólkinum á staðnum. Almennar uppgávur skulu í høvuðsheitum røkjast av mynd ugleikum, sum eru borgaranum næstir. Um annar myndugleiki skal røkja uppgávuna, so eigur hetta at vera grundað á, hvat slag og av hvørjum vavi uppgávan er, og við atliti at virkisføri og fíggjarligum viðurskiftum. Tær heimildir, ið eru lagdar til lokalar myndugleikar, eiga vanliga at vera givnar til fulnar og vera óskerdar. Heimildirnar eiga heldur ikki at verða gjørdar verri ella avmarkast av øðrum almennum myndugleika, uttan so at hetta er heimilað í lóggávuni. Europæiski sáttmálin um lokal sjálvræði ásetur nakrar meginreglur, og eru hesar í høvuðsheitum, • at almennar uppgávur skulu røkjast av einum myndugleika so tætt at borgaranum sum gjørligt, • at teir lokalu myndugleikarnir skulu hava veruligt sjálvræði yvir teimum uppgávum, ið landafrøðiliga liggja lokalt, og • at lokalu myndugleikarnir skulu kunna útvega sær fígging til at loysa uppgávuna, her í millum eisini rætt til at útskriva lokalan skatt.
Aðalfundur 2018
19
Um Kommunufelagið Stýrið 2017: Stýri felagsins er mannað við borgarstjórum sambært §7 í viðtøkum KF: Dennis Holm, formaður, Vágs kommuna Heðin Zachariasen, næstformaður, Sunda kommuna Annika Olsen, forkvinna, Tórshavnar kommuna Artur Johansen, Sjóvar kommuna Brandur Sandoy, næstformaður, Sands kommuna Eyðdis Hartmann Niclasen, Vága kommuna Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna Jóhan Christiansen, Eysturkommuna Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna Pauli T Petersen, Vestmanna kommuna Sonni á Horni, Fuglafjarðar kommuna Torbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna Starvsbólkurin 2017: Í bólkinum eru umsitingarleiðararnir sambært §8 í viðtøkum KF: Formaður: Jákup Frants Larsen, Fuglafjarðar kommuna Anna Joensen, Sjóvar kommuna Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar kommuna Dinna Jensen, Runavíkar kommuna Erik Lervig, Eysturkommuna Georg Hansen, Vága kommuna Guðrun Ejdesgaard, Eiðis kommuna Henrik Weihe Joensen, Tvøroyrar kommuna Eyðun Kjølbro, Sunda kommuna Marner Højsted, Sands kommuna Maud Poulsen, Vestmanna kommuna Petry Joensen, Vágs kommuna Tummas T. Eliasen, Klaksvíkar kommuna Nevndin í KAF Annika Olsen, Forkvinna, Tórshavnar kommuna Brandur Sandoy, Næstformaður, Sands kommuna Bogi Bendtsen, SEV Jógvan í Skorini, Eiðis Kommuna Pauli Trónd Petersen, Vestmanna Kommuna Poul Andreas Joensen , IRF Skrivstovan Kommunufelagið R. C. Effersøesgøta 26 100 Tórshavn Telefon 30 24 80 www.kf.fo kf@kf.fo
20
Aðalfundur 2018
Starvsfólk KF
Teldupostur
Telefon
Eyðun Christiansen, stjóri
eydunc@kf.fo
282 480
Jóhan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi
johanlam@kf.fo
521 975
Sveiney Sverrisdóttir, fulltrúi
sveiney@kf.fo
590 760
Armgarð Hammer, skrivari
armgard@kf.fo
282 481
Martin Johannessen, skrivstovufólk
martin@kf.fo
Starvsfólk KAF
Teldupostur
Telefon
Anita Fuglø, leiðari
anita@kaf.fo
226339
Marin á Brúnni, fulltrúi
marin@kaf.fo
280339
Una Djurhuus Christiansen, fulltrúi
una@kaf.fo
269015
Starvsfólk BVS
Teldupostur
Telefon
Oddbjørg Balle, leiðari
ob@bvs.fo
225696
Hallbjørg Lamhauge, fosturforeldraskipanin
hl@bvs.fo
212497
Jendis Gærdbo, sosialráðgevi
jl@bvs.fo
223023
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi
or@bvs.fo
222498
Hans Andreas Dam Joensen, dygdarmennari
hansadj@bvs.fo
210844
Aðalfundur 2018
21
Løgtingsmál til hoyringar hjá KF:
22
Skrásett
Uppskot
Slag
Frá
09-06-2017
Fyribyrging og týning av rottu
KG
HIMR
09-06-2017
Aling av fiski
LB
UVMR
13-06-2017
Om sosial bistand og tjenester, endurskoðan
Nor. Konv.
AMR
13-06-2017
Oljutangar, fyribyrging av dálking
KB
HIMR
07-07-2017
Luftdálking frá skipum
KG
HIMR
12-09-2017
Leigulógin, útleigan av bústøðum
LB
AMR
20-09-2017
Áseting av skatti, langtíðarleiga
LB
FMR
21-09-2017
Rentustuðul til tey við bústaðarskyldu
LB
FMR
24-09-2017
Landsroyndir fólkaskúlans
LB
MMR
25-09-2017
Heimaframleiðsla av matvørum
KB
UVMR
28-09-2017
Barnaheimið, bygging av nýggjum
LL
AMR
28-09-2017
Visit Faroe Islands um bygnaðarbroytingar
LL
UVMR
02-10-2017
Tillaging av viðbót til fyritíðarpensjónistar
LB
AMR
02-10-2017
Skattalógin, lætti til fyritíðarpensjónistar
LB
FMR
16-10-2017
Barsilsskipanin um eftirlønargjald v.m.
LB
SMR
02-11-2017
Pensjónsnýskipan, yvirlit og greiningar
Semja
FMR
03-11-2017
P - Viðbót til ávísar pensjónistar
LB
AMR
03-11-2017
P - Áseting og javning av almannaveitingum
LB
AMR
03-11-2017
P – Almannapensjónir
LB
AMR
03-11-2017
P - Javningarprosent til almannaveitingar
LL
FMR
03-11-2017
P - Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur
LB
FMR
03-11-2017
P – Eftirlønarlógin
LB
FMR
06-11-2017
Veiðigjøld
LL
FISK
16-11-2017
Vallógin, um búsetu uttanlands
LB
HIMR
16-11-2017
Um dagstovnaráð, og avtøka av kærurætti
LB
MMR
04-12-2017
Musikkskúlar, námsfrøðilig ráð
KG
MMR
11-12-2017
Búskapargrunnurin, inn-og útgjaldingar v.m.
LB
FMR
08-01-2018
Tíðaravmarking av lønum í roknskapinum
Rundskriv
FMR
08-01-2018
Um koyrikort og koyrifrálæru
KG
SMR
08-01-2018
Revsilógin, brotsverk ímóti lívi og líkami v.m.
LB
Tinganes
11-01-2018
Klaksvíkar sjúkrahús, umvæling og umbygging
LL
HIMR
25-01-2018
Ættleiðing
LL
HIMR
13-02-2018
Endurvenjingarkunngerðin, eftirmeting
HIMR
19-02-2018
Eldraøkið, eftirmeting
AMR/FMR
22-02-2018
Fólkaskúlin, um sernám, førleikastovur v.m.
