Árið 2024 hevur verið eitt týðandi ár fyri føroysku sjóvinnuna. Tað hevur eisini verið eitt ár við nógvum broytingum og nýggjum krøvum. Í einum heimi, sum alla tíðina broytist, er týdningarmikið at hava eina trygga og burðardygga sjóvinnu. Tað er júst hetta, sum Sjóvinnustýrið arbeiðir fyri.
Sjóvinnustýrið tryggjar, at føroysku skipini liva upp til altjóða reglur og krøv um trygd og umhvørvi. Vit hava eisini hjálpt reiðarum og sjófólki at fylgja nýggju reglunum.
Samstundis hava vit ment okkara brúkaravendu tænastum. Nú ber til at senda inn umsóknir og skjøl talgilt, og viðgerðin er enn skjótari og greiðari. Eisini ber til at mynstra talgilt. Hetta ger tað lættari hjá vinnuni og sjófólki at samskifta við okkum. Seinasta menningin er, at vinnubrøvini liggja á talgilda pallinum “Skjáttan”.
Hægsti maritimi myndugleikin, IMO, framdi í 2024 eitt eftirlit av føroysku myndugleikunum, um hvørt vit fyrisita reglurnar á nøktandi hátt. Hetta var eitt IMSAS eftirlit, og fleiri aðalráð, myndugleikar og stovnar vóru fevnd av skoðanini. Sjóvinnustýrið samskipaði arbeiðið.
1. juni 2024 yvirtók Sjóvinnustýrið ábyrgd og rakstur av vitaverki og sjóuppmerking. Tvey starvsfólk eru komin afturat starvsfólkahópinum, umframt 10 tímaløntir vitapassarar. Ein av nýggju skyldunum er at senda út siglingarfráboðanir - Notices to Mariners.
Tann 19. februar 2025 bleiv Sjóvinnustýrið atlimir í altjóða felagskapinum IALA, (International Organization for Marine Aids to Navigation). Vitaverk og Sjóuppmerking eru eitt heilt nýtt øki hjá Sjóvinnustýrinum.
Í kjalavørrinum av fast track skipanini er talið av útlendskum sjófólki hækkað munandi. Mett verður, at umleið 100 útlendsk sjófólk sigla við føroyska fiskiflotanum, sum fiskar undir Føroyum. Nógv av teimum koma úr Asia.
Sostatt er samansetingin av sjófólki broytt nógv, og hetta hevur nýggjar avbjóðingar við sær, serliga innan mál og mentan. Sjóvinnustýrið hevur sett átøk í verk, so at trygdin hjá øllum sjófólkum verður raðfest hægst.
Sjóvinnustýrið skal vera ein álítandi myndugleiki. Vit skulu tryggja, at skip og manning hava ta vitan og góðkenning, sum krevst, og at alt gongur rætt fyri seg.
Í hesum ársriti greiða vit frá um arbeiðið í 2024. Vit leggja fram nakrar av teimum størstu verkætlanunum og nøkur av úrslitunum, vit hava rokkið.
Vit takka fyri gott samstarv og síggja fram til at arbeiða víðari saman við tykkum øllum, sum mynda sjóvinnuna í Føroyum.
Hans Johannes á Brúgv, stjóri.
Tað er sera sjáldan, at tað almenna byggir ein bygning til skrivstovuvirksemi. Flestu stovnar leiga frá privatum. Bygningurin er serligur í útsjónd, tí hann er tríkantaður. Hugsanin er, at bygningurin skal mynda eitt skip, ið stevnir fram. Zeta arkitektar hava teknað bygningin og Búsetur hevur bygt.
Sjóvinnustýrið aftur í Vágum
Eftir 6 ár í útlegd er Sjóvinnustýrið aftur í Vágum–í spildurnýggjum kontórbygningi, sum er bygdur til endamálið.
Eftir at hava húsast í leigaðum bygningi í Miðvági síðani skipaeftirlitið varð yvirtikið í 2002, bar í 2016 ikki til at vera í bygninginum longur vegna sopp og lekar. Flutt varð til Sørvágs í bygning á ídnaðarøkinum uppi yvir flogvøllinum. Men heldur ikki her vóru umstøðurnar nóg góðar til ein starvshóp á 20 fólk, og tí flutti stovnurin til havnar í desember 2017, fyrst í hølini hjá Rasmussen og Weihe á Hoyvíksvegnum, og síðani í Bókbindaragøtu, tá bygningurin á Hoyvíksvegnum varð seldur. Í hesum tíðarskeiði varð arbeitt við at finna eina varandi loysn at geva Sjóvinnustýrinum góðar arbeiðsumstøður.
Tá tað ikki bar til at finna ein nóg stóran og vælegnaðan bygning at leiga í Vágum, avgjørdi politiski myndugleikin, at ein nýggjur kontórbygningur skuldi byggjast á Giljanesi. Hesin var klárur at flyta inn í síðst í november 2023, og so varð flutt vestur. Eisini Skipaskrásetingin, sum altíð hevur hildið til í havn, er nú í Vágum.
Frítíðarbátarnir eru gamlir
Hóast fleiri nýggj stuttleika- og frítíðarfør eru komin til seinastu 10 árini, so vísa tøl hjá Sjóvinnustýrinum, at miðalaldurin á frítíðarførum í Føroyum er høgur og hækkandi.
Í 2024 er miðalaldurin á føroyskum frítíðarførum 42 ár. Av teimum 2771
førunum í flotanum eru 1414 teirra millum 31 og 50 ár. Merkisvert er eisini, at 17 føroysk frítíðarfør eru yvir 100 ára gomul.
Einki regluverk var fyri frítíðarbátar fyrr enn í 1994, tá ES setti í gildi ein frítíðarbáta-standard. Tað eru tí bara bátar yngri enn 30 ár, sum eru bygdir sambært hesum standardi. Sum vit síggja á talvuni á s. 7, so eru meginparturin av føroysku frítíðarbátunum eldri enn 30 ár.
Tøl frá Vørn siga, at tað vóru boð eftir bjargingarfeløgunum 44 ferð at sleipa bátar til lands í 2023. Tá er talan um bæði frítíðarbátar og vinnufør.
Mynd: Bjarni
Rubeksen
59 sleip í 2024
Kelda: Vørn
Frítíðarfør - aldur (2024)
Bátar undir 5 BT
Færri undantøk
Talið av undantøkum, sum Sjóvinnustýrið hevur givið til manning á skipum, er minkandi. Orsøkin er, at Sjóvinnustýrið hevur broytt mannagongd, eftir
Undantaksloyvi 2011-2024
at lóggávan fyrr hevur verið tulkað meiri lagaliga. Trygd á sjónum er aðalmál okkara, og tí hevur tað týdning, at skip altíð sigla við tí tali og slag av manning, sum Sjóvinnustýrið metur vera trygt.
Talið av undantøkum hongur tó eisini saman við tali av umsóknum. Sum tað sæst á myndini, so er eisini talið av umsóknum um undantak minkað seinastu árini.
Fleiri útlendingar á føroyskum skipum
Tøl hjá Hagstovuni vísa, at talið av føroyskum sjófólkum minkar støðugt, samstundis sum talið av útlendingum veksur. Fast Track-skipanin hevur við sær, at tað koma fleiri útlendingar í føroysku fiskivinnuna. Hetta setir krøv til málsligar førleikar og rætta skelting v.m. á skipunum. .
Sjóvinnustýrið kannaði føroysku línubátarnar á heysti 2024, og her kom fram, at skelting á enskum máli er ófullfíggjað um borð á fleiri av teimum 12 virknu línuskipunum. Enska málið er
eisini ein vanligur trupulleiki, bæði hjá útlendingum og føroyingum. Sjóvinnustýrið vegleiðir reiðaríum og fylgir gongdini
Viðurkenningarprógv til útlendskar yvirmenn á fiskiskipum
Sambært manningarlógini skulu skiparar, stýrimenn og maskinyvirmenn á føroyskum fiskiskipum hava føroyskt sjóvinnubræv. Tó kunnu útlendingar mynstra í einum starvi, har sjóvinnubræv krevst, um útlendingarnir hava fingið eitt viðurkenningarprógv frá Sjóvinnustýrinum.
Í 2024 útskrivaði Sjóvinnustýrið 10 viðurkenningarprógv til yvirmenn á føroyskum fiskiskipum.
Fulltiknir dekkarar
Eitt arbeiðið er gjørt fyri at bøta um trotið av føroyskum dekkarum.
Ein broyting í útbúgvingini hevur við sær, at tað nú ber til at taka útbúgving til fulltiknan dekkara uppá 6 mánaðar. Hartil kunnu royndir dekkarar fáa prógv grundað á royndir í starvinum. Kunngerðin varð lýst 19/12 2024.
Avtalan um yvirtøku av vitaverkinum verður undirskrivað
Tal av føroyskum sjófólkum við føroyskum fiskiskipum
Prosentbýti av sjófólki í fiskiflotanum 2023/2024
Kuningarfundurin í Kaffihúsinum, Høgni Hoydal, táverandi landsstyrismaður og Eyðun Anthoniussen, leiðari á Sýnsdeildini.
Kunningarfundur fyri
útróðrarmonnum
22. august 2024 varð skipað fyri átaki saman við Umhvørvis- og vinnumálaráðnum kallað ”Kunningarfundur um sýn og krøv til vinnuligar útróðrarbátar í bólki 5A og 5B”.
Í fjør sendi Sjóvinnustýrið eigarum av útróðrarbátum boð um at lata bátin sýna. Fleiri eigarar settur seg tá í samband við Sjóvinnustýrið um at fáa bátin sýnaðan
Samstundis vil Suðurstreymoyar útróðrarfelag vera við, at krøvini til útróðrarbátar eru ov strong og í fleiri førum óneyðug. Á kunningarfundinum vóru ivamál um sýn og krøv til útróðrarbátar nærri lýst og umrødd.
Fyrra helvt av fundinum snúði seg um Fráboðan F og krøv til konstruktiónina á útróðrarbátum. Sjóvinnustýrið legði fram og høvi varð at seta spurningar og at umrøða krøvini.
Seinna helvt av fundinum snúði seg um, hvussu Sjóvinnustýrið fremur sýn sambært Fráboðan F. Høvi var at seta spurningar.
Eini 45 fólk møttu. Ikki bara útróðrarmenn, men eisini fólk frá tryggingarfeløgum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og onnur. Framløgurnar gingu væl, og kjakið var gott. Útróðrarmenn góvu eisini til kennar, at teir eru jaligir um eitt møguligt krav um at fáa AIS-sendarar á útróðrarbátar.
Vitaverk og sjóuppmerking
- nýtt arbeiðsøki hjá
Sjóvinnustýrinum
1. juni 2024 yvirtóku Føroyar málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking frá dønum. Sjóvinnustýrið umsitur málsøkið. Við hesum hava vit tikið yvir ábyrgdina av 24 vitum umframt onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni.
Somuleiðis yvirtóku føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum
og samstarvi, sum Søfartsstyrelsen hevði við m.a. Artisk Kommansi, MRCC og Landsverk. Føroyar yvirtóku samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um.
Nýggju uppgávurnar eru skipaðar á nýstovnaðari deild í Sjóvinnustýrinum –Vitaverk og sjóuppmerking – við einum deildarleiðara og einum teknikara. Eisini eru 10 vitapassarar, sum hava eftirlit við vitunum kring landið. Sjóvinnustýrið
hevur yvirtikið øll hesi starvsfólk frá Søfartsstyrelsen. Samstarv er eisini við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.
Til móttøkuna í sambandi við yvirtøkuna av Vitaverkinum. Andreas Nordseth, táverandi stjóri í Søfartsstyrelsen og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Alivinnan veksur
Alivinnan er blivin risastór seinastu árini. Hetta setir krøv til Sjóvinnustýrið, sum eisini skal hava nøktandi eftirlit við skipum og bátum í alivinnuni. Eisini skal atlit takast til alibrúkini í sjóuppmerkingini, sum er nýtt arbeiðsøki hjá Sjóvinnustýrinum. Á talvuni á s.13 sæst vøksturin týðuliga.
Bláa bók í søguna
Kunngerð um læknakanning og heilsuprógv fyri sjófólk kom í gildi 30. august 2024. Í høvuðsheitum hevur nýggja kunngerðin við sær, at útlendsk heilsuprógv nú eru góðkend at nýta um borð á føroyskum skipum.
Hetta merkir, at tað ikki longur er
neyðugt hjá útlendskum sjófólkum á føroyskum skipum at útvega sær læknakanning við oyðublaðnum, sum Sjóvinnustýrið gevur út.
Tað er nú møguligt at mynstra við útlendskum heilsuprógvi treytað av, at útlendska heilsuprógvið er útgivið sambært STCW-sáttmálanum (Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers) og MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention).
Samstundis er “Bláa bók” farin í søguna. Heilsuprógvið er nú eitt A4 ark, sum
læknin stemplar, og sjófólkið fær í varðveitslu. Hetta hevur minni umsiting við sær, bæði fyri sjóvinnulæknarnar og Sjóvinnustýrið.
Viðgerðartíðin er stutt
Tá sjófólk søkja um sjóvinnubræv, er bíðitíðin stutt. Hagtølini siga, at 86% av umsóknunum verða viðgjørd innan 10 dagar (2025).
Ein orsøk til, at bíðitíðin er minkað við árunum er, at umsóknartilgongdin nú er talgild. Skipanin sigur beinanvegin frá, um umsøkjarin hevur gloymt at viðfesta eitt skjal. Soleiðis slepst undan óneyðugari bíðitíð vegna vantandi skjøl.
Sjóvinnubrøv viðgjørd innan 10 dagar
Skip, alibátar og fóðurflakar Bakkafrost, Luna og Mowi Innan 10 dagar
Átøk og kanningar
Eitt av strategisku málunum hjá Sjóvinnustýrinum er at gera kanningar og átøk, sum eru við til at betra trygdina á sjónum.
Við jøvnum millumbilum, ella tá hendingar gera, at okkurt hevur tørv á at verða kannað nærri, gera vit skipaði átøk við kanningum á staðnum, venjingum og samrøðum, har úrslitini verða fest á blað og almannakunngjørd.
Partrolarar
Ein umfatandi kanning varð sett í verk eftir at partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stoyttu saman á vári
í 2022. Kanningin vísti, at átrokandi ábøtur vóru neyðugar á fleiri av teimum 12 skipunum, sum Sjóvinnustýrið kannaði.
Tað haltaði so mikið nógv við trygdarmannagongdunum á fleiri skipum, at alneyðugt var at gera eitt serligt átak fyri at betra um trygdina á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð.
Sjóvinnustýrið skipaði fyri fundi við manningarfeløgini fyri at tosa um trygdarmentan og arbeiðsumhvørvi.
Samstundis fingu reiðarar áheitan um at rætta feilirnar.
Línuskip
Eftir at línuskipið Kambur sakk í februar 2024, fór Sjóvinnustýrið undir at gera kanningar av teimum 12 línuskipunum, sum eru í vinnu í dag. Kanningin, ið varð almannakunngjørd medio 2025 vísir, at tað eru fleiri viðurskifti, sum kunnu betrast. Tó vísir kanningin eisini, at trygdarstøðið á fleiri økjum er gott.
Mynd: Føroya Fiskimannafelag
FAS –Føroyska Altjóða Skipaskráin
Føroyski parturin í FAS er vaksandi
Hóast samlaða talið av skipum í FAS hevur verið fallandi seinastu árini, so kunnu vit staðfesta, at fleiri og fleiri føroysk skip koma í skránna. Vøksturin frá 2016 til 2025 er heili 35,5%.
Hetta er fyrst og fremst ein ábending um, at føroysk reiðarí velja føroysku skipaskránna, tí hon er kappingarfør við aðrar skipaskrásetingar. Í aðru atløgu kann hetta vera spírin til eina vaksandi
føroyska shipping-vinnu. Ofta verður sagt, at Føroyar skulu hava eitt bein afturat at standa á, umframt verandi vinnur. Tað er upplagt, at Føroyar hava eina blómandi shipping-vinnu við øllum tí virksemi, sum tað inniber.
Vit síggja fleiri av okkara reiðaríum klára seg framúr væl á altjóða pallinum.
Sambært frágreiðing frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip (RFH), skapa FAS-
reiðarí nógv arbeiðspláss í Føroyum. Kanning frá RFH vísir, at í januar 2024 arbeiddu 1.350 sjófólk hjá reiðaríum í RFH, og 266 starvsfólk arbeiddu á landi.
Hetta setur krøv til útbúgving og førleikar, og tað er tí altavgerandi, at føroyska útbúgvingarskipanin fylgir við og setur á stovn útbúgvingar innan shipping-vinnuna.
FAS - 2017-2025, tal av skipum
Annan uppruna Føroyskt
Annan uppruna Føroyskt
Sjóborg ársins skip 2024
Vegna Skansi og Sjóborg tóku hesi ímóti heiðrinum:
Í 2014 varð FAS-lógin broytt soleiðis, at bara skip, ið eru yngri enn 20 ár, kunnu verða skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina. Lógarbroytingin varð gjørd, tí man vildi draga skip og reiðarí við høgari góðsku til flaggið.
FAS skipaskráin hevur fá skip, og tí telur hvørt afturhald samsvarandi nógv í uppgerðunum hjá Paris MoU, og flaggið tolir
ikki nógv afturhald, áðrenn vandi er fyri at FAS missir plássið á hvítalista.
Tá eitt reiðarí søkir um upptøku av skipi í FAS, eru nakrar treytur, sum skulu lúkast. Umframt aldur av skipinum, verður atlit tikið til tekniska standin og rakstrarstøðuna hjá skipinum.
Eisini verður hugt at reiðarínum og felagnum, sum skal reka skipið. Her
verður ofta tikið atlit til, um felagið ella reiðaríið hevur onnur skip í FAS og Sjóvinnustýrið tí kennir felagið, og um skipini eru væl rikin ella ofta hava verið afturhildin.
Eftir at hava umsitið FAS-lógina síðani 2008, hevur Sjóvinnustýrið fingið førleikar og drúgvar royndir. Í 10 ár hava vit umsitið 20-ára regluna, og hava vit tí mett um tíggjutals umsóknir. Tað er ein balansugognd, tí samstundis sum
vit vilja vaksa um talið av skipum, so hevur tað alstóran týdning at varðveita góðskuna og hvíta flaggið.
Vit vita eisini, at aldur og góðska ikki altíð fylgjast, og at onnur atlit viðhvørt eiga at verða tikin, tá vit viðgera umsóknir. Tí eru vit eisini fegin um “undantaksregluna”, sum loyvir eldri skipum at verða skrásett, um serlig atlit tala fyri hesum (§ 4a, stk. 2).
Dømi um undantak kann vera, at eitt reiðarí flaggar fleiri skip
inn samstundis, men at eitt av skipunum er ov gamalt. Eitt annað dømi kann vera, at eitt skip er yvir 20 ár, men reiðaríið hevur fleiri onnur skip í FAS, og Sjóvinnustýrið kennir reiðaríið og hevur góðar royndir við tí.
Ársins skip
Sjóvinnustýrið hevur skipað fyri átakinum “Ársins skip” síðani 2013. Hetta er eitt átak, sum skal stuðla uppundir, at skip og reiðarí leggja orku í at hava
so fáar feilir sum gjørligt í havnastatseftirliti. Fleiri álvarsligir feilir merkja, at skipið kann fáa eitt afturhald, og tað telur neiligt í hagtølunum og kann merkja, at føroyska flaggið (FAS) dettur niður á Hvítalista.
Ársins skip í FAS í 2024 var Sjóborg hjá Skansi Offshore.
Luttøka í altjóða felagsskapum
Stór IMO-skoðan í Føroyum Í juni 2024 hevði IMO – International Maritime Organization – stóra skoðan í Føroyum. Hetta var tað sokallaða IMO Member State Audit Scheme (IMSAS), har kannað verður, í hvønn mun Føroyar hava sett neyðugar reglur í verk fyri skip, og um føroysku myndugleikarnir fyrisita reglurnar á nøktandi hátt. Tvey umboð fyri IMO komu til Føroya at avgreiða skoðanina, sum tók eina góða viku.
Øll limalond og atlimalond í IMO verða skoðað 7. hvørt ár av umboðum frá umsitingini hjá IMO.
Talan er um eina størri skoðan av allari maritimu umsitingini, og skoðan av, hvørt londini liva upp til allar skyldur sambært teimum altjóða sáttmálum, ið limalondini hava tikið undir við.
Fleiri aðalráð, myndugleikar og stovnar vóru fevnd av skoðanini. Sjóvinnustýrið samskipaði alt fyrireikandi arbeiðið. Á skránni vóru framløgur við lýsing av bygnaðinum av føroysku umitingini, ábyrgdarøkjum, lógarverki og dagliga samstarvinum millum avvarðandi ráð og stovnar.
Í stuttum gekk sera væl, og samstarvið millum stovnar og ráð var fyrimyndarligt. Niðurstøðurnar frá skoðanini vórðu skrivaðar í “Final Draft Report”. Stovnarnir arbeiða nú saman við ráðunum at svara teimum frávikum, ið vóru. Síðani hava umsitingar 3-4 ár at íverkseta tær broytingar, ið skulu gerast sambært frágreiðingini.
Tað vóru 26 fyrireikandi fundir millum luttakararnar í 2024, og Sjóvinnustýrið skrásetti 2294 tímar, sum er 287 dagar, at vera fyrireiking til IMSAS-skoðanina.
Føroyska luttøkan í IMO átti at verið raðfest hægri Føroyar hava síðani 2002 verður atlimur í International Maritime Organization, sum er ein stovnur undir ST. Tað er IMO, ið ásetur tær altjóða reglur, ið verða settar í gildi fyri sjóvinnuna. IMO er ein stórur felagsskapur, og tað krevur nógv arbeiði at fylgja við í arbeiðnum og taka lut á fundunum. Limaskapurin førir við sær øktar uppgávur og størri krøv til føroysku myndugleikarnar. Frá
føroyskari síðu hevur man raðfest at vera við í teimum nevndum, sum hava serligan áhuga fyri Føroyar, nevniliga trygd á sjónum, havumhvørvið, skipaskráseting, útbúgvingar og sjóvinnubrøv.
At Føroyar eru atlimur merkir, at vit hava rætt til at føra okkara sjónarmið fram og kunnu eisini gera samgongur við onnur lond, tá ymiskt verður ført fram.
Vit hava tó ikki atkvøðurætt, tá aðalfundurin velur formansskap, men kunnu atkvøða, tá sonevndu “indicative votes” verða givnar. Úrslitið av hesum atkvøðugreiðslunum eru ofta avgerandi fyri, um arbeitt verður víðari við einum máli. Føroyar hava eisini møguleika at luttaka í arbeiðsbólkum, har góður møguleiki at vísa alheiminum, hvørja vitan vit hava um sjóvinnu og trygd á sjónum, og hvørja støðu vit hava, til ymisk mál. Her er eisini høvi at netverka og ávirka avgerðir handan leiktjøldini.
IMSAS opening meeting á Fiskastykkinum í Sandavági.
Á aðalfundi hjá IALA í Singapore 19. februar 2025, har atkvøtt varð um atlimaskapin hjá Føroyum. Einki limaland atkvøddi ímóti. Asbjørn Østerø, deildarleiðari í Vitaverkinum og sjóuppmerking og Hans Johannes á Brúgv, stjóri,
Sjóvinnustýrið hevur raðfest at vera við til árliga aðalfundin “Assembly”, Legal Committee, Maritime Safety Committee (MSC), Marine Environment Protection Committee (MEPC) og Human Element Training and Watchkeeping (HTW). Men tað er eingin ivi um, at var játtanin størri, so høvdu vit luttikið nógv meira, enn vit gera í dag.
Umframt at fáa kunning um nýggjastu reglurnar og tiltøkini í sjóvinnuni, so eru aðrar orsøkir at vera til staðar í hesum miðdepli fyri altjóða sjóvinnu. Tað verður mett avgerandi at hava fólk, sum kann netverka og vera við til at ávirka
avgerðir, sum koma landinum til góðar. Sendistovan í London hevur dagliga ábyrgd av atlimaskapinum. Sum limur og atlimur, hava vit skyldu at møta til ávísar fundir. Góð uppmøting telur upp, tá plássið á IMO Flagstate Performance List skal avgerast.
Føroyar nærkast Paris MoU
Arbeitt hevur verið við at fáa limaskap í felagsskapinum av 28 sjóvinnuumsitingum í Europa í fleiri ár. Upprunaliga vildu vit hava fullan limaskap á jøvnum føti við onnur lond. Men eftir fleiri ára tilgongd er nú greitt, at Føroyar fara at søkja um atlimaskap í Paris MoU. Tað er Danmark, ið skal senda umsókn okkara vegna.
Ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum loyvir ikki fullum limaskapi. Hinvegin er felagsskapurin sinnaður til at broyta viðtøkurnar soleiðis, at atlimaskapur nú er møguligur. Hvussu langa tíð, hetta arbeiðið fer at taka, vita vit ikki. Men tað er á árliga Assembly-fundinum í mai, at atkvøtt verður um nýggjar limir.
Atlimaskapur í IALA
Av tí at Føroyar vara av vitaverkinum, eru vit nú vorðin atlimur í millumstatsliga felagsskapinum IALA (International Organization for Marine Aids to Navigation ).
Limaskapur í IALA hevur fleiri fyrimunir við sær. Vit fáa m.a. atgongd til ein umfatandi grunn av skjølum og leiðbeiningum, sum eru sera týdningarmikil í arbeiðinum at umsita vitar og sjóuppmerking á besta hátt. Eisini eru skeið og førleikamenning til limirnar.
Hartil fáa vit møguleika at luttaka á ráðstevnum og øðrum tiltøkum sum geva atgongd til eitt stórt fakligt netverk kring allan heimin. Hetta gevur møguleika fyri vitanardeiling og samstarvi tvørtur um lond og felagsskapir. Umframt hetta hava limir møguleika og skyldu at luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum, sum tilevna nýggjar standardar og leiðbeiningar. Ikki minst,
fáa vit eisini atgongd til tekniska tænastuveiting og ráðgeving, sum kann vera við til at loysa serligar avbjóðingar innan virkisøkið.
Tað fylgja eisini treytir við limaskapinum. Føroyar binda seg til at brúka, seta í verk og liva upp til standardar, leiðbeiningar og tilráðingar frá IALA. Og væntað verður, at limalondini í verki fremja missiónina hjá IALA um at tryggja, at maritimu navigatiónshjálpartólini eru trygg, effektiv og umhvørvisliga burðardygg. Hetta hóskar væl saman við visiónini hjá Sjóvinnustýrinum, sum eisini snýr seg um trygd og umhvørvi.
Samanumtikið ger atlimaskapur í einum altjóða viðurkendum felagsskapi sum IALA Føroyar sjónligar, og trúvirði okkara í altjóða maritima geiranum gerst størri.
05 Talgilding
Fremst innan talgilding
Sjóvinnustýrið er helst tann stovnurin, sum er komin longst við at veita talgildar tænastur til viðskiftafólk.
Vit vilja, at øll viðskiftafólk skulu hava javnt góða atgongd til tænasturnar hjá Sjóvinnustýrinum, uttan mun til hvar man býr, ella hvat klokkan er. Vit eru tilvitað um, at tað kann vera torført hjá sjófólki og øðrum, ið hava sítt starv á sjónum ella uttanlands, at tillaga seg til vanligar upplatingartíðir. Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum at møta brúkaranum, har hann er.
Talgildingin hevur eisini effektivisering við sær. Tað sparir tíð og minkar um feilir, um skipanirnar eru greiðar og lættar at brúka. Sum dømi kann nevnast, at viðgerðatíðin fyri umsóknir um sjóvinnubrøv er munandi stytt, síðani tað bleiv møguligt at søkja online.
Sjóvinnustýrið á Vanganum Í juni 2022 komu fleiri tænastur hjá Sjóvinnustýrinum á Vangan. Tað ber nú til hjá bæði keypara og seljara at
skráseta keyp og sølu av frítíðarbátum beinleiðis á Vanganum. Hetta eru tað nógv, ið gera sær dælt av. Í 2024 vóru 127 eigaraskifti av smábátum avgreidd umvegis Vangan. Umframt skráseting ber til at gjalda árliga skrásetingargjaldið umvegis Vangan.
Sjóvinnubrøv eru eisini atkomulig á Vanganum. Hevur brúkarin eitt Sjóvinnubræv, ið er útskrivað í 2018 ella seinni, sæst avrit av hesum á Vanganum og í Skjáttuni. Ein áminning um, at Sjóvinnubrævið fer úr gildi, verður sjálvvirkandi sent brúkaranum umvegis teldupost 90 dagar undan útgongudegnum.
Nýggjasta tænastan hjá Sjóvinnustýrinum á Vanganum er siglingarbókin. Nú ber til at senda umsóknina umvegis Vangan, og so verður siglingarbókin send við postinum.
Talgildar siglingarbøkur
Arbeitt hevur verið við at talgilda siglinarbøkurnar í samstarvi við Talgildu Føroyar og Formula. Við broytingini kann sjófólkið søkja um siglingabók umvegis Vangan. Higartil hevur verið neyðugt at koma inn á Sjóvinnustýrið ella at senda umsókn við skjølum við brævposti. Hetta er ein góður hentleiki hjá teimum, ið ikki hava góðar umstøður at støkka inn á gólvið hjá Sjóvinnustýrinum, antin tí tey búgva, har ikki landfast er, ella tey eru til skips.
Talgild mynstring lættir um arbeiðsgongd
Tað er í dag nógv lættari hjá skipara og reiðaríi at umsita mynstringar. Fyrr útfylti skiparin mynstringarseðilin við hond ella í telduni, sum hann síðani skuldi undirskriva og senda Sjóvinnustýrinum og reiðarínum við telduposti. Nú verða sjófólkini mynstrað beinleiðis í eini mynstringarskipan, sum Sjóvinnustýrið hevur ment saman við Formula. Reiðarí, skipari og Sjóvinnustýrið hava nú atgongd til upplýsingarnar á einum
staði, og mynstringarseðilin, sum vit kendu hann, er ikki til í sínum gamla líki. Hetta lættir nógv um arbeiðið hjá skiparanum umborð, og eisini er tað nógv lættari at leita fram upplýsingar, enn tað var frammanundan. Øll føroysk reiðarí eru knýtt í mynstringarskipanina, sum Sjóvinnustýrið umsitur.
Hagtøl á heimasíðuni fma.fo Á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum fma.fo eru fleiri spennandi hagtøl at síggja. Trýst á teigin “Skipahagtøl” á forsíðuni, og tú sært altíð dagførd hagtøl fyri skip og bátar í Føroyum, umframt ymiskt virksemi hjá Sjóvinnustýrinum.
Vitlíki - eitt hent amboð
Samstundis sum talgilding er í hæddini, er Vitlíki komið buldrandi inn í okkara gerandisdag. Starvsfólkini á Sjóvinnustýrinum hava verið á skeiði í vitlíki, og fleiri teirra brúka amboðið regluliga í arbeiðsdegnum. Arbeitt verður við at gera ein “vitlíkispall”, har hent AI-amboð verða savnaði og gjørd klár til starvsfólkið at brúka.
Hetta nýggja amboð letur samstundis upp fyri enn fleiri snildum loysnum, sum kunnu koma brúkaranum til góðar. Ymiskt vitlíkisamboð kunnu setast inn og arbeiða saman við talgildu skipanunum, so enn fleiri ting kunnu autimatiserast og gerast einfaldari. Alt annað líka skuldi nýggja tøknin spart tíð, givið fleiri úrslit og frígivið orku til annað neyðugt virksemi. Vit síggja í hvussu er tøknina sum eitt stórt framstig og møguleika fyri menning, bæði í arbeiðsligum høpi og til fyrimunar fyri brúkaran.
Sýn og eftirlit
Hagtøl
Deyð á sjónum 20210 - 2024
Tilgongd av FAS-skipum síðan 1992
FAS skrásetingar
Skip sum eru skrásett í 2024:
• Grettir Sterki
• Fure Spear
• Lidan
• Vermland
• Spiken
• Vón Feeder
Skip sum eru farin úr skránni í 2024:
• Hvítanes
• Eystnes
• Nossan
• Vermland
Afturhald í 2024
Bing juskip
Gongdin á hvítalista
Sjóvinnubrøv útskrivað
Viðgerð innan 10 dagar
84% av umsøkjarum fingu svar innan 10 dagar. Mál okkara er, at 80% av umsóknunum verða avgreiddar innan 10 dagar.
Viðurkenningarprógv til útlendskar yvirmenn
Sjóvinnustýrið útflýggjar ikki vinnubrøv til utlendingar, sum sigla við skipið undir føroyskum flaggi. Teir fáa í staðin eitt viðurkenningarprógv og CRA. (CRA =Certificate of Receipt of Application)
Tal av skipum og bátum í Føroyum
Um sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum umsitur og hevur ábyrgd av føroyska regluverkinum, sum ásetur krøv
til skip og bátar, skrásettir í føroysku báta- og skipaskrásetingunum.
Føroyska regluverkið fevnir um altjóða krøv til skip og bátar, umframt serlig føroysk krøv.
Starvsfólk
Í Sjóvinnustýrinum starvast 20 fólk, ið mynda 19,3 ársverk. Starvsfólkahópurin fevnir um stjóra, løgfrøðingar, maskinmenn og navigatørar, fulltrúar og skrivstovufólk.