Yrkisútbúgvingar
At velja útbúgving og fáa vegleiðing Á næstu síðunum ber til at síggja tær 60+ yrkisútbúgvingarnar, sum tú kanst læra til í Føroyum. 15 av hesum hava skúlagongd í Føroyum, hinar eru við danskari skúlagongd. Í einari yrkisútbúgving skiftir tú ímillum at ganga í skúla og at læra á arbeiðsplássinum. Nógv tann størsti parturin av einari yrkisútbúgving er á arbeiðsplássinum.
Útgáva: Yrkisdepilin 2025 Hagtøl eru við støðu í 2024
Løn Tú fært bæði løn, ímeðan tú arbeiður, og meðan tú gongur í skúla. Hetta er sjálvandi treytað av, at tú hevur ein galdandi lærusáttmála. Byrjar tú við skúlagongd uttan at hava ein lærusáttmála kanst tú søkja um útbúgvingarstuðul í skúlatíðini.
Lærlingafrádráttur 50.000 kr. Lærlingar hava rætt til kr 50.000 í frádrátti. Skráset teg við lærlingafrádrátti á Borgaragluggin.fo. Sí vegleiðing á heimasíðuni hjá TAKS.
Hvar byrji eg? Til ber at byrja eina yrkisútbúgving við skúlagongd við antin at søkja inn á skúla ella við at byrja í læru á einum arbeiðsplássi. Tó krevst altíð ein lærusáttmáli við ein góðkendan arbeiðsgevara fyri at gera yrkisútbúgvingina lidna og fyri at fáa yrkisprógvið. Um tú ætlar at søkja á skúla uttan lærusáttmála søkir tú á innskriving.fo
Finn eitt lærupláss Á yrkisdepilin.fo sært tú lærupláss, ið søkja eftir lærlingi og somuleiðis yvirlit yvir øll lærupláss, ið hava havt lærling. Hóast eitt arbeiðspláss ikki er á yvirlitunum ber til at spyrja, um tey eru áhugað at seta teg sum lærling, so søkir arbeiðsgevarin um góðkenning frá Yrkisdeplinum, áðrenn lærutíðin kann byrja.
Stytting í lærusáttmálanum Um tú hevur tikið aðra útbúgving, okkurt av skúlaskeiðunum, hevur arbeiðsroyndir og/ella hevur aðra yrkisútbúgving, hevur tú møguliga rætt til stytting í lærutíðini.
Stytting við førleikameting Við førleikameting kanst tú taka eina útbúgving eftir styttri tíð enn annars. Øll, sum eru fylt 25 ár og hava 3 ára starvsroyndir kunnu verða førleikamett. Fyri handverkaraútbúgvingar við føroyskari skúlagongd er treytin fyri at verða førleikamettur 30 ár, og persónurin skal hava í minsta lagi 5 ára starvsroyndir.
Send okkum tpost og hoyr nærri á yrkisdepilin@yrkisdepilin
førleikameting Endamálið við førleikameting er at meta um og skjalfesta førleikar hjá vaksnum fólki, sum tey ikki hava prógv uppá. Ein førleikameting kann brúkast til at fáa sær víðari útbúgving ella til at styrkja um støðu sína á arbeiðsmarknaðinum. Førleikametingin skal tryggja, at vaksin fólk ikki skulu nema sær førleikar, sum tey longu hava. Úrslitið av einari førleikameting kanst tú brúka til at søkja inn á eina útbúgving, til at fáa part av útbúgvingini góðskrivaða ella til at søkja starv. Tvey ymisk aldursmørk eru galdandi fyri at kunna søkja um førleikameting. Fyri flestu yrkisútbúgvingarnar er kravið, at tú skalt vera 25 ár og hava 3 ára viðkomandi starvsroyndir. Fyri handverksútbúgvingarnar við føroyskari skúlagongd er treytin tó, at tú ert 30 ár og hevur í minsta lagi 5 ára viðkomandi starvsroyndir. Føroysk yrkisútbúgving við danskari skúlagongd Ert tú í læru á einari útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark og ert yvir 25 ár, hevur tú møguleika fyri at fáa eina førleikameting frá skúlanum í Danmark. Á donskum verður førleikametingin kallað “realkompetencevurdering”, stytt RKV. Er talan um stytting av skúlatíðini, verður útbúgvingin stytt samsvarandi. Er talan um stytting av lærutíðini, skulu tú og lærumeistari søkja Yrkisdepilin um at fáa styttingina góðkenda. Set teg í samband við Yrkisdepilin og hoyr nærri.
www.yrkisdepilin.fo
+298 30 65 60 yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo Yrkisdepilin Kjatta við okkum á yrkisdepilin.fo
Í læru á arbeiðsplássi og skúlagongd
Dømi um býti millum skúlagongd og læru á einum arbeiðsplássi:
Í lærutíðini verður skift ímillum læru á einum arbeiðsplássi og skúlagongd.