LB
MMR
26-02-2018
Barnaansing, gjald fylgir við barni
LB
Løgtingið
Aðalfundur 2018
Slรฆttaratindur
Aรฐalfundur 2018
23
Viðtøkur fyri Kommunufelagið Navn, limaskapur og heimstaður § 1. Navn felagsins er Kommunufelagið, og hevur felagið heimstað í Tórshavn
saman fyri 4 ár í senn. Stýrislimur skal vera borgarstjóri. Stk. 2. Stýrið tekur við 1. januar eftir kommunustýrisval, og verður stýrið valt eftir hesi skipan:
§ 2. Allar kommunur í Føroyum kunnu gerast limir. § 3. Upptøka av nýggjum limum verður góðkend á aðalfundi. Endamál § 4. Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði, og betri samstarvi millum kommunurnar.
• Norðuroyggjar (Klaksvík, Hvannasund, Viðareiði, Húsa k., Kunoy og Fugloy) 1 lim. • Eystur Eysturoy (Fuglafjørður, Eystur k.) 2 limir. • Vestur Eysturoy (Nes, Runavík, Sjóvar k.) 1 lim. • Sundalagið (Sunda k. og Eiði) 1 lim.
Aðalfundurin § 5. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. Stk. 2. Borgarstjórin umboðar kommunustýrið til at taka av gerð á aðalfundinum. Aðrir kommunustýrislimir hava rætt at møta.
• Streymoy (Tórshavn) 1 lim. • Vesturstreymoy (Vestmanna og Kvívík) 1 lim. • Vágar (Sørvágur, Vága k.) 1 lim.
Stk. 3. Boðast skal til aðalfund við í minsta lagi 30 daga freist. Fundarskrá verður kunngjørd limakommununum í seinasta lagi 14 dagar innan aðalfundin. Stk. 4. Limir, ið vilja hava mál til viðgerðar á aðalfundinum, senda felagnum hesi í minsta lagi 21 dagar innan aðalfundin.
• Sandoy (Sandur, Skopun, Skálavík, Húsavíkar k. og Skúvoy) 1 lim. • Norður Suðuroy (Hvalba, Tvøroyri og Fámjin) 1 lim. • Suður Suðuroy (Hov, Porkeri, Vágur og Sumba) 1lim.
Stk. 5. Á aðalfundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvønn íbúgva 1. januar undan aðalfundinum, tó so, at eingin kommuna hevur fleiri enn 45 % av samlaðu atkvøðunum. Stk. 6. Er ikki annað tilskilað í hesum viðtøkum, verða avgerðir á aðalfundi tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stk. 7. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið minst helvtin av limunum eru møttir. § 6. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum árið í seinasta lagi 30. apríl við hesi skrá: a) Val av fundarstjóra. b) Formaðurin letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins. c) Framløga av roknskapi til góðkenningar. d) Val av grannskoðara. e) Innkomin uppskot. f) Ymiskt. Stk. 2. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið stýrið heldur tað vera neyðugt, ella tá ið minst helmingurin av limakommununum skrivliga biðja um tað. Innkalling til eykaaðalfund fer fram á sama hátt og við somu freist, sum til vanligan aðalfund. Stýrið § 7. Tá talan ikki er um mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, er ovasta leiðsla felagsins eitt stýri við 13 limum, sum er sett
24
Kommunustýrini í hvørjum einstøkum øki gera semju um at velja ein stýrislim. Semjast kommunurnar ikki um umboðanina, verður borgarstjórin í størstu kommununi umboð fyri økið. Stk. 3. Kommunurnar sum sambært stk. 2 ikki fáa lim í stýrið, velja 2 umboð eftir hesum leisti. Kommunurnar við fleiri enn 750 íbúgvum velja sínámillum eitt umboð Kommunurnar við færri enn 750 íbúgvum velja sínámillum eitt umboð Stk. 4. Tá ið valt verður sambært stk. 3, hevur hvør kommuna eina atkvøðu. Atkvøðugreiðslan fer fram eftir meirilutaval háttinum sambært § 2 í kommunustýrislógini. Stk. 5. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni eftir somu mannagongd, sum formaður og næstformaður verða valdir í kommunustýrum, tó so, at formaður og næst formaður verða valdir fyri 2 ár í senn. Stk. 6. Stýrisfundur er viðtøkuførur, tá ið minsta lagi helming urin av stýrislimunum eru møttir. Hvør stýrislimir hevur eina atkvøðu fyri hvønn íbúgva 1. januar í teimum kommununum, sum stýrislimurin umboðar. Tó so, eingin stýrislimir kann hava fleiri enn 45 % av samlaðu atkvøðunum. Stk. 7. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at stýrisavgerðir eru einmæltar.
Aðalfundur 2018
Stk. 8. Stýrisfundur skal vera í minsta lagi eina ferð hvønn ársfjórðing. Formaðurin kann kalla stýrið til fundar, tá mál er, sum krevur stýrisavgerð, og sum ikki kann bíða til næsta regluliga fund. Stýrið kann eisini verða kallað saman, tá ið minst helmingurin av stýrislimunum skrivliga biðja um tað
Stk. 3. Áðrenn fíggjarætlan felagsins verður viðgjørd í stýrin um, skal starvsbólkurin hava gjørt sítt tilmæli.
Stk. 9. Fráboðan um stýrisfund verður send stýrislimum 14 dagar áðrenn fund.
Stk. 5. Eingin limakommuna heftir fyri skyldum felagsins við øðrum enn tí, sum avgjørt er at vera hennara partur av út reiðslunum, sambært fíggjarætlanini.
Starvsbólkurin § 8. Í starvsbólkinum sita kommunuskrivararnir/-stjórarnir í teimum kommunum, sum hava umboð í stýrinum. Stýrið velur starvsbólkaformann fyri tvey ár í senn.
Stk. 6. Ongar avgerðir í málum, sum krevja kommunustýris samtykt, eru bindandi fyri limakommunurnar, uttan tílík sam tykt fyriliggur.
Stk. 2. Starvsbólkurin skal fyrireika mál, sum skulu viðgerast á stýris- og aðalfundi, og hann skal arbeiða við øllum málum, sum stýrið beinir til hansara. Stk. 3. Starvsbólkurin hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Stk. 4. Tó skal formaðurin kalla til fundar, hvørja ferð stýris fundur er lýstur, um so er, at mál, sum skulu viðgerast har, ikki eru liðug fyrireikað. Stk. 5. Allir starvsbólkalimir skulu møta á stýrisfundum. Stk. 6. Stýrisformaðurin skal hava fundarboð til hvønn starvs bólkafund. Skrivstovan § 9. Stýrið setur og loysir úr starvi stjóra, ið hevur ábyrgdina mótvegis stýrinum, fyri at virksemi felagsins verður rikið sambært galdandi reglum. Stk. 2. Stjórin hevur dagligu fyrisitingina av felagnum um hendi, og skal í samstarvi við starvsbólkin og stýrið umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál felagsins. Stk. 3. Stýrið ger starvsskipan fyri stjóran. Stk. 4. Stjórin setur og loysir úr starvi onnur starvsfólk eftir ásetingum í starvsskipanini sambært stk. 3. Stk. 5. Starvsbólkurin er dagliga bindiliðið millum stjóran og limakommunurnar. Fíggjarviðurskifti § 10. Útreiðslurnar av at reka felagið verða goldnar av lima kommununum. Limagjaldið verður ásett samsvarandi íbúgv aratalinum í kommununum 1. januar í tí ári, sum fíggjarætlanin verður samtykt. Tó kann eingin kommuna rinda meira enn 45 % av limagjaldinum. Stk. 2. Stýrisformaðurin ger saman við starvsbólkaformannin um og stjóranum uppskot til fíggjarætlan fyri felagið komandi fíggjarár, sum hann fyrileggur stýrinum til góðkenningar í seinasta lagi í apríl ársfjórðingi.
