H71-Faldari-7-2024/2025

Page 1


ODDAGREIN

BÓLKASPÆLIÐ LIÐUGT

Síðsta vikuskiftið varð bólkaspælið í fremstu deildini í hondbólti leikt liðugt, bæði hjá kvinnum og monnum. Seinastu dystirnar leiktu vit ímóti Neistanum á útivølli á Hálsi og vunnu bæði kvinnur og menn okkara, kvinnurnar við 30 – 22 og menninir við 30 – 26. Kvinnurnar endaðu sostatt á øðrum plássi í bólkaspælinum og merkir hetta, at kvinnurnar fara beint í semifinaluna, har tær skulu møta vinnaranum av fjóringsfinaludystinum millum VÍF og Stjørnuna. Menninir vóru júst ov stuttir til at fara beint í semifinaluna, tá menninir gjørdust nummar trý í bólkinum, hetta við sama stigatali sum nr. tvey VÍF men verri støðu innanhýsis. Menninir skulu tí nú um vikuskiftið møta Neistanum aftur í fjóringsfinaludysti

og um vit vinna hann, so skulu menn okkara møta VÍF í semifinaluni. Verður tikið samanum bólkaspælið í ár, so hevur hetta verið sera nøktandi fyri bæði kvinnurnar og fyri menninar. Kvinnurnar hava alt árið ligið frammi í oddinum, tó so, at tær til tíðir hava snávað nakað. Eftir at vera slignar út í steypakappingini varð mett neyðugt við venjaraskifti hjá kvinnunum, har Helgi Hoydal avloysti Matthias og tikist hetta at hava gagnað liðinum, ið nú tikist at hava fingið betur stev aftur. Heldur henda jaliga gongd áfram, skuldi ikki verið ómøguligt at rokkið einum finaluplássi hjá kvinnunum, ið má metast sum avgjørt nøktandi.

Menninir byrjaðu árið nakað trilvandi,

men eftir at hava fingið samanspælt ein nýggjan hóp, hevur gingið stútt framá. Síðani miðjan oktober 2024 hevur mansliðið í veruleikanum bert tapt tveir dystir (um jólini) í landskappingini, og í steypakappingini volaðu menninir, mistu ikki eitt stig og endaðu við at vinna steypakappingina. Í so máta er árið fyri menn okkara longu meiri enn bjargað, havandi í huga, at menninir fyri nú ótalliga ferð hava skapað eitt nýtt lið vegna árliga frágongd av fremstu leikarum okkara til hægri kappingar úti í heimi.

Fjóringsfinaludysturin hjá monnunum ímóti Neistanum er ein púra opin, “vinn ella forsvinn” – dystur, har alt kann henda. Í bólkaspælinum endaðu vit gaman í langt frammanfyri Neistan og vunnu tveir og leiktu ein dystin javnan ímóti Neista­

num í bólkaspælinum. Slíkt telur bert ikki til slíkar dystir, har júst dagsformurin og hvør kemur betur úr startholinum henda dag, telur. Vit hava nokk nakað av einum favoritleikluti í dystinum, men er tað ofta sum ein bakdeilur at rokna við slík høvi.

Favoritstøða krevur breiðar herðar. Menn okkara hava alt ár verið “underdogs” og hava trivist ótrúliga væl í tí leikluti (sí bara steypafinaluna, ið serfrøðingar mettu sum ein avgreiðslusigur fyri VÍF) so spennandi verður at síggjast hvussu teir koma at roynast sum ikki–underdogs. Eitt er vist, skulu vit vinna á Neistanum, so krevst at alt verður lagt fyri og menn eru púra tendraðir til dystin. Ein og hvør “slingur í valsinum” slíkan dag kann kosta dýrt.

Mynd: portal.fo

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Saman flyta vit mørk

#errinhøvuðsstuðul

SIMON OLSEN AFTUR TIL H71

Í 2020 fór Simon Olsen við konu og trimum børnum umborð á flogfarið við kós móti

Føroyum trý ár seinri fór hann aftur til Danmarkar við fleiri gullheiðursmerkjum, vinarbondum og upplivingum í viðførinum.

Nú hevur Simon valt at leita sær heim aftur og hesuferð ferð hann at hava ábyrgdina av kvinnu- og gentusíðini hjá H71. Trý ára sáttmáli er júst undirskrivaður.

Børnini tosa flótandi føroyskt

Simon Olsen er ikki bara hondbóltsvenjari, men eisini familjupápi. Hann og konan, Sanne, eiga tveir synir og eina dóttir. Dóttirin var lítil, tá ið tey komu til Føroya í 2020.

