H71-Faldari 3-2024/2025

Page 1


3 /

9. FEBRUAR

ODDAGREIN

KLAKSVÍKS-DYSTIR

HETTA VIKUSKIFTI

Nú grundspælið er farið at líða skulu bæði fremstu lið okkara spæla ímóti liðunum úr Klaksvík. Kvinnurnar ímóti Stjørnuni og menninir ímóti Team Klaksvík.

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava ikki staðið seg so væl í grundspælinum higartil í

ár og við einans 6 stigum, liggja tær í lægra endanum í grundspælinum. Í fyrra dysti okkara ímóti Stjørnuni á útivølli í heyst vunnu vit rættuliga sannførandi. At síggja til skuldu kvinnur okkara soleiðis verið favorittar til at vinna henda dystin. Hvussu formurin hjá kvinnum okkara er í løtuni, kann vera trupult at úttala seg um, tá vit bert hava leikt ein “truplan” dyst seinastu tíðina, ið var ímóti Neista­

num í Hoyvíkshøllini, har vit taptu rættuliga greitt. Hinir dystirnir hjá fremsta liði hjá kvinnum, hava verið “lættari” og hava vit vunnið teir rímiliga sannførandi.

Tó má tað avgjørt vera eitt krav um sigur á Stjørnuni nú sunnudagin, at brynja kvinnur okkara til semifinaludystir ímóti Neistanum næstkomandi viku. Á pappírinum skuldi verið møguligt at vunnið á Neistanum, men havandi undanfarna dyst okkara ímóti Neistanum í huga, so krevst avgjørt at aðrir bollar vera latnir í súpanina, skulu kvinnur okkara leika seg í steypafinaluna í ár.

Menninir leika sum sagt ímóti Team Klaksvík sunnudagin. Mansliðið úr Klaksvík hevur heldur ikki staðið seg væl

Mynd: Álvur Haraldsen

í kappingini higartil í ár og við 0 stigum eru teir isoleraðir í botninum í grundspælinum. Tó so, Team Klaksvík hevur bitið frá sær í summum dystum og ímóti StÍF undanfarna vikuskifti leikti javnt á stóran part av dystinum, tó at Team Klaksvík loksins tapti við nøkrum málum. Slíkt eigur tó at ávara leikarar okkara um ikki at taka uppgávuna ov lætta. Hóast vit soleiðis mugu sanna at vera favorittar, eisini í mansdeildini, so kunnu vit undir ongum umstøðum taka okkum av løttum slíkan dyst.

Formurin hjá fremsta mansliði okkara sær annars út til at vera góður og vunnu vit rættuliga sannførandi á KÍF í landskappingini undanfarna vikuskifti. Hóast blaðung manning, ið ikki júst eru kempur á vøkstri, so spældu vit sannførandi

og vunnu á einum munandi størri og kropsliga sterkari liði úr Kollafirði. Sum kunnugt skulu fremsta lið hjá monnum í semifinalunum í steypakappingini næstkomandi viku leika ímóti júst KÍF, so í endurtøkuni av FM finaluni í fjørð, verður spennandi at síggja um manslið okkara kann endurtaka góða spælið frá undanfarna vikuskifti og leika okkum í steypafinaluna fyri eg veit ikki hvat ár á rað. Eitt er tó vist, manslið okkara skulu ikki vænta sær styrk av skaðabonkinum, tí hvørki Helgi Hoydal ella Hilmar Leon Jakobsen vera tøkir til dystirnar í semifinaluni í steypakappingini, so vit mugu gera sum so ofta seinastu nógvu árini, nevniliga leika við tí tilfari felagið hevur tøkt og alt upp frá barnsbeini av – og sum úrslitini vísa, so hevur hetta hilnast framúr væl.

Mynd: portal.fo

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Saman flyta vit mørk

#errinhøvuðsstuðul

NEON CUP Í HOYVÍKSHØLLINI

Aftur í ár skipaði H71 fyri hondbóltskapping fyri U10 og U12 – tí sonevnda

Neon CUP. Hetta er hondbóltskapping har tú spælir í myrkri og til góðan tónleik. Neon lampur verða settar upp og vøllur og mál eru strikaði upp við neon tape. Bólturin er eisini neon og børnini í neon vestum og pyntaði við neon tape. Tað er ein serstøk sjón at síggja, at bólturin ferðast millum nakrar vestar, tí tú sært ikki bein, høvd og armar hjá leikarunum í myrkrinum.