Stk. 4. Limakommunurnar rinda í minsta lagi 1/12 part av lima gjaldinum hvønn mánað til felagið.
Roknskapur § 11. Stjórin hevur ábyrgd av roknskaparførsluni. Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum ella skrásettum grannskoðara. Aðrar ásetingar § 12. Felagið verður teknað av stýrisformanninum og starvs bólkaformanninum ella stjóranum í felag, ella av tveimum stýrislimum saman við starvsbólkaformanninum ella stjóran um. § 13. Samtyktir um broytingar av viðtøkunum ella avtøku av felagnum skulu gerast av aðalfundinum. Í minsta lagið ¾ av atkvøðutalinum skulu vera umboðað, og uppskotið skal samtykkjast við 3/5 av greiddum atkvøðum. Stk. 2. Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður nýggjur fundur 14 dagar seinni, og er hesin viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar. Samtykt skal tó vera við 3/5 av greiddum atkvøðum. § 14. Við minst 6 mánaða ávaring kann ein kommuna siga upp limaskap sín í felagnum til ein 1. januar. Stk. 2. Kommunur, ið melda seg úr felagnum, hava einki krav móti felagnum ella ognum felagsins, og hefta ikki fyri skyldur felagsins. § 15. Verður felagið tikið av, falla ognirnar aftur til lima kommunurnar í sama lutfalli, sum tær hava luttikið í út reiðslum felagsins seinasta roknskaparárið. Skiftisásetingar § 16. Felagið tekur yvir øll rættindi og allar skyldur hjá KSF og FKF. § 17. Í sambandi við fyrsta valskeiðið, sum verður trý ár, tekur stýrið sjálvt avgerð um val av formanni og næstformanni sambært § 7, stk. 5, og viðvíkjandi val av starvsbólkaformanni sambært § 8, stk. 1. § 18. Limagjald fyri fyrsta roknskaparárið verður samtykt á stovnandi aðalfundi. Gildiskoma § 19. Viðtøkur felagsins fáa gildi frá 1. januar 2014. Samtykt á stovnandi aðalfundi 13. desember 2013
Aðalfundur 2018
25
Viðtøkur fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
§ 5 Ársfundur Stk. 1. Ársfundur verður hildin á hvørjum ári innan 1. mai.
§ 1 Navn og limaskapur Stk. 1. Navn felagsins er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stytt KAF. Stk. 2. KAF er sjálvstøðugt limafelag undir Kommunufelagnum, stytt KF Stk. 3. Limir í felagnum eru umframt KF, Elfelagið SEV, stytt SEV og L/F Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, stytt IRF Stk. 4. Heimstaður felagsins er Tórshavn § 2 Endamál felagsins Stk. 1. Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. Hetta verður gjørt við at: • samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvs fólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt • røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanar viðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommunustýrislógina § 5, stk. 5. • virka fyri og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir • gera sítt til, at tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið
Stk. 2. Nevndin í KAF hevur rætt til at luttaka á aðalfundinum hjá KF, men ikki skyldu at luttaka. Stk. 3. Innkalling til ársfund verður gjørd í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Stk. 4. Saman við innkallingini verður sendur grannskoðaður roknskapur og onnur innkomin mál. Stk. 5. Atkvøðurættur: KF hevur 4 atkvøður, SEV og IRF hava 1 atkvøðu hvør. Ársfundurin er viðtøkuførur, tá meira enn helmingurin av atkvøðutalinum eru umboðað. Allar avgerðir á ársfundinum verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stk. 6. Mál, sum skulu viðgerast á ársfundinum, skulu vera KAF í hendi seinast 4 vikur undan ársfundinum. Uppskot frá øðrum enn nevndini skulu vera felagnum í hendi í so góðari tíð, at tey kunnu takast við í fundarfráboðanina, um tey skulu koma til viðgerðar á aðalfundi. Stk. 7. Ársfundurin verður skipaður við hesi skrá: a) Formaðurin skipar fyri vali av fundarstjóra b) Formansfrágreiðing um virki felagsins í farna ári. c) Framløga av grannskoðaðum roknskapi d) Innkomin mál. e) Ymiskt § 6 Nevndin Stk. 1. Í nevndini sita 6 limir, sum verða valdir av nýggjum eftir hvørt kommunustýrisval og virka til nýggj nevnd er vald. KF velur 4 limir, meðan SEV og IRF velja hvør sín lim. Á sama hátt verða 6 varalimir tilnevndir. Stk. 2. Nýggj nevnd tekur við so skjótt, sum allir limirnir eru tilnevndir, og í seinasta lagi 1. mai.
• virka fyri, at trætumál limanna millum verða loyst • við skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskifti, ið viðvíkja kommunalum/interkommunala arbeiðsgevara áhugamálum
Stk. 3. Nevndin ger sína egnu starvsskipan.
§ 3 Upptøka Stk. 1. KF og interkommunalir felagsskapir í Føroyum kunnu gerast limir við skrivliga at senda umsókn til nevnd felagsins.
Stk. 5. Nevndarfundur er so ofta, sum formaðurin metir tað vera neyðugt, ella um ein nevndarlimur setir ynski fram um tað.
Stk. 2. Limir í felagnum skriva undir viðtøkur felagsins, soleiðis sum tær eru, ella seinni á lógligan hátt kunnu verða broyttar § 4 Útmeldan Stk. 1. Eingin kann siga seg úr felagnum, uttan við innskriv aðum brævi og við 6 mánaða freist. Stk. 2. Hóast limur sigur seg úr felagnum, er hann framvegis bundin av galdandi sáttmálum, til hesir halda uppat.
Stk. 4. Nevndin velur sjálv formann og næstformann.
Stk. 6. Nevndin er viðtøkufør, tá meira enn helmingurin av nevndarlimunum eru á fundi. Stk. 7. Hvør nevndarlimur hevur eina atkvøðu, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stk. 8. Um tað, sum fer fram á nevndarfundi, verður gjørd fundarfrágreiðing, sum allir nevndarlimir góðkenna. § 7 Skrivstovan Stk. 1. Fyrisitingin í KAF er partur av fyrisitingini í KF.
Stk. 3. Limur, sum fer úr felagnum, hevur einki krav móti felagnum.
26
Aðalfundur 2018
Stk. 2. Ovasta fyrisitingarliga leiðsla felagsins er stjórin í KF. Stjórin setur og loysir úr starvi starvsfólk í KAF í samráð við nevnd felagsins. Stk. 3. Í øllum málum sambært § 2 virkar fyrisitingin í KAF undir leiðslu av nevnd felagsins.
Stk. 2. Limirnir hava skyldu til, eftir áheitan frá nevndini, at lata teir upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna samráðast, um framt upplýsingar um lønar-, arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti fyri starvsfólkið. Hesir upplýsingar verða viðgjørdir í trúnaði.
Stk. 4. Skrivstovuleiðarin í KAF hevur dagligu fyrisitingina av felagnum um hendi og skal í samstarvi við stjóran í KF og nevnd felagsins umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál felagsins.
§ 13 Trætumál Stk. 1. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál millum lim í felagnum og starvsfólk tess ella fakfelagið, binda hinir limirnir í felagnum seg at stuðla og hjálpa viðkomandi limi mest møguligt við m.a. at taka lut í móttiltøkum, sum nevndin í felagnum samtykkir at seta í verk.
§ 8 Limagjald Stk. 1. Tá nýggir limir verða upptiknir, skal samráðast um lima gjaldið.