Okkara dreingir, Malthe og Theo, lærdu føroyskt rímiliga skjótt og tosa málið flótandi í dag. Dóttirin Vilde er uppvaksin við tveimum málum, men hon brúkti at byrja við fyri tað mesta føroysk orð til stóran ampa fyri danska ommur og

abbar, sigur Simon flennandi, sum ikki sjálvur dugir føroyskt serliga væl. Børnini fingu nógv vinfólk í Hoyvík tey trý árini tey búðu har og tey gleða seg at síggja tey aftur eftir tvey ár í Danmark. Tey gleða seg helst serliga til tað frælsi, sum tað er at búgva í Føroyum, har børnini bara fara á gátt hjá hvør øðrum, uttan at tað skal avtalast frammanundan. Vit fingu vinfólk fyri lívið í Føroyum og vit gjørdust beinanvegin partur av H71 og felagslívinum í Hoyvík. Eg minnist, at bara stutta tíð eftir at vit vóru komin til Føroya, vórðu vit boðin í ein føðingardag. Fólkini rundan um okkum gjørdu, at tað var sera lætt at fella til.

Hugtikin av hondbólts Hoyvík

Simon Olsen hevur nógv góð orð at bera stóru H71­familjuni, sum var hansara gerandisdagur í trý ár.

Eg eri hugtikin av øllum teimum sjálvbodnu, sum gera ein mun. Eg eri hugtikin av felagnum, har tað er so stórur felagsskapur og gott samanhald, og eg eri hugtikin av teimum ágrýtnu spælarunum frá teimum elstu til tey yngstu. Og tað eru nógv børn í høllini uttan fyri teirra venjingartímar, sum royna at “stjala“ hvønn einasta fría sentimetur til at spæla hondbólt. Tað er bæði hugkveikandi og feitt!

Stór menning

Simon Olsen hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá A kvinnum og nú í apríl standa tveir spennandi dystir fyri framman har Føroyar kann spæla seg í enn eitt

endaspæl. Avtalan við hondbóltssambandið gongur út eftir kappingina og so fáa vit at síggja, hvat hendir eftir tað. Fyri meg er tað ein stór æra at vera landsliðvenjari. Tú arbeiðir við dugnaligum ungum leikarum og ert við í menningini, og so fylgja eisini nógvar upplivingar við starvinum.

Tað er ein rívandi menning, sum fer fram í landsliðshøpi. Simon hevur verið venjari hjá Randers Håndboldklub og so eisini á eftirskúla í Viborg.

Simon byrjar hjá H71 1. aug. 2025. Hjartaliga væl heimafturkomin Simon!

FRAMTÍÐIN

D18
G16
G12A
D16
D14A
G10A
D10B

Skapandi, mennandi, kveikjandi

Trygg fíggjarstýring

Rúna Jógvansdóttir Larsen

Elsa Egholm

Marta Agnarsdóttir Højgaard

Anna Elisabeth H. Weyhe

Karin Egholm

Karina Debes Heinesen

Lukka Arge

Alda av Skar∂i

Inga Maria Joensen

Tóra Róadóttir

Maria Beder

Maria Halsdóttir Weyhe

Karin Fossabrúgv

Sóley Vinther

Fjóla Skaalum Vilhelm

Lea Sesilia Lava Brockie

Sára Berg á Lag

Sára Vedelsbøl

Sofie Kornelius

Brynhild Pálsdóttir

Anita Dahl

Elida Joensen

Gu∂ri∂ Bogadóttir á Borg

Venjari:

Hjálparvenjari:

Helgi H. Hoydal

Gilli Lorenzen

Lydia Jacobsen Jens á Skipagøtu

Ingilín Holm

Sebastian Christensen Jens á Skipagøtu

SMS KAPPINGIN - KVINNUR

Torstein Sivertsen

Helgi Hildarson Hoydal

Louis Christy

Rói Seyer Hjaltason

Jón Rói Mohr Høgnesen

Hans Kári Hansen

Ingi Johannesen

Haraldur Karlsson

Rógvi Persson

Sjúrður Seyer Hjaltason

Helgi Jakob Halldorsson

Jákup Egholm

Ári Jógvansson Olsen

Andras Klein

Høgni Højsted

John Skaalum Vilhelm

William N. Djurhuus

Hilmar Leon Jakobsen

Høgni Heinason

Rókur Ziskason

Sakarias Aniano Sakarisson

Magnus Carlsen

Brian Slyne

Suni Dalsgaard

Jón Midjord

Julian Joensen

Jógvan Andrias Lamhauge

Venjari: Venjari: Málmansvenjari

Mark Marcher

Djóni Gaard Joensen

Ári Egason Dam Jens á Skipagøtu

Heri Ziska

Sebastian Christiansen

BURN KAPPINGIN - MENN

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA

»GOTT ER

AT

HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

Kom og royn okkara

BBQ Spare Ribs

Bílegg borð á

hidden ord.com

PETUR O. SIVERTSEN

70 ÁR

Tann 1. februar 2025 kundi Petur halda 70 ár føðingardag, og bleiv dagurin hildin saman við konuni Onnu ­ suðuri á Gran Canaria. Petur er føddur og barnvaksin norðuri í Mikladali, har pápi hansara, Andor, var lærari. Seinni fluttu tey til Funnings, har Andor starvaðist restina av sínum arbeiðslívi. Eftir loknan barnaskúla, sigldi Petur eina tíð og fór síðani í maskinlæru á Skipasmiðjuni í

Vestmanna, har hann eisini búði hjá fastur síni. Eftir at hann bleiv útlærdur maskinmeistari, hevur Petur siglt ymsa staðir, og seinastu nógvu árini sigldi hann út frá Dutch Harbor í Alaska (hetta staðið kenna vit frá sendingini Deadliest Catch’s). Petur legðist uppi í 2014, og fór tá at starvast hjá Tórshavnar Kommunu í nøkur ár ­ til hann bleiv pensjóneraður í 2021. Petur hevur altíð

átt bát, og í 2020 bygdi hann sær nýggjan føroyskan bát (Greipan), sum hann síðani hevur róð út við.

Petur flutti í 1992 inn til Onnu í Horni, og hava tey síðani búleikast Millum Gilja í Hoyvík. Tey høvdu tá hvør sítt barn frá fyrru setu, men í 1995 fingu tey sonin Andor saman. Andor vaks til og byrjaði hann, sum so nógv onnur børn í Hoyvík at spæla hondbólt. At sonurin fór at spæla hondbólt, vakti ein áhuga hjá foreldrunum og hava tey síðani verið ein integreraður partur av felagnum H71 ­ bæði rundan um og á vøllinum. Hjá Peturi fór hesin áhugin næstan “yvir gevind” ­ frá fyrsta bríksli av. Hann gekk og gongur so ómetaliga høgt uppí úrtøkuna hjá felagnum, og tað er valla nakar persónur í Hoyvík, ið gongur hægri upp í, hvussu felagið klárar seg, enn hann. Fyri at lýsa hetta nærri, so kann upplýsast, at nýggi bátur hansara er nevndur “Greipan” ­ eftir fyrstu greipuni ið H71 vann í 2018. Alla tíðina hann sigldi úti, helt hann sær frá at fáa sær eina tatovering, sum so mangir aðrir

siglandi menn gjørdu. Men fyri nøkrum árum síðani fekk hann sær eina á armin og hon var ein samanrenning av nýggja bátinum, eini greipu og H71.

Petur hevur eisini í mong ár røkt tvey álitisstørv innan felagið: Hann hevur verið liðleiðari í fleiri umførum hjá besta mansliðnum, og tá ið hann er til dyst (og ikki til útróðrar) so er hann altíð turkari. Vit takka Peturi fyri løturnar saman og ynskja honum til lukku við teimum sjeyti og nógv góð ár rundan um felagsskapin H71 framyvir.

Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

LOUIS CHRISTY BESTI

VINSTRI VONGUR

Okkara Louis Christy besti vinstri vongur í IHF Men’s Emerging Nations Championship

Staðfestast má, at H71´arar gera um seg allastaðni. Meðan hópin av hoyvíkingum dystaðust móti Hollandi í Amsterdam, var enski leikarin hjá H71 Louis Christy í kapping við sínum landsliðið Onglandi í Varna í Bulgaria frá 11. til 16. mars 2025. Louis, sum er giftur okkara vinstra vongi Christinu Arge kom til H71 fyri trimum árum síðani. Hann hevur spælt við ungdómslandsliðum hjá Onglandi og hann hevur eisini spælt 8 A landsliðsdystir higartil við Onglandi. Væl gekk hjá Onglandi og hjá Louis og tá kappingin var liðug, kundi Lous og hansara liðfelagar fegnast um gull­

heiðursmerki. Tað var annars ein finala millum Bulgaria og Ongland har Bulgaria frammanundan var greiður favorittur. Bæði tí, at Bulgaria hevði heimavøll og heimaáskoðarar og ikki minni tí, at liðini møttust fýra dagar fyrr í kappingini og tað vann Bulgaria greitt 35­22. Í semifinaluni møtti Ongland USA, og heldur óvæntað vunnu teir dystin og finaluplássið. Henda kappingin er uttan samanbering nógv besta úrslit hjá Onglandi. Fyrr er Ongland endað sum ávikavist nr. 9, 11, 4 og 5 og hevur Ongland eisini spælt seg til kvalifikatión í EHF Euro 2028.

Bulgaria, sum frammanundan at teir

møttu Onglandi í finaluni, høvdu vunnið allar sínar dystir við í minsta lagi 7

málum mátti noyðast við silvur.

Louis Christy skorðaði 20 mál í teimum 5 dystunum í kappingini og hann var

valdur til besta vinstra vong.

Hjartaliga tillukku við tí Louis. Hegnisliga væl megnað !!!

2025 IHF Men’s Emerging Nations Championship – All-Star team

Málverji: Nikolay Petrov (Bulgaria)

Høgri vongur: Gary Phillips (United States of America)

Høgri bakkur: Francisco Pereira (Great Britain)

Vinstri bakkur: Kristian Vasilev (Bulgaria)

Playmaker: Sebastian Vellenoweth (Great Britain)

Vinstri vongur: Louis Daniel Christy (Great Britain)

Strika: Andrew Donlin (United States of America)

Besti verjileikari: Andrew Donlin (United States of America)

Besti málskjútti: Svetlin Dimitrov (Bulgaria) – 51 goals

MVP: Svetlin Dimitrov (Bulgaria)

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

Gullbrúdleyp hjá Helenu og Kurt Dahl Olesen

(Brot úr røðu, ið var hildin á Hotel Hafnia í sambandi við merkisdagin –gullbrúdleypsdagin – hjá Helenu og Kurt)

Góðu Helena og Kurt!

Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum hjartaliga til lukku við Gullbrúdleypinum, og síðani eisini serliga heilsan til tín, Helenu, á tínum 80 ára føðingardegi.

Sum formansfrúa skal eg skal eisini bera eina inniliga heilsan frá Ítróttarfelagnum H71, og takka tykkum miriliga fyri tað, ið tit hava verið fyri felagsskapin.

Eg má siga, at eg var ikki sørt rørdur, glaður og eitt sindur stoltur, tá ið Halgir seinasta leygardag ringdi til mín og spurdi, um eg ikki kundi siga nøkur orð á hesum stóra degi hjá tykkum báðum.

At valið fall á meg sum “gestarøðara” er ein stórur heiður – serliga tá ið hugsað verður um, at bygdin eigur nógvar góðar røðarar, ið ikki halda seg aftur, tá ið okkurt er á skránni.

Míni orð til tykkara her í dag fara sjálvsagt mest at snúgva seg um okkara kæra ítróttarfelag H71, og hvussu tit bæði – Helena og Kurt saman við tykkara børnum – hava lagt eitt ómetaliga stórt arbeiði í at fáa eitt vælskipað og sterkt ítróttarfelag, sum vit sum hoyvíkingar kunnu vera sera errin av – bæði tá ið tað ræður um okkara heimligu leikarar og so allar tær kvinnur og teir menn, ið vit senda út í heimin.

Ein kendur maður segði einaferð: EINKI

UM OKKUM – UTTAN UM OKKUM

Eg haldi sjálvur, at hetta orðatak passar so sera væl til tykkara húski, og her hugsi eg um, hvussu tit øll – bæði foreldur og børn og ommu­ og abbabørn –hava verið virkin á ein ella annan hátt við tí endamáli at lyfta og bera H71 upp móti hægri hæddum. Tað er eingin loyna, at tykkara familja – Dahl Olesen – er og hevur verið tann familja í Hoyvík, ið klárt hevur verið mest virkin, tá ið tørn skulu takast felaskapinum at frama. Øll tit sjey – foreldur og børn – hava á einhvønn hátt tikið uppgávur á tykkum fyri, at geva eina hjálpandi hond.

Tit hava verið í broddi fylkingar, tá ið H71 vann síni fyrstu Føroyameistaraheiti í bestu deildini – á vøllinum og uttanfyri. Og Kurt: Tú hevur verið venjari og dómari hjá yngri liðum eins og synir og dóttir tykkara hava verið. Og tit hava verið í nevndum, við dómaraborð, í tiltøkum, í savningarátøkum, sum stuðlar og hjálparar og so framvegis.

Og tá ið vit nú tosa um tykkum og tykkara arbeiði fyri felagið, so kunnu vit ikki koma uttan um Stuðulsfelagið.

Tað var í 1997 at Stuðulsfelagið bleiv stovnað. Vit í nevndini høvdu leingi gingið og gruna um, hvussu vit skuldu fáa fleiri vaksin fólk við í felagsskapin

– nú bygdin vaks við rúkandi ferð. Vit komu so fram til, at tað, ið okkum vantaði mest, var eitt stuðulsfelag, ið skuldi virka sum eitt sjálvstøðugt felag við egnari nevnd og roknskapi. Nevndin skuldi so á hvørjum ári gera av, hvussu stuðulin til H71 skuldi latast. Høvuðsendamálið var sjálvsagt at stuðla ungdómsarbeiðinum hjá H71: At fáa góðar venjarar og hjálparar til øll lið í øllum aldursbólkum. Stovnandi aðalfundur hjá Stuðulsfelagnum hjá H71 25/9­1997 og bleiv hildin á loftinum á Café Natúr. Fystu limirnir í nevndini vóru: Helena Dahl Olesen, Jógvan í Lon, Annleyg Patursson, Turið D. Hentze og Jan Christoffersen, og nevndin skipaði nevndin seg við Helenu sum forkvinnu.

Tað sum sermerkir tykkum øll er, at tit eru so burturúr røsk og arbeiðssom. Og

sjálvt um tit gera eitt stórt arbeiði, so ganga tit ikki so nógv uppí at fáa heiður og rós – úrslitini av arbeiðinum er løn nokk í sær sjálvum. Man kann siga at tit eru ikki serliga sjálvsøkin. Men tó so, so er Helena tó blivin heiðrað við fínastu medalju, ið til ber at fáa í Hoyvík. Og tað var í 2002 at tú, sjálv onnur, fekk eina heiðursnál frá H71 í sambandi við ársveitsluna. Hetta er ein stórur heiður og eru bara 5 slíkar nálir lætnar til fólk, ið hava gjørt mun fyri felagið.

At tit stuðla allastaðni og eisini teimum næstu ættarliðunum prógvaðu tit aftur, tá ið tit bæði, Helena og Kurt, saman við Halgiri og Hugini, fóru alla leið til Alge­

ria til fyrsta HM­endaspælið hjá einum føroyskum hondbóltslandsliði í 2017, tá ið U21 menninir við Brandi á liðnum, leiktu fyri tjóðina.

Tað sigst, at tú Kurt, sum altíð, var sera prátingarsamur. Og tú greiddi íðin øllum fólki, sum tú møtti í Algeria, frá Føroyum og okkara ótrúliga landi.

Hvussu nógv tey skiltu av tí, sum tú segði, var kanska onkuntíð heldur ivasamt. Ein dagin hevði tú tosað væl og leingi við eina fitta kvinnu á hotellinum, sum var komin inn at rudda á kamarinum hjá tykkum. Hon lurtaði, meðan tú fortaldi málandi um Føroyar og landið og náttúruna. Og hon nikkaði fleiri ferðir og fór so úr kamarinum, og tú helt samrøðuna hava gingið væl. Men eina lítlu løtu seinni bankaði hon aftur á kamarsdyrnar og kom inn við einum strúkibretti og strúkijarni! Tað var eftir øllum at døma tað, sum hon hevði skilt av tíni ídnu forkláring um Føroyar.

Men tú gavst ikki upp, men helt fram at tosa um Føroyar við øll, sum tú møtti. Og tað er enn ein eginleiki hjá tykkum: Tit gevast ongantíð, men halda á við arbeiðinum fyri felagsskap og familju, hóast mótgongd og bakkøst.

Tað takka og heiðra vit tykkum hjartaliga fyri. Vit ynskja tykkum alt tað besta frameftir, og vit gleða okkum at síggja og hitta tykkum og øll tykkara í felagsskapinum og samfelagnum í komandi tíðum og árum.

Takk fyri!

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR

VIRKISRÁÐGEVING

BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

Follow us

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Heinta 2 fyri 1 appina niður her

Fartelefonhald

Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.

2 fyri 1

2 fyri 1

www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo

2 fyri 1

Biografur
Burgara
Bovling

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.