6 / 2025 22. FEBRUAR

februar 2025


6 / 2025 22. FEBRUAR
februar 2025
So er aftur stóra finaluvikuskifti. Stóri sýnisgluggin fyri føroyskan hondbólt, har steypafinalulið úr øllum deildum innan føroyskan hondbólt bresta saman í dystum um æruna sum steypavinnari fyri kappingarárið 2024/2025. Lagt verður fyri longu fríggjakvøldið við dystum í deildini hjá dreingjum og gentum 16 og hildið verður fram allan leygardag og sunnudag, har endað verður um kvøldið við dystum hjá dreingjum og gentum 18. Í ár verður hetta hondbóltstivoli tó ikki minni spennandi og stórsligið. Karmarnir fyri hesum serstaka vikuskifti, eru í ár víðkaðir úr vanligu kørmunum í ítróttarhøllini á Nabb til nýggju glæsiligu Stórhøll okkara við Tjarnir. Hesin nýggi og so sera prýðiligi karmur um
Mynd: portal.fo
finaludystirnar fer so sanniliga at seta sín dám á vikuskiftið. Ikki tí høllin á Nabb hevur tænt føroyskum hondbólti (og ítróttar- og samkomulívi sum heild) trúliga øll síni ár síðani 1970 - og hevur eisini verið ein flottur og hugnaligur karmur um mangan dystin og tiltakið og kemur sjálvsagt eisini at vera tað í framtíðini - men tað er einki at taka seg aftur í, at við nýggju Stórhøllini við Tjarnir, er føroyskur ítróttur fluttur langt fet fram á leið sum heild í veldigum og stórslignum kørmum. Høllin og alt byggibúnað økið í umhvørvinum rundanum høllina, er uppá onga tíð sprottin upp úr beru moldini og stendur í dag sum ein einastandandi depil fyri alskyns virksemi í føroyska
samfelagnum. Við hesi høll vera fleiri av teimum forðingum, ið áður hava darvað menningini av eitt nú føroyskum ítrótti og øðrum virksemi, horvnar. Stórhøllin við Tjarnir verður fyri føroyskan ítrótt og kanska serliga hondbóltin, hvat Glasir er fyri føroyskan skúlaskap.
Eins og undanfarin ár, er H71 væl umboðað á hesum finaluvikuskifti. Í
12 sonevndum “A” finalum er H71 umboðað í 10 teirra, umframt at vit í 4 “B” finalum eisini eru umboðaði í tveimum. Í “A” finalunum mangla vit bert umboð í finalunum hjá G16 og kvinnuliðið. Soleiðis sum leikur fór í semifinalunum, restaði lítið í at H71 fekk umboð í øllum “A” finalunum. So vit kunnu ikki lata illa at og bert við hesum staðfesta, at arbeiði okkara í H71 tikist at vera á einari leið.
Men eitt er at koma í finalurnar, annað er at vinna tær. Ein finala er altíð ein finala og verður hon sum oftast avgjørd til fyrimunar fyri tí, ið júst á finaludegnum rakar hægra dagsformin. Tí er trupult at spáa um úrslit í finalunum. Men soleiðis sum leikur higartil er farin í landskappingini, so tykjast útlit at vera
fyri, at vit í H71 kunnu vinna okkurt gullheiðursmerki í finaluvikuskiftinum. Hjá fremsta liði okkara hjá monnum er uppgávan trupul. VÍF er mótstøðuliðið og vann VÍF seg í finaluna burtur úr einum sera spennandi og útlúgvandi semifinaludysti ímóti Kyndil í Vestmanna undanfarna vikuskifti, har bæði tvær ferð longd leiktíð og brotskøst skuldu
til, áðrenn avgerðin fall í seinasta brotskastinum VÍF til fyrimunar.
Vit hava haft trupulleikar við VÍF í landskappingardystum okkara higartil í ár og hava tapt báðar dystirnar higartil. Vit skulu av álvara finna fram góðu taktirnar, skulu vit gera okkum nakrar vónir um at skala vestmenningar í finaluni leygardagin. Tó bólturin er rundur og leikarar okkara hava fyrr víst at seiggi er í teimum, so ein skal ikki púra avskriva møguleikanum fyri at fremsta manslið okkara eydnast at taka steypið frá verandi steypavinnarunum úr Vestmanna.
Við hesum orðum, skal H71-faldarin ynskja øllum hondbóltsáhugaðum føroyingum eitt gott steypafinaluvikuskifti og bestu eydnu.
Mynd: portal.fo
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
Hæddarpunktið á árinum hjá hondbóltsgalnum hoyvíkingum er uttan iva steypafinaluvikuskifti, sum vanliga er næst seinasta vikuskifti í februar.
Í ár er tað serliga spennandi tí fyri fyrstu ferð skal spælast við Tjarnir okkara nýggja stásiliga stórhøll.
Hoyvíkingar hava eisini gjørt sítt til at fáa høllina klára og hava foreldur og leikarar hjálpt til við at bera innbúgv inn, skrúva og sett saman.
Sum vanligt er H71 væl umboðað í finalunum. Heili 12 av okkara liðum hava megnað at spælt seg í finaluna og seinasta vikan er brúkt til fyrireikan.
Liðini nýta eisini høvið til at koma saman sosialt og eta saman áðrenn dyst og hugna sær eisini aftaná dystirnar uttan mun til úrslit.
Mynd: portal.fo
Hæddarpunktið í vikuskiftinum er uttan iva mansfinalan sum verður leikt leygarkvøldið kl. 19.30.
Vit møta vestmenningum sum hava ætlanir um at endurvinna Faxe Kondi steypið sum teir vunnu í fjør, við einum sannførandi sigri á Neistanum 31-23. H71 hevði annars vunnið Faxe Kondi steypið hjá monnum fýra tey undanfarnu árini í 2020,2021,2022 og 2023. Vinna vit á VÍF hesuferð, so koma vit uppá síðuna á VÍF við 8 vunnum steypasigrum síðani 1985. Enn hevur Kyndil flest vunnar steypasigrar við heili 11.
Fyrsta finalan sum hevur H71 luttøku er D16 sum er fríggjakvøldið kl. 20.00. H71 hevur sitið trygt á trónuni í D16 og hava vit vunnið 7 tey seinastu árini og ikki minni enn 9 ferð síðani 2012. Vit kunnu
tó vænta okkum skarpan gang frá Neistanum, sum eisini hevur eitt gott D16 lið.
Leygarmorgun kl. 9.40 er fyrsta b finalan í D10 millum H71 b og Neistan C. Eingin ivi um at vit hava nakrar sera spentar dreingir sum fara at gera sítt allar besta.
H71 er eisini umboðað í b finaluni hjá G 12 og møtir okkara c lið EB a kl. 10.20 leygarmorgum. Tað verður ikki lætt at vinna á einum a liðið, men vit trúgva uppá okkara gentur.
Kl. 12 leygardagin møtir okkara a lið í gentum 10 Víf a. Víf vann hesa deild í fjør, men H71 vann í 2023. Her er alt opið og vit kunnu vænta ein spennandi dyst
H71 hevur í nógv ár verið dominerandi í dreingjadeildunum frá teimum yngstu til tey elstu. Í D10 hava vit vunnið steypakappingina flest ferð – 8 ferð –síðani 1997. Vit hava í ár sera nógvar dugnaligar dreingir 10 og í hálvfinaluni var tað so, at okkara yngri dreingir á c liðnum vunnu á teimum eldri á a- liðnum. Helst tí, at teir eldru vóru í so fullir av nervum.
Okkara D10 c skulu dystast móti Kyndil a sum kanska kann metast sum lítil favorittur, men eru okkara lítlir, so eru teir knáir.
Hjá gentunum í U12 spælir H71 a móti Stíf a. Seinast liðini møttust í landskappingini tann 4. Januar 2025 vunnu okkara gentur ein 7 máls sigur, so her eru vónirnar góðar.
Hjá D12 spilti Neistin okkum spælið í fjør tá tey vunnu steypakappingina. Annars hevur H71 verið totalt dominerandi í D 12 og hevur vunnið hvørt ár frá 2014 til 2023. Neistin kemur tó ikki at arga okkum í ár í D12 tí vit møta Kyndil a kl. 14.10 leygardagin.
Sunnudagin er fyrsta finalan við H71 umboðan kl. 16.00 tá okkara gentur 14 a møta Kyndil a.
Neistin hevur annars verið fast í finalunum hjá hesum árganginum, men skaðar hava darvað teimum og tí rakk
Neistin ikki finaluni hesuferð. Okkara gentur hava seinast møtt Kyndil a tann 8. feb. í ár og vunnu tær sannførandi 24.15. Sigast skal tó, at ein tann besta kyndilsgentan var ikki við.
Hjá D14 eru tað eisini H71 og Kyndil sum hittast. Kl. 17.00 sunnudagin skulu okkara dreingir royna at fáa steypið at verða verðandi í Hoyvík eftir at vit vunnu tað í 2024 eisini.
D14 hevur annars verið ein árgangur sum vit hava klára okkum sera væl í og hava vunnið steypakappingina í 2015, 2016, 2017, 2018, 2019 og 2020.
Sunnukvøldið endað vit vit D og G18 og er H71 umboðað í báðum finalunum. Kl. 18 møta okkara gentur Kyndil. Hetta kann gerast ein spennandi finala
tí seinast liðini hittust í landkappingini vunnu okkara bara við einum máli. Seinast H71 vann G18 var í 2021 og vunnu vit eisini í 2018.
Seinasti dystur hetta vikuskifti er millum okkara dreingir og VÍF í D18. Hóast vit hava góðar vónir og okkara vunnu trygt í seinasta dysti tann 4. des. 39-27 so kann alt henda í einari finalu, og vit hava
eisini tapt í móti VÍF í byrjanini av árinum tann 30/9 har vit taptu 32-24.
So uppgávan má takast í stórum álvara um steypið enn einaferð skal heim til Hoyvíkar sum tað er komið hvørt ár síðani 2021 og 10 ferð síðani 2013.
Mynd: portal.fo
Rúna Jógvansdóttir Larsen
Elsa Egholm
Marta Agnarsdóttir Højgaard
Anna Elisabeth H. Weyhe
Karin Egholm
Karina Debes Heinesen
Lukka Arge
Alda av Skar∂i
Inga Maria Joensen
Tóra Róadóttir
Maria Beder
Maria Halsdóttir Weyhe
Karin Fossabrúgv
Sóley Vinther
Fjóla Skaalum Vilhelm
Lea Sesilia Lava Brockie
Sára Berg á Lag
Sára Vedelsbøl
Sofie Kornelius
Brynhild Pálsdóttir
Anita Dahl
Elida Joensen
Gu∂ri∂ Bogadóttir á Borg
Venjari: Hjálparvenjari:
Mathias Rettig
Gilli Lorenzen
Lydia Jacobsen Ári Egason Dam
Ingilín Holm
Sebastian Christensen Jens á Skipagøtu
Torstein Sivertsen
Helgi Hildarson Hoydal
Louis Christy
Rói Seyer Hjaltason
Jón Rói Mohr Høgnesen
Hans Kári Hansen
Ingi Johannesen
Haraldur Karlsson
Rógvi Persson
Sjúrður Seyer Hjaltason
Helgi Jakob Halldorsson
Jákup Egholm
Ári Jógvansson Olsen
Andras Klein
Høgni Højsted
John Skaalum Vilhelm
William N. Djurhuus
Hilmar Leon Jakobsen
Høgni Heinason
Rókur Ziskason
Sakarias Aniano Sakarisson
Magnus Carlsen
Brian Slyne
Suni Dalsgaard
Jón Midjord
Julian Joensen
Jógvan Andrias Lamhauge
Venjari: Venjari: Málmansvenjari / Mentalvenvari:
Mark Marcher Djóni Gaard Joensen
Jens á Skipagøtu
Heri Ziska
Sebastian Christiansen
»GOTT ER
HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
Bílegg borð á
hidden ord.com
Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
JUTA MASTER 40/200 á EL25
Tað er neyvan nakað at taka seg aftur í, um sagt verður at høvuðsleikarin til hetta steypakappingarvikuskiftið hjá føroyskum hondbólti er nýggja Stórhøllin við Tjarnir. Flottari karmar um leikirnar hetta vikuskiftið kunnu ikki hugsast og einki er at ivast í at stórt tal av áskoðarum fer at leita sær til finaludystirnar ikki mist fyri at skoða hesa nýggju stórhøll okkara allra.
Sigast má, at skjótt hevur gingið við at fáa hesa høll upp at standa. Ikki eru meiri enn um 3-4 ár síðani at initiativtakararnir til projektið komu á hesar tankar við meinlíkari høll í Molde í Noreg í huga. Skjótt varð borið at og uppá onga tíð, var kapitalur skaffaður frá Fólkatingi, Løgtingi, Betri-samtakinum,
Mynd: H71
Tórshavnar Kommunu og AP Møller grunnum. Avtalað var fingin í lag við Articon um sum heildarveitari at byggja høllina og uppá 22 mánaðir eru høllin fyrst loyst úr lagi og síðani uppførd til hetta prýðiliga verk vit øll hava fyri okkum í dag.
Ein einastandandi gáva til føroyska samfelagið, ið á avgjørdan hátt, kemur at betra um livimøguleikar her á oyggjunum, við at opna upp fyri nógvum av teimum lívsupplivingum, ið føroyingar vanliga mugu leita í onnur lond eftir. Hugsa bert um allar tær konsertir, ið nú kunnu fyriskipast, teir ítróttarlandsdystir leikast kunnu, umframt alt annað stórhallarkrevjandi virksemi, ið bert letur seg gera innandura.
Eisini er høllin so vísiliga staðsett uppi í hoyvíkshaganum mitt í gráu sonuni millum bygd og bý. Soleiðis er høllin formliga staðsett í Tórshavnar kommunu, hóast styttri er til høllina úr Runavík enn av Vaglinum í Havn. Staðsetingin loyvir fólki av bygd, ið kanska ikki altíð hevur hug at skula til Havnar, at vitja høllina uttan at skula finna eitt parkeringspláss í “down town”
Tórshavn fyrst og havnarfólk kunnu breggja sær av at eiga høllina í síni
kommunu og spæla vertir fyri øllum Føroyum í høllini, uttan at býurin skal fyllast við avbygdarfólki hvørja ferð tiltak er í høllini.
Stutt sagt, eitt Stórhøllin við Tjarnir er eitt vælaverk, ið vit øll – allir føroyingar – eiga og kunnu fegnast um og takka initiativtakarum og vælgerðarfólki, vælgerandi kommunu og vælgerandi grunnum fyri.
Gjaldskort Fígging
FramtíðarKonta
Enn einaferð er H71 tað felagið av øllum, ið hevur flest lið í steypafinalunum, sum á fyrsta sinni verða spældar í nýggju stórhøllini við Tjarnir.
Steypafinaluvikuskiftið, sum er fríggjakvøld og bæði leygar- og sunnudag á tamb, er á hvørjum ári størsta einstaka hendingin í føroyskum hondbólti, tí tá møtast stórt sæð allar hondbólts-Føroyar til avgerandi dystir, har lið úr øllum landinum eru umboðað. Tað serliga hesaferð er, at nú er stórhøllin klár at taka ímóti øllum hesum ungu og góðu spælarunum, ið fara at kýta seg til tað seinasta fyri at gerast steypavinnarar, so tað verður í nýggjum og altjóða góðkendum kørmum við Tjarnir, at allar finalurnar verða spældar. Umframt Eydnudeildina eru tilsamans 16 steypafinalur, ið skulu spælast, og
har kunnu vit staðfesta, at H71 er nógv best umboðaða felagið við ikki færri enn 12 steypafinalistum. Vit kunnu siga, at tað er, sum tað plagar, tí seinnu árini hevur H71 verið best umboðaða felag í finalunum.
Okkum á baki koma Kyndil við sjey, Neistin við fýra, VÍF og Tjaldur við hvør sínum trimum og EB við tveimum finaluliðum. Síðani koma StÍF, ÍA, SÍF, Søljan og Team Klaksvík við hvør sínum steypafinalisti.
Taka vit Hoyvík, Havnina og Argir undir einum, er høvuðsstaðurin væl umboðaður við tilsamans 24 finalistum, og koma so hini úr Vestmanna, Runavík,
Eiði, av Strondum, úr Sandavági og Klaksvík.
Hetta vísir, at hondbólturin blómar um alt landið, og so kann takast við aftrat, at feløg sum KÍF, VB og Stjørnan ikki vóru langt frá eisini at taka finalupláss, og tí kunnu vit bara gleðast um, at tað grør
um gangandi fót í føroyskum hondbólti, frá teimum yngstu til tey elstu.
Sjálvandi fegnast vit mest um, at H71 eru so væl umboðað og vónandi eisini stendur eftir við fleiri steypum og steypavinnarum, tá ið vikuskiftið er av. Góðar steypafinalur!
Fríggjadagin 21. februar:
kl. 18.30 Gentur 16: Kyndil-Neistin
kl. 20.00 Dreingir 16: Neistin-H71 a
Leygardagin 22. februar:
kl. 09.00 Gentur 10B: EB a-Tjaldur a
kl. 09.40 Dreingir 10B: H71 b-Neistin c
kl. 10.20 Gentur 12B: EB a-H71 c
kl. 11.10 Dreingir 12B: ÍA a-SÍF
kl. 12.00 Gentur 10A: H71 a-VÍF a
kl. 12.40 Dreingir 10A: H71 c-Kyndil a
kl. 13.20 Gentur 12A: H71 a-StÍF a
kl. 14.20 Dreingir 12A: H71 a-Kyndil a
kl. 17.00 Kvinnur: Neistin-Kyndil
kl. 19.30 Menn: H71-VÍF
Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 Gentur 14B: Søljan-Tjaldur
kl. 15.00 Dreingir 14B: Tjaldur-Team Klaksvík
kl. 16.00 Gentur 14A: H71 a-Kyndil a
kl. 17.00 Dreingir 14A: H71 a-Kyndil
kl. 18.00 Gentur 18: H71-Kyndil
kl. 19.30 Dreingir 18: H71-VÍF
OKKARA KJARNUØKI
Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
Tak appina niður her
Follow us
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Heinta 2 fyri 1 appina niður her
Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.
2 fyri 1
2 fyri 1
www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo
2 fyri 1
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900