Stk. 2. Allir limir binda seg til, um nevndin boðar frá tí, ikki at seta fólk hjá teimum limum í starv, har arbeiðssteðgur er, fyrr enn hann er hildin uppat.
Stk. 2. Formaðurin ger saman við stjóranum í KF og skrivstovu leiðaranum í KAF uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár, harundir ásetan av limagjaldi. Formaðurin leggur uppskotið fyri nevndina til góðkenningar í seinasta lagi tann 1. juli.
§ 14 Gerðarrættur Stk. 1. Trætumál millum felagið og lim kann leggjast fyri gerðarrætt.
Stk. 3. KF rindar 2/3 av ásetta limagjaldinum. SEV og IRF rinda 1/3 av ásetta limagjaldinum, og av hesum rindar SEV 2/3 og IRF 1/3. Stk. 4. Eingin limur heftir fyri skyldum felagsins við øðrum enn tí, sum avgjørt er at vera hansara partur av útreiðslunum, sambært fíggjarætlanini. § 9 Tekning Stk. 1. Felagið verður teknað av nevndarformanninum saman við einum nevndarlimi ella saman við skrivstovuleiðaranum fyri KAF. § 10 Samráðingarnevnd Stk. 1. Nevndin tilnevnir umboð og formann í samráðingar nevnd. Við sáttmálasamráðingar, sum viðvíkja SEV og IRF, kann umboð frá nevndu felagsskapum luttaka sum partur av samráðingarnevndini. Annars kann samráðingarnevndin, eftir meting nevndarinnar, víðkast við umboðum fyri teir einstøku limirnar. Samráðingarnevndin kann, um nevndin ynskir tað, leita sær sakkunnleika aðrastaðni. Stk. 2. Uppgávan hjá samráðingarnevndini er at samráðast við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum hava rætt til at samráðast um øll sáttmálaviðurskifti. Stk. 3. Samráðingarnevndin ger sína egnu starvsskipan. § 11 Roknskapur og grannskoðan Stk. 1. Roknskapurin hjá KAF er ein sjálvstøðugur roknskapur, sum er partur av roknskapinum hjá Kommunufelagnum og verður grannskoðaður, sum ein partur av hesum. Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur fyri KAF verða neyvt atskildar frá fíggjarviðurskiftunum hjá KF annars. § 12 Tagnar- og upplýsingarskylda Stk. 1. Limir felagsins hava tagnarskyldu viðvíkjandi upplýs ingum um innanhýsis viðurskifti í felagnum.
Stk. 2. Í gerðarrættinum eru tveir limir, har felagið velur annan og limurin hin, umframt ástøðumann, sum verður tilnevndur av Føroya rætti. Stk. 3. Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig og kann ikki leggjast fyri vanligu dómstólarnar. § 15 Avtøka av felagnum Stk. 1. Felagið verður tikið av, tá ið minst ¾ av limunum ynskja tað. Stk. 2. Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins býttar millum limir felagsins á tann hátt, at miðaltalið fyri limagjaldið trý tey seinastu árini gevur lutfalstalið til hvønn lim. § 16 Gildiskoma Stk. 1. Hesar viðtøkur fáa gildi, tá ið tær eru samtyktar á aðal fundi í KAF. Tórshavn hin 12. mars 2014
Viðtøkur fyri Barnaverndar stovu Føroya § 1. Barnaverndarstova Føroya er felagskommunalur stovnur, sum kommunurnar eiga. Endamál stovnsins § 2. Barnaverndarstovan skal arbeiða fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkini úti um landið og seta á stovn og reka fosturforeldraskipan sambært ásetingunum í løg tingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd við seinni broytingum. Politisk leiðsla § 3. Ovasta politiska leiðsla stovnsins er stýrið í Kommunu felagnum.
Aðalfundur 2018
27
Viðareiði
Fyrisiting § 4. Stjórin fyri KF setir leiðara at hava dagligu fyrisitingarligu og fakligu leiðsluna av Barnaverndarstovuni.
Grannskoðan § 6. Roknskapurin verður grannskoðaður, sum ein partur í roknskapinum hjá KF.
Stk. 2. Stjórin fyri KF letur gera starvsskipan fyri leiðaran.
Gildiskoma § 7. Hesar viðtøkur koma í gildi 1. januar 2014.
Stk. 3. Stjórin í KF setur og loysir úr starvi øll starvsfólk á Barnaverndarstovuni. Stk. 4. Leiðarin fyri Barnaverndarstovuna vísir fyrisitingarliga til stjóran fyri Kommunufelagið. Fígging § 5. Kommunufelagið rindar allar útreiðslur fyri Barnaverndar stovuna
Skiftisáseting § 8. Verandi nevnd fyri Barnaverndarstovuna – formenninir í KSF og FKF, áðrenn Kommunufelagið varð stovnað – halda áfram hetta valskeiðið til 1. januar 2017, men leggja øll mál av týdningi fyri stýrið í KF. Tórshavn 17.01.2014
Stk. 2. leiðarin ger saman við stjóranum innan 1 juli eina fíggjar ætlan sum verður partur av samlaðu fíggjarætlanin hjá KF.
28
Aðalfundur 2018
Frágreiðing um kommunubúskapin Stýrið í Kommunufelagnum hevur samtykt, at ein frágreiðing um kommunala búskapin framyvir skal verða partur av ársfrágreiðingini. Arbeiðið er nýligani byrjað, og talan verður tískil bert um eitt styttri ískoyti í ár. Komandi árini er tó ætlanin at menna hetta til at verða afturvendandi frágreiðing, sum skal lýsa fíggjarligu støðuna hjá kommunala geiranum. Til at byrja við skal greiðast stutt frá formliga grundarlagnum undir kommununum. KOMMUNUNALRÆTTURIN Kommunalrættur verður vanliga býttur í 3 ymsar tættir, sum er: lóggáva, ið regulerar kommunal viðurskifti, kommunufull trúin og kommunala eftirlitið. Lóggáva um kommunal viðurskifti snýr seg í høvuðsheitum um at skipa lóggávu viðvíkjandi økjum, har kommunur hava skyldur og heimildir mótvegis borgarum sínum. Kommunu fulltrúin er eitt heimildargrundarlag sum ikki er regulerað í lóg, men sum kommunurnar kunnu nýta sum heimild at virka á, um ávísar treytir eru loknar. Umframt ta lóggávu, sum beinleiðis regulerar kommunal viðurskifti, eru kommunurnar eisini almennir myndugleikar, og eru tær tí eisini fevndar av fyrisitingarligari lóggávu sum t.d. fyrisitingarlóg, lóg um innlit í fyrisitingina o.t. Viðurskiftini hjá føroysku kommununum verða stýrd yvirskipað eftir kommunustýrislógini frá 2000. Sambært hesi lóg er kommunustýrið evsti politiski og fyrisitingarligi myndugleiki í kommununi og hevur evsta vald og evstu ábyrgd av kommunalum viðurskiftum. Landsstýrið hevur eftirlit við kommununum. Kommunala eftirlitið er eitt sokallað legalitetseftirlit, sum merkir, at landsstýrið hevur eftirlit við, at kommunurnar halda galdandi lóggávu. Hinvegin skal eftirlitið ikki taka støðu til, hvørt kommunurnar bera seg skynsamt at, tí hetta hoyrir undir politiska frælsið hjá kommununum at gera av. Kommunala eftirlitið hevur eisini heimild at gera av ivamál um, hvar mørkini fyri heimildum eftir kommunufulltrúini eru. Samanumtikið eru eyðkennini fyri lokala sjálvræðið, • at kommununnar tilverurættur er tryggjaður í grundlóg og stýrisskipanarlóg og byggir á evropeiska demokratiska siðvenju, • at kommunurnar eru sjálvstøðugar politiskar og fyrisiting arligar eindir við fíggjarligum og politiskum frælsi, • at kommunurnar hava frælsi at gera egnar raðfestingar í mun til tær uppgávur, tær skulu røkja, • at kommunur ikki eru undirskipaðir stovnar undir landinum og tískil kann landið ikki geva kommununum bindandi boð,