• 1. skúlaskeið er 20 vikur
Tað er ymiskt, hvussu nógv skúlaskeið útbúgvingarnar hava, men vanligt er við 4 ella 5 skúlaskeiðum umframt einum sveinaroyndarskeiði.
• 3. skúlaskeið er 10 vikur
• 2. skúlaskeið er 10 vikur • 4. skúlaskeið er 10 vikur • Sveinaroyndarskeið er 5 vikur
Til nakrar av yrkisútbúgvingunum við skúlagongd í Føroyum, ber til at søkja beinleiðis inn á skúlan, og taka 1. skúlaskeið uttan lærusáttmála.
Til arbeiðis
Í skúla
Góðkend lærupláss
Sveinaroynd
Yrkisútbúgvingar
Førleikameting
Anlegsgartnari
bygging
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum anlegsgartnari fært tú grund leggjandi frálæru í at gera og røkja eitt nú havar, parkir og kirkjugarðar. Tú lærir um trø, blómur og grøs og um hvussu tey kunnu setast saman. Partar av arbeiðinum eru við maskinu, aðrir við hond.
skanna og les meira um útbúgvingina
SKRIVSTOVA, HANDIL OG TÆNASTA Advokatskrivari (EUX)
Skúla gongdin er í Dan mark og er skipað sum ein EUX-útbúgving, ið er samansett av einari gymnasialari miðnámsútbúgving á 2 ár og einari yrkisútbúgving. Sum advokatskrivari lærir tú um rættarmál, umframt at gera skjøl sum t.d. stevningar og testamenti. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap.
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Útbúgvingin til advokat skrivara er ein skrivstovu útbúgving við sergrein sum advokatskrivari. 6
LONGD 3 ÁR 6–12 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torg um og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og út rokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum. Ein anlegssmiður (eisini nevnt verk lagssmiður) syrgir fyri, at alt er klárt til bygging. Jørðin skal gravast, flytast og slættast, og tað skal leggjast dren og grund.
Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torg um og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum. Ein byggismiður arbeiðir mest við byggingini, ið er omaná jørðini. Til hetta krevst vitan um tilfarið, sum skal brúkast til kjallarar, trappur, múrar, vegbrýr, motorvegir og tílíkt.
Blómubindari
Handilsfólk
LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
við sergrein og profil LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Útbúgvingin til blómubindara er ein út búgving innan smásølu við sergrein innan blómubinding. Tú lærir grundleggjandi vitan um vøru, sølu og kundatænastu í einum handli.
Tú lærir, hvussu søla fer fram millum fyritøkur, og hvussu søla av vørum og tænastum kann gerast, so at tú gevur fyri tøkuni vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd.
7
Skrivstova, handil og tænasta
Byggismiður
LONGD 3 ÁR 6–12 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Bygging
Anlegssmiður
bygnings snikkari
Gólvleggjari LONGD 3 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 3 ÁR 3–9 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum gólvleggjari ert tú við til at ráðgeva og meta um prís, góðsku og annað í sam bandi við at leggja gólv á. Tú ert við til at tekna og leggja upp gávur til rættis, og arbeitt verður bæði við amboðum og maskinum. Uppgávurnar verða javnan loystar sam an við øðrum handverkarum, so arbeitt verður bæði sjálvstøðugt og í toymi.
Sum bygningssnikkari fært tú grund leggjandi vitan um trætilfar og útgerð, sum verður brúkt til at programmera, inn stilla og góðskutryggja alskyns snikkara maski nur, og tú lærir at framleiða og montera vindeygu, hurðar, trappur og annað snikkaraverk.
Logistikk- atstøðingur
Skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting (EUX)
LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Logistikkútbúgvingin er ein handils útbúgving við sergrein í logistikki. Tú lærir, hvussu søla av vørum og tæna stum og vørugoymsla kunnu rekast sum skynsamast fyri vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd. Tekur tú hesa útbúgvingina, lærir tú sum oftast hjá einari fyritøku, sum handl ar við aðrar fyritøkur.
Eitt skrivstovufólk innan almenna fyri siting lærir grundleggjandi um fyrisit ing og búskap. Tú lærir um sam band við viðskiftafólk og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.
