MIKUDAGUR HÁLVFINALA-1 DYSTARSKRÁ 4 / 2025 12. FEBRUAR
KL.18.00 / Neistin - H71 (kvinnur) Kl.20.00 / Kíf - H71 (menn) Hálvfinalur í steypakappingini 12. februar
ODDAGREIN
STEYPA-HÁLV FINALUR
Mynd: Álvur Haraldsen
Nú januar mánaði er farin afturum bak og sett er á februar-mánað, eru semifinalurnar í fremstu deildunum hjá monnum og kvinnum í hondbolti í hondum. Soleiðis sum kappingarnar hjá HSF hava verið skipaðar nógv seinastu árini, so er steðgur í landskappingini hetta mundið og steypakappingarnar verða leiktar lidnar. Um medio februar eru semifinalurnar og vikuna eftir sjálvar finalurnar. Tá ein hevur verið við í leikunum í so mong ár, og H71 nú í so mong ár hevur myndað annað av liðunum í hesum steypakappingar-finalum, ja so er ikki sørt at ein er farin at kenna á sær, tá komið verður inn í februar mánaða. Ófriður kenst á sinninum og svøvnlagið er kanska ikki hitt besta.
Soleiðis er aftur í ár. Bæði hjá kvinnum
og hjá monnum okkara, er eydnast at leika seg í semifinalurnar og skulu soleiðis í eldin mikukvøldið. Bæði liðini vunnu grundspæl sítt í steypakappingini og skulu møta tí liði, ið gjørdist nummar tvey í hinum bólkinum. Kvinnunar skulu leika ímóti Neistanum og menninir ímóti KÍF. Hóast hetta soleiðis á pappírinum skuldi verið ein betur uppgáva heldur enn at møta vinnarunum av hinum bólkinum, so er als ikki talan um nakra lætta uppgávu yvirhøvur.
Hjá kvinnunum hava vit leikt tveir dystir ímóti Neistanum í landskappingini higartil í ár. Fyrra dystin vann H71 25 – 29 á útivølli niðri á Hálsi tíðliga í kappingini, men tapti so seinna dystin í Hoyvíkshøllini nú fyri trimum vikum síðani. Formkurvan tikist hjá báðum liðum nakað tril
vandi í løtuni. H71 hevur ikki haft truplar dystir, og hevur vunnið ímóti Stjørnuni, VB og EB, tó ikki á nóg sannførandi hátt. Serliga hevur bilað í verjupartinum, har alt ov nógv mál eru skoraði ímóti okkum. Neistin hevur haft truplari dystir í seinastuni og hevur tapt bæði ímóti VÍF og Kyndli. Tá hevur Neistin vunnið á EB og StÍF.
Samanumtikið ein opin kvinnusemifinala millum Neistan og H71, har tann, ið rakar betra dagsformin helst vinnur.
Menninir hava í landskappingini vunnið báðar dystirnar leiktir eru ímóti KÍF higartil í ár. Fyrra dystin vunnu vit 22 –28 í Kollafirði og nú undanfarna vikuskiftið vunnu vit 28 – 23 í Hoyvíkshøllini. Leikliga vóru vit sera sannførandi næstseinasta vikuskifti og vóru partar av dystinum frammanfyri við heili 10 málum, men kláraður so ikki at halda hesa frástøðu seinasta partin av dysti
num. Hvat viðvíkur dagsformi annars, so vann H71 stórsigur á Team Klaksvík júst farna vikuskiftið við 38 – 25. KÍF leikti heima ímóti oddaliðinum Kyndli og hevði avgerandi leiðslu stóran part av dystinum. KÍF kláraði tó ikki at halda tørn og seinastu 10 minuttirnar av dystinum avgjørdi Kyndil dystin sær til fyrimunar og vann 28 – 31. Soleiðis skuldi verið møguligt at vunnið á KÍF, klára vit at halda fast í sera jaligu leikgongd okkara við skjótum, lættum og ágangandi álopsspæli. Ein verður tó at hava í huga, at hópur okkara er sera ungur og ikki so royndur í leikum slíkum semifinalum viðvíkandi, so trupulleikar kunnu helst stinga seg upp, verður mótgongd í dystunum.
Samanumtikið má semifinalan hjá monnum eisini sigast at vera opin og kann soleiðis eisini fara báðar vegir.
Mynd: in.fo
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Saman flyta vit mørk
#errinhøvuðsstuðul
ANNBRITT FRÍÐHEIM MORTENSEN TRYGGUR
ÍTRÓTTUR
NÝGGJ RÁÐGEVING UNDIR ÍSF
Tryggur ítróttur - Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Tryggur ítróttur er nýggj ráðgeving, sum skal stuðla undir trygd og trivnaði í ítróttafelagsskapum. Ráðgevingin er ætlað feløgum, íðkarum, foreldrum og øðrum, ið hava spurningar ella ivamál um trygd og trivnað. Í hesum sambandi er ein heimasíða ment, sum bæði kann hjálpa feløgum at fara undir arbeiðið við trygd og trivnaði – og veita ráðgeving til feløg, foreldur og íðkarar.
Heimasíðan er ætlað øllum, sum eru partur av føroyska ítróttaumhvørvinum. Her kanst tú leita tær vitan og góð ráð í samband við trygd og trivna í tínum ítróttafelag, eisini ber til at spyrja beinleiðis.
At skapa tryggleika og góðan trivna er ein felags uppgáva, har vit øll hava ábyrgd.
Hvat er tryggur ítróttur?
Tryggur ítróttur merkir, at øll, sum varða av ítróttinum, taka stig til, at børn, ung og vaksin skulu kenna seg trygg og trívast, tá ið tey koma til venjing og kappingar. Íðkarar eiga at venja og kappast í einum sunnum og stuðlandi umhvørvi uttan happing, ágang og harðskap.
Sambond og Feløg
Ítróttarráðgevingin er farin undir at hava kunnandi tiltøk, har sambond og feløg fáa íblastur, so tey sjálvi kunnu gera sær hóskandi leiðreglur og eina tilbúgvingarætlan, og á tann hátt vera klár, um okkurt keðiligt skuldi hent. Tí verður mælt til at feløgini tryggja, at tey hvør sær hava leiðreglur og at hesar verða dagførdar og taka hædd fyri happing, ágangi og harðskapi.
At feløgini hava nágreiniligar leiðreglur
minkar um og avmarkar møguleikarnar at misnýta sambandið millum venjaran og íðkararnar og í sambandinum, sum er íðkararnar ímillum. Leiðreglurnar verja eisini venjaran móti illgruna og kann geva honum ein tryggleika at virka innanfyri tey mørk, sum reglurnar nágreina. Tað er eisini lættari at kanna mál um ósømuligan atburð, tá felagið kann vísa til skrivaðar leiðreglur. Somuleiðis er tað umráðandi at hava greiðar leiðreglur, har venjarar, íðkarar og foreldur teirra kenna seg trygg og vird.
Venjarar, íðkarar og foreldur/verjar
Tað er týdningarmikið at íðkarar og foreldur kenna leiðreglurnar. Á henda hátt vita tey, nær farið verður yvirum mørk og kunnu leggja uppí, tá tey varnast ósømuligan ella óhóskandi aftburð. Hetta er sjálvandi eisini galdandi, so venjarar kunnu kenna seg tryggar í sínum leikluti.
Foreldur hava ein týdningarmiklan leiklut í ítróttinum. Tey skulu vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið okkurt er áfatt. Og nær tað er í lagi at seta seg i samband við venjaran ella felagið um ymiskt. Tì er tað viðmælt, at hava kjak um hesi evni á til dømis foreldrafundum.
Børn skulu hava møguleikan at luttaka í avgerðum, ið viðkoma teimum (Barnasáttmálin § 12). Hettar mennir eitt umhvørvið, har tey tora at verja egin rættindi og at gera vart við tað, tey stúra um. At menna atferðarreglur saman, er ein lættur máti at fáa íðkararnar við í arbeiðið, so at tey góðtaka og kenna
ognarskap av felags reglunum, umframt
vegleiða tey í, hvussu tey kunnu fyrihalda seg, um tey uppliva ósømuligan ella óhóskandi atburð.
Týðilig kunning
Tað er týdningarmikið at ítróttarfeløg samskifta týðiliga um virðir og reglur–um hvat er loyvt og, hvat ikki verður loyvt ella góðtikið í felagnum.
Tað er ikki lætt at seta orð á ella tosa um – um tú hevur upplivað eitthvørt keðiligt.
Onkuntíð er tað best at samskifta ónavngivin við ein óheftan ráðgeva.
Ítróttarráðgevingin
Til ber altíð at senda boð ella teldupost til ítróttarráðgevingina, og hvørt týskvøld kl. 1921, ber til at ringja ella kjatta beinleiðis við ráðgevingina. Alt er í trúnaði, og tað kann eisini vera dulnevnt, um fólk ynskja tað.
Heimasíðan tryggur ítróttur kann finnast á www.trygguritrottur.fo
Hvør kann spyrja?
Øll kunnu spyrja!
Eingin spurningur er ov býttur at seta. Alt er í trúnaði, og einki er ov lítið ella ov stórt at tosa um.
Tak vandatekin í álvara!
Øll hava ábyrgd. Tak stig, hóast tú ivast. Tryggur ítróttur skal tryggja, at øll íðka undir tryggum og røttum umstøðum. Tað er okkara felags ábyrgd at skapa eitt gott og trygt ítróttaumhvørvi!
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
MARJUN A. SIMONSEN
FJØRÐA OG
LENDING Í HOYVÍK
Niðri á Støðni. Uttast til vinstru er Urðin, og høgrumegin sæst Kalvahellan.
Nú er rættiliga fittur partur av undirhaganum í Hoyvík bygdur, men fyrsta búseting var heima á Garði í Hoyvík. Tað hevur uttan iva havt stóran týdning, tá ið fólk settust í Hoyvík á fyrsta sinni, at so stutt var til fjøru og sjógv. Frá bóndagarðinum, sum er fyrndarbúseting, gongur stutt gøta beina leið oman í fjøruna. Fjøran liggur væl vard millum tangar og land. Fyrstu øldirnar var hvørki lending ella bátadrátttur, men bert møl og urð, so tá var ikki so høgligt at flota og draga bát.
Mynd: Marjun A. Simonsen
Marjun A. Simonsen
Fjøran í 1907. Eingin atløgubryggja ella bátadráttur – bert møl, urð og hella.
Mynd: Tjóðsavnið
Í gamlari tíð hevði bóndin áttamannafar. Bóndaneystið til áttamannafarið (Stórabátsneystið) stóð uppi á bakkanum. Tað var avfallið longu fyrst í 1900. Seinni fekk bóndin sær fýramannafar.
Fyrst í 1900 vóru trý neyst. Bóndin hevði eitt, Jóhan uttan fyri Garðar (Johan Simonsen) eitt og uppsitarin á fútagarðinum eitt.
Nógv hevur verið róð út í Hoyvík. Hóast útróðurin ikki hevur so stóran týdning hjá húshaldunum nú á døgum, so flota tey enn, ið eiga bát, tá ið líkindi eru. – Vanliga varð farið til útróðrar á vestfalskyrrindum, tí tey vóru drúgvari. Eystfalskyrrindini eru stutt; tað vendir at kalla beinanvegin í Nólsoyarfirði. Tó bar til at fara á Gerðagrynnuna á eystfalskyrrindum. Teir gomlu hoyvíkingarnir róðu út við árabáti. Teir fóru við eystfallinum norður á Gerðagrynnuna. So fiskaður teir, til vestfallið kom, og so kundu teir fara suður aftur við vestfallinum. – Gerðagrynnan liggur í ein landnyrðing úr Hoyvíkshólmi.
Á Hoyvíksgrynnurnar varð farið á vestfalskyrrindum, tá ið linur streymur var. Tað eru tvær grynnur, Ovara og Niðara (Hoyvíks)grynna. Ovaragrynna er norðari, men innari, og Niðaragrynna er syðri, men uttari.
Niðaragrynna er beint út fyri Víkini, og Ovaragrynna er út frá Flesini móti Boða
á Stongini í Nólsoy og beint innan fyri Nesagangin (Glyvursnes og Kirkjubønes (Sveipið) koma saman í neðra). – Grynnurnar síggjast væl, um tær bróta, tá ið sjóvarilska er. Tá ið illveður er av landnyrðingi, brýtur Ovaragrynna saman við tí grunna suður frá Flesini.
Tað, ið er serligt við Nólsoyarfirði, er, at tað rekur suður og norður, men alla aðrastaðni í Føroyum rekur tað eystur og vestur. Vestfallið rekur suðureftir í góðar 8 tímar, og eystfallið rekur í góðar 4 tímar norðureftir. Síðsti parturin av vestfallinum setur upp á land, sum vit kalla tað runið, sum kemur við flóðini.
Menn fáast við grind í fjøruni fyrst í 1920-árunum.
Mynd: Tjóðsavnið
Tá ið bátadráttur varð stoyptur, varð eisini gjørd ein bátabrúgv, og tá gjørdust líkindini væl betri. Helst hevur tað verið í 1927. Tó hava ábøtur verið gjørdar í fleiri umførum. Í 1940-árunum vórðu fleiri ábøtur gjørdar á støðna. Síðan eru javnan gjørdar munandi ábøtur.
Lendingin seint í 1920-árunum. Frá vinstru sæst Stórabátsneystið (tvøturum), síðan toftin av bóndaneystinum, sum seinni varð uppafturbygt, Garðaneystið og neystið hjá Royndarstøðini, og longst til høgru er toft eftir neystinum hjá uppsitaranum. Eisini sæst bátabrúgvin, sum brotnaði í brimi og varð sprongd burtur mitt í 1950-árunum.
Mynd: Tjóðsavnið
Til neystið hjá uppsitaranum varð eina ferð gjørd ein lítil smøl bátabrúgv.
Hon fór við tíðini av brimi og hvarv. Tann størra bátabrúgvin, ið varð gjørd í 1927, fór so illa av brimi, at neyðugt var at spreingja hana heilt burtur mitt í 1950árunum.
Aftur av kaldbaksferð í 1942. Frá vinstru Mourits Mohr, bóndi, Bela Maksai, ungari, Petur Sofus Hansen, bankastjóri, John Simonsen. Framman: Johan Schröter, Leif Mohr og Erik Mohr, kapteinur.
Mynd: Sigurd Simonsen
Í 1957 varð nýggj bátabrúgv gjørd. Í Løgtingstíðindum hetta árið stendur at lesa, at átrokandi var at byggja nýggja bátabrúgv (t.e. pier) í Hoyvík. Í 1980 varð brúgvin breiðkað og longd. Byggifelagið G. Waagstein gjørdi arbeiðið. Tá varð Spískisteinur stoyptur inn í brúnna.
Nýggjur og betri bátadráttur varð stoyptur í 1971. Tá varð gjørt eitt lítið grótkast og ein pallur stoyptur, har pláss er fyri uml. 8 bátum. Um hetta mundið kom eisini spælhús við elriknum spæli. Hetta lætti sera nógv um.
Ein partur av einum gomlum brimgarði, ið stóð eftir vestarumegin støðna, hvarv, tá ið undannevnda arbeiði varð gjørt í 1971.
Víkin ein góðveðursdag. Myndin er helst tikin seint í 1970-árunum. Her sæst til lítlu bátabrúnna, ið fór so við og við av brimi. Til vinstru sæst Kalvahellan. Longri úti er Heljareyga.
Mynd: Marjun A. Simonsen
Fjøra og lending eru ein týdningarmikil partur í søguni hjá bygdini. Nógv hevur verið róð út í Hoyvík í øldir, tá ið sjógvurin var álitið. Fjøran hevur at kalla verið hjartað í bygdini, síðan bygt varð her á fyrsta sinni. Fara vit nøkur ár aftur í tíð, var vanligt at dyrgja summarkvøldini. At dyrgja er at royna eftir seiði á báti við tráðu, sum verður flutt aftur og fram í sjónum. Tá varð farið við árabáti fram við landi ella millum Nakkin og Flesina, ella runt um Hólmin ella Flesina. – Ikki minst hevur fjøran altíð verið eitt ævintýrland hjá børnum, har tey hava fiskað krabbar, staðið á seiðabergi ella ligið á Sandeyganum og damlað.
Málningur eftir Chr. Holm Isaksen, vanliga nevndur Kristin i Geil (1877-1935), av Rógvutanga, Víkini og bátadráttinum.
Í støðni hava menn flotað bát, lagt fisk og grind upp, kruvt og annars gjørt
tað, ið hoyrir eini fjøru til, og tað verður í ein vissan mun gjørt enn. Og javnan verður farið á flot, tá ið viðrar.
Vónandi ber til at fáa pláss fyri fleiri bátum niðri í Støðni, so øll, ið hava hug at flota ella dyrgja, kunnu hava møguleikan til tess.
Heimildir:
Egil Simonsen, Hoyvík
Janus Mohr, Hoyvík
Løgtingstíðindi 1944, 1948, 1956
P/F Byggifelagið G. Waagstein 40 ár. 1988. Tórshavn
Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
JUTA MASTER 40/200 á EL25
Lætt og stuttligt
Gjaldskort Fígging
FramtíðarKonta
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP
SKATTUR
VIRKISRÁÐGEVING
BÓKHALD
MEIRVIRÐISGJALD
Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
Follow us
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Heinta 2 fyri 1 appina niður her
Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.
2 fyri 1
2 fyri 1
www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo
2 fyri 1
Biografur
Burgara
Bovling
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900