• at kommunur hava rætt til at útskriva egnar skattir og at nýta hesar inntøkur eftir egnum politiskum raðfestingum. KOMMUNALAR UPPGÁVUR Føroysku kommunurnar røkja í dag nógvar ymsar uppgávur til frama fyri borgarar og vinnulív í kommununi. Kommunan er skipanarmyndugleiki sambært lóg um byggiog býarskipanir, sum merkir, at tað er kommunustýrið, ið ger av, hvussu bygdir og býir verða skipaðir, hvar og hvussu bygging fer fram o.t., eins og kommunurnar eru byggimyndugleiki, brunamyndugleiki, tilbúgvingarmyndugleiki v.m. Kommun urnar røkja umvegis interkommunalar felagsskapir eisini uppgávur sum el-veiting og renovatión. Kommunurnar røkja sjálvstøðugt siðbundnar uppgávur sum vegagerð, vatnveiting, kloakkviðurskifti, havnabyggingar o.t. Seinnu árini er hevur rákið somuleiðis verið, at komm unurnar í alt størri mun eisini átaka sær uppgávur, ið eru beinleiðis tengdar at lívi og trivnaði borgarans, sum t.d. dag stovnaøkið, barnavernd, eldraøkið, frítíðar- og kvøldskúlar, umframt at kommunurnar í samstarvi við landsmyndugleikar skapa karmar um fólkaskúla, musikkskúlar o.t. Hóast kommunurnar í Føroyum fylla ein alsamt størri part av samlaða almenna bygnaðinum, er grundarlagið undir kommunum ikki broytt stórvegis. Síðstu tíðina hevur stórur áhugi verið fyri samfelagsbú skaparliga leiklutin hjá kommunum, bæði tá talan er um kommunalar inntøkur og útreiðslur. Búskaparráðið hevur í fleiri førum serliga víst á útreiðslugongdina í kommununum, og skattanevndin hjá landsstýrinum er komin við fleiri uppskotunum um broyttan inntøkubygnað í tí almenna. Kommunufelagið ætlar við afturvendandi frágreiðingin um búskapin í kommununum, at geva sítt íkast til orðaskiftið um kommunala búskapin. Her lýsa vit stutt inntøkugrundarlagið hjá kommunum og greiða frá søguligu gongdini í kommunala búskapinum. Somuleiðis eru viðmerkingar til aktuell politisk mál, sum raka kommunalu búskapirnar. INNTØKUR OG ÚTREIÐSLUR HJÁ KOMMUNUM Seinnu árini eru fyrst tær størru og síðani tær smærru komm unurnar farnar at nýta felags leiðslukunningarskipanina hjá Gjaldstovuni, sum gevur eitt gott yvirlit yvir búskapin í almenna geiranum. Síðstu 11 kommunurnar komu við í skipanina í 2016. Tí er neyðugt at sortera hesar kommunur úr, um ein skal gera samanberingar aftur í tíð. Tey tøl, ið eru í frágreiðingini, vera nýtt í tann mun tey vera mett skynsom. Talvurnar 1-4 vísa gongdina í inntøkum og útreiðslum hjá 18 av 29 kommunum1. Sí Talvu 1 á næstu síðu. Kommunalu útreiðslurnar er javnt býttar á økini, sum kommunurnar vara av. Almanna- og heilsumál, serliga eldra røktin, er í dag størsta einstaka útreiðslugrein hjá kommunum.
1) Svarandi til áleið 95% av kommunubúskapinum. Tær kommunur, sum ikki eru við eru: Sumbiar-, Hovs-, Porkeris-, Fámjins-, Kunoyar-, Fugloyar-, Viðareiðis-, Hvannasunds-, Skúvoyar-, Húsavíkar- og Skálavíkar kommunur.
Aðalfundur 2018
29
Talva 1: Útreiðslur Kommunugrein
2014
2015
2016
(Mett) 2017
Játtan 2018
§1
Kommunal fyrisiting
162.202
175.453
185.950
201.595
194.801
§2
Almanna- og heilsumál
155.449
527.103
572.260
554.484
628.808
§3
Børn og ung
325.203
348.428
376.802
371.318
415.858
§4
Undirvísing
143.861
133.040
184.752
249.850
314.887
§5
Mentan og frítíð
157.722
156.923
185.948
234.940
219.913
§6
Teknisk mál
334.375
391.977
389.154
302.501
422.027
§7
Kommunal virki
181.460
150.297
192.050
203.723
160.085
1.460.272
1.883.221
2.086.916
2.118.410
2.356.378
§1-7
Útreiðslurnar eru frátrekt møgulig brúksgjøld, fyri eitt nú barnaansing ella eldrarøkt. Somuleiðis eru hesar somu inntøkur, sum kommunurnar hava fyri beinleiðis sølu, ikki við í inntøkuuppgerðini. Sí Talvu 2. Samlaðu inntøkurnar eru skattir og avgjøld, frátrekt netto virðið, rentuútreiðslur og kommununa part av rentustuðlinum. Støddin á kommunalu búskapunum er vaksin síðstu árini. Serliga var vøksturin stórur frá 2014 til 2015, tá kommunurnar yvirtóku eldraøki frá landinum. Árið 2017 er ikki liðugt uppgjørt enn, og eru tí fyribils tøl. Men sæð í mun til játtaðu fíggjarætlanina fyri 2017 vóru inntøkurnar væl størri, samstundis sum at serliga íløguútreiðslurnar ikki gjørdust so stórar, sum fíggjarætlanirnar bóru boð um. Tað hevur eisini víst seg, at inntøkumetingarnar í kommunum søguliga hava verið varnar, samstundis sum at kommunurnar ikki altíð hava at brúkt tað, sum er játtað. Fyrstu mánaðirnir í ár benda somuleiðis á, at inntøkurnar verða nakað hægri í 2018 enn tær vóru í 2017. Sí Talvu 3. Inntøkurnar hjá kommunum er serliga skattur. Áðrenn 2015 var kommunuskattur stórt sæð einasta inntøkukelda hjá kommununum, saman við partinum hjá kommununum av partafelagsskatti og skatti av kapitaleftirløn. Eftir 2015 hava kommunur fingið aðrar inntøkukeldur. Síðani aldarskiftið hava kommunurnar yvirtikið fleiri væl ferðaruppgávur frá landinum. Hetta er gjørt við tí grundgeving, at umsitingin í kommunum er nærri borgarunum og kennir tískil betri tørvin á staðnum. Her verður serliga hugsað um barnaansing, barnavernd og eldrarøkt.