8
Húsavørður
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 3 ÁR 3 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum húsasmiður dugir tú kynstrið at smíða hús og bygningar og at gera al skyns timburarbeiði. Tú lærir at gera útveggir og takkon struk tiónir, at forskalla, klæða, bjálva, leggja gólv og at seta vindeygu og hurðar í, umframt at montera køkar og aðrar lidnar bygningslutir.
Sum húsavørður fært tú grundvitan um hita- og ventilatiónsskipanir og el- og vatnveitingar. Tú lærir um viðlíkahald, at gera smærri umvælingar og at samstarva við hand verkarar í sambandi við størri uppgávur. Tú lærir um skaðameting av bygningum og brynjar teg at vera um brúkarar á stað num, har tú ert húsavørður.
Bygging
Húsasmiður
” Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at ráðgeva kundum”
Skrivstovufólk
við sergrein í búskapi (EUX)
við sergrein innan fyrisiting
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
Við sergrein innan búskap lærir tú at seta upp roknskapir og gera fíggjarætlanir. Tú lærir t.d. at bóka inntøkur, útreiðslur og lønir og at fíggjarstýra virkir. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grund leggjandi vitan um fyrisiting og búskap.
Vanlig skrivstovuútbúgving innan fyri siting kann takast á Glasi. Allar aðrar skrivstovuútbúgvingar krevja danska skúlagongd. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grund leggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Við FHS ella einari gymnasialari útbúgving verður útbúgvingin stytt sam svarandi.
9
Skrivstova, handil og tænasta
Skrivstovufólk
Málari
MaskinSnikkari
LONGD 3 ÁR 9 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 3 ÁR 3–9 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Útbúgvingin gevur tær hollan kunnleika um málarayrkið, og tú arbeiðir bæði á byggiplássum og í sethúsum, inni sum úti. Tú viðgert og málar múr-, træ- og metalflatur. Á skúlanum lærir tú at blanda litir og at mála við ymiskum sløgum av máling.
Sum møbilsnikkari fært tú grundlegg jandi vitan um trætilfar og útgerð, lærir at smíða møblar og annað fínari inn búgv, eins og tú lærir at nýta vanligar snikkaramaskinur og fært kunnleika um teldustýrdar skipanir innan sniðgeving og møbilsmíð. Sum orgulsnikkari fært tú grundlegg jandi vitan um m.a. trætilfar, og tú lærir kynstrið at smíða, seta upp, viðlíkahalda og stemma orgul.
Skrivstovufólk
Skrivstovufólk
við sergrein í roknskapi og grannskoðan (EUX)
við sergrein í speditión og shipping (EUX)
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Við sergrein innan roknskap og grann skoðan lærir tú um tær ymisku rokn skaparuppgávurnar og at viðgera rokn skapir á ymsum virkjum. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap.
Tú lærir at leggja til rættis flutning av vøru sjóvegis og loftvegis. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at stýra sam bandinum millum shippingfyritøkuna og tær fyritøkur, sum hava tørv á at flyta vøru millum seljara og keypara.
10
Ventilatións tøkningur
LONGD 3 ÁR 5–11 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Útbúgvingin sum ventilatiónstøkningur gevur tær grundleggjandi vitan um tekniskar installatiónir í privatum heimum og fyritøkum, sum hava við ventilatión at gera. Tú lærir at gera tekniskar innleggingar í bygningum og ídnaði við nýggjastu grønu tøknini. Tú fært vitan um, hvussu ein best kann nýta, stýra og regulera orkunýtsluna.
sølufólk
sølufólk
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
við sergrein LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Undir útbúgvingini til handilsfólk og sølu fólk fært tú frálæru innan tað handilsliga starvsøkið, eitt nú um sølu, vørur, innkeyp og goymslu, og tú lærir eisini um tænastu og samskifti við kundar og veitarar. Við FHS ella einari gymnasialari útbúgving verður útbúgvingin stytt samsvarandi.
Undir útbúgvingini sum sølufólk við ser grein fært tú grundleggjandi frálæru um sølu, vørur og tænastur í handilsvinnuni. Tú lærir harumframt eitt nú um innkeyp av vøru, at halda skil á goymsluni og at vegleiða kundum. Við sergreinini er neyvari frálæra um vørur og mannagongdir í viðkomandi ser grein, tú hevur valt.
11
Skrivstova, handil og tænasta
Tú lærir múrarakynstrið og at viðlíkahalda hús og bygningar, ið eru gjørd úr sementi og steini. Í skúlanum fært tú innlit í ymisk sløg av tilfari, og hvussu tey skulu nýtast, og tú lærir eisini at lesa arbeiðstekningar. Í lærutíðini sleppur tú at stoypa sokklar og gólv, at arbeiða við taksteinum, at pussa framsíður og at leggja flísar.