Reglurnar eru ikki heilt tær somu sum til vanligar hondbóltskappingar. 6 leikarar eru á hvørjum liði so tú spælir uttan

striku sum útgangsstøði. Ikki er loyvt at halda, takla og skumpa og tú verjir bert við at stilla teg fyri ella at blokera við ørmunum. Brot á reglurnar verða sektað við brotskasti.

Meldað varð til í liðum og hvørt liðið fekk ein posa við neon tape v.m. so tey kundu seta júst sítt eyðkenni á sítt lið. H71 bjóðaði mat og okkurt at drekka í kantinuni til øll tey sum eru meldaðu til, og MBM stuðlaði við Milkshake og FIT, um børnunum dámdu sera væl. Møguligt var eisini hjá foreldrum at keypa sær okkurt til matna og ein drekkamunn.

Kom og royn okkara

BBQ Spare Ribs

Bílegg borð á

Skapandi, mennandi, kveikjandi

Trygg fíggjarstýring

Rúna Jógvansdóttir Larsen

Elsa Egholm

Marta Agnarsdóttir Højgaard

Anna Elisabeth H. Weyhe

Karin Egholm

Karina Debes Heinesen

Lukka Arge

Alda av Skar∂i

Inga Maria Joensen

Tóra Róadóttir

Maria Beder

Maria Halsdóttir Weyhe

Karin Fossabrúgv

Sóley Vinther

Fjóla Skaalum Vilhelm

Lea Sesilia Lava Brockie

Sára Berg á Lag

Sára Vedelsbøl

Sofie Kornelius

Brynhild Pálsdóttir

Anita Dahl

Elida Joensen

Gu∂ri∂ Bogadóttir á Borg

Venjari: Hjálparvenjari:

Mathias Rettig

Gilli Lorenzen

Lydia Jacobsen Ári Egason Dam

Ingilín Holm

Sebastian Christensen Jens á Skipagøtu

SMS KAPPINGIN - KVINNUR

Torstein Sivertsen

Helgi Hildarson Hoydal

Louis Christy

Rói Seyer Hjaltason

Jón Rói Mohr Høgnesen

Hans Kári Hansen

Ingi Johannesen

Haraldur Karlsson

Rógvi Persson

Sjúrður Seyer Hjaltason

Helgi Jakob Halldorsson

Jákup Egholm

Ári Jógvansson Olsen

Andras Klein

Høgni Højsted

John Skaalum Vilhelm

William N. Djurhuus

Hilmar Leon Jakobsen

Høgni Heinason

Rókur Ziskason

Sakarias Aniano Sakarisson

Magnus Carlsen

Brian Slyne

Suni Dalsgaard

Jón Midjord

Julian Joensen

Jógvan Andrias Lamhauge

Venjari: Venjari: Málmansvenjari / Mentalvenvari:

Mark Marcher Djóni Gaard Joensen

Jens á Skipagøtu

Heri Ziska

Sebastian Christiansen

BURN KAPPINGIN - MENN

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA

»GOTT ER

AT

HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

“STERKIR MENN” EIN

NATÚRLIGUR PARTUR AV H71

Sterkir Menn er ein bólkur av monnum, sum er sprottin úr H71 og er vorðin ein fastur partur av felagnum.

Hetta byrjaði sum eitt tilvildarligt hugskot, men hevur víst seg at verið ein sonn WIN/WIN – bæði fyri felagið og ikki minst menninir.

Stemningurin rundan um venjingarnar, líkist á nógvar mátar einum nútímans undirhúsi. Her verða meiningar brýndar, og samfelagsviðurskifti og rák vend og diskuterað – alt við einum jaligum og mennandi grundarlagi.

Ein háttur at knýta fólk at felagnum,

H71 er jú nógv meira enn eitt hondbóltsfelag – tað er ein felagsskapur við røttum DNA, har fólk, sum hava verið virkin, ofta framhaldandi hava eitt sterkt tilknýti til felagið. Men hvat gera menn, sum hava spælt ella verið virknir í felagnum, tá teir ikki longur spæla hondbólt ella hava børn har. Sterkir Menn er eitt natúrligt svar upp á tað. Her sleppa menn at røra seg og venja saman, men líka nógv at vera ein aktivur partur av felagnum – uttan at standa á vøllinum ella við síðulinjuna.

Vit venja í H71 venjingarrúminum tríggjar ferðir um vikuna: týsdag og hósdag

kl. 08 og leygarmorgun kl. 09. Mitt í viku møta vanliga 8 ­10 mans, meðan leygardagar koma fleiri – ofta millum 15 og 20 mans. Eisini eru teir, sum bert koma at drekka kaffi og taka lut í prátinum, og teir eru ein líka stórur partur av hópinum sum hinir.

Tað, at vit venja í hølunum hjá H71, er ikki bert ein hentleiki fyri okkum sjálvar – tað hevur eisini týdning fyri felagið. Tí

tað er eitt stórt aktiv fyri felagið at hava ein hóp av monnum, sum eru vanir at møta regluliga og soleiðis fáa eitt natúrligt tilknýti. Tá ið praktisk uppgáva er fyri neyðini, hava vit ofta verið teir, sum taka eitt tak – og tað koma vit avgjørt at halda fram við.

Meira enn bert venjing – eitt frírúm

Sum sagt, so er hetta meira enn bert venjing. Sjálvandi verður nógv tosað um hondbólt, og H71 verður dúgliga viðgjørt – serliga um dystir hava verið. Men hetta

átakið hevur eitt breiðari endamál: at skapa ein inkluderandi venjingarhóp, har vaksnir menn kunnu styrkivenja og menna seg heilsuliga. Allir fáa møguleikan at gerast sterkari og sunnari, uttan at nakað verður gjørt burturúr, hvør lyftir mest. Vit arga hvør annan við alskyns, men ikki um tað, ið menn klára at lyfta – allir venja á sínum støði og mennast saman.

Vit hava nú vant saman í eitt gott ár, og bæði teir, ið møta tríggjar ferðir um vikuna, og teir, ið bara møta leygardag, hava gjørt stór framstig. Tað er motiverandi at síggja veruligar broytingar, og tað ger tað bert stuttligari at halda áfram.

Vit hava eisini skipað fyri øðrum tiltøkum, sum t.d. temadøgum og súkklutúrum. Serliga áhugavert er tað at uppmøtingin plagar at vera óvanliga góð undan hesum tiltøkum!

Ein fastur táttur er eisini at taka eina felagsmynd eftir hvørja venjing, sum síðani verður løgd á bólkin hjá Sterkum Monnum. Og hetta er eftir hondini so mikið rótfest, at um onkur er

burturstaddur, so taka teir mynd av síni venjing har teir nú eru, og leggja á bólkin.

Um tað ikki er dokumenterað, so er tað jú næstan ikki hent – men myndirnar hava eisini ein annan týdning, tær eru ein vinarlig áminning til teir, sum ikki møttu, um at venjing var í dag – og teir áttu kanska at komið við næstu ferð.

Vit venja eftir eini ætlan, sum Sebastian ger, og hann hjálpir teimum, sum eru nýggir og ikki so vanir við styrkivenjing. Tað er eitt privilegiið, sum allir eru takksamir fyri.

Venjingin varir 45–50 minuttir, og síðani er tað kaffi – og tað er kanska júst hendan løtan, har menn eru nøgdir, pøstir og brúka kjaft – “locker room” prát – sum ger, at menn møta so væl upp.

Sterkir Menn – og sterkar kvinnur

Ein óvæntað, men positiv avleiðing av hesi menningini í H71 er, at konurnar –tær, sum tryggja, at alt hongur saman í felagnum, bæði við kaffisølu og ymiskum tiltøkum – eisini hava funnið sín egna bólk.

Meðan vit styrkivenja leygarmorgun, hittast tær fyrst til gongutúr, og tá tær koma aftur í høllina, skipar Ingilín fyri gólvvenjingum. Eftir hetta er sjálvandi gott prát og hugnalig samvera á skrá. Soleiðis fáa ikki bara menninir eina frískliga byrjan upp á dagin, men eisini kvinnurnar, sum á sama hátt hava eitt felags stað at hittast og hugna sær í.

Hetta styrkir ikki bara samanhaldið í bólkunum – tað heldur eisini H71 tættari saman sum felag.

Ein venjingarhópur, ið menn prioritera

Men tað, sum kanska hevur størstan týdning, er, at hetta ikki bert er gott fyri kroppin – men eisini fyri sálarheilsuna. Tað at møtast, røra seg og flenna saman skapar eitt heilt serligt rúm, har menn kenna seg væl og finna gleði í at menna seg sjálvar. Og tað, sum ger tað enn betri er, at vit síggja fleiri menn koma upp í bólkin – eitt prógv um, at hetta er eitt stað, menn hava brúk fyri og trívast í.

Sterkir Menn – ein natúrligur partur av H71, sum menn prioritera í gerandisdegnum – bæði fyri styrkina, heilsuna og ikki minst samanhaldið.

hidden ord.com

Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR

VIRKISRÁÐGEVING

BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

Follow us

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Heinta 2 fyri 1 appina niður her

Fartelefonhald

Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.

2 fyri 1

2 fyri 1

www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo

2 fyri 1

Biografur
Burgara
Bovling

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.