Hesi øki kosta í dag kommunum eina slaka milliard netto um árið, og er tískil vorðin ein stórur partur av kommunala virkseminum. Sí Talvu 4. Barnaansingarøkið varð yvirtikið í ár 2000, eftir at øki hevði ligið undir landinum. Økið var fíggja av landi og kommunum og í felag, har tey rindaðu 35% í part. Foreldragjaldið var 30% av kostnaðinum fyri barnaansing. Í 1999 rindaðu land og kommunur slakar 57 mió. í part, sum eru um 113 mió. í alt. Kostnaðurin av barnaansing er fleirfaldaður í síðani tá, eftir at kommunurnar hava gjørt stórar íløgur í at byggja upp barnaansingarøkið. Útreiðslurnar til barnaansing tátta í dag í 400 mió. kr. Kommunurnar tóku yvir barnaverndina í 2006. Hetta merkti, at kommunurnar yvirtóku fígging og umsiting av økinum, sum bleiv skipað í sjey kommunal samstarvsøki, harav Tórshavnar Kommuna var eitt. Samstundis lækkaði landið skattin fyri 90 mió., við m.a. at hækka botnfrádráttin úr 24.000 kr. til 26.000 kr. Fyri at fíggja yvirtikna økið, var lagt upp til at kommunur kundu hækka kommunuskattin, sum fleiri eisini gjørdu. 1. januar 2015 yvirtóku kommununum eldraøkið, sum bleiv skipað í somu samstarvsøki, sum áðrenn hetta umsótu barnaverndarøkið. Árligu útreiðslurnar til eldraøkið nærkast í dag hálvari mia. Við eldraøkinum fylgdi fígging, soleiðis at skatturin av pensjónsinngjøldum bleiv býttur millum kommunurnar eftir tali av eldri borgarum. Somuleiðis fingu kommunurnar endurgjald fyri mista inntøku, frá DIS- og FAS-inntøkum, sjómannafrádrátti og uttanlandsarbeiðarum. Samstundis misti kommunurnar skattin av kapitalpensjónum.
Talva 2: Inntøkur (18 av 29 kommunum)
2014
2015
2016
(Mett) 2017
Játtan 2018
Íbúðarmál (rentustuðul)
-40.041
-35.775
-34.960
-34.635
-35.838
Rentur (netto)
-39.454
-32.425
-27.718
-27.472
-21.767
Skattir og avgjøld
1.598.732
2.105.239
2.213.186
2.344.702
2.270.611
Inntøkur tilsamans
1.519.237
2.037.040
2.150.508
2.282.596
2.213.006
Kommunugrein
§20
30
Aðalfundur 2018
LAND OG KOMMUNUR Síðstu tíðina hevur ein ávís umrøða verið av vaksandi komm unubúskapinum. Í svari til §52a fyrispurningum frá Jenisi av Rana og Magnusi Rasmussen á heysti 2016 um gongdina í inntøkum hjá landi og kommunum, vísti Fíggjarmálaráðið á, at kommunalu inntøkurnar vóru vaksnar lutfalsliga meira enn landsins inntøkur. Svarið til spurningin frá Magnusi Rasmus sen vísti samlaða inntøkur, íroknað brúkaragjøld og flytingar síðani 1997 og vísti samstundis gongdina í lutfallinum millum inntøkur hjá landi og kommunum. Sí Mynd 1. Bláa rásin í mynd 2 vísir heilt klárt, at lutfallið millum inn tøkurnar hjá landinum og kommunum er broytt, soleiðis at parturin hjá kommununum av samlaðu inntøkunum er vaksin lutfalsliga meira. Fyri at fáa eina meira fullfíggjaða mynd av gongdini, kundu vit tikið broytingarnar í málsøkjabýti millum kommunala og landspolitiska geiran við. Tað kann vera trupult at meta um, hvussu barnaansing og barnavernd høvdu sæð út, um kommunurnar ikki høvdu tikið yvir landsins part. Um landið enn rindaði helvtina av barnaansingarkostnaðinum og fyri barnavernd, hevði tað kostað landinum áleið 200 mió. kr. og somuleiðis spart kommunum 200 mió. kr. Somuleiðis hevði kostnaðurin fyri eldraøkið merkt inntøkutørvin áleið 370 mió. kr. eftir 2015, tá eldraøkið varð yvirtikið. Sum sæst á myndini hevði tað merkt, at lutfallið stórt sæð hevði verið óbroytt um 3,5 yvir tíðarskeiðið (appilsingula rásin) Sostatt er sannlíkt, at broytta lutfallið millum inntøkur hjá land og kommunum fyrst og fremst stavar frá, at komm unurnar hava yvirtikið uppgávur frá landinum. Myndin oman fyri vísir inntøkurnar hjá land og kommunum sum part av BTÚ. Her sæst, at kommunurnar síðstu 20 árini hava tikið áleið javnt stóran part av samlaðu framleiðsluni, hóast tær í dag røkja eina nógv størri uppgávu. Harafturímóti sæst, at inntøkurnar hjá landinum er vorðin ein alsamt minkandi partur av BTÚ. INNTØKUBYGNAÐURIN Kommunurnar seta sjálvar kommunuskattin, umframt at kommunurnar lata frádrátt í skattinum fyri hvørt barn í kommununi. Somuleiðis hava kommunurnar í ávísan mun møguleika at áseta brúksgjøld fyri eitt nú barnaansing, eldrarøkt og aðrar kommunalar tænastur. Kommunur hava ikki heimild til at áleggja aðrar skattir enn kommunuskattin, og gjøld skulu kunna vísast til eina ávísa tænastu til tann ávísa borgaran. Hetta kann gerast ein trupulleiki fyri at tær kommunur, har skattagrundarlagið fellur, uttan at uppgávurnar minka. Hetta ger seg eitt nú galdandi í kommunum við fleiri tómum húsum, ella við húsum sum verð brúkt sum summarhús ella til útleigan. Uppskotið frá skattanevndini, um at loyva komm unum at krevja inn húsatænastugjald fyri hús í kommunum, hevði minkað um hendan trupulleika. Hetta hevði givið kommunum eina støðuga inntøkukeldu, sum knýtti seg at ítøkiligum útreiðslum til hús, so sum renovatión, vatn, kloakk og tilbúgving. Inntøkugrundarlagið hjá kommunum er fyrst og fremst skattskylduga inntøkan hjá borgarunum í kommununi. Fyri kommunurnar er tað ein trupulleiki, at grundarlagið kann hvørva, tá landið ger broytingar fyri, hvat er skattskyldugt og ikki. Í seinastuni hava vit t.d. sæð uppskot um, at gera fyri
tíðarpensjón skattafría og geva frádrátt fyri fakfelagsgjald. Skattanevnd landsstýrisins mælir í sínum áliti til, at allar almennar veitingar sum útgangsstøði eiga at vera skatt skyldugar. Politiska gongdin hevur tó verið beint øvug og fyri kommunurnar, sum hava lutfalsliga nógvar borgarar, ið fáa veitingar frá tí almenna, merkir tað, at inntøkugrundarlagið verður útholað. Um almennar veitingar, sum fólkapensjón, lestrarstuðul og almannaveiting vóru fult skattskyldug, hevði tað javnað inntøkugrundarlagið millum kommunur, umframt at tað hevði givið kommununum eina tryggari inntøku. Kommunurnar hava á sama hátt sum landið eina avbjóðing við fíggjarliga haldførinum, tá inntøkugrundarlagið fellur, so hvørt sum lutfalsliga færri fara at vera á arbeiðsmarkn aðinum og útreiðslurnar til eldrarøkt fara at vaksa. Somu leiðis er fíggingin av eldraøkinum, sum er knýtt at skatti av pensjónsinngjøldum, tengd at gongdini á arbeiðsmarknað inum og ikki talinum av eldri borgarum ella kostnaðinum av eldrarøkt. Við breiðkaðum kommunalum skattagrundarlagi, við skattskyldugum veitingum, og øktum heimildum hjá komm unum at krevja inn gjøld, høvdu fleiri verið við til at rinda fyri kommunalu vælferðina og samstundis bøtt um kommunala haldførið. ÚTREIÐSLUR HJÁ KOMMUNUNUM Búskaparráðið hevur í sínum seinastu frágreiðingum víst á, at útreiðslurnar hjá kommununum í eru vaksnar nógv og at tær eru konjunkturviðgangandi, sum er óheppið fyri samlaða samfelagsbúskapin. Búskaparráðið vísir á, at viðgangandi fíggjarpolitikkur hjá m.ø. kommununum minkar um makro búskaparliga støðufestið. Lagt verður tí upp til, at land og kommunur samskipa sín fíggjarkarm. Í ársfrágreiðingini til aðalfundin í KF í 2017 vóru felags fíggjarkarmar eisini umrøddir. Har varð víst á, at skipanin í dag leggur upp til, at stórar íløgur serliga verða gjørdar í góðum tíðum, tá inntøkurnar eru til tess. Hetta er tí, at kommunurnar hava avmarkaðan møguleika til at spara upp ella taka á seg skuld og tískil koma stóru útreiðslurnar, tá inntøkurnar eru stórar. Nakað tað sama vísir búskaparráðið á í síni heystfrágreiðing frá 2016, har sagt verður “Hetta kundi týtt uppá.... at tað eru inntøkurnar, sum avgera støddina á útreiðslum.” Um tað eru bygnaðarligar orsøkir til viðgangandi útreiðslu mynstrið hjá kommununum, eigur hesin bygnaður fyrst at vera bøttur. Eisini her kundu støðufastari inntøkur bøtt. Ítøkiliga skjýtur skattanevndin upp eitt húsatænastugjald og eitt borgaragjald, sum hevði gjørt kommunalu inntøkurnar meira støðufastar og tengdar at veruliga útreiðslutørvninum í kommunum og ikki av stutttíðar konjunkturinum. Komm unurnar høvdu tá kunna lækka inntøkuskattin samsvarandi økingina í øðrum gjøldum. Eitt er sjálv útreiðslugongdin, sum kann fylgja konjunktur gongdini. Eitt annað eru tær ítøkiligu útreiðslur og inntøkur, sum kommunurnar hava. Á markamótinum millum land og kommunur er ymiskt, sum kann tykjast undarligt, men sum hevur sín uppruna onkustaðni. Í svari til Brand Sandoy um at geva kommununum fult endurgjald fyri tap í sambandi við hækkaðu fyritíðarpensjónirnar, svarar Aksel v. Johannesen, løgmaður: “Tað er seinastu árini vorðin siðvenja, at lógar broytingar, ið hava munandi fíggjarliga ávirkan á komm
Aðalfundur 2018
31
Talva 3: Skattir og avgjøld (18 av 29 kommunum) 2014
2015
2016
(Mett) 2017
Játtan 2018
1.508.334
1.607.267
1.699.176
1.776.005
1.746.998
Felagsskattur
72.010
110.101
114.672
162.832
110.400
Skattur av eftirløn
21.613
0
0
0
0
0
257.377
273.899
302.355
311.251
-3.224
-2.300
-19
-5.249
-2.486
Flyting vegna DIS. FAS og frádráttir
0
109.065
112.901
108.760
104.448
Tíðaravmarkað flyting vegna eldraøkið
0
23.730
12.557
0
0
1.598.732
2.105.239
2.213.186
2.344.702
2.270.611
Kommunuskattur
Skattur av eftirlønarinngjøldum Aðrar inntøkur
Tilsamans
unurnar, verða neutraliseraðar í fylgilóggávu.” Og júst hesar loysnir kundu í fleiri førum trongt til eina gjøgnumgongd. Niðanfyri verða nøkur dømi drigin fram. KEYPS-MVG MVG verður goldið av flest øllum vørum og tænastum og virkar sostatt sum ein óbeinleiðis skattur á inntøkur. Fyri at javnseta kapping millum alment og privat, fáa almennir stovnar undir landinum MVG-ið endurgoldið við keypi av vørum og tænastum. Hetta er fyri at tað almenna ikki av skattligum ávum skal haldast frá at keypa vørur og tænastur frá tí privata, heldur enn at brúka egin starvsfólk. Tó at landsins stovnar fáa endurrindað alt keyps-MVG’ið, fáa kommunur bert endurgoldið 75% av keyps-MVG’num. Her kann talan bæði vera um útveitan av tænastum, sum t.d. kantinuvirksemi í almennum stovnum, men eisini um stórar løgur, eitt nú í vegir og bygningar. Sí talvu 5. Í 2017 var nettoútreiðslan fyri MVG slakar 57 mió. kr., sum kommunurnar rinda til landið. Sæð úr einum búskaparligum sjónarhorni, kann tað vera trupult at síggja meiningina í hes um. At ein almennur myndugleiki áleggur skatt á ein annan almennan myndugleika, kann vera við til at grugga og skeikla politiska avgerðargrundarlagið. Landsstýrisins skattanevnd vísir á hesi somu viðurskifti í síni frágreiðing, har millum annað verður sagt at: ”Møguliga eigur at verða umhugsað og kannað nærri, um
kommunur – eins og í Danmark – heldur áttu at fingið alt keyps-MVG’ið endurrindað” Skattainntøkurnar hjá landi og og kommunum eiga at vera óávirkaðar av, um tað er land ella kommuna, sum hevur eina útreiðslu. Munurin kemur í dag til sjóndar í Marknagili, har landið og Tórshavnar kommuna byggja hvør sín skúla lið um lið, har tann eini skúlin er MVG-skyldugur, og hin ikki. Kommunufelagið mælir tí til at broyta leistin, so at komm unurnar fáa endurgoldið alt keyps-MVG’ið. PARTAFELAGSSKATTUR OG SKATTUR AV KAPITALVINNINGI Í dag verður partafelagskatturin býttur millum land og komm unur, har landið fær 70% og kommunurnar 30%. Skattanevndin skjýtur upp, at partafelagfelagsskatturin eigur allur at fella til landið, bæði tí at talan er um eina ójavna inntøku, sum riggar illa sum inntøkukelda hjá kommunum, og tí at hon fellur har, sum fyritøkan tilvildarliga er skrásett. Kommunufelagið hevur í hesum sambandi víst á, at nógvar kommunur hava gjørt stórar íløgur til tess at skapa vinnuni neyðugu karmarnar. Missa kommunurnar inntøkurnar frá partafelagsskattinum, so er vandi fyri, at áhugin hjá kommununum at skapa vinnuni fyritreytir minkar. Skattur av kapitalvinningi fellur allur til landið. Meðan partafelagsskattur er skattur av vinningi hjá einum felagi, er kapitalvinningur ein persónlig inntøka hjá einum borgara í eini kommunu. Tí kann tað tykjast løgið, at júst hendan inn
Talva 4: Útreiðslur til yvirtikin økir (18 av 29 kommunum)
2014
2015
2016
(Mett) 2017
J 2018
Barnavernd
57.120
61.070
65.936
64.428
69.723
Eldrarøkt
27.557
396.832
440.094
427.436
485.349
Barnaansing
312.049
333.543
360.393
354.966
396.384
tilsamans
396.726
791.445
866.423
846.830
951.456
27%
42%
42%
40%
40%
% av samlaðu útreiðslum
32
Aðalfundur 2018
Mynd 1: Inntøkur tilsamans hjá landi og kommunum 1997–2015 7000
5250
3500
1750
0 1997
1998
1999
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
Síðan 1997 eru landsins inntøkur vaksnar úr sløkum 4 mia. kr. til góðar 6 mia. kr. í 2015. Í sama tíðarskeiði eru kommunalu inntøkurnar farnar úr 1 mia. kr. Í 1997 til 2,56 mia. kr. í 2015.
tøkan øll skal fella til landið, meðan partafelagskatturin part vís fellur til kommunur. Í summum førum eru tað er fólk, sum í størri mun liva av kapitalinntøku, heldur enn lønarinntøku. Hesi vera tá ikki við til at rinda fyri tænasturnar í kommunum. Tí er upplagt at hugsa sær ein leist, har kommunurnar fáa ein part av skattinum av kapitalvinningi. Í sama viðfangi kunnu vit nevna gjøldini, sum landið nú krevur fyri atgongd til felags tilfeingi. Hesi gjøld fella øll til landið og minkar samstundis um inntøkugrundarlagið hjá teimum kommunum, sum hava stórar inntøkur í tilfeingis vinnunum. Eftir ætlan verður neyvari greining gjørd av hesum í eini komandi frágreiðing.
SKATTUR AV LEIGUINNTØKUM, INNTØKUR FRÁ FERÐAVINNU V.M. Landið hevur broytt skattingina av húsaleigu, fyri at gera tað meira lokkandi at leiga út til langtíðarleigu og fyri at fleiri skulu geva hesa inntøku upp. Meðan serskattaskipan er fyri langtíðarleigu, er inntøka frá Air’bnb skrásett sum B-inntøka og kemur ikki undir hesa skipan. Inntøkan frá húsaleiguskatti er ikki nøkur stór inntøkukelda hjá tí almenna, men hugsast kann, at hetta í framtíðini kann gerast eitt størri upphædd. Sí Talvu 6. Síðstu árini hevur kommunala inntøkan frá húsaleiguskatti ligið um 2-3 mió. kr.
Mynd 2: Lutfall millum inntøkur hjá landinum og inntøkur hjá kommununum 4
3
2
1
0 1997
1998
1999
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
Kelda: Fíggjarmálaráðið og egnar útrokningar
Aðalfundur 2018
33
Mynd 3: Inntøkur sum partur av BTÚ 4
3
2
1
0 1998
1999
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
Kelda: Fíggjarmálaráðið og Hagstovan
Kommunurnar fáa 45% av húsaleiguskattingum og part av Air’bnb-inntøkunum gjøgnum kommunuskattin. Ein trupul leiki bæði við leigu og serliga air’bnb er, at tað er lætt at lata vera við at skráseta hesa inntøku og harvið sleppa sær undan skatti. Í kommunum er kennskapurin til borgararnar og virksemi teirra størri enn hjá landinum og tískil kundi tað styrkt um skattaeftirlitið, um kommunurnar høvdu ein størri fíggjar ligan áhuga í hesum inntøkum. Somuleiðis eru tað í stóran mun kommunurnar, sum hava útreiðslurnar, sum eru knýttar til virksemi innan eitt nú ferðavinna. Á tann hátt kundu kommunurnar í størri mun fingið part av teimum inntøkum, sum eru knýttar at øktu ferðavinnuni. Annar møguleiki er, at kommunurnar fáa ein størri part av tí ferðaavgjaldi, sum í dag burturav fellur í landskassan.
RENTUSTUÐUL Húsaeigarar fáa dag stuðul til rentuútreiðslur av húsaláni. Rentustuðulin er í dag 35%. Av hesum 35% rinda kommunurnar 15,5%-stig, og landið rindar 19,5%-stig. Sí Talvu 7 Útreiðslurnar hjá kommunum til rentustuðul hevur síðstu árini ligið um 40 mió. kr. Kommunufelagið hevur ikki nakra meining um, hvørt húsaeigarar eiga at fáa rentustuðul ella ikki, men dugir ikki at síggja meiningina í, at kommunurnar skulu rinda hendan stuðulin. Tað kann tykjast eitt sindur tilvildarligt, akkurát hvussu býtið millum land og kommunur er, sum tað er. Í seinastu broytingunum, tá kommununnar partur varð øktur, komst hetta av, at kommunurnar fingu aðrar inntøkur av tí, at nakrar veitingar gjørdust skattskyldugar. Rentustuðul er ein landspolitisk avgerð og fellur uttanfyri virkisøkið hjá
Talva 5
2013
2014
2015
2016
2017
Goldið MVG
164.107
157.755
168.356
208.531
227.031
Endurrindan av keyps-MVG til kommunur
123.080
118.316
126.267
156.398
170.273
41.027
39.439
42.089
52.133
56.758
2014
2015
2016
2017
1.761
2.128
2.207
2.733
Netto útreiðsla fyri kommunur
Talva 6: Inntøkur hjá kommunum av skatti á húsaleigu
Skattur av húsaleigu flutt til kommunur
34
Aðalfundur 2018
Tvílemba
Talva 7: Útreiðslur til rentustuðul
Stuðul til rentuútreiðslur
Roknskapur 2014
Roknskapur 2015
Roknskapur 2016
Játtan 2017
Játtan 2018
40.041
35.775
35.899
39.459
36.732
kommunum. Tað átti tískil at verið landið einsamalt, sum bar hesa útreiðslu. SAMANUMTIKIÐ Kommunurnar eru sjálvstøðugar politiskar og fyrisitingarligar eindir, sum ikki liggja undir øðrum almennum myndugleika. Kommunala sjálvræðið er staðfest í bæði stýrisskipanarlóg, grundlóg og evropeiskum rætti. Føroysku kommunurnar hava síðan aldarskiftið yvirtikið fleiri stór vælferðarøki frá landinum. Árligu útreiðslurnar til barnaansing, barnavernd og eldrarøkt nærkast milliardini og kunnu væntast at vaksa, við vaksandi talinum av eldri borgarum. Kommunubúskapurin er tí í dag ein alsamt størri partur av almenna geiranum, sum setur størri krøv til ein búskaparligan skynsaman og haldføran bygnað. Búskaparráðið hevur m.a. víst á vandan við konjunktur viðgangandi fíggjarpolitikki, og skattanevnd landsstýrisins hevur mælt til broyttan inntøkubygnað fyri kommunurnar. Kommunufelagið viðurkennir avbjóðingarnar, sum kunnu
vera fyri búskaparliga støðufesti, men mælir frá, at man ger seg inn á lokala sjálvræðið við sentralari regulering. Kommunurnar kunna bert taka lán svarandi til ein álíkning, og kommunurnar luttaka ikki í vinnuligum virksemi. Hetta eru teir karmar, sum kommunurnar virka innanfyri, og innan hesar karmar eiga kommunurnar eisini at hava frælsi at virka. Kommunufelagið metir, at fleiri av uppskotinum frá skatta nevndini eru áhugaverd og eiga verða viðgjørd neyvari við tí fyri eyga at breiðka skattagrundarlagið hjá føroysku komm ununum og við tí fyri eyga, at fáa eitt støðugari inntøku grundarlag til kommunurnar. Kommunufelagið mælir eisini til, at land og kommunur hyggja at tí inntøku- og útreiðslubýti, sum í dag er millum land og kommunur, við tí fyri eyga at fáa eitt greiðari, rættvísari og ikki eitt minst gjøgnumskygdari býti av inntøkum og út reiðslum.
Aðalfundur 2018
35
VIÐ AT GERA NAKAÐ NÚ, VINNA VIT Í LONGDINI
Ráðstevna um fyribyrgjandi leiklutin hjá kommununum á barnaøkinum á Hotel Føroyum 13. september 2018
36
Aðalfundur 2018