Bygging
Múrari
EL OG KT
MATUR
12
Dátutøkningur
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 5 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum automatikktøkningur lærir tú um stýr andi skipanir, og tú lærir um el, tøkni og sterkstreymsskipanir. Tú lærir at byggja upp og royna sjálvvirkandi skipanir og at seta maskinur upp til framleiðslur.
Sum dátutøkningur lærir tú um framkomnar skipanir, og tú fært ymiska frálæru, alt eftir um tú velur sergrein innan forritan ella infra struktur. Innan forritan lærir tú at sniðgeva og um sita forrit til teldur og fartelefonir, og innan infrastruktur lærir tú at sniðgeva og umsita margfaldar skipanir við innbygdum trygdar loysnum.
” Ein týdningar mikil partur av arbeiðinum er at ráðgeva kundum”
Føðsluatstøðingur
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 2 ÁR 11 MÐR SKÚLAGONGD FØROYAR OG DANMARK
Útbúgvingin sum bakari gevur tær grund leggjandi vitan um bakstur og baksturrávøru sum heild. Á donsku skúlunum eru ymiskar ser greinar innan bakarayrkið: bagværker, hånd værksbager og detailbager.
Ein føðsluatstøðingur ger heilsugóðan mat á stovnum og í størri køkum. Tú skalt gera mat til nógv fólk, og dentur verður lagdur á, at maturin sær leskiligur út. Tú fært grundleggjandi vitan um føðslu og matgerð, og tú kemur at luttaka í allari mannagongdini, ið fevnir um matskrá, inn keyp, goymslu, matgerð, borðreiðing og upptak.
13
Matur
Bakari
EL og KT
Automatikktøkningur
Elektrikari
Elektronikkfaktøkningur
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Ein elektrikari arbeiðir við el-innleggingum til t.d. sethús, skrivstovur, virki og skip. Talan kann vera um t.d. ljós, motorar, elek troniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir. Eisini fæst elektrikarin við fjarskiftis-, dátu- og antennuinnleggingar.
Undir útbúgvingini sum elektronikkfaktøkn ingur lærir tú at seta upp og halda við líka t.d. samskiftisútgerð, vakmyndaútgerð og royndarstovuútgerð, umframt elektroniskar skipanir og tól til eitt nú sjúkrahús.
Føðsluhjálpari
Gourmetslaktari
LONGD 1 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Ein føðsluhjálpari lærir at gera heilsugóðan mat á eitt nú stovnum og í stórkøkum. Tú verður við í mannagongdini, ið tryggjar, at maturin er bæði heilsugóður og leskiligur, og tú kemur eisini at fáast við innkeyp, borð reiðing og upprudding.
Ein gourmetslaktari veit alt um kjøt, og hvussu tað skal handfarast. Á skúlanum lærir tú, hvussu kjøtið í ymiskum djórum er, og hvussu tað skal skerast og goymast fyri at vera fyrsta floks. Í donsku skúlunum er undirvísingin tillagað eftir teirri sergrein tú velur.
14
LONGD 5 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan KT-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni. Tú lærir um fram komnar KT-skipanir, og tú fært eitt nú sum uppgávu at halda tær við líka.
Á útbúgvingini sum medikotøkningur lærir tú at installera og halda við líka samskiftis-, vakmynda- og royndarstovuútgerð umframt elektroniskar skipanir og tól til eitt nú sjúkra hús.
kokkahjálpari
Kokkur
LONGD 1 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 3 ÁR 9 MÐR SKÚLAGONGD FØROYAR
Sum gastronomhjálpari fært tú ta mest grund leggjandi frálæruna innan mat gerð og rávørur. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast sum gastronomhjálpari í kantinum ella stórkøkum á t.d. stovnum ella virkjum, ella tú kanst lesa víðari innan matyrkið.
Sum kokkur lærir tú alskyns mátar at gera mat og fært innlit í kunstin at handfara rávørurnar, so at maturin skal síggja leskiligur út og smakka væl. Tú lærir eisini um heilsu og kost, og um hvussu tú hevur fyrilit fyri umhvørvi og burðardygd.
15
Matur
Medikotøkningur
LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD FØROYAR
EL og KT
KT-supportari
Tiltakstøkningur og AV-tøkningur LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum tiltakstøkningur ella AV-tøkningur lærir tú at leggja til rættis tann praktiska partin av einum tiltaki, framsýning ella framleiðslu, og tú lærir at brúka útgerð, ið verður brúkt til eitt nú konsertir, festivalar, sjónleikir, messur og aðrar sýningar. Talan kann vera um alt frá at arbeiða á verkstaði fyri at klárgera pallar, til at hand fara framkomnar ljóð- og ljósskipanir undir framførslum. Tiltakstøkningar og AV-tøkningar arbeiða vanliga sum verkætlanarsett ella í føstum starvi í eitt nú leikhúsum, mentanarhúsum og líknandi, har fingist verður við tiltøk og framsýningar.
Kondittari
Meiaristur
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 3 ÁR 2 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Í útbúgvingini sum kondittari lærir tú at baka ymisk sløg av køkum, og tú lærir eisini at gera dessertir, ís og marsipan. Tú lærir um ymiskar mannagongdir og at gera skap og prýði burtur úr bakstrinum.
Sum meiaristur fært tú grundleggjandi vitan um at gera ymiskan úrdrátt burtur úr mjólk, til dømis smør og ost. Meiaristar arbeiða sum oftast á stórum mjólkarvirkjum, men tað kann eisini vera í øðrum framleiðslum, eitt nú innan heilivág og ísframleiðslu.
16
Skúlagongd á yrkisskúla
Tórshavn 50% Útlond/DK 25% Klaksvík 25%
Kelda: yrkisdepilin.fo/hagtoel
Tænari
LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 3 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Eitt móttøkufólk tekur ímóti gestum og øð rum kundum á eitt nú hotellum og deplum og tryggjar sær, at teir hava tað gott. Sum móttøkufólk ert tú verturin á stað num, og undir útbúgvingini lærir tú, hvussu tú veitir bestu tænastuna og vegleiðingina.
Ein tænari tryggjar at gestirnir á einari mat stovu fáa eina góða uppliving, og undir útbúgvingini lærir tú eitt nú um mat, vín, tænastu og vertskap. Tú lærir at tosa við kundarnar og viðmæla teimum mat og drekka. Tú lærir eisini at prýða borð og at blanda drykkir.
17
Matur
Móttøkufólk
Flutningsfør
Maskin og Bátasmiður framleiðsla
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Tú lærir um tilfar, arbeiðshættir og handaligar snildir, sum hoyra bátasmíðnum til. Tú fært grundleggjandi frálæru í at smíða, umvæla og halda við líka bátar og eisini at sniðgeva, tekna og gera útrokningar til framleiðsluna.
18
Bilplátusmiður
LONGD 3 ÁR 9 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Undir útbúgvingini til bilplátusmið fært tú grund leggjandi vitan um at umvæla bilskrokkar á per sónbilum, vøruvognum, lastbilum og bussum. Tú lærir at bøta um, gera og passa nýggjar plátulutir til akførini.
Fínstálsmiður
Fínstálsmiður
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
í rustfríum tilfari LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR OG DANMARK
Ein fínstálsmiður arbeiðir við stáli, og uppgávur nar kunnu t.d. vera at smíða eitt nú trappur, stigar, lás og portur burtur úr stáli. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at arbeiða við metal.
Tú lærir at sveisa, bora, skera og sum heild við gera rustfrítt tilfar og gera tað til kassar, rør skipanir og annað. Undir útbúgvingini tekur tú eisini prógv í sveising.
19
Maskin og framleiðsla
Ein billakkerari fær grundleggjandi vitan í at um væla lakk á bilum – eitt nú at spartla, slípa og grunda, áðrenn tað verður sproytimálað. Størru arbeiðini við máling fara fram í ein ari kabinu við sproytitøkni, og tær smærru um vælingarnar kunnu eisini verða gjørdar á verk støðum.
Flutningsfør
Billakkerari
Bilsmiður
Entreprenør maskinmekanikari
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
Undir útbúgvingini sum bilsmiður fært tú gjøg num skúlagongd og verkliga læru vitan og før leikar innan eitt nú eftirlit, viðlíkahald og um væling av persón- og vørubilum undir 3.500 kilo.
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Tú lærir at eftirhyggja og umvæla maskinur innan byggiyrkið, eitt nú gravimaskinur, rennugravarar og kranar. Umvælingarnar kunnu eitt nú vera skift av motorum, stýriliðum, bremsum og koblingum.
gullsmiður
Kølitøkningur
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum gull- og silvursmiður arbeiðir tú við gulli, silvuri og platin. Tú lærir um metallini og um, hvussu man teknar, formar og ger t.d. smúkkur og aðrar prýðislutir. Gull- og silvursmiðir arbeiða á verkstøðum í gull- og silvurfyritøkum, sum framleiða smúkkur og bijouteri.
Ein kølitøkningur arbeiðir við køliskipanum og luftskiftisskipanum, og undir útbúgvingini lærir tú at seta skipanirnar upp, umvæla tær og halda tær við líka. Talan er um skipanir heilt frá smáum køliskáp um til stórar skipanir í vinnuni.
20
Lastbilmekanikari
LONGD 4 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum lastbilmekanikari lærir tú um akfør, ið eru omanfyri 3.500 kilo, eitt nú lastbilar, bussar, vøru vognar og viðfestisvognar. Tú lærir um ymisku sløgini av motorum og skipanum í tyngri akførum og at viðlíkahalda hesi.
Maskinsmiður
Plastmakari
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Í maskinsmiðjulæru fært tú grundleggjandi frá læru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær. Undir útbúgvingini lærir tú at gera maskinlutir (dreya og fresa) til eitt nú motorar, pumpur o.a. Harumframt lærir tú grundleggjandi sveising og motorlæru. Maskinsmiðir starvast ymisk støð, so sum á skipasmiðjum og á verkstøðum innan smiðju- og maskinídnaðin.
Ein plastmakari skapar fjølmangar lutir úr plastiki, alt frá leikum til stórar vindmylluveingir. Tú fert at arbeiða nógv við maskinum, sum forma vørurnar, og tú skalt eitt nú fyrireika og halda eyga við arbeiðinum.
21
Maskin og framleiðsla
Sum flogtøkningur lærir tú at halda við líka, kanna, umvæla og klárgera flogfør við turbinu motorum og stempulmotorum og tyrlur við tur binumotorum.
Flutningsfør
Flogtøkningur
nýggir Lærusáttmálar síðan 2005 408
417 367 330
379
382
226
276
405
375
376
344
327 290
377
291
247
242
2011
2012 2013 2014 2015 2016
177
2005 2006 2007 2008 2009 2010
2017 2018 2019 2020
2021 2022 2023 2024
Kelda: yrkisdepilin.fo/hagtoel
Ein árgangur í Føroyum er umleið 660 fólk
Rørsmiður
Rør- og blikksmiður
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
Rørsmiðir fáast við at tilevna og røkja HVS-stýri skipanir oljuketlar og aðrar orkuskipanir til eitt nú sethús, verksmiðjur og virkir. Tú fært grundleggjandi frálæru í smiðju- og maskinarbeiði, sum brynjar teg til at virka sum handverkari innan eitt nú jarn og metal.
22
Sum rør-og blikksmiður gert og røkir tú vatn skipanir, hitaskipanir og ventilatiónsinnleggingar í eitt nú sethúsum og virkjum. Eisini fert tú at seta HVS-stýriskipanir upp og geva vegleiðing, umframt at røkja og umvæla skipanir innan yrkið.
best umtóktu yrkisútbúgvingarnar KVINNUR
MENN
1. Skrivstovufólk 2. Sølufólk 3. Hárfríðkari 4. Kokkur 5. Føðsluatstøðingur 6. Logistikkatstøðingur 7. Bilsmiður 8. Móttøkufólk 9. Alari 10. Billakkerari
1. Maskinsmiður 2. Húsasmiður 3. Elektrikari 4. Bilsmiður 5. Sølufólk 6. Skrivstovufólk 7. Kokkur 8. Entrepr.mask.mekanikari 9. Handilsfólk 10. Rør- og blikksmiður
Kelda: yrkisdepilin.fo/hagtoel
Sveisari
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD FØROYAR
Sum seglmakari lærir tú at seyma og umvæla segl, presendingar, dúkar, markisur og annað mangt. Tú lærir eisini at sniðgeva nýggjar vørur til framleiðsluna.
Ein sveisari arbeiðir við at gera tilskeringar og tilevna rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini fæst ein sveisari við einfaldar fram leiðsluuppgávur, bæði handaligar og við maski num, og gera skap í plátu-, rør- og stáltvør skurðum. Aðrar uppgávur eru eitt nú at røkja amboð og viðgera yvirflatur úr metalli og øðrum tilfari, og at leggja til rættis samansettar sveisiuppgávur.
23
Maskin og framleiðsla
Seglmakari
Grafikkur og miðlan
uppliving og tænasta
24
Fotografur LONGD 4 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 5 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Undir útbúgvingini lærir tú at hugsa, skapa og brúka motiv, ljós og myndaviðgerð. Tú fært grundleggjandi frálæru í teimum mongu viðurskiftum, sum eru avgerandi fyri ta góðu mynd ina. Arbeitt verður við allari tilgongdini – frá ætlan til lidna mynd.
Sum films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur fæst tú við at framleiða eitt nú film, sjónbond og sjón varpssendingar, og tú verður við til at fyrireika, taka upp og viðgera framleiðsluna. Tú fært frálæru í at brúka útgerðina til framleiðsluna, og tú fært innlit í eitt nú ljós, ljóð, viðgerð og nýggjastu tøknina.
kosmetikari
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Útbúgving sum hárfríðkari gevur tær grundleggjandi vitan um at klippa, seta og røkja hár. Eisini lærir tú um hárvørur, og hvussu tær rigga. Útbúgvingin gevur tær tekniskar, ástøðiligar og almennar førleikar, sum við eftir- og framhaldsút búgvingum kunnu menna persónligu førleikarnar.
Sum kosmetikari fæst tú við húð, vakurleika og væl veru, og tú lærir um mannagongdir og vørur innan andlits- og kropsrøkt. Umframt at gera andlits- og kropsviðgerðir, eitt nú pedicure og manicure, skalt tú eisini vegleiða kundum innan vælveru og røkt. Kosmetikarar arbeiða gjarna á eitt nú vakurleika stovum, vælverusentrum og á klinikkum.
25
Uppliving og tænasta
Hárfríðkari
Grafikkur og miðlan
Films- og sjónvarps framleiðslutøkningur
Grafiskur tøkningur
Miðlagrafikari
LONGD 3 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 3 ÁR 11 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Undir útbúgvingini lærir tú grafisk kynstur og at brúka tilfar og amboð í samband við grafiska arbeiðið. Tú lærir sjálvstøðugt at ráðleggja, seta í verk og halda eftirlit við framleiðsluni av grafiska tilfarinum.
Ein miðlagrafikari arbeiðir kreativt við teksti og myndum, bæði talgilt og á prenti. Undir útbúgvingini lærir tú um týdningin av myndum, skapi og litum, og tú lærir at hava eitt tekniskt yvirlit heilt frá hugskoti til lidna framleiðslu. Tú lærir, bæði ástøðiliga og í verki, at loysa arbeiðs uppgávurnar, sum verða gjørdar á grafiskum verk støðum, á samskiftisfyritøkum og líknandi.
Tiltakssamskipari LONGD 2 ÁR 6 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum tiltakssamskipari fæst tú við at skipa fyri alskyns tiltøkum so sum konsertum, veitslum og brúdleyp um. Tú ert við til at skapa ta upplivingina, ið kundin ynskir, og myndar tilgongdina at gera hugskot til veruleika. Undir útbúgvingini verður frálæra eisini givin í ymiskum fyrisitingarligum, eitt nú roknskapi, bók ingum og sáttmálum.
26
aldursbýtið á lærlingum
Skeltatøkningur LONGD 3 ÁR 9 MÐR 1120 SKÚLAGONGD DANMARK
Kvinnur 3%
Sum skeltatøkningur framleiðir tú skelti. Undir útbúgvingini lærir tú um visuelt samskifti, sniðgeving, tilfar og handverk. Tað, tú sniðgevur, skal flytast yvir 82 á t.d. plast 1485og plátur, sum skal skerast út og síðan setast upp. 645
966
Menn 6%
10%
20%
18%
24%
388
3%
225 298
<18
18–20
21–25
26–30
196 31–40
4%
102
6%
>40
<18
18–20
21–25
26–30
4%
1% 2%
31–40
>40
Kelda: yrkisdepilin.fo/hagtoel
80 166 534
Streymoy 534 Eysturoy 166 Norðoyggjar 80 Suðuroy 67 Vágar 42
42
Sandoy 13
13
Lærupláss eftir øki
67 Kelda: yrkisdepilin.fo/hagtoel
27
Grafikkur og miðlan
317
Heilsa og umsorgan
tilfeingi og náttúra
28
Tannatstøðingur
LONGD 4 ÁR OG 1 MÁNAÐUR SKÚLAGONGD DANMARK
LONGD 3 ÁR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum ambulansuviðgeri ert tú á staðnum, tá óhapp eru hend ella við sjúku og hjálpir fólkum, ið hava tørv á bjarging ella bráða viðgerð. Undir útbúgvingini lærur tú at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærur eisini um flutning av sjúkum ella skøddum fólkum, at fáa tey skjótt og trygt til sjúkrahúsið. Ambulansuviðgerar kunnu bæði starvast privat og hjá almennum stovnum sum til dømis á sjúkrahúsum.
LONGD 4 ÁR SKÚLAGONGD FØROYAR
Alarar hava ábyrgd av fiski, frá tí hann á smoltstøðini er rogn og yng ul, til hann sum smolt verður settur á sjógv í aliringum. Alarin skal tryggja, at fiskurin verður fóðraður og mennist rætt, og í samráð við leiðsluna av fram leiðsluni tryggja, at fiskurin trívist væl, og at aliringurin støðugt er í góðum standi. Alarin siglur millum land og ali ringar í sergjørdum bátum við kra na- og fiskaflutningsútgerð. Aliútbúgvingin er ein samanrenn ing millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.
djórasjúkra røktari LONGD 3 ÁR OG 9 MÐR SKÚLAGONGD DANMARK
Sum djórasjúkrarøktari fært tú grundleggjandi vitan um at ansa, røkta og viðgera djór, og tú lærir um atburð, kropsbygnað og sjúkur, soleiðis at metast kann, um djórið er sjúkt. Eisini lærir tú ymiskt annað, so sum rein gerð, kundarøkt og fyrisiting. Djórasjúkrarøktarar arbeiða vanliga hjá djóralæknum.
29
Gartnari LONGD 3 ÁR 11 MÁNAÐIR SKÚLAGONGD DANMARK
Ein vakstrarhúsgartnari dyrkar blómur í stórum vakstrarhúsum og ger tær klárar til at selja. Hetta umfatar eitt nú at passa tær á rættan hátt og verja tær ímóti sjúkum og skaðakyktum. Ein gróðurstøðargartnari dyrkar eitt nú trø og runnar í gróðurstøðum, uttandura urtagørðum ella veltum. Her skalt tú passa vøkstrirnar á rættan hátt og klárgera teir til at selja. Ein havamiðstøðargartnari arbeiðir í havamiðstøðum, plantuskúlum og øð rum innan plantusølu, og umframt at passa planturnar, arbeiðir viðkomandi við at keypa, selja og marknaðarføra.
Tilfeingi Tilfeingiog ognáttúra náttúra
ALARI
Útbúgvingin sum tannatstøðingur gevur tær grund leggjandi vitan um at ansa eftir tonnum og tannkjøti, og tú lærir um útgerð og tilfar, ið verður nýtt til at fyribyrgja holum og tannsjúkum. Samstundis lærir tú at taka rønt- genmyndir og at finna røttu útgerðina fram til tannlæknan. Ein partur av arbeiðinum er at passa móttøkuna og telefonina, og skriva rokningar, skráseta, bíleggja og senda innkallingar til kundar.
Heilsa Heilsa,og umsorgan umsorgan og námsfrøði
Ambulansuviðgeri
yrkisútbúgving er ein skjót leið til útbúgvið arbeiði Fólkaskúlin
HD, Akademiútbúgving, Marknaðarførslubúskapur, PBA í Altjóða Handil og Marknaðarføring, Byggifrøði, Diplomútbúgving í leiðslu, Innovatión og íverksetar, Framleiðslutøkningur, Fíggjarbúskapur, Tænastubúskapur, Maritimar útbúgvingar
Gymnasialar útbúgvingar
Yrkisútbúgvingar
Bachelorútbúgvingar
Kandidat- / Masterútbúgvingar
Ph.d.-lestur
Útbúgvið arbeiði
Føroyska útbúgvingarskipanin
Yvirlitið vísir útbúgvingargongdina frá fólkaskúla til hægri útbúgvingar. Punkteraðu strikurnar gera vart við, at møguliga er neyðugt at taka ískoytis lærugreinar, so at ávísar treytir fyri upptøku til framhaldslestur skulu vera uppfyltar. Beinleiðis atgongd Krøv til atgongd
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Yrkisdepilin.
Heilsa, umsorgan og námsfrøði
vel eina yrkisútbúgving
Lærlingar hava rætt til kr. 50.000 í frádrátti
Tú fært bæði løn, meðan tú ert í skúla, og meðan tú ert til arbeiðis
Tú skiftir ímillum skúlagongd og at læra á arbeiðsplássinum
Yvir 60 yrkisútbúgvingar at velja í
Um tú hevur arbeiðsroyndir ella aðra útbúgving hevur tú møguliga rætt til at fáa lærutíðina stytta
Við at velja yrkisútbúgving kanst tú vera búgvandi í Føroyum
vel eina yrkisútbúgving vel føroyar
+298 30 65 60 yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo Yrkisdepilin Kjatta við okkum á yrkisdepilin.